Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. februar 1992síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sw A leið móti einum heimi uttan avrættingar: Nr. 42 — 29. februar 1992 Reða, sum Larry Cox, fyrrverandi vara- aðalskrivari hjá Amnesty International, helt á rådstevnu, sum Amnesty Inter- national skipadi fyri i Moskva tann 16. september 1991, í sambandi við altjóða stevnuna um trygd og samstarv í Europa. Deyðarevsingin er tann mest einræðiskenda revs- ingin, ið hugsast kann. Hverja ferð ein menniskja verður avrættað, er tað at meta sum ein yvirlýsing frá stjórnini um, at henn- ara dómar eru fullkomnir, og at hon hevur valdið og rættin til, ikki bert at revsa brotsverk, men til at oyða fullkomiliga og ó- betandi — eitt mannalív. Av tí at hetta valdið yv- ir lívi og deyða er so ræð- andi og avrætting av ein- um menniskja so óbet- andi, er einki legið í, at teir, sum gjøgnum seguna hava stuðlað sítt ræði á harðskap og ótta, hava hildið so nógv um deyða- revsingina. Tað er heldur einki logið i, at tey lond, sum í dag nýta hetta vald- ið at drepa sambært lóg- int, ofta eru tey somu, sum fremja onnur manna- rættindabrot móti lógini. Tad eigur ikki at undra, at stríðið móti deyðarevs- ingini hevur verið nær knýtt at stríðinum fyri mannarættindum yvir- hevur, og at vit seinastu tíðina hava sæð mong demi um lond, ið eru sloppin undan einaræði, og sum beinanvegin hava avsagt gálgan og skotlið- ini. Tað er einki legið í tí sterka sambandinum vit síggja millum samfelog við politiskum frælsi og samfeløg, ið hava avsagt deyðarevsingina. Tað, sum kann tykjast legið, eru undantekini frá hesi meginreglu. Sjálvur búgvi eg í einum samfelag, ið er eitt av undantøkunum, USA — eitt av teimum fåu fram- komnu demokratisku samfeløgunum, har stjórnin enn tekur fangar av degum. Tað er eitt land, har virðingin fyri einstaklingarættindum hevur djúpar retur, har tað í hesi letu sita eini 2.500 menniskju í deyða- klivum og bíða eftir at verða gassað, brend ella eitrað til deyðis, eitt land, ið byggir á lóg og rætt, har landsins hægsti dóm- stólur hevur sagt tað vera loyvt at avrætta tilafturs- komin og ung undir 18 ár, og eitt land, har virkað verður fyri at avmarka ella heilt taka av appell- meguleikar, sum, um tað eydnast, fer at tryggja av- rætting av fleiri fangum, samstundis sum javnan verður funnið fram til, at teir vórðu demdir til deyða av órettum Tað er sjálvandi eisini eitt land, har nógv fólk stríðast móti hesum drápshugi sakferarar, ið arbeiða uttan len fyri teir fangar, ið eru ov fá- tækir at gjalda teimum, læknar, ið fyri at taka lut í teimum medi- sinsku avrættingarhátt- unum, ið summir statir hava tikið upp, samfelags- froðingar, ið savna og kunngera tilfar, ið avdúk- ar sanna veruleikan um deyðarevsingina, tíðinda- fólk, ið siga seguna um ósekar fangar, ið bíða eftir at verða avrættaðir og vanlig fólk, ið skriva brev, savna undirskriftir og halda náttarvekur at mót- mæla avrættingunum. Tey okkara, ið hava tik- ið lut í hesi rersluni móti almennu drápunum, hava verið noydd at sanna nakrar ódámligar sann- leikar og spyrja nakrar er- kymlandi Spurningar. Hvussu ber tað til, at so nógvir amerikanarar halda fast við eina manna- gongd, sum fólk í alt fleiri londum hava vent bakið sum nyttuleysa, ómenn- iskjansliga og ótolandi? Hvussu ber tað til, at fólk, sum eru fyri mannarætt- indum, ímóti píning og sum eru forfard tá tey hoyra um lond, har stjórn- in festir ravmagnsleiðing- ar á fangar og setir streym til at pína hesar neyðar fangar, meðan tað als ikki rínur við hesi somu fólk, at stjórnin í t.d. Florida festir leiðingar á fangar og síðan setir streym til inntil fangarnir bókstaviliga verða stoktir til deyða? Vit verða noydd at spyrja, hvussu tað ber til, at stjórnir vilja drepa sýta fólk, og hví so nógv fólk ynskja hetta. Eg veit ikki, um eg eri førur fyri at svara hesum spurningum í dag, men eg haldi, at tað er týdningar- mikið at royna — og at halda fram við at royna — ikki bert tí at svarini kunnu hava týdning fyri royndirnar at steðga deyðarevsingini í nógvum londum, men eisini fyri at royndirnar at verja mannarættindi í øllum londum. Ti prévgrundir- nar, ið verða førdar fram alment i USA, til verju fyri deyðarevsingini, eru eftir mínum tykki ikki stórt eðrvísi enn grundir- nar, ið verða ferdar fram í eðrum londum, um enn ikki alment, fyri píning av fangum og fongsling av politiskum fangum. Og skilja vit grundirnar — tær veruligu grundirnar — til at fólk í nekrum londum, eitt nú mínum egna, krevja avrættingar, fara vit kanska eisini at skilja, hví fólk í eðrum londum tigandi góðtaka ella stuðla píning og polit- iskum fongslingum. Amnesty International er ímóti deyðarevsing av teirri grund, at hetta er ein grundleggjandi ræðu- lig, ómenniskjanslig og mannminkandi revsing, sum eisini er bannað sam- bært yvirlýsing Sameindu Tjóða um mannarættindi. Tað er eisini sera sjáldan, at nakar gongur beinleiðis móti hesi grundgeving. Tað er torført at føra fram, at tað er ikki ræðu- ligt at drepa fólk. Ein og hver, sum hevur sæð eina avrætting, ella sum av álvara roynir at seta seg inn í, hvussu tað man kennast at fáa at vita, at tú verður tikin av dogum ávísan klokkutíma, og síð- an sita hjálparleysur og bíða eftir tímanum, kann ikki annað enn vátta tann eyðsýnda ræðuleikan við deyðarevsingini, sama hvussu hon verður sett í verk. Vanliga spilla fólk ikki tíðina við at royna at nokta fyri at tað er ræðu- ligt at drepa fólk. Í staðin royna tey at verja ræðu- leikan. Og tær grundirnar, ið verða ferdar fram, eru tær somu, sum allar tíðir hava verið nýttar til verju fyri mannarættindabrot- um. Fyrsta verjugrundin plagar at vera, at hóast deyðarevsing kanska er ræðulig ella enntá ónd, er ——— Mótburðir og vónir $ FO ERE REE E