leygardagur 29. februar 1992síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
KE
Nr. 42 — 29. februar 1992
hon kortini sum tíðirnar
eru neyðug til verju fyri
samfelagið. Vit inna ræðu-
leika móti einstaklingum
til frama fyri ell hini. Vit
drepa fangar, ið eru dømd-
ir fyri manndráp, fyri at
minka um vandan fyri at
øll hini verða dripin.
Tá talan er um manna-
rættindi, ber ikki til at
góðkenna, at ræðuleikar
eru loyvdir, um teir tæna
einum góðum endamåli.
Men sjálvt um vit gingu
við til hetta, er grundgev-
ingin í sær sjálvari skeiv.
Hóast hundraðára royndir
og hóast óteljandi kann-
ingar, er einki haldgott
prógv fyri, at deyðarevs-
ing er nøkur verja fyri
samfelagið ella nakran
samfelagsborgara. Eingi
prógv eru fyri, at deyða-
revsing er til nakran sam-
felagsframa. Tverturí-
móti. Lond, ið nýta deyða-
revsing, síggja onga mink-
ing av brotsverkum av
teirri orsøk, og lond, ið
sleppa deyðarevsingini,
síggja onga øking av
brotsverkum av — teirri
grund. Í USA er steðan
tann, at statir, har brots-
menn verða avrættaðir,
hava munandi fleiri mann-
dráp enn statir, ið hava
slept deyðarevsingini.
Seinastu árini eru fleiri
fangar dripnir í Texas,
enn í nøkrum eðrum stati,
og sambært rættarnevnd-
ini hjá Senatinum er
veksturin av manndráp-
um í 1991 sterstur í
Texas. Eg kundi hildið
fram. Allar kanningar og
oll hagtøl siga somu søg-
una: Deyðarevsing er
eingin verja móti harð-
skapi, kanska heldur
tverturímóti orsakað av tí
ráskapi, hon elvir til. Í
fongsli fáa brotsmenn ikki
framt fleiri brotsgerðir, og
meguleiki er ið hvussu er
fyri at beta um skeivar
dómar. Deyðarevsingin
sparir heldur ikki pening,
ið hvussu er ikki í USA.
Orsakað av eyka trygdar-
tiltøkum og appellmøgu-
leikum, id eru neydug at
minka um talið av ósek-
um, ið verða avrættað,
kostar ein avrætting
meira enn tvífalt so nógv
sum tað kostar at hava ein
fanga sitandi í 40 ár.
Nógv fólk vita lítið um
hesi viðurskifti, og tá tey
skilja, at deyðarevsing er
nyttuleys, eru tey ímóti
hesi revsing. Men flestu
fólk, ið eru fyri deyðarevs-
ing, eru tað ikki orsakað
av skilvísum grundum
ella prógvum, men av
kenslum. og tann týdning-
armesta av hesum kensl-
um er ótti.
Og tað er nógvur ótti í
heiminum í dag, og vissu-
liga í mínum heimlandi.
Valdsgerðir hava verið í
stødugum vøkstri í USA í
longri tíð og steðan er
ræðandi, á sama hátt sum
heimloysi, evnismisnýtsla
og útbreiðsla av skot-
vápnum hava vundið upp
á seg. Fólk hava góðar
grundir at vera bangin og
erkymlað. Tey krevja, at
okkurt verður gjert, og
svarið frá politikarunum
og fjølmidlunum er aloft-
ast deyðarevsing. Og um
deydarevsing er einasta
loysnin, góðkenna tey
flestu tað, hóast veruleik-
in er tann, at eingin hjálp
er at finna í hesum.
Men nógv bendir á, at
um hesum fólkum verður
boðin ein onnur loysn, ið
tekur teirra ótta í álvara,
velja tey heldur hana. Um
fólk í einari spurnarkapp-
ing bert fáa hevi til at
svara, um tey vilja hava
deyðarevsing fyri mann-
dráp, svara tey allarflestu
ja, viðhvert so nógv sum
79 prosent. Men hava tey
val ímillum deyðarevsing
ella lívlangt fongsul uttan
leyslating, er meiriluti fyri
fongsling. Og verður okk-
urt slag av uppreisn til
offrini hjá tí dripna knýtt
at fongsulsrevsingini, fell-
ur talið á teimum, sum
krevja deyðarevsing mun-
andi. Í Florida vóru bert
24 prosent fyri deyðarevs-
ing, tá tey spurdu fingu
hevi at taka steðu til
hesar meguleikar. Hver
veit, hvussu stór undir-
tekan hevði verið til
deyðarevsing í USA, um
fólk hevdu sæð, at verulig
stig vórðu tikin til at
loysa teir sosialu trupul-
leikarnar, ið eru millum at-
voldirnar til harðskapin,
og sterri trygd var fyri, at
valdsgerðarmenninir
vórðu tiknir og dømdir.
