týsdagur 25. februar 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Norðurlandahúsið upp-
aftur størri tydning fyri |
norðurlendskt samarbeiði
Nýggja Stýrið fyri Norðurlandahúsið er farið til verka - við vón-
ini um og álitinum á, at hetta mentanarhúsið fer fáa ein týðandi
leiklut í framtíðar mentanarliga samstarvinum millum øll Norð-
urlond
Verður tað upp til nýggja
formannin í Stýrinum fyri
Norðurlandahúsið í
Føroy-um, Bengt
Gøransson - og tað verður
tað fyri ein stóran part - so
fer Norðurlandahúsið at
hava ein enn stórri leiklut
í ff norðurlendska
mentanarsamstarvinum i
framtíðin.
-Tað skal vera mín
vón, og mín lutur so skal
heldur ikki liggja eftir, at
hetta húsið fær uppaftur
stórri tydning sum
mentanarhús fyri øll
Norðurlond komandi
árini.
Hetta segði nýggi stýr-
isformaðurin í Norður-
landahúsinum, Bengt Gør-
ansson á fundi við press-
una í gjár. Nýggi formað-
urin er ikki ein og hvor,
hann er nevniliga fyrrver-
indi
mentanarmálaráðharri í
Svøriki, so nýggja stýrið
fyri Norðurlandahúsið
hevur nú tveir fyrrverandi
mentanarmálaráðharrar
sum limir. Hin er ein
gamal kenningur í
Stýrinum, Niels Pauli
Danielsen, sum hevur
verið í stýrinum í mong
ár. Hann er nú
næstformaður.
Tekka til Føroyar
Bengt Gøransson er fegin
um nýggja ålitisstarv síu.
Hann sigur seg altíð hava
havt stóran tokka til Før-
oyar og føroyingar, og
sum formaður í Stýrinum
fyri Norðurlandahúsið fær
hann nú veruliga høvi til
at læra land og fólk betur
at kenna. Tað var ikki
minst honum fyri at takka,
at kenda Kongsbókin kom
heimaftur til Føroya í fjør.
Sjálvur sigur hann, at
nýggja uppgávan, sum
honum er litið upp i
hendi, er ótrúliga
spennandi.
-Hetta er ein stór av-
bjóðing, og eg ivist onga
løtu í, at vit við hesum frá-
líka húsinum
framhaldandi koma at
skapa karmar um eitt bæði
livandi og avbjóðandi
mentanarlív sigur hann.
Mynd Kalmar
Nýggja stýrið fyri Norðurlandahúsið: Aftast fv. Knútur Hallsson, Ísland, Jan
Kløvstad, Finnur Olsen, Føroyar, Martin Næs, Føroyar, Kristian Slotte, Finland.
Fv. Kjølv Egeland, Noreg, Niels Pauli Danielsen, Føroyar, Bengt Gøransson, Svøriki
og Inger Christiansen, Føroyar. Danska umboðið Annelise Jensen restar á myndini.
Mynd Kalmar
Tydandi karmur
Hann dylur ikki fyri, at
tað 'snýr seg um at skapa
og betra um fortreytirnar
fyri einum gktum sam-
starvi millum Norðurlond.
Og júst her er
Norðurlandahúsið í
Føroyum ein virðismikil
karmur.
Alt prát um ein felags
europeiskan mentanarpol-
itikk innanfyri EF trýr
Bengt Gøransson lítið
uppá.
Hann heldur fólk líta
ov nógv á tað, sum hendir
í EF og ikki minst á EF-
høvudsborgini Brussel.
Verð uttanfyri Brussel
-Tað er ein verð uttanfyri
Brussel, og tað fara vit,
sum eru valdir í Stýrið fyri
Norðurlandahúsið, øll at
sanna í okkara arbeiði til
frama fyri norðurlendsku
mentanina sigur hann.
Hann ivast onga løtu í -
uttan mun til um fleiri
Norðurlond gerast limir í
EF - at tað ber til at halda
lív í og menna mentanar-
liga samstarvi millum
Norðurlond.
-Eg fari ikki at leggja
fram nakrar patentloysnir
her og nú, men eg fari so
at gera mítt ítarsta fyri at
fremja hesa gongd. Og tað
Norðurlondum, sum vit
eiga at eggja og stuðla ul
tess at gera brúk av eitt nú
Norðurlandahúsinum her í
Føroyum.
