Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarbiaðstjóri. Jan Múller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Ljósmyndari: Kakner Lindenskov Blaðfótk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Útgevari: P/f Sosialurin Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 | Telefon Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 76 Argir 110 Tórshavn 11820 Teletax 14720 Føroyar — Norðurlond og Europa Í hesi vikuni heidur Norðurlandaráð ið 40. setu sína. Henda hátíðarseta verður hildin í finska hevuðsstað num Helsingfors. Eisini úr Føroyum eru fleiri umboð. Tað eru fyrst og fremst tey bæði løgtingsvaldu um- boðini, Jóannes Dalsgaard vegna samgonguflokkarnar og síðani Jógvan |. Olsen vegna andstøåduna. Harafturat luttaka fleiri landsstýris menn: Jógvan Sundstein, Thomas Arabo, Jóannes Eidesgaard og John Petersen. HOVUÐSMÁLIÐ á hesi setuni er norðurlendska samstarvið eftir 1992 og europeisku perspektivini. Í hesum sambandi er týski samveld- iskanslarin Helmuth Kohl boðin við sum gestarødari. MEN tad verda sjålvandi eisini mangir aðrir spurningar til viðgerð- ar á hesi setuni. Millum hesar kunnu nevnast: betran av vaksna- mannaútbúgvingum, fleiri pengar til norðurlendska menningargrunn- in, ein útbúgvingarskipan fyri menning av betri sosialari tænastu, ein samstarvsætlan fyri fiskivinnu og ein norðurlendsk konventión fyri sosialari trygd. AFTURAT hesum er ein rúgva av limauppskotum, sum m.a. snúgva seg um: víðkan av norðurlendsku arbeiðsmarknaðaravtaluni fyri at skapa eitt gott arbeiðslív, stimbran av vinnulívinum, menning av rætt- arliga samstarvinum við baltisku londini, framtíðin hjá Eystursjónum, økt samskifti við sjónvarps- og út- varpsprogrammum. Lesarabrøv — EISINI skulu fleiri fyrispurningar svarast. Ein teirra er um dumping av kjarnorkuburturkasti. NÓGVIR av umrøddu spurningum hava stóran áhuga fyri føroyingar eisini. Bæði hvat viðvíkur framtíðari sosialari trygd og tænastu, umstød- urnar hjå arbeids- og fiskimonnum og síðani er tað tann stóri spurning- urin um støðuna hjá Norðurlondum í einum framtíðar Europa. Her standa vit mitt í einum meldri, t.v.s. at fleiri av londunum vilja knýta seg tættari at EF-felagsskapinum, með- an onnur berjast ímóti so ella so. FARA Sveríki, Finland og Noreg og møguliga eisini Ísland upp í EF, hvat verður so av okkum føroyingum, er stóri og aktuelli spurningurin fyri okkum, nú vit hava ringt við at fóta okkum nakra staðni: sum føroying- ar, sum partur av Danmark, sum aftur er partur av EF o.s.fr. Stóri spurningurin fyri okkum er nettupp tilknýti til danska ríkið. Kunnu vit varðveita hetta tilknýti uttan at vit gerast tættari knýtt at EF, sum Dan- mark jú er partur av og alsamt verð- ur tættari knýtt at! Verða vit tving- að upp í EF so ella so orsakað av okkara ríkisrættarligu støðu, hvat verður tá eftir av Føroyum sum tjéd! Og fara øll hini norðurlondini upp í EF, er tað tá volapykk at standa uttan fyri — einsamallir! SPURNINGARNIR eru nógvir og fyri Føroyar kanska serliga fløktir — júst út frá rikisrættarligu støðu okk- ara. Kann tað t.d. hugsast — um bú- skapur okkara heilt kolapsar — at vit tá verða noydd til at fáa størri stuðul úr Danmark og at tað harvið eisini verða danir, sum í stórri mun koma at avgera lagnu okkara — og her undir eisini støðu okkara til EF! Kann tað hugsast, at um vit koma undir fremmanda administratión og harímillum danska og EF-ska, at tað verður eitt krav, at vit fylgja við inn í EF, ja, rætt og slætt mugu innrætta okkum eftir nýggju umstødunum!!! TAÐ er ofta lættari at seta spurn- ingar enn at finna svar. Men eingin ivi er um, at vit í Føroyum eiga at seta umrøddu spurningar og fáa eitt alment