Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 70 - 10. apríl 2003 Nr. 70 - 10. apríl 2003 5 HANDIL OG HANDVERK Rúna Sivertsen Á Høgabóli í Saltangará liggur vardi verkstaðurin, Stíggjur. Har verður bundið, tøvt og seymað. Smíðja, mála og klipt. Alt, sum gjørt verður kann fáast til keyps í hugnaliga handlinum á Stíggi. Handilin hevur opið allar yrkadagar. Henda greinin er skrivað soleiðis, at tey menningartarnaðu eisini kunnu lesa hana. Í handlinum á Stíggi er mangt og hvat at fáa. Um tú ætlar at keypa onkrum eina gávu, far so inn á gólvið har. Har er nógv at fáa. Og tað er slett ikki dýrt. Tey, ið starvast har eru fitt í hondunum. Tey seyma, mála og smíðja. Fyri stuttum fingu tey bindimaskinu, so nú liggur væl fyri at binda. Tey tøva eisini og seyma húgvur og turrikløð. Alt er minst líka snøgt og tað, sum kann keypast í bindibúðunum. Tú kanst eisini keypa vøkur turrikløð úr silki, sum tey sjálvi hava málað. Eisini gera tey grýtu- lappar, dúkar og upp- hang. Umframt hillar, gera tey eisini leypar, breyðbakkar og reinsdjór úr træi. Har er so nógv at fáa, at ógjørligt verður at nevna alt her. Men far ein túr inn í handilin, so sleppur tú eisini at heilsa uppá øll tey fittu fólkini, ið har starvast. Handilin á Stíggi VÁRDAGAR Vilmund Jacobsen Henda myndin møtti okk- um, tá ið vit ein av góðu várdøgunum herfyri koyrdu gjøgnum bygdina í Kirkju- bø. Myndatólið var við hondina, so vit tóku hesa sjáldsomu myndina, sum neyvan er at finna í læru- bókunum um ferðslu! »Tjóðveldisflokkurin« og tjøldrini ovast – og so niðanfyri »40-340 m«. Hvat skeltið ímyndar í verandi líki – ella ætlast at ímynda, tá ið klistrimerkið við Tjóðveldisflokkinum er burtur, er upp til hugflogið. Um tað er Tjóðveldisflokk- urin, sum er at finna mill- um 40 og 340 metrar long- ur frammi – ella um skeltið upprunaliga ávarðar um omanlop (!), vita vit ikki við vissu. Hvussu leingi, skeltið hevur sæð soleiðis út, vita vit heldur ikki, men tað hevði neyvan sloppið at staðið leingi, um tað ikki júst stóð í Kirkjubø… Tjóðveldisflokkurin ella omanlop. Ein skemtilig mynd, sum kortini ikki hoyrir heima á almennum vegi. Tjóðveldisflokkurin ella omanlop Tað er upp til hugflogið, hvat hetta skeltið veg vegkantin í Kirkjubø ímyndar – ella ætlast at ímynda. Mynd: Vilmund Jacobsen Hvat byggja fiskifrøð- ingar og ICES sína ráðgeving á? Hvussu verða stovnsmetingar gjørdar? Hvussu telja fiskifrøðingar fiskin í sjónum? RÁÐGEVING Vilmund Jacobsen Í einum snøggum og upp- lýsandi bóklingi, sum Norð- urlendska Ráðharraráðið hevur givið út, verður í stuttum greitt frá kvotutil- mælum, og hvussu komið verður fram til hesi. Greitt verður eisini í stuttum frá arbeiðnum hjá fiskifrøð- ingum og ICES. Í bóklinginum verður sagt, at sjógvurin, sum er gróðrarríkur og gávumild- ur, er akur fiski-og útróðr- armanna. Tilfeingið í havi- num endurnýggjar seg støð- ugt – • um vit megna at umsita tað við ábyrgd og við at- liti at framtíðini • um vit forða fyri, at havið verður dálkað og oyðilagt sum føðistova, uppvakst- rarøki og beiti hjá fiska- stovnunum • um vit bera so í bandi, at fiskastovnarnir nørast, og nýggir og stórir árgangir koma undan • um vit ansa eftir, at vit ikki troyta fiskastovnar- nar harðari, enn teir tola • um umsitingin av havi- num og havsins ríkidømi verður grundað á kunn- leika og burðardygga fiskiveiði. Havgranskarar og Altjóða Havgranskingarráðið (ICES) veita vinnu og myndugleik- um vitan, sum kann vera grundarlagið undir fram- skygdum fiskiskapi við ábyrgd. Men hvat byggja fiski- frøðingar og ICES sína ráð- geving á? Hvussu verða stovnsmetingar gjørdar? Hvussu telja fiskifrøðingar