Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. februar 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 - Arbeidsloysistryggingin: -Vit mugu fåa eina skipan sum ikki ger mismun men istadin setur øll lika segdi Frank Davidsen, tingmadur javnadarfloksins, tá uppskotið til arbeiðsloysistrygging varð til viðgerðar í løgtinginum herfyri. Hann helt uppskotið vera einki minni enn eina kollvelting, eina stórhending, sum arbeið- ararórslur um allan heimin koma at óvunda okkum. Hann segði annars: Nógv vatn er runnið síð- ani hugsjónarmenn innan arbeiðarastættin tóku seg saman og savnaðu verka- felog runt landið. Hetta at fólk innan ar- beidarafjøldina gingu saman fyri å tann hått at standa sterkari, var av teirra mótparti nærum mett sum krígsavbjóðing. Og nógvir vóru sorgar- leikirnir í spunnust av or- rustuni ímillum teir ella tey, sum tordu at standa alment fram í strembanini eftir at fáa broytt tann hugburð og trælalyndis- mentalitet, ið hevði vald- að her á landi í øldir. Familjuforsyrgjararnir vóru blacklistaðir, stutt sagt koyrdir úr starvi, uttan aðra orsek enn tann leiklut, teir hevdu havt, hetta at berjast fyri at ar- beidarafjøldin skuldi fáa rættvís og mannsemilig kor. Vit kunnu bert ímynda okkum avleiðingarnar av at standa uttan arbeiði við hjúnafelaga og fleiri børn- um, uttan nakað trygdar- net. Men hóast ta sann- roynd, at arbeiði stóð teimum í boði aftur, um tey broyttu steðu, so valdu hesi fólk heldur at sita keld og svong, enn at svíkja sínar hugsjónir. Samanbera vit tær hendingar, sum tá fóru fram, við ta steðu, sum partar av arbeiðsmarkn- aðinum eru komnar ásamt um í tí uppskoti, sum verður viðgjert her í let- uni, so er hetta uppskot einki minni enn ein koll- velting, ein stórhending, sum arbeiðararerslur um allan heimin koma at evunda okkum. Hetta at tveir mótpolar sum F.A. og F.A.G. veru- liga kunnu finna saman og fáa semju sínámillum í einum so týdningarmikl- um máli, at tryggja limir F.A. ímóti arbeiðsloysi, eins og ein arbeiðsávísing verður sett á stovn, tað sigur í hvert fall mær, at tey, ið mynda Feroya Ar- beiðarafelag og Feroya Arbeiðsgevarafelag av sonnum kunnu sigast at vera fólk við ábyrgd. Tað sum tey sum spei- reka og spyrja hvat gagn er í hesi skipan, sum als ikki kemur at hjálpa uppá arbeiðsloysið. Men er tað ikki í hesum førinum sum í so mongum eðrum føri, at oll tosa um veðrið, men eingin ger nakað við tað. Okkara samfelag hevur seinastu 20—30 árini ver- ið fyri sera stórum broyt- ingum. Hesar broytingar hava m.a. havt við sær, at út- reiðslurnar til tey ein- støku húsarhaldini eru sera nógv øktar. Meðan tað fyrr í mong- um førum bert var neyð- ugt við einari ársinnteku, er steðan í dag, at bæði maður og kona skulu hava arbeiði hvenn dag fyri at klára sínar dagligu fíggj- arligu skyldur. Ósteðugt arbeiði hjá teimum, sum starvast inn- an flakavinnuna hevur gjørt, at spurningurin at tryggja teimum tímalentu á okkara flakavirkjum ímóti inntekumissi ofta hevur verið vidgjørdur. Nú hevur so sitandi samgonga tikið hesi viður- skifti í álvara við tí upp- skoti, sum er framlagt Sum fyrr sagt, so hava tað verið reddir frammi, ið hava tosað um tað óneyð- uga