leygardagur 29. februar 1992síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Henda segan stendur í Apostlaseguni kap.
8, vers 36—43.
Ein av vinum Jesusar æt Filip. Ein dagin
talaði Guds eingil til Filip og segði: >Far
beinanvegin móti suðri, eftir vegnum frá Je-
rusalem til Gaza — hesin vegur er oydin«.
Og Filip so gjørdi. Hann fór beinanvegin.
Har var etiopari, sum var tænari hjá drotn-
ingini í Etiopia, sum er eitt land í Afrika.
Hesin maður var skattmeistari hennara.
Hann var settur yvir allar skattir hennara.
Hann var nú komin til Jerusalem at tilbiðja.
Og nú tá hann var á veg heim aftur, sat hann
í vagni sínum og læs úr Esajas, sum er ein av
bókunum í gamla testamenti.
Tað stykkið, hann læs, ljóðaði soleiðis:
„Eins og seyður varð Hann leiddur avstað at
verða dripin, og eins og lambið tegir fyri hon-
um ið roytir tað, so letur Hann ikki upp
munnin«.
Filip, sum eingilin hevði sent út til henda
mannin, spurdi nú: »skilir tå tað sum tú les-
ur?«
Men hirðmaðurin skilti ikki tað, hann læs,
og spurdi um Filip kundi greiða honum frá
ti.
Og glaður var Filip, tí hann elskaði at tosa
um hvat Jesus gjerdi fyri okkum á Golgata,
um hvussu Jesus doyði og leið fyri okkara
syndir, hvussu Jesus vann sigur á ellum, og
hvussu Hann varð jarðaður og reis uppaftur.
Nú vildi hirðmaðurin fegin taka ímóti
Jesus Kristusi og verða doyptur. Filip
spurdi hirðmannin um hann trúði, og hirð-
maðurin svaraði: veg trúgvi at Jesus Kristus
er Sonur Guds. =
So steðgaðu teir vagninum, og Filip og
hirðmaðurin fóru báðir niður í eitt vatn, sum
var har, og eftir ynski hirðmannsins, var
hann doyptur av Filipi.
Filip var glaður tí hann fekk lov at vísa
einum á Jesus, og hirðmaður fór glaður leið
sína, tí hann hevði tikið ímóti Jesusi.
- -
tíðir AA |
' |
5 Irnsfelaoið
»Lerkar í bandia
I Leikhús Bio í kvold kl. 21.00 sýnir
Filmsfelagið filmin >Lerkar í bandi«.
Tíðarskeiðið, filmurin lýs-
ir, er tíðliga í fimtiárun-
um. Hann varð gjerdur í
1969, men ikki fyrr enn í
1990 slapp hann rættiliga
fram í ljósmála.
Filmurin er annars ein
fitt kærleikssega um tvey
ung úr tveimum fangaleg-
um. Í kvinnuleguni eru
kvinnur, sum hava roynt
at sloppið sær av landin-
um. Í mannfólkaleguni
eru menn, ið tann nýggi
>kommunistiski< staturin
metir tørva nakað av um-
skúling, skulu teir hóska
betur inn í hetta nýggja
samfelagið.
Filmurin er ein skemti-
liga speirekandi mynd av
tí almennu hetjudyrkan-
ini, samstundis sum hann
stillførur verjir hin lítla
vanliga borgaran, ið illa
fæst at rigga inni í tí ein-
táttaðu tilveruni, sum yv-
irveldin krevur.
Filmsleikstjórin Jiri
Menzel (føddur i 1933)
valdi at verda verandi i
Tjekkoslovakia eftir sov-
jettisku innråsina i 1968.
Ikki fyrr enn i 1978 slapp
hann aftur at gera film,
men fyri tad starvadist
hann listarliga sum sjén-
leikaraleikstjóri.
Í løtuni ger Jiri Menzel
heimildarkykmynd um
Vaclav Havel, sjónleikara-
hevundan, ið fyrr sat í
fongsli, men sum nú er
forseti í Tjekkoslovakia.
Tá ið >Lerkar í bandi« í
1990 varð sýndur í útlond-
um, fekk hann gullbjarna-
heiðurslenina á films-
stevnuni í Berlin og Kuro-
sawa-virðislenina í San
Fransisco.
