fríggjadagur 28. februar 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 41 — 28. februar 1992
Síða 9
Fríggjadagin kl. 20.55:
Universið
Hetta er sendireð í seks pertum, har vit
fylgja nøkrum astronautum og fara upp-
dagingarferðir út í tað ókenda.
Fríggjadagin kl. 21.50:
Morse
Morse
Meðan Morse arbeiðir við einum máli í
Oxford, har ein kvinna er myrd, hittir
hann Emmu Pickford — og tey verða
góð. Men nógv annað hendir eisini, tá ið
Morse í kanningum sínum uppdagar
maktstríðið um hver skal verða prestur
við lærda háskúlan í St. Saviour's Coll-
ege.
Fríggjadagin kl. 23.35:
Felix-festin
Max von Sydow
Hetta er samandráttur av filmsprís-
veitsluni, Felix, sum fór fram 1. des. í
Berlin. Fleiri av filmstjørnunum í Europa
vóru við, m.o. Ingmar Bergman, Max
von Sydow og Ben Kingsley.
Leygardagin kl. 20.55:
Upphav Føroya 1:3
Fólk við áhuga fyri náttúruni fáa nú høvi
at síggja nýggju sendireðina um Feroya
jardfrødi, sum Sjónvarp Føroya sendir
komandi tríggjar leygardagarnar,
<
Greitt verður frá, hvussu Feroya land
er vorðið til og frá teimum fyribrigdum,
ein kann síggja í landslagnum, sum gjáir
og gil, dalar og firðir, hamrar, hjallar og
rekur, kol, steinar og grótfláir. Vit fylgja
Jóannesi Rasmussen, jarðfreðingi, sála,
runt í oyggjunum. Eisini eru myndir av
eldgosum og rennandi lava, skitsur og
tekningar, sum saman við heimligu
náttúruupptekunum geva eina heildar-
mynd av Feroya jarðfreði.
Í fyrsta parti verður víst á, hvussu
ógvuslig eldogs á okkara leiðum fyri
nógvum milliónum av árum síðani bygdu
upp eina reð av basaltfláum, sum upp-
runaliga myndaðu ein veldugan basalt-
háslætta. Gjøgnum tær óteljandi øldir-
nar, ið eru gingnar, síðani háslættin varð
bygdur, hava týnandi náttúrumáttir
sum skiftandi hiti og frost, vindur og
regn, skridjøklar og havaldan máað burt-
ur av lendingum. Samstundis er stórur
partur av tí lendi, sum upprunaliga var
yvir sjónum, sokkið undir sjóvarmálan,
so bara ein lítil partur nú stingur upp-
undan.
Í aðru sending verður greitt frá fláa-
bygnaðinum, sum hann tekur seg út í
Feroyum í dag. Niðastu basaltfláirnar
eru í Suðuroy, Mykinesi, Gáshólmi, Tind-
hólmi og í Vágum. Kolalindin og
gosmyrjan síggjast bert í Suðuroy, Tind-
hólmi og í Vágum. Miðfláirnar fevna víða
um og eru at finna í ellum oyggjunum
uttan í Mykinesi fyri vestan og í Fugloy
og Svínoy fyri eystan. Oman á miðfláun-
um tekkjast ovastu basaltfláirnar — tær
kunnu eygleðast um alt midøkid og eyst-
antil i Føroyum.
Tridja sendingin er um røringar i ba-
salthåslættanum og um innskotin grót-
sløg: gongir, óreglulig innskot og syllar,
uppruna teirra, og hvussu tey taka seg út
í landslagnum.
Leygardagin kl. 21.25:
Bonnie Raitt
Hin amerikanska rock- og bluessangar-
innan hevur nýliga havt konsert í Dan-
mark og fekk góð ummæli. Hans Otto
Bisgaard bjóðaði henni inn í Peter Lieps
Hús í Djóragarðinum, har hon greiddi frá
lívi sínum.
Leygardagin kl. 22.50:
Jill Ireland sum Louise og Charles
Bronson sum Chino
frá
Italskur/spanskur/franskur filmur
1973.
Charles Bronson hevur hevuðsleiklutin
sum Chino Valdez, ein cowboy, sum hev-
ur roynt at vant villar hestar. Men nú er
hann óvinur við ríkasta mann har um
leiðir, og tað elvir til trupulleikar.
Sunnudagin kl. 18.45:
Drotning í 20 ár
DR lítur aftur um bak at teimum fyrstu
tjúgu árunum við drotning Margretu á
trúnuni. Vit síggja, tá ið Jens Otto Krag
útnevndi hana og fram til dagin í dag, og
hon er væl umtókt bæði úti og heima.
Sunnudagin kl. 19.55:
Manna millum
Klaksvíkar Hornorkestur skipar fyri
tunnusláing og nekrum lettum og góðum
marsjum. Bergur Jacobsen sigur frá um
føstuhald fyrr og nú. Vit skifta orð við
Sámal Christiansen og Magnus Arge,
sum vita mangt og hvat um orkestrið
bæði til gamans og álvara.
Loppurnar ella rættari grýlurnar koma
úr Klaksvíkar Sjónleikarfelag. Tær seta
sín serliga dám á tunnuslåingina; og ikki
“44 4 4 4 2 42 4 á á 4 á á
Natalie Wood og Richard Beymer
Týsdagin kl. 21.00:
West Side Story
Hetta er amerikanskur sangleikur, sum í
1961 gjørdist Oscarlentur filmur. Har er
kærleiki, drama og vakrir sangir, sum
»Tonight« og »I want to be in America«.
Hósdagin kl. 21.10:
Tann góði viljin
>
Pernille August sum Anna vid soninum
Dag
Seinasti partur i sendirødini.
Eftir stórsligna brúdleypið hjá Onnu
og Henrik í dómkirkjuni í Uppsala, royna
ungu hjúnini at fáa eina hampuliga til-
veru í einum gomlum prestagarði í Fors-
boda. Har norðuri í Sveríki verður ger-
andisdagurin strævin og Anna kennir
seg ógvuliga einsamalla.
Hósdagin kl. 22.40:
Thomas 20 ár
Danmarks Radio hevur fylgt við Thomas
síðani hann var átta ára gamal og til
hann var liðugur at ganga í skúla. Alla
tíðina hevur hann gingið á skúlaheimin-
um Marjatta. Hetta var fyrsta staðið,
har menningartarnað bern fingu frálæru
eftir Rudolf Steiners háttinum. Thomas
er mongol.