at seta arbeiðsloysis- trygging á stovn, tí henda skipan als ikki kemur at beta um arbeiðsloysið. Til tað er at siga, at ein skipan at tryggja teimum, ið hava ósteðugt ella einki arbeiði, hevur sjálvsagt eitt heilt annað endamál enn eitt arbeiðsskapandi tiltak, tað er eyðsýnt. Men hinvegin eru vit komin til eitt vegamót, har steða skal takast til tey tímalentu her á landi, sum fram til dagin í dag mótvegis ellum eðrum løntakarum ikki er tryggj- að ein stødug inntøka. Ger tina skyldu og krev tin rætt. Sannast må, at ongantid hava hesi orð samsvarað so væl við tað, sum er or- sekin til at uppskotið um arbeiðsloysistrygging eins og arbeiðsávísing er lagt fyri Føroya Løgting til stødutakan. Endamålid vid hesum uppskoti er sum sagt, at tryggja teimum, sum hava gjert og gera sína skyldu, teirra so sjálv- sagda rætt, at tey í mest meguligan mun verða tryggjað ímóti arbeiðs- loysi og inntekumissi vegna ósteðugt arbeiði. Tað kann tykjast legið og ein hevur ilt við at skilja, at tey timaløntu, sum saman við fiskivinuni hava verið og framvegis er grundstuðulin undir samfelagi okkara, sam- stundis er tann samfelags- bólkur, sum til allar tíðir hevur verið ringast fyri. Samstundis fær ein líka- sum fatan av, at nógv av teimum fastløntu meta, at arbeiðsviðurskiftini og annars teir trupulleikar, sum tey tímalentu hava, viðkemur ikki teimum. Einki er meira skeivt enn tað, tí hvar høvdu vit fastlentu verið og hvussu høvdu umsteðurnar og ar- beiðsviðurskifti = okkara verið, um partur teirra timaløntu var tikin burtur úr landsbúskapinum. Tak vit t.d. okkara út- flutning av fiskaverum, sum liggur um 2 mia. kr., so fer meginparturin av hesum fiskavørum igjøgn- um hendurnar å teimum timaløntu. Sostatt eru tad hesi fólk, sum saman við teimum, sum hava stríðst úti á havinum og sum fera ráveruna til lands, sum hava skapt tey virði, sum Nr. 42 — 29. februar 1992 gera, at tey fastløntu fáa sína festu mánaðarlon. Tey fastlentu fáa lenina útgoldna hóast veðrið hevur verið baldrut, og flakakviunnan ella tíma- lenti maðurin á flakavirk- inum orsakað vána veðrin- um kanska bert fekk eina arbeiðsviku ella als ongan arbeiðsdag tann mánaðin. Harnæst stendur eing- ini uppi yvir teimum fast- lentu og kagar niður á skriviborðið og kannar eftir, hvussu nógv arbeiði er avrikað tann tíman ella tann dagin. Flakakvinnan = verður harafturímóti registrerað frá hevur til tá, so ikki kann sigast annað enn at ójavnin er stórur ímillum tey, sum skapa virðini við sera ósteðugum arbeiði, og tey, sum hava fast ar- beiði. Spurningurin er so, um hesin samfelagsbólkur framvegis skal verða sleptur upp á fjall, tí okk- ara virki ikki hava ta neyðugu råvøruna, ið kann tryggja teimum steðugt arbeiði. Longu tá samráðingar um nýggja samgongu fóru fram fyri góðum ári síð- ani, var greið steða tikin til henda spurning, sum so nógv hevði verið tosað um líka síðan 1917 ella í 75 ár, uttan at nakað ítekiligt var hent. Ásannandi hetta var niðurfelt í samgonguskjal- ið, at nevnd við pertunum á arbeiðsmarknaðinum og tí almenna skuldi setast við tí fyri eyga at seta á stovn arbeiðsloysistrygg- ing og arbeiðsávísing. Hverki eg sjálvur ella nakar annar í tingbólki