Bæði seguliga og meist-
arliga er filmurin hugvekj-
andi mynd av einum
truplum tíðarskeiði í
Eystureuropa.
»Lerkar i bandi«: Tjekko-
slovakia 1969/70
Leikstjóri: Jiri Menzel
Fotografur: Jaromir Soft
Tónleikur: Jiri Sust
Pallsøgugongd: Oldrich
Bosak
Leikandi: Rudolf Hrusinskij,
Vaclac Neckar, Jitka Zeleno-
horska, Jaroslav Satoran-
skij, Nada Urbankova,
Vlastimil Brodsky 0.0.
Longd: 90 min.
5 » - -
Eyðkvæmislinjan
svarar alt samdegrið á tlf. 18820.
| Týsdagar kl. 16.00—18.00 fæst persónlig ráðgev-
| ing og serligir spurningar verða svaraðir.
JS |
Nr. 42 — 29. februar 1992
19. februar fingu Rakul
og Heini Joensen,
Frederiksberg, eina
dóttur. Hon var 56 cm
long og vigaði 4300 gr.
20. februar fingu Sól-
gerð og Alexandur
Joensen, Klaksvík, ein
son.
22. februar fingu Anny
Grettirsdóttir og Eyð-
olvur Joensen, Hósvík,
ein son. Hann var 56
cm langur og vigaði
4200 gr.
22. februar fingu Elin
og Jón — Carlsson,
Stykkid, eina dóttur.
Hon var 52 cm long og
vigaði 3500 gr.
22. februar fingu Marj-
un og Samson í Lamb-
anum, Fuglafirði, eina
dóttur. Hon var 53 cm
long og vigaði 3900 gr.
23. februar fingu Heidi
í Dali og Magnus Pauli
Udbe, Tórshavn, ein
son. Hann var 53 cm
langur og vigaði 3300
gr.
23. februar fingu Laila
og Henrik Lognberg,
Skopun, ein son. Hann
var 55 cm langur og
vigaði 4300 gr.
23. februar fingu Vivi-
ann Andreasen og Eyð-
un Mortan Nolsee,
Klaksvík, ein son.
Hann var 53 cm langur
og vigaði 4050 gr.
24. februar fingu Petra
og Ásvald Thomsen,
Hvannasundi, eina
dóttur. Hon var 51 cm
long og vigaði 3600 gr.
Sø
Vælkomið
Lítla parn
24. februar fingu Jastr-
id og Runi Årting,
Tórshavn, ein son.
Hann var 55 cm langur
og vigaði 4000 gr.
25. februar fingu Fríða
Brekku, Tórshavn, og
Kaj Madsen, Sandi, ein
son. Hann var 54 cm
langur og vigaði 3900
gr.
25. februar fingu
Ragna Mikkelsen og
Shawn Mauche, Toft-
um, eina dóttur. Hon
var 53 em long og vig-
aði 3750 gr.
26. februar fingu Du-
rita Hvidbro og Jan
Joensen, Klaksvík,
eina dóttur. Hon var 52
cm long og vigaði 3900
gr.
26. februar fingu Maud
Hansen og Magnus
Poulsen, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 52
cm long og vigaði 3350
gr.
27. februar fingu Kirst-
en Vinding og Lars-Ole
Chistensen, Tórshavn,
ein son. Hann var 54
cm langur og vigaði
3950 gr.
í ARBEIÐSEFTIRLITIÐ
Skeið í handfaring av
EPOXY- og
POLY URETHAN-vørum
verða
á Arbeiðseftirlitinum í Saltangará
6. mars 1992
á Arbeiðseftirlitinum í Tórshavn
11. mars 1992
Teir persónar, ið arbeiða við EPOXY- og
POLY URETHAN-vørum skulu sam-
bært arbeiðaraverndarlógini hava luttik-
ið á skeiði, ið er góðkent av Arbeiðs-
eftirlitinum.
Nærri upplýsingar um skeiðini fáast við
at venda sær til deildir Arbeiðseftirlit-
SÍNS.
Arbeiðseftirlitið
Postbox 1134, FR-110 Tórshavn
|