Niðurstaðan tykist
vera, at um fólk fáa sann-
ar upplýsingar um hvussu
lítil nytta er í deyða-
revsing sum ræðumynd
fyri brotsmenn, og um
stig verða tikin til veru-
liga verju móti valdsgerð-
um, venda tey flestu sær
frá fleiri avrættingum.
Fortalarar fyri deyða-
revsing eru í ferð við at
skilja hetta. Tað hendir
oftari, at teir koma við
eini aðrari grundgeving
enn henni, ið hevur verið
vanlig: at deyðarevsing
ræðir brotsmenn. Hendan
grundin er hevnd, og sagt
verður at brotsmenn eiga
at verða tiknir av døgum,
ikki fyri at ræða aðrar ella
verja samfelagið, men av
tí at teir hava ikki annað
uppiborið, og at fólk
ynskja at teir verða dripn-
ir. Teir eiga at doyggja, tí
teir hava framt brotsverk,
ið seta teir uttanfyri
mannasamfelagið, og tí
hava teir ikki longur nek-
ur krev um mannrættindi.
Kenslurnar aftanfyri tílík-
ar próvgrundir eru ikki
ótti, men heldur eði og
hatur.
Tílík próvfersla er bæði
måttmikil og vandafull.
Vandin er, at góðkenna
vit at fólk hava uppiborið
at doyggja fyri gerðir, tey
hava gjert, hvussu kunnu
vit tá sýta fyri at góð-
kenna, at tað eisini finnast
fólk, ið hava uppiborið at
verða pínd ella fongslað
uttan lóg og dóm fyri
gerðir, tey hava gjørt?
Gera vit tað, er sjálvt
grundarlagið undir ellum
mannarættindum í vanda.
Men hendan verju-
grundin fyri deyðarevs-
ingini hevur eisini ein tel-
andi mátt, tí vit kunnu øll
ímynda okkum brotsgerð-
ir so ræðuligar, at vit
hevdu viljað dripið teir
seku. Hugsa bara, um ein
av tínum kæru ella eitt av
bernum tínum varð drip-
ið.
Men hevnd sum grund-
arlag fyri deyðarevsing
krevur ikki einans fólk,
sum hava uppiborið at
verða tikin av degum,
men eisini eina legrættar-
skipan, sum er fer fyri á
rættvísan og tryggan hátt
at gera av, hverji hesi fólk
eru. Ein rættarskipan,
sum tekur lívið av nekr-
um, men loyvir eðrum, ið
hava framt eins ring ella
verri brotsverk, at liva
ella ganga leys, er eingin
vælskipað hevnd, men
mannaofring. Uppaftur
verri er ein skipan, ið or-
sakað av mistekum tekur
lívið av fólki, sum einki
hava gjørt til sakar. Eg
kann ikki tosa um viður-
skiftini í eðrum londum,
men í USA, sum á mang-
an hátt kann rósa sær av
sínari rættarskipan, er tað
sum hendir í roynd og
veru mannaofring, rituell
ofring av nekrum fáum
brotsmonnum til tess at
sissa óttan og sinnið hjá
almenninginum.
Á hverjum ári verða eini
20.000 fólk dripin í USA,
og av teimum seku verða
eini 200 vald burtur úr at
verða avrættað. Hóast alt,
ið verður gjert fyri at
sleppa undan tí, hendir
tað hvert einasta ár, at vit
fáa at vita at onkur av
hesum fólkum eru dømd
av órettum. Løgfrødiligar
kanningar av revsimálum,
har deyðadómur er sagd-
ur, hava avdúkað at meira
enn 40 ósek fólk eru dømd
til deyða síðan 1972. Ein
kanning av útintum
deyðadómum síðan 1900
hevur funnið eini 23 mál,
har eingin ivi er um, at
ósek eru avrættað. Men tá
royndir at avdúka skeivar
dómar vanliga halda upp-
at, tá avrættingin er
framd, er eingin ivi um, at
nógv fleiri ósek fólk eru
avrættað. Hetta kann ikki
undra nakran. Annað
kann ikki væntast, tá ein
mannskapt skipan fær
guddómligt vald.
