Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 70 - 10. apríl 2003 Nr. 70 - 10. apríl 2003 7 Vita hvat tey hava og ivast í hvat tey fáa Eftir borgarafund- inum týskvøldið í Hvalvík at døma, er tað helvt um helvt, hvat fólk halda um kommunusaman- legging KOMMUNUSAMAN- LEGGING Áki Bertholdsen – Fólk vita, hvat tey hava, men tey vita ikki, hvat tey fáa. Í Hvalvík draga fólk í bæði borð, nú tey skulu taka støðu til at leggja sam- an við fimm øðrum komm- unum í økinum. Heðin Zachariasen, borg- arstjóri í Hvalvík sigur, at eini 130 fólk høvdu leitað sær á borgarafund týskvøld- ið og tað er helmingurin av teimum, sum hava valrætt. Og hann metir, at helvtin av teimum var fyri at leggja samn og hin helvtin var ímóti. – Men tað var ein góður fundur, har fundarfólkini vóru dúglig at seta spurn- ingar. – Tað er týðiligt, at fólk eru eitt sindur ivingarsom. Tey vita, at tey hava eina kommunu, sum er hampi- liga væl fyri og nú vilja tey hava at vita, hvørjir fyrimun- ir eru við at leggja saman. Sjálvur ivast hann ikki í, at tað verður ein stórur fyri- munur at leggja saman. Ætlanin er at hava fólka- atkvøðu 6. mai, men tað eru summi, sum halda, at tað er ov tíðliga. – Tað taka vit nú til um- hugsunar og eg tori ikki at siga um tað verður broytt. Fyrimunurin við at hava tað tíðliga í mai, er, at tá er summarfrítíðin ikki byrjað. Dregur út, er tað kanska rættast at bíða til í heyst, tá ið summarfrítíðin er av. Sjálvur ivast Heðin Zach- ariasen ikki í, at tað er ein fyrimunur at leggaja saman. – Eitt nú heldur hann, at tá fer tað at bera nógv betri til at samskipa útbygging- inar, fyri at sleppa undan at fleiri grannakommunur ikki gera sama slag út- byggingar. – Ein vansi við saman- legging kann vera, at skatta- krónur hjá bygdarfólki í einari bygd, verða brúktir í eini aðrari bygd. Men tað kann eisini virka beint øv- ugt, at tað ávís ár verða drig- nir nógv meiri peningur til eina bygd til ymsar útbygg- ingar, enn tað hevði borið til, bara við skattakrónunum frá bygdarfólkinum. Ein vansi verður eisini, at umsitingin verður flutt eitt sindur longri burtur frá borgarunum. Men afturfyri verður kommunuskrivstov- an opin allan dagin og ikki sum nú, bert nakrar fáar tímar. Ein annar vansi kann eis- ini vera, at verður lagt sam- an, vendst ikki aftur. Men samanlangt heldur hann, at tað verður stórur fyrimunur. Tað eru tær seks komm- unurnar í Hósvík, Hval- vík, Haldarsvík, Gjógv, Saksun og Sunda, sum ar- beiða við at leggja saman. Fyri kortum setti bygdaráðini ein arbeiðs- bólk at útgreina fyrimunir og vansar við samanlegg- ingini. Hesa vikuna eru borg- arafundir í teimum seks kommununum um sam- anlegging og seinni verður ein felags borgara- fundur, hann verður 29. apríl. Og 6. mai er ætlanin at hava fólkaatkvøðu í teim- um seks kommununum um samanlegging. Treytin fyri samanlegg- ing er, at meiri enn 50% í hvørjari kommunu sær skulu atkvøða fyri saman- legging. Men harumframt skulu meiri enn 70% av øllum teimum, sum tilsamans hava vælrætt í hesum kommununum, atkvøða fyri samanlegging. Siga vit, at tilsamans hava 1000 hava valrætt í hesum seks kommunun- um, skulu sostatt minst 700 atkvøður vera fyri samanlegging í teimum seks kommununum til- samans. Sostatt kemur atkvøðu- greiðslan í Sunda Komm- unu at vera rættiliga av- gerðandi, tí har búgva nógv mest fólk. Men tað merkir eisini, at verður treytin um tey 70% uppfylt, men at fólkið í onkrari einstakari komm- una atkvøðir ímóti, fara hinar kommunurnar at leggja saman og so verður hendan eina uttanfyri. Í løtuni