fiskin í sjónum? Hetta eru alt spurningar, sum bóklingurin viðgerð, men sum vit ikki skulu koma nærri inn á í hesum greinastubbanum. Hvat er ICES? ICES er ein vísindaligur felagsskapur fyri havrann- sóknir í Norðurhøvum og har um leiðir. Felagsskap- urin fæst ikki sjálvur við gransking, men er staðið, har vísindafólk hittast, og granskingarúrslit verða savn- að. Granskarar fáa skriv- stovuhjálp og nýta dátu- grunnar og teldur hjá ICES. Burturúr hesum arbeiði koma tilmæli um kvotur og ráðgeving um, hvussu hav- umhvørvið eigur at umsit- ast. – Tilfarið, sum londini hvør í sínum lagi hava út- vegað, verður samanborið, eftirmett og viðgjørt í ar- beiðsbólkum, og frágreið- ingar frá hesum verða lat- nar ráðgevandi nevndunum í ICES. Í bóklinginum verður sagt, at ACFM (Advisory Committee on Fisheries Management) ger tilmæli um flestu fiskasløg, meðan ACME (Advisory Commit- tee on Marine Environ- ment) veitir ráðgeving um umsiting av havumhvørvi- num. ICES tekur ikki lut í sam- ráðingum og er ikki millum- gongumaður í ósemjum millum limalondini um kvotuásetingar. Felagsskap- urin veitir bert ráð um heildarveiði og ráð viðvíkj- andi umsiting av havum- hvørvinum. – Tað eru politisku mynd- ugleikarnir í limalond- unum, sum avgera, um teir taka ráðgevingina til eftir- tektar ella ikki. Tað er eisini upp til politikararnar, um teir áseta hámarksveiði og samráðast við onnur lond um býtið av felagsstovnum. Ikki politiskur Í bóklinginum verður víst á, at ICES er ikki ein polit- iskur felagsskapur, men ein vísindastovnur, sum viðger spurningar um tilfeingi og havumhvørvið á vísindalig- um grundarlagi. – Hetta er treytin fyri, at ICES skal verða roknað og virt, sum ein óheftur og ópartískur vísindafelags- skapur. Bóklingurin ger greitt, at myndugleikarnir í lima- londunum skulu ongantíð vera í iva um, at tær út- greiningar, sum ICES veitir teimum um støðuna hjá fiskastovnunum og havum- hvørvinum, eru grundaðar á annað enn vísindaliga vit- an og útrokningar. – Tilmælini hjá ICES skulu vera eitt uttanveltað og eftirfarandi støði undir samráðingum og avgerðum í samband við umsiting av ríkidømi havsins og um- hvørvi tess. Limalondini í ICES eru: Belgia, Bretland, Danmark, Estland, Finnland, Frak- land, Háland, Írland, Ísland, Kanada, Lettland, Noreg, Portugál, Póland, Rusland, Spania, Svøríki, Týskland og USA. Tey lond, sum hava eyg- leiðarastøðu í ICES, eru: Av- stralia, Suðurafrika, Grikka- land og Altjóða Náttúru- verndargrunnurin, WWF. Arbeiði hjá fiskifrøðingum og ICES ICES er ikki ein politiskur felagsskapur, men ein vísindastovnur, sum viðger spurningar um tilfeingi og havumhvørvið á vísindaligum grundarlagi. Ein partur av tilfarinum, sum ICES savnar, kemur úr Føroyum Boygdur hjelmur og skermur FERÐSLUÓHAPP Vilmund Jacobsen Beint eftir døgurða ein dagin herfyri hendi eitt ferðsluóhapp beint við Posthúsið í Saltangará. Persónbilurin, sum sæst á myndini, koyrir inn í vin- stra afturpart á jeep’inum, sum eisini sæst á myndini. Jeepurin fekk bert eitt »prus« aftan, men persónbil- urin fórst nokso illa í høgru síðu framman. Maður við myndatóli var á staðnum tók hesa mynd- ina. Tríggir bilar Løgreglan í Runavík sigur, at óhappið hendi, tá ið fremsti bilurin av fýra, sum komu koyrandi inneftir vegnum í Saltangará, snaraði til vinstru og skuldi inn á økið við Posthúsið. Aftasti bilurin (myndin) rennur inn í jeepin, sum aftur verður skumpaður fram í bilin, ið koyrir framm- anfyri. Sum skilst, slapp bara tann bilurin snikkaleysur, sum snaraði inn á økið við Posthúsið. Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði hendi av óhappinum. C M Y K 5 4