fríggjadagur 28. februar 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Scansat/TV3
Friggjadagin kl. 18.30:
The Parade
Am. filmur frå 1984 vid Michael Learned,
Frederic Forrest og Rosanna Arquette i
høvudsleiklutunum.
I einum byi i Kansas fyrireika øll seg
til 4. juli-paraduna, men ein familja hevur
stórar trupulleikar.
Eftir at hava sitið sjey ár fyri nakað,
hann ikki hevur gjørt, kemur Matt Kirby
heim aftur til familju sína. Har bíðar kon-
an eftir honum og dóttirin, men eisini
vermamman, sum hatar hann. Meðan
Matt hevur verið burtur, hava tey noyðst
at klára alt sjálvi, tað hevur verið torfert,
men tað hevur gingið kortini. Serliga
omman Sarah, sum er 66 ár, hevði ilt við
at góðtaka, at hon noyddist at arbeiða.
Hin unga Tilda hevur fingið students-
prógv og arbeiðir ein part av degnum á
eini matstovu. Hon hevur hitt ein ungan
mann, Jeff, sum onga familju hevur.
Rachel óttast at dóttirin rýmir heiman-
ífrá og giftist við einum, sum einki hevur
at bjóða henni. Og tað gerst ikki lættari,
at Matt einki veit sær at gera, tá ið hann
kemur heimaftur.
Fríggjadagin kl. 22.00:
Rich Man,
Poor Man
Rudy og Julie gera av at giftast, um
mamma Rudy góðtekur tað ella ikki.
Mary Jordache ger alt fyri at steðga
brúdleypinum, men tey ungu hava valt.
Tom er farin sjóvegin og roynir seg sum
seljara, og marknaður hansara er
Europa, har hann eisini hittir ein littan
sjómann, Roy Dwyer.
Leygardagin kl. 17.00:
Airwolf
Tá ið Hawke vaknar á einum sjúkrahúsi,
fær hann at vita, at hann var við í eini
flogvanlukku og at hann hevur ligið
uttan vit í eitt ár. Hugtungur fær hann
vitjan av beiggja sínum, sum sigur hon-
um, at Dominic er deyður í Vietnam og
tosar samstundis um nógv innan Air-
wolf. So við og við grunar Hawke, at okk-
urt er áfatt
Lagt til rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist á tif. 156 16
0008 -
—
Dennis Quaid og Bess Armstrong
Sunnudagin kl. 19.30:
Jaws 3
Am. filmur frá 1983 við Dennis Quaid,
Bess Armstrong og Louis Gossett, Jr. í
hevuðsleiklutunum. Havbiologurin
Kathryn Morgan og drongur hennara,
verkfreðingurin Mike Brody, arbeiða hjá
Sea World í Florida. Nýggja staðið,
Undersea Kingdom, skal lata upp, og í
longum glastunnlum skulu fólk kunna
síggja sjólívið. Men ein hvítur hávur er
av óvart komin upp í. Fyrsta vanlukkan
verður veruleiki, tá ið ein maður verður á-
lopin av honum. Kathryn og Mike fara at
royna at fáa fatur á hávinum, men tunnl-
arnir eru bæði langir og nógvir
Mánadagin kl. 18.30:
Exposed
Am. filmur frá 1983 við Natassiu Kinski,
Rudolf Nurejev og Harvey Keitel í
høvudsleiklutunum. Elisabeth fer úr lítla
heimstaði sínum til New York at sekja
sær betri arbeiði og at læra at spæla
piano. Einasta arbeiði, hon fær, er á ein-
ari matstovu. Men skjótt metir hon foto-
grafinum Greg, sum ger hana til eftir-
spurda model. Síðani hittir hon violinist-
in Daniel, sum roynir at finna ein terror-
istleiðara, Rivas. Jagstranin ferir hann
til París, og Elisabeth fer aftan á honum.
Hon veit ikki, hvat hann fæst við, og hon
verður klekk, tá ið hion uppdagar tað.
Men Daniel vil ikki sleppa nenni
Rudolf Nureyev og Natassia Kinski
Nr. 41 — 28. februar 1992
Mánadagin kl. 22.00:
Married with
Children
Bud býður einari ungari, lesandi gentu
heim at búgva, tí hon hevur ongastaðni
at vera. Men hon fær stóra ávirkan á Al
og vinir hansara. Teir skunda sær heim
til konur sínar at fjeppast uppi í teimum.
Men hon fær eina aðra ávirkan á
Steve
Mánadagin kl. 22.25:
Rockford Files
Nancy hýrir Rockford at kanna, um hjá-
maður hennara Steve, sum doyði av flog-
vanlukku, varð myrdur. Kona Steve yvir-
livdi og bíðar nú eftir at fáa eina stóra
lívstrygging útgoldna.
Tysdagin kl. 19.30:|
Murrow
Daniel J. Travanti
Am. sjónvarpsfilmur frá 1986 við Daniel
Travanti í leiklutinum sum Ed Murrow,
útvarps- og sjónvarpsmaður í fimtiárun-
um.
Í eini tíð, har ótti og illgruni valdar, ger
Murrow tað, eingin annar torir. Hann fer
í holt við McCarty-stjórnina. Í fyrstu
syftu tykist Murrow ikki at vera tað, ein
væntar av eini hetju, ein friðarligur, ó-
áhugaverdur maður, sum óvilliga krevur
prof. løn fyri arbeiðið, hann ger. Men tað
er hann, sum, tá ið hinir tíðindamenninir
kúvenda, hevur dirvi at taka steðu ímóti
jagstranini hja McCarthy á kommunist-
Mikudagin kl. 22.25:
Rockford Files
Ein nyliga leyslatin fangi setir seg i sam-
band vid Rockford, ti hann vil finna
gentu sina, Valerie. I veruleikanum vil
hann bert hava fatur i skreytlutum henn-
ara.
Hósdagin kl. 22.00:
Married with
Children
á
Endiliga eydnast tað Al og Steve at
vinna pengar í einari hestakapping.
Steve vinnur 50 dollarar, meðan Al vinn-
ur 1250 dollarar. Men hvussu skulu teir
halda hetta loyniligt fyri familjunum?
Morgunlestrar
í Útvarp Føroya
2.—7. mars.
Hesa vikuna lesur Marjun Bæk í
Kvívík
Sálmar og bíbliuorð:
Mánadagur 2. mars
nr. 166 Aftur fostuklokkan ljóðar
nr. 347 Fyri halgu føding tína
Týsdagur 3. mars
nr. 167 Harri, í hesi føstutid
nr. 346 Lov og tøkk og allan heiður
Mikudagur 4. mars
nr. 15 Vit trúgva allir á ein Guð
nr. 358 Guð faðir hann veri nú vernd-
ari tín
Hósdagur 5. mars
nr. 16 Tær Guð, sum ein ræður
himni á
nr. 337 Guð havi lov, tí Harrans orð
Fríggjadagur 6. mars
nr. 18 Alvalds Guð, vit prísa tær
nr. 348 Harri Jesus, lat títt ríki
Leygardagur 7. mars
nr. 33 Ævinnar faðir, við góðsku tú
valdar