leygardagur 29. februar 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarbisðstjóri. Jan Møller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Rúsdrekka
MERKILIGA lina kjakið føroy-
inga ímillum undir fyrireiking-
unum til nýggju rúsdrekka-
lógina kundi bent á, at færri
enn nakrantíð áður veruliga
trúðu uppá, at vit antin so ella
so fóru at fáa broytingar,
flestøll kundu vera nøgd við.
TÍVERRI kann henda líkasæla
um úrslitið eisini útleggjast
sum tvørrandi álit fólksins til
at ein nyggj og betri låg veru-
liga fór at vera hildin og um-
sitin frægari enn hon, vit nú
sleppa.
MEN antin vit fagna nýggju
lógini ella ikki, eiga vit nú at
semjast um at virða hana frá
byrjan og sum skjótast at
lúka burtur allar vansar, sum
kanska fara at stinga seg upp
so hvort vit læra okkum at
brúka nýggju skipanina. Ein
uggi fyri tey ivasomu er tað tí,
at hon skal takast upp og
endurskoðast longu í 95.
AVGERANDI fyri, hvussu
hetta skal hepnast er, at vit
nú semjast um raðfylgjuna,
ymsu partarnir í nýggju lógini
verða settir í verk.
Jústínus Eid ;
ANTIN vit so eru fyri nýggju
skipanini ella ikki, so eru vit
ivaleyst øll samd um, at
einkarsgluskipanin má fáast
upp at standa skjótast til ber,
og at henda skal hava prógv-
að sítt »virdi« áðrenn skeinki-
loyvi verða útlutað. Helst eis-
ini samd um, at hetta seinna
ikki hevur skund á nakran
hátt.
ERKVISNA rúsdrekkamálið,
sum hesuferð gesti fólk eitt
vet minni enn onkuntíð áður,
er fyri tað eins stórt álvars-
mál sum nakrantíð. At tað
eisini av politisku myndug-
leikum okkara verður tikið í
ramasta álvara prógvar
drúgva og gjølliga viðgerðin,
málið fekk í nevnd undan
framløgu á tingi.
MEN lóg er eitt, nýtsluvanar
nakað annað, og nýggja lógin
verður ongantíð betri ella
verri enn tað, hin einstaki vil
gera hana til. Tí tá saman um
kemur er tað virðing hins ein-
staka fyri hesum legi, sum
verður avgerandi fyri, um ein-
hvgr skipan gagnar honum
ella ikki.
Blaðfólk. Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Útgevari: P/f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981 Telefon:
SAMSTUNDIS sum vit
kunnu fegnast um, at nyggja
persónliga rúmkandi lógin í
stórri mun gevur fólki møgu-
leika til undir ábyrgd fyri sær
sjálvum at seta mark fyri rús-
drekkanýtsluni, eru mong
sjálvsagt ivasom um, hvussu
tey, ið kanska eru niðurundir-
komin av hesi nýtslu, fara at
evna at liva skilagott við
nýggju skipanini.
HESIN ivi er í mongum føri
vælgrundaður, men kanska
ikki minni grundaðar eru å-
breiðslurnar frå teimum
broytingarhugaðu móti
kassakeypinum og teirri alt
ov tilvildarligu útskeinking,
sum nú í eini tjúgu ár er farin
fram i sonevndu ølklubbun-
um. Heldur undir nytiligum
eftirliti, enn sum nú, siga tey.
ONGUM nýtist at dáma hesa
lógina so avbera væl fyri at
halda, at hon hóast alt er eins
fræg ella frægari, enn gamla
lógin, og við trygdini fyri, at
hon verður endurskoðað í 95,
verður neyvan talan um
heimsins enda fyri føroyingar
flestar — sjálvsagt treytað av,
at vit til ta tíð ikki hava fingið
Bústaður: Argjavegur 26
Postadresss: Postsmoge 76
110 Tórshavn
14720
Argir
11820 Teletax:
eins nógv skeinkiloyvi sum
kioskir og pylsuvognar og so-
leiðis eftir stuttari tíð hava
endavent okkara kanska
vánaligu drykkjusiðum til
nakað nógv verri.
VIT gera tí øll væl í at geva tol
við broytingunum, hava álit á,
at politisku myndugleikarnir,
sum í størri álvara enn nakr-
antíð áður hava arbeitt so
dúgliga og væl við málinum,
eisini fara at skipa eins væl
fyri, tá hon skal setast í verk
— og ikki minst — stuðla
hvørjum ødrum í fórum, har
ivi er um, hvat skilagóð rús-
drekkanýtsla er.
GERA vit tað til 95, er einki at
ivast í, at tað bæði fyri brúk-
arar og politiskar myndug-
leikar verður lættari at taka
støðu til tær broytingar, sum
tá uttan iva fara at koma upp
á tal — lættari at gera eina
meira fullfiggjada rúsdrekka-
lóg.
