Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

síða 4 Mannleyst áttamannafar á Klaksvíkini Endamálið var at loypa ótta á fólk -Ófatuligt, at nakar kann skemta við tílíkum, sigur politiið í Klaksvík, sum als onga fráboðan enn hevur fingið um hendingina tíðliga sunnu- morgunin Klokkan tjúgu minuttir í trý sunnumorgunin fekk poluið í Klaksvík fráboðan um ein opnan bát, sum sigldi í kring inni á Klaks- víkini. Báturin var mann- tómur, og menn óttaðust fyri, at onkur var dottin fyri borð Poliuið fekk skjótt fatur á báunum. Av sær sjálvum kom báturin so mikið nær landið, at tað bar til at loypa niður í hann, og so var farið at leita. Leitað varð á sjónum og framvið landi, og sunnudagin hevði politiið í Klaksvík eftir- lýsing í útvarpinum. Men eingin hevur boðað politinum frá nøkrum sum helst í samband við hend- ingina, og eingin maður er saknaður. Karsten Hansen, sýslu- maður sigur, at eingin ivi er um at báturin er stolin. Hann heldur tað vera logið, at eingin hevur sæð tilburdin tá báturin varð stolin við bátabrúgvarnar, ti hóast hetta var mitt um náttina, var nógv fólk í býnum, og har er so væl upplýst sum á alljósum degi. -Men hetta er ikki fyrstu ferð tílíkt hendir. Tað er ófatiligt, at nakar skal vera so åbyrgdarleysur at skemta við at loypa ótta á fólk, tí annað endamál við hesum stuldrinum hevur neyvan verið, heldur sýslu- måurin í Klaksvík. tór.- Væl bygd men fullu sum korthús Eini 30 hús í Hvannasundi og Norðdepli fingu skaða í ódnini I Hvannasundi og Norðdepli leikaði a sum ongantið áður Mynd: Harald Petersen Eina harðast leikaði odnar- veðrið hósdagin á í Hvannasundi og Norð- depli. Tað vSiu serliga tey norðastu húsi! av at vita Politiið í Klaksvík sigur at av teimum seks norðastu húsunum í bygdini, fóru tey fimm heilt illa. Tað norðasta,- eini væl bygd føroysk sethús, har fólk hava búð í fleiri ár, fullu sum korthús. Poiltiid sigur, at eini 30 hús í Hvanna- sum fingu sundi og Norðdepli fingu skaða. Sjey av teimum fóru heilt illa. Í onkrum føri er ógvuliga ivasamt, um húsini verða bygd upp aftur. tór.- Uttast við molan sæst Esther. Uttan á henni ein útróðrarbátur og síðnani, uttan á honum, 15 tonsarin Hvessingur, sum sakk. Mynd: Harald Petersen Um reppid at Skålaberg ikki soradi alt sundur Gamli Skålaberg, sum lá við bryggju óveð- ursdagin, sleit fýra endar, og lítið restaði í, at hann veruliga sleit seg leysan, og tá heyði stórskaði hent, sigur politiið Odnarveðrið hósdagin gjørdi nógv um seg. Ikki minst í Klaksvík, men um kvikliga ikki varð atborið, og eitt ávíst hepni var við, kundi skaðin verið nógv størri. Tveir bátar sukku sum teir lógu við bryggju. 15-tonsarin Hvessingur og eitt tíggjumannafar, sum lá har í nánd. Hin meira ennn hundrað ára gamla sluppin Esther fekk eisini skaða. Hon fór at leka, og tå menn gjørdust varnir við lekan, stóð sjógvur langt upp í lastinum. Síðani hevur eydnast at tætta lekan og pumpa skipið tómt. Men hin stóru skaðin kundi hent av gamla Skálabergi, sum eisini lá við bryggju í Klaksvík hendan dagin. Trolarin sleit fýra endar, og eina ferð sá sera hættisligt út, sigur politiið. Til alla lukku eydnaðist at bakka ein lastbil so mikið nær trolaranum, at tað Her eru teir farnir at fáa útróðrabátin uppaftur. Aftan fyri sæst eisini fór at leka. Mynd: Harald Petersen bar ul hjá fólk at loypa umborð at gera fast aftur. Tað eydnaðist eisini hjá maskinmonnnum at sleppa umborð og fáa sett maskinuna í gongd, so hon kundi verið til at taka, sum trolarin ikki fekst at liggja við bryggju. Politiið sigur, at fór Skálaberg frá bryggju, hevði hann rikið beint inn í fleiri aðrar bátar, og hevði tå knúst alt frá sær. Tað vóru tó ikki bert teir bátar, sum lógu við bryggju, sum fingu skaða. Eitt tíggjamannafar, sum stóð á landi norðuri á Grønab6li, fór í luftina, og fór í einum einar hálvthundrað metrar gjøgnum luftina og síðani í knús. Sjálvt rokandi fullir sandsekkir, sum lógu har fyri at styðja bátin, fóru sama veg. tór.- fr! Esther, sum Nr. 43 — 3. mars 1992 | |