Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 43 — 3. mars 1992 — .| Stjólu bensin og bilur kolaðist Hevna seg á útiseta Ein maður, ættaður úr Skálavík, men búsitandi í Hirtshals, har hann er fluttur saman við familjuni, tí skip hansara siglir frá Hirtshals, verður "chikaneraður" í Føroyum, hóast hann er burturstaddur. Herfyri var brotið inn í hús hansara í Skálavík. Onki var stolið inni, tað einasta í sást var sjálvt innbrotið. Um vikuskifti stóð maðurin aftur fyri skotum. Nú er brotið inn í neyst hansara í Skálavík. mannagongdin er tann sama. Hurðin er knæust, men onki er horvið í neystinum. Sýslumaðurin í Sandoynni, Jógvan Osa sigur, at hetta minnir um "chikanu" móti hesum manni. Og teir vita ikki enn hvør ger herverkið. jústinus Føstulåvint Heima á Sandi Alt vikuskiftið hevur verið merkt av føstulåvintshaldinum Heima á Sandi. Har verður sera nógv gjørt burturúr fastulåvintshaldinum. Um vikuskiftið hevur skemt verið framført i Ungmanna- felagshúsinum. Umframt smærri leikir er nógv lokalt skemt uppi í. Friðaligt hevur verið Heima á Sandi um vikuskiftið og sýslumaðurin sigur, at politiið stendur ikki í "hgjt alarmberedskab" orsakað av føstulåvintini. Føstulåvintsmånadagur er frå gamlari tíð tann stóri dagurin hátíðardagurin í bygdini. Og longu tíðliga í gjáramorgunin vóru menn farnir at ganga húsa- gongd, hálvtpeglaglasið varð havt á lofti. jústinus Eliaskirkjan, vesterbrotorv 49 Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis. ' Nærri fæst at vita á tif. 031-242268 ella Síða 3 Neyðin herjar í Eysturoynni -Seks fuglfirðingar handtiknir og tveir av teimum sótu sótu næstan 24 tímar í "fullubrummu" í Runavík um vikuskiftið. Politiið skuldsetir teir fyri m.a. bensinstuldur eldáseting og her- verk At politiið i Føroyum soleiðis beinanvegin upp- klárar eitt lógarbrot, tað er ikki heilt vanligt, men fríggjanáttina var politiið í Eysturoynni heppið. Um eitt tíðina fekk politistóðin í Runavík fráboðan um, at innbrot hevði verið á telefon- støðina í Eysturoynni. --Vit høvdu fingið at vita, at ein bilur var sæddur koyra frá stødini beint frammanundan og vit fingu nágreiniliga greitt frá hvussu bilurin sá út, sígur vakthavandi á politistødini i Eysturoynni. Eldur í bili Tá politistarnir vórðu komnir í Søldarfjørd, fingu teir boð um, at eldur var í einum persónbili á Kambsdali. Teir hildu beinanvegin leiðina fram inná Kambsdal. Tá var slókkiliðið í Fuglafirði komið á staðið, men har var einki at gera, bilurin , ein gamal Renault, kol- aðist upp. -Klokkan 02:00 friggja- náttina kom politiið fram å sama bilin, sum var sæddur uttanfyri tele- fonstødina i Søldarfirdi. Tveir manns vóru i bil- inum. Báðir vórðu fullir og vit tóku teir á politi- stødina. Blóðroynd var tikin av báðum, tí ivi var um hvor hevði koyrt. Stjólu bensin og stereoanlegg --Tað vísti seg, at hesir báðir mennirnir, saman við fýra ødrum ungum fuglfirðingum, høvdu ver- ið á telefonstødini í Søld- arfirði. Teir høvdu brotið hurðina inn, men høvdu annars ikki gjørt um seg inni á stødini. Teir høvdu eisini brotið rútarnir á tveimum bilum, sum stóðu uttanfyri og tíkið stereoanleggini úr teimum, sigur vakthav- andi. --Síðan koyrdu teir á Kambsdal og tá var ovlítið av bensini á bilinum. Teir stedgadu å parkerings- økinum við Handilsskúlan á Kambsdali. Og har stóð gamli Renaulturin park- eraður. Við vilja ella ikki? Politiið í Eysturoynni kann í løtuni ikki prógva um teir settu eld á bilin við vilja ella ikki. Ungu fuglfirðingarnir royndu at fáa bensin úr bilinum, men striluið gekkst. So koppaðu teir bilinum og tá rann bensinið úr. Um tá onkur sigarettstubbi er dottin niður ella um fest er í við vilja, tað veit politiið ikki. Men eldur kom í og bilurin kolaðist upp. Settu eld á ein annan Politiið í Eysturoynni Sigur, at teir vita við vissu, at somu menn hava roynt at sett eld á ein annan bil um sama mundi. Hetta var ein bilur, sum varð tikin av vildi í ódnarveðrinum hósdagin á Kambsdali. Her sást tíðu- liga at roynt var at seta eld á, men av eini ella aðrari orsøk, so festi ikki i. Somu menn høvdu eisini brotið inní bilar á Kambsdali og har høvdu teir eisini stolið stereoanlegg. Hesi vórðu funnin í bilinum. jústinus Tilvildarlig mynd