mikudagur 26. februar 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
#
er
Nr. 39 — 26. februar 1992 1 s0Stalurim SL
Lættari
at gropa í
almennum
skjølum
Við lógini um innlit í fyrisit-
ingina skulu fólk fáa meira
at vita um, hvat hendir á al-
mennum stoynum. Fjólmið-
larnir halda lógina vera stórt
framstig, men sum kundi
verið enn stórri
—
Tad verður nú lættari at
grópa í almennum
skjólum, men ikki nóg
lætt kortini, halda
fjólmiðlarnir.
Tilvildarliga vald mynd
Landsstýrið hevur lagt
uppskot fyri tingið um
innlit í fyrisitingina. Eftir
hesum lógaruppskotið
verður lættari hjá almenn-
inginum at koma fram at
skjólum, sum tey hava
áhuga fyri.
Tey, sum kundu hugsast
at fingið størsta gagnið av
hesi lóg, eru fjølmiðlarnir,
sum nú fáa betri arbeiðs-
Stórur meiriluti at
avtaka grunnarnar
| Landsstýrið skeyt herfyri upp, at flestu av lands-
kassans grunnum verða avtiknir.
Orsgkin er, at landsstýrið vil hava, at alt virksemi
| landsins skal síggjast á sjálvari fíggjarlógini. Í løtuni
| eru ikki færri enn 92 landskassagrunnar. Eftir
uppskotinum skulu teir 67 takast av beinanvegin, og
hesum tekur ein stórur meiriluti i Figgjarnevndini
undir við.
Sum frá líður verða bert fimm landskassagrunnar
eftir. Hesir eru Byggi- og rakstrargrunnur postverk-
sins, Apoteksgrunnurin, Byggigrunnur Strandferðsl-
unnar, Útbúgvingargrunnurin og Umvælingargrunn-
ur til at friða hús.
tór.-
umstødur, tá almenn við-
urskifti skulu viðgerast.
Tað var heldur ikki av
tilvild, at tað júst var
Blaðmannafelagið, sum
longu fyri fimm árum
síðani heitti á landsstýrið
um at koma við eini
tílíkari lóg. Seinri hevur so
Sjálvstýrisflokkurin heitt á
landsstýrið um tað sama,
og nú uppskotið so.
Lógin fevnir um innlit í
skjól innan alla almenna
umsiting. Eisini komm-
unalum, eins og hjá inter-
kommunalum stovnum so
sum SEV og IRF.
Tað verður kortini ikki
so, at øll almenn skjøl
hereftir fara at liggja
víðopin fyri einum og
øllum, sum hava hug at
sneyta í teimum. Avmark-
ingar eru, og tað hava
fjølmiðlarnir eisini gjørt
vart við.
Landsstýrið sendi í fjør
vár uppskot sítt til um-
mælis hjá eitt nú fjøl-
miðlunum, sum eisini hava
svarað.
Bæði útvarp, sjónvarp og
Blaðmannafelagið siga, at
lógin er eitt stórt framstig,
men hava hinvegin víst á
eitt og annað, tey kundu
hugsað sær ødrvisi.
Fjølmidlarnir halda, at
gerdabøkur landsstyrisins
eiga at vera almennar, og
at kærumyndugleiki verdur
settur å stovn, sum kann
taka skjótar avgerðir um
hvat kann kunngerast og
hvat skal vera dult. Stórt
sæð mæla fjølmiðlarnir
landsstýrinum til at gera
lógina meira víðgongda.
Men tað hevur landsstýr-
ið sum skilst ongan ser-
ligan hug til, tí so at siga
einki, sum fjølmiðlarnir
hava viðmerkt, hevur
landstýrið tíkið við í tí
uppskotið, sum í dag
liggur á tingborði, og
verður vidgjørt fyrsta dag-
in.
tór.-
Sida 5
Madur og kona
eiga ikki hæði
at arbeiða úti
-Best er um hjún kundu liva
av einari inntøku. Hetta er
best fyri heimið. Somuleiðis
er neyðugt at býta tað ar-
beidi, sum er, so øll fáa
nakað, sigur Kristiligi Fólka-
flokkurin
Kristiligi Fólkaflokkurin hevur á tingi skotið upp, at
broyta skattalógina soleiðis, at heimaarbeiðandi
hjúnarfelagin verður skattaður av helminginum av
samlaðu inntøkuni hjá báðum hjúnarfeløgunum.
Roknað verður við, at ein tílík broyting í
skattalógini fer at kosta tí almenna 36 milliónir í
mistum skattakrónum.
Men krónur og oyru er ikki alt, heldur flokkurin
Kreppa hevur rakt samfelagið, og arbeiðsloysið er
alsamt vaksandi, soleiðis at talið á teimum, sum fáa
forsorgarhjálp vegna arbeidsloysi, nú er komið upp
um 1000 fólk um mánaðin, sigur Kristiligi Fólka-
flokkurin. Flokkurin førir fram, at tað er av allar
størsta týdningi, at heimini verða stuðlað, og
familjan stendur saman. Tað gongur út yvir
familjuna og uppalingina, at arbeiðið við hús verður
ikki mett, sum tað eigur at vera. Kristiligi Fólka
flokkurin heldur, at lóggávan tykist alt meira at hava
gingið ímóti hesum arbeiði
Kristiligi Fólkaflokkurin heldur, at verða hjún
skattað vid helvtarbýti, hevði arbeiðsloysið minka.
Tá verða hjún møguliga før fyri at liva av einari
inntøku, og sostatt varð arbeiðið til onnur, sum í dag
einki arbeiði hava
tór.-
| pf. Wenzel Petersen, tlf. 1 3873