javnaðarfloksins hevði droymt um, at eitt upp- skot hesum viðvíkjandi gott ár aftan á var lagt fyri løgtingid til stødutak- an. Tað var altíð væntandi, at eitt kjak fór at taka seg upp aftan at álitið, sum nevndin hevði greitt úr hondum, var lagt fram. Serliga tá hugsað verð- ur um, at báðir partar á ar- beiðsmarknaðinum áttu sín lut í hesum áliti. So- statt var neyðugt at til- evna uppskotið soleiðis, at báðir partar skuldu semj- ast, um nakað skuldi spyrjast burturúr. Besta prógvið um eina framúr sosiala skipan, sum ikki bara fekk góð orð við sær í tí politiska leikin- um, var tá orðaskiftið um fólkapensiónina fór fram síðst í sekstiárunum. Í dag ásanna flest oll, at hetta var ein skipan, sum sosialt var tann besta, ið nakrantíð var stovnsett her á landi. Ein skipan, sum tryggj- aði teimum, sum høvdu lagt lunnar undir tað sam- felag, vit hava í dag, mannsemilig kor, eins og tey fíggjarliga vóru sjálv- bjargin. Taka vit tað menniskj- ansliga aspektið í hesi skipan, so hevði hon tað við sær, at tey gomlu, aftan á at hava tænt sam- felagnum til lítar, so kundu tey nú, teirra lívs- skeið var farið at halla, liva í tí umhvørvi, tey til- samans upp igjøgnum ár- ini hevdu verið við til at bygt upp. Hesi viðurskifti og tann sannroynd, at tey nú, mót- vegis fyrr, ikki lógu nekr- um til byrðu, gav teimum eina kenslu av at tað før- oyska samfelagið ásann- aði teirra leiklut, eins og tann ferning, tey høvdu lagt eftir seg í samfelag- num. Fyri at koma aftur til uppskotið um arbeiðs- loysistrygging, so hevur tað aftan á at løntakarafe- legini hava gjert sínar við- merkingar, fingið polit- iska viðgerð í landsstýrin- um, sum samtykti at skip- anin skal vera tvungin fyri allar lontakarar. Í grein 11 stendur, at út- Frank Davidsen, ting- maður: -Uppskotið til arbeiðsloysistrygging ein kollvelting gjaldingar upphæddin pr. dag hjá lentakara verður grundað á 70% av A-in- tekuni teir seinastu 12 mánaðirnar áðrenn ar- beiðsloysi hjá tí tryggj- aða. Persónliga meti eg tað vera sera óheppið, at út- gjaldingin skal grundast á tað, viðkomandi hevur ar- beitt seinastu 12 mánaðir- nar. Tað vil siga, at tey, ið hava forvunnið lítið hetta kravda tíðarskeiðið, fáa minni upphædd útgoldna, enn tey, ið hava havt meiri arbeiði. Tað skuldi sjálvsagt staðið, at útgjaldingin var grundað á 70% av eini ar- beidaraløn. Ti vil eg heita å nevnd- ina, i3 kemur at vidgera uppskotid, um at gera sitt til at fåa strikad tad tey timaløntu hava forvunnið seinastu 12 månadirnar og ístaðin seta, at útgjalding- in er grundað á 70% av eini arbeidaraløn. Síðani álitið varð fram- lagt, hevur landsstýrið sum sagt samtykt at tryggingin skal vera tvungin fyri allar løntak- arar. Hervið verður gjaldferi hjá tryggingini munandi betri enn væntað. Tað er út frá hesum, at eg heiti á arbeiðaramála- nevndina, ið helst kemur at viðgera lógaruppskotið, um at kanna, hvert tað er meguligt innan teir fíggj- arligu karmarnar hjá tryggingini at strika grein 11 í lógaruppskotinum. Tá fáa vit eina skipan, sum ikki ger mismun, men ístaðin setur øll líka. Og fyrst tá kunnu vit siga, at skipanin er soli- darisk og tænir til fulnar tí endamáli, hon er ætlað til.