Niels Pauli næstfor-
madur - Inger nyggj
A fundinum i Nordur-
landahúsinum í gjár segði
Niels Pauli Danielsen, at
hann fer at leggja stóran
dent á at fylgja upp
arbeiðinum í Stýrinum,
sum skjótt hevur 10 ár á
baki. Hann helt, at
Norðurandahúsið hevur
havt stóran týdning fyri
føroyskt mentanarliv og
metti eisini, at føroyingar
er ikki minst tey ungur í -- við tesonr húsinum hava
fingið nógv tættari tilknýti
til norðurlendsku granna-
tjóðirnar. Niels Pauli er
næstformaður í Stýrinum.
Nýggi føroyski limurin
í Stýrinum, Inger Christ-
iansen, takkaði fyri áliuð,
sum var givið sær og vón-
aði, at hennara royndir í
landsstýrinum innan
norðurlendskt samarbeiði
kundu koma arbeiðinum
hjá Stýrinum og Norður-
landahúsinum ul góða.
Hon helt fyri, at tað
hevur sera stóran týdning,
at Norðurlandahúsið virk-
ar fyri alt landið, og at so
mong åhugafeløg sum
gjørligt verða tikin vid i
virksemið hjá húsinum. -
Eg skal so gera mítt besta
fyri at vaksa um tann
tydning hetta hús hevur
bæði fyri okkum og hini
Norðurlondini segði Inger
Christiansen.
Eisini finski limurin,
Kristian Slotte segdi seg
vera fegnan um spennandi
avbjóðingina at arbeiða
fyri stórri mentanligar-
ligum samarbeiði millum
Norðurlond. Hann vísti á,
hvussu týdningarmikið tað
er fyri júst eitt útjaðargki -
ikki minst målsliga - at
gerast meira virkin partur
av tí norðurlendska sam-
arbeiðinum. Hann sam-
metti í mongum førum
støduna hjá Finlandi við
Føroyar, Grønland og
Island sum útjaðaragki, ið
nettup hava brúk fyri
einum sterkum og útbygd-
um samstarvi millum
Norðurlond.
-Eg trúgvi, at Norður-
landahúsið her í Føroyum,
er rætti karmurin at gera
hesi ynski til veruleika,
segði hann.
Norki limurin í Styr-
inum í mong ár, Kjølv
Egeland helt fyri, at vit
eiga ikki at bera so stóran
ótta fyri EF. Hann helt, at
hesin felagsskapurin í
tíðindablaðið Nr. 38 — 25. februar 1992
nógvum er gjørdur til eina
óveruliga ræðumynd. -1
ella uttanfyri EF so trúgvi
eg, at Norðurlond fara at
hjúkla um og menna sína
sermerktu mentan, segði
hann.
10 ár í 1993
Stjórin fyri Norðurlanda-
húsið, Jan Kløvstad,
greiddi annars frá kom-
andi skrá, sum er rættiliga
fjølbroytt og áhugaverd.
Ætlanin er at skipa fyri
nógvum og spennandi
tiltókum í ár, men í 1993,
tá Norðurlandahúsið fyllir
10 ár, verður skipað fyri
serligum tiltøkum. Eitt nú
er ætlanin at framføra
"Glætaðu spælimenninar"
eftir William Heinesen.
Og tað verður eingin mæt-
ari enn okkara egni Eyðun
Johannesen, sum fer at
stíla fyri. Eisini verður
onkur stór listaframsyning
við onkrum av okkara
bestu listarmålarum.
Yvirskot
Annars hevði nýggja
Stýrið fyrsta fund sín
leygardagin. Tá varð m.a.
roknskapurin fyri 1991
góðkendur. Hann vísti eitt
yvirskot uppá meira enn
hálvthundrað túsund krón-
ur.
Í sambandi við at fleiri
av gomlu limunum nú eru
farnir úr Stýrinum gjørdi
nýggja Stýrið av at lata
teimum eina takkargávu
fyri gott útint arbeiði.
Hesir eru Jan Stiernstedt,
Steen Cold, Hans Jacob
Debes, Iikka Peråsalo,
Torbjørn Poulsen og Birg-
ir Thorlacius og somuleið-
is leiðarin av ráðgevandi
nevndini frå 1983 til 1991,
Asbjørn Lómaklett. Ser-
støkk tøkk varð veitt Jan
Stiernstedt, sum hevur
verið við frá byrjan.
jan
EYSTUROYINGAR
Koyrikort
Um nóg nógv tekna seg byrjar nýtt
skeið í Eysturoynni uml. 10. mars.
Um tygum fylla i mars, apríl ella mai, er
tíð at byrja NÚ.
Koyrt verður í Eysturoy, í Havn og í
Klaksvík.
Koyriskúlin i Gøtu
Tlf. 87077 ella 57777
Sinnisbati
Fritidarhølid í Krossgøtu 15 er opið miku-
kveld kl. 19—22.