Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 70 - 10. apríl 2003 Nr. 70 - 10. apríl 2003 3 Maria farin... soleiðis vóru boðini fríggjamorg- unin. Sjálvt um vit vistu at Maria var álvarsliga sjúk, so livdu vit, eins og hon sjálv, í vónini um at hon skuldi gerast frísk aftur. Boðini, um at hon ikki var millum okkum longur, komu tí bráddliga og óvæntað. Maria var ein góður starvsfelagi, altíð við tí blíða og stillføra lyndin- um. Hon var stak fitt, dugnalig og arbeiðssom. Hon gjørdi ikki nógvan háva úr sær sjálvari, men arbeiddi stillført og sam- vitskufult og fekk nógv á skaftið. Arbeiðsgleðin hjá Mariu gjørdi arbeiðsdag- in hjá okkum, ið starvað- ust saman við henni, lætt- ari og mennandi. Viðskiftafólkini í Sparikassanum vóru eis- ini sera nøgd við Mariu. Henda nøgd ella hesin saknur kom týðiliga til sjóndar, tá ið Maria, eftir egnum ynski, flutti frá beinleiðis kundaráðgeva- uppgávuni í miðbýnum til øðrvísi sparikassaupp- gávu á Roknskapardeild- ini. Vit fara at sakna Mariu, men størst verður sorgin og saknurin hjá tykkum nærmastu – mammu, systkjum, Hákun og børnum við familju. Harrin troysti tykkum í sorgini. Við hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir minnið um okkara góðu Mariu. Starvsfelagarnir í Føroya Sparikassa Minningarorð um Mariu Nystrøm Egholm Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara elskaða dóttir, kona, mamma, systir og svigarinda Halgerð Jacobina Hansen Klaksvík fødd 31. mars 1948 – deyð 20. mars 2003 doyði og varð jarðað.Tøkk til tykkum, sum so trúliga vitjaðu hana, meðan hon lá sjúk. Tøkk til Niels Paula Danielsen, prest, og Aksel Zachariassen fyri vøkur og troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, berarar, gravara og líkvognsførara. Tøkk til KFUM og K fyri hjálpsemi tykkara við ervinum og til tykkum øll, sum hjálptu til á ymsan hátt. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur. Og til tykkum øll, sum fylgdu Halgerð til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul Familjunar vegna Jógvan, Hanus, Rúna, Jóhanna, Jórun og Símin Berg C M Y K 3 2