Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. februar 1992síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 42 — 29. februar 1992 E. A. Jacobsen >Kortini trúðu tó mangir av ráðharrun- um á hann, men fyri farisearanna skuld vildu teir ikki kennast við tað, fyri at teir ikki skuldu verða útkoyrdir úr samkomuhúsinum; tí at teir elskaðu manna æru meira enn Guds æru«. Jóh. evang. 12,42—43. Av orðalagnum skilja vit, at hesi orðini hava samband við okkurt, sum frammanundan er sagt. Og so er eisini. Har verður sagt frá teirri vánaligu mótteku, sum gleðiboð- skapurin fekk eisini meðan Jesus gekk á foldum: „Men tó at hann hevði gjørt so mong tekin fyri eygum teirra, trúðu tey tó ikki á hann«. Ongantíð, hverki fyrr ella seini, hevur boð- skapurin verið so væl framborin og so veldi- liga prógvaður við teim teknum, sum við fylgdu, sum ta ferðina; men kortini tóku tey ikki við boðskapinum. Og hvussu skal tá vera vorðið á okkara døgum? Kortini eru nøkur, og kanska mong, sum eru vorðin sannførd av orðinum, men tora ikki at kennast vid tad fyri monnum. Ti eitt er at kennast við at vera »religiøsur«, eitt annað er at kennast við at vera persónligur kristin ella trågvandi sum vit siga. Men at hetta er neyðugt, hevur Jesus týði- liga sagt okkum: >Hver tann, ið tí vil kennast við meg fyri monnum, hann vil eisini eg kennast við fyri faðir mínum, sum er í himlunum. Men hver tann, ið avnoktar meg fyri monnum, hann vil eisini eg avnokta fyri faðir mínum, sum er í himlunum«. Og sæl er tann tjóð, sum kennist vid sann- leikar kristindómsins; ti at henni er lív lagað. 20. februar Dánjal Jacobsen, vanliga nevndur Dånjal hjá Poul Nikkels, á Tveroyri, 97 ára gamal. Katrina Debes, Trongisvági, 94 ára gomul. 21. februar Bjarni Gaard Joensen, Skopun, 41 ára gamal. 22. februar Ebba Motrensen, ættað av Tveroyri, búsitandi í Keypmannahavn, 77 ára gomul. 23. februar Nanna Jacobsen, Nólsoy, 82 ára gomul. 24. februar Amanda Zachariasen, Tórshavn, 71 ára gomul. Niclái Poulsen, Árnafirði, 84 ára gamal. 25. februar Lítli Kenn Andresen, sonur Maiken og Leivur Hentze í Trongisvági. 26. februar Solby Olsen, Klaksvík, 68 ára gamal. Gudstænastur føstuinngang Gjógv: E. Olsen kl. 12.00, altargongd. Funningur: E. Olsen kl. 18.00, altargongd. Elduvik: Peter O. K. Olofson kl. 17.00, altargongd. Hellurnar: Peter O. K. Olofson kl. 12.00, altargongd. Glyvrar: J. Kass. kl. 11.00, altargongd. Tjørnuvik: M. R. Jacobsen, altargongd. Vestmanna: J. Magnussen kl. 12.00, altargongd. Kaldbak: Bj. Bæk, altargongd, talvan gongur fyri Heimamissiónina. Vesturkirkjan: Kj. Mørkøre. Havnar kirkja: P. M. Rasmussen. Dalur: J. R. Hansen kl. 12.00, altargongd. Hvalba: B. Johannesen kl. 12.00, altargongd. Tvøroyri: Familju- og barnagudstænasta kl. 11.00 v/ J. Bech. Talvan gongur fyri Heimamissiónina. Meinigheitshúsið, Tórshavn Í kveld kl. uni. Sunnudagsskúli i 20.00 Sunnukvøldid kl. 18.00 møti v Bønarfundur i Loftsstov 14.00. Alfred Petersen. morgin kl. Streingjakórið syngur. Innsavnan til húsið. Mánadagin kl. 16.30—18.00 Junior/frítíðararbeiði fyri bern yvir 10 ár. Mánakveldið kl. 21.00 Bíbilbólkurin v/ P. M. Rasmus- sen um Navn títt skal verða. Læknavaktir Tórshavn: Selvi W. Olsen, tlf. 16611, leygardagin, og Ålv- ur av Kåk, tlf. 12557, sunnudagin. Eysturoy: Holdan Simonsen, tlf. 47010, leygardagin, og Sig- vald Kristiansen, tlf. 41517, sunnudagin. Norduroyggjar: Jaspur Petersen, tlf. 56400. Vágar: Tlf. 32413. Suduroy (nordur): Tlf. 71560. Suduroy (sudur): Tlf. 73030. Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13.00—14.00. Tlf. 145 44. Norðurlandahúsið Framsýning við Lars Lerin letur upp í dag kl. 17.00. Framsýningin er opin til 10. mars. Sjónleikurin >Qll í verk- falli« verður sýndur kveld og í morgin. í Prógv Eli Hansen, Klaksvík, hevur fingið sveinabræv sum húsasmiður. Hann lærdi hjá Klaksvíkar Byggivirki. Jákup Joensen, Klaksvík, hevur fingið sveinabræv sum húsasmiður. Hann lærdi hjá Jógvan Morten- sen, Klaksvík. Magnus Smith, Tórshavn, hevur fingið sveinabræv sum bygningsmálari. Hann lærdi hjá Thomas Michael Smith, Tórshavn. Finnbjern Ellebye Ander- sen, Glyvrum, hevur fing- ið sveinabræv sum bil- mekanikari. Hann lærdi hjá Statoilsteðini v/ Óla Chr. Danielsen, Saltangar- á. Sjúrður Finnsson, Lambi, hevur fingið sveinabræv sum maskinsmiður. Hann lærdi hjá P/f Skipasmiðj- uni Feroyar, Skála. Sunneva Paula Thor-. steinsson, Vági, hevur fingið sveinabræv sum frisør. Hon lærdi hjá Bylgjuni v/ Marnu Skylv Serensen, Tórshavn. Sjúrður Andreassen, Tórshavn, er útlærdur sum autolakerari. Hann hevur lært hjá Wenzel Petersen. Prógvið av tekniskum skúla í Silke- borg. Eitt sindur um nøkur orð Fólk hava biðið meg skriva eitt sindur um opna, fanga, sum skilst, her beint og har beint. Teimum tykir tey verða ov nógv bæði segd og skrivað. Orðið at opna er til í foroyskum máli, í forn- málinum eisini. Heldur munnu fólk flest siga at lata upp. Lat vindeygað upp. Gloppa mær vindeygað. Tak proppin úr fleskuni heldur enn opna fleskuna. Skrúva mær lokið av krukkuni heldur enn opna mær krukkuna. Munnu ikki menn heldur siga at opa ein seyð, heldur enn at opna seyð? Sami maður helt orðið at fanga verða misbrúkt. Tað er ikki ov nógv sagt, at so er. Vit fanga kom- bikk, fanga síl. Onkur heldur tað vera stuttligt at fanga summarfuglar. At fanga seyð, man vera lít- ið umhildið. Vit taka seyð. Onkuntíð hava vit lis- ið, at skip hevur fangað nógvan fisk. Hetta er út- lenskt málbrúk. Maður hevur ikki fanga havhestar (nátar), hann hevur verið við stongini. Heldur hevur hann fleygað ella fingið havhestar. Hevur hann roynt eftir teimum á sjónum, so hevur hann tikið hav- hestar, sligið havhestar. Sum skilst. Tað er ikki so langt síð, at menn fóru at brúka hesi orðini, sum skilst. Sum skilst, so verður sáttmálin undirskrivaður í næstu viku. Tað hevði borið til at sagt, at vænt- andi verður sáttmálin undirskrivaður í næstu viku. Menn fara óivað at skriva undir sáttmálan í næstu viku. Sum eg dugi á at skyna, so verður hetta gjert skjótt. Annað kundi eisini verið nevnt, sum gott hevði verið at skift við og ikki javnan sagt sum skilst. Ofta er soleiðis, at eitt orð, nøkur orð, kanska ein setningur, verður so tugt upp í saman, at fólk taka eftir og siga tað javnan, bæði tá ið tað hósk- ar og ikki. Mong orðini verða til fótatraðk, heldur enn at skifta ímillum orð. Hvussu vóru ikki hesir væl- signaðu klettar, sum Feroyar eina tíð vóru gjerd- ar til? So fara vit heim aftur á klettarnar komin aftur á klettarnar, her á klettunum og mangt ann- að. Annað orð, ið er sonn landaplága, er umhvervi. Ikki eitt ilt orð um at brúka orðið umhvervi fyri tað útlendska orðið mileu, miljø; men sum tað verður brúkt um líkt og ólíkt, er so burtur úr vón og viti, at tú viðhvert ivast, um vit ikki hava mist meira fyri minni at hava fingið orðið umhvervi. So skuldi ikki verið. Maður bað meg einaferð nevna hetta, sum er so vanligt at hoyra fólk siga her beint, har beint. Hann heldur, at nóg mikið er at siga her, og einki leggja afturat, ella beint her og beint har. Rætt hevur hann. Maðurin datt niður her, sum hann stóð. Onkur hoyrist rópa: >Kom her beint<. Hann skuldi rópt: »Kom higar«. >Hann stóð har beint, sum tú stendur. „Hann stóð har, sum tú stendur«. „Hann stóð beint har, sum tú stendur«. Vit sakna nógv, báði tá ið fólk tala saman, og eisini lesa, at herðingin er ov veik á ávísum orði ella orðum. Heldur brúka fólk lýsingarorð og onn- ur sterk orð. Hvussu ofta hoyra vit ikki, at okkurt er ræðuliga vakurt. Hasi orðini bæði fáa ikki stað- ið saman. Siga vit, at okkurt er vakurt, og leggja herðingina á vakurt, so er einki at misskilja. Tað er ikki Feroyinga siður at brúka sterk orð og nógv lýsingarorð at siga tað, ið ætlanin er at siga. Vit verða tí ofta mint á, eru vit saman við útlending- um, at vit eru ikki so glað, sum seg semir. Feroy- ingar eru kenslubornir, ikki í orðum, men tóna- lagi. Sv. T. A A UU AU OL T04 AMOS SSD