Thomas Arabo, lands-
stýrismaður, skrivar
Ein rødd úr grøvini - ella?
Tað er akkurát sum >i
gamle dage« at lesa leiðar-
an í Dagblaðnum fríggja-
dagin 28. februar, har Óli
Breckmann hóreiggjar
sær ófert. Ja, tað er næst-
an neyðugt at fortelja Óla,
at hann nú ikki er staddur
í Afrika, og at árstalið ikki
er 1982, men 1992.
Verðin er nógv broytt ta
seinastu tíðina, og stersta
hending í Europa er óivað,
at Berlinmúrurin bleiv
burtur, og at demokrati
kunnu stovnsetast í Eyst-
ureuropa. Hetta mugu vit
ell megnast um, men at
Óli so ørkymlast um at
hava mist sinar kæru figg-
indar eystanfyri er skilj-
andi. At hann so roynir at
grava sær nakrar gamlar
upp aftur her å heimavøll-
um — tad taki eg ikki so
tungt.
Heima hjå okkum fella
eisini | múrar. Stersta
hending í so máta, sum
rennur mær í hug, er
broytingin í seluliðnum
hjá okkum. Mín áskoðan á
tað gamla seluliðið er
niðurfeld í grein, eg havi
skrivað í blødunum, og tað
pettið, sum snýr seg um
seluliðið, ljóðar soleiðis:
„Skulu vit nýta megu-
leikar, sum eru á teimum
vælbetalandi marknaðum
uttan um okkum, mugu
vit rokna við, at krevini til
tey einsteku virkini verða
stór. Tey seinastu nógvu
árini eru vit ikki von við
innan hevuðsvinnu okk-
ara at liva upp til stór-
vegis krev, ið eru sett okk-
um uttaneftir.
Mín vurdering er, at ein
av høvudsorsøkunum til
hetta er, at vit tey sein-
astu nógvu árini hava
havt eina stuðulsskipan,
ið hevur sloppið okkara
seluliði undan at finna
vælbetalandi
kravmiklan
Vit hava selt bíligar og
og harav
marknaða.
óprofessionellar verur.
Sølulidid er sostatt slopp-
ið undan krevum. Hetta
hevur so aftur fert við
sær, at virkisleiðslur eru
slopnar undan krevum, og
hetta hevur so at enda
ført við sær, at virkis-
leiðslurnar eru slopnar
undan at seta sínum
starvsfólkum krøv«.
Disse var ordene. Nú
seluliðið hevur broytt kós
og er farið inn á teir rettu
marknaðirnar — teir væl-
betalandi marknadirnar.
So koma sjálvandi krev til
samfelagið. Tað eru hesar
brótingar, vit í letuni
síggja. Virki fara fallitt,
strukturar verða broyttir.
Tíverri er hetta nakað,
vit skulu igjøgnum, og eg
ivist ikki í, at tá ein tíð er
umliðin, so hava vit fingið
uppbygt eitt sunt og gott
samfelag aftur.
Hyggja vit at tí polit-
iska mynstrinum, sum
hevur verið tey seinastu
árini, er tað mín fatan, at
tann stersta katastrofan
politiskt sæð, sum hetta
landið hevur verið úti fyri,
er tey tvey árini frá 1988
til 1990, tá fólkaflokkurin
skuldi standa fyri einum
landsstýri og skuldi royna
at stjórna landinum. Tá
kom einki av skafti av
nekrum slagi — fyri at
siga tað beint út. Tað er
undrunarvert, at tað fer-
oyska samfelagið var so
sterkt, at tað toldi at
liggja í stjórnarloysi í
tvey ár.
Vit eru í eini broytingar-
tíð, og tað er ikki altíð so
tespiligt at sita og taka
tær neyðugu avgerðirnar.
Men avgerðir skulu tak-
ast, og stýrast skal. Vit
hava ikki brúk fyri undan-
støkkingum, ið fara at
skylda upp á hvenn ann-
an, tá hart leikar á. Serliga
hart kemur tað væl at
leika á í teimum økjum,
sum eg umsiti, tá nú vinn-
an skal umstrukturerast.
Men kósin skal haldast,
og vit skulu igjøgnum —
eingin ivi um, at vit rokka
eitt positivt og gott mál.
Henda steðan, vit í dag
eru í, er nógv meira
kompliserað, enn nakar
uttan fyri dugir at gera
sær greitt, og tí ræður um
at vit, sum sita við
ábyrgdini, tora at virka og
taka tær rettu avgerðir-
nar. Undanstekkingar, ið
kanska hava hug til at
fara út og vaska síni
skitnu klæði, mugu vera
púra greiðir yvir, at gera
teir tað, skulu teir eisini
rokna við, at tað endar við
einum stórvaski.
Hesar eru spælireglur-
nar. Og er tað nakað, vit
ikki hava brúk fyri í dag,
so eru tað undanstekking-
ar.