kjak um møgulig svar. Leygardagin varð skipað fyri eini al- mennari hoyring um Føroyar og EF í sambandi við at MFS fylti 30 ár. Her sigst mangt áhugavert at vera kom- ið fram og vónandi fer Sosialurin at fáa hendur á nøkrum av tilfarinum, soleiðis at vit kunnu brúka hetta sum karm um eitt slíkt kjak. SPURNINGURIN um dálking av havinum við kjarnorkuburturkasti verður eisini umrøddur á hesi set- uni hjá Norðurlandaráðnum. Og tað er so neyvan fyrstu ferð — og vón- andi heldur ikki seinastu ferð. Ti hann hevur stórri tydning fyri okk- um, sum liva av fiski, enn nakran- tíð. Bæði fyri vestan og fyri eystan verða vit kroyst. Ágangurin tykist bara at vaksa. Í Skotlandi ætla teir at goyma sera vandamikið kjarn- orkuburturkast úr øllum heiminum — undir havbotninum. Ein kann bara ímynda sær avleiðingarnar fyri komandi ættarlið. Og somuleiðis vandarnar fyri okkum í dag, tá hugsað verður um at alt hetta burt- urkastið skal flytast við skipum til Skotlands, vestara portur Føroya til Europa. Og eystanfyri, frætta vit nu, hava russar i mong år beint fyri sama slagi av burturkasti vid at goyma tað á havbotninum. Vitandi, hvussu stóran tydning fiskiveida okkara i Barentshavinum hevur fyri land og fólk, so er eisini her talan um eina álvarsliga hóttan við eyst- ara portur Føroya til Asia. JU vist hevur tað tydning fyri okk- um at vera við á fundunum í Norð- urlandaráðnum. Vónandi hava før- oysku umboðini nógv at siga Før- oya fólki, tá tey koma heim aftur av hesum fundum, soleiðis at kjakið í sjálvum Ráðnum kann verða ført víðari her heima hjá okkum sjálv- um. Føroyar — Norðurlond og Europa er so sanniliga ein aktuellur spurningur fyri okkum her búleik- ast. Aling í Norðoyggjum (einaferð enn...) Nú hevur verið nógv skrivað um hetta evnið í seinastuni, bæði til gam- ans og álvara. Eg fari ikki at rippa upp í aftur nakað av tí, sum skrivað er, men gera nakr- ar heilt fáar viðmerkingar. Tað hevur gingist ym- iskt hjá hverjum einstøk- um alara her norðuri. Onk- ur hevur koyrt væl, meðan annar kanska minni væl. Orsøkirnar kunnu vera mangar. Tað velst nógv um hvat ár ein byrjaði. Og hverjar lokalitetir ein fekk at virka á. Onkur hend- inga maður hevur fingið sersemdir líka frá byrjan — komin til skorin klæði — so har veit betur til. Tað, sum vit síggja sum ein vanda í ellum hesum meldri er, at Bankarnir hyggja ov lítið eftir tí »lokala« frå bygd til bygd, serliga nú arbeidsloysi ger vart við seg, eisini her hjá okkum. At fáa púra fremmandar menn inn á okkara eki, kann koma bankunum aftur um brekku. Serliga tá mett verður, at kvalifiserað ar- beiðsmegi og leiðsla er í bygdini. Øll kenna orðafellið „good will«. Men somu kanska gloyma, at hug- takið »bad will« yvirhevur finnst. Tað vildi verið løg- ið, um bankarnir »keyptu« sær hetta seinasta, av ber- um gáloysni. Japanesarar- nir eru kendir fyri at brúka vápnið »den tavse modstand«. Just líknandi viðurskifti og onnur við, vilja bankarnir meta frá teim lokalu myndugleik- unum (kommunum osfr.) við at senda fremmandar til bygdar. Og bygdar- menninir svølta. Í hesum viðfangi hugsi eg. at teir ungu banka- stjórarnir skuldu fregnast eftir hvat ið Heðin Brú metti um búravnin, og hvussu vandamikil hesin kundi verða, tá hann bleiv kroystur upp í ein krók. Per keypmaður vildi læraranum einki ilt, — ja hann segði enntá bart út við læraran, at hann var heldur ikki óvin- ur hansara, men hann mátti burtur higani, tí hann stóð honum í vegin. Faktiskt einasta treyt, at hann (lærarin) fór av bygdini. SO ålvarsamt og trup- ult kann tað eisini blíva hjá einum avbygdarmanni við a troka seg inn á rók- ina, har búravnurin situr. Hetta skulu bankarnir ikki gloyma. Norðoyingur. SVN ve