Hvussu við hinum?
Hver munur er á teimum,
ið vórðu demd til deyða,
og teimum drápsmonnum,
ið fingu loyvi at liva?
Heldur ikki her er nakar
ivi. Slagið av brotsverki
hevur minni at siga enn
fíggjarsteðan og húðarlit-
urin hjá brotsmanninum
ella ofrinum. So gott sum
oll, ið sita i fongslunum í
USA og bíða eftir at verða
tikin av degum, eru fá-
tæk, sálarliga sjúk ella tii-
afturskomin ella av minni-
lutafólki, og tey, ið verða
avrættað, hava ofta allar
hesar eginleikar.
Næstan 80 prosent av
ellum avrættingum eru
framdar í statum, har
lynsjing av svertum hev-
ur verið vanligast, so tað
er ikki legið, at rasu-
spurningar eru so framm-
arlaga í orðaskiftinum um
deyðarevsing í USA. Hag-
freðisdeildin hjá Kon-
gressini hevur nýliga hugt
at 28 kanningum og er
komin til tað úrslit, at
uppruni hevur týdning á
øllum økjum, ið hava við
deyðarevsing at gera,
ákæru, dómi og avrætt-
ing. Serstakliga hevur
upprunin hjá ofrinum
týdning. Drepur tú t.d. ein
hvítan í Georgia, eru
meguleikarnir fyri at tú
fært deyðadóm sjey ferðir
so stórir, sum drapst tú
ein svartan. Í seinastu
viku stóðu tíðindini um
eina avrætting á fremstu
síðu í New York Times.
Grundin til, at hetta var
ein forsíðusega, var tann,
at hetta var fyrstu ferð í
50 ár, og tann fyrsta av
1000 avrættingum, at ein
hvítur maður varð avrætt-
aður fyri at hava dripið
ein svartan. Hesin sami
maðurin var frammanund-
an demdur fyri at hava
dripið níggju hvít fólk.
Eg hugsi ikki, at rættar-
skipanin í USA er nakað
verri enn í eðrum londum.
Allar rættarskipanir,
gjørdar av menniskjum,
avmynda fordómar og
ójavnar í samfelagnum,
tær eru partar av. Hetta
er at harmast um, men
einki at undrast á. Tað,
sum er at harmast um og
ótolandi, ja beinleiðis
ónæriligt, er at ein tílík
skipan kann gera av, hver
skal liva ella doyggja.
Júst tann veruleikin, at
deyðarevsingin verður
ikki umsitin á rættvísan
hátt, men fyrst og fremst
móti teimum, sum longu
frammanundan verða
minni mett í mun til meiri-
lutan, ger tað meguligt at
nýta hesa revsingina til
politisk endamál. Tað er,
hóast alt, ikki so lætt at
drepa fólk, sjálvt ikki slík,
ið hava framt ræðuligar
gerðir. Tað verður nógv
lættari hjá meirilutanum
at ræðast, hata og at enda
eisini drepa tey, ið eru eðr-
vísi.
Men júst hetta er eisini
avbjóðingin. Er tað megu-
ligt fyri menniskju at
hevja seg upp um ræðslu,
eði og teirra egna hatur og
fordómar og fara undir at
leita eftir eðrum loysnum
á valdsgerðirnar hjá teirra
medmenniskjum enn
meiri harðskap. Tað er ein
ósvaraður spurningur
Men hverja ferð onkur fer
upp í stríðið móti deyða-
revsing, og hverja ferð
eitt land afturat skerjir
nýtsluna av deyðarevsing
ella tekur hana heilt av
tekur mannaættin eitt
stig móti at svara spurn-
inginum játtandi. Hóast
allan harðskap og allar
sosialar trupulleikar, er
eingin ivi um, at tað er
henda vegin, heimurin og
mannaættin fer. Við ellum
teimum broytingum
huga, sum nýliga eru
hendar, og sum eingin helt
vera meguligar, eri eg
sannferdur um, at hetta
stríðið kann verða vunnið
og at eg ein dagin fari at
liva í einum landi og vit el!
í einum heimi, har tað
aldri verður góðtikið, at
stjórnir oyða mannalív
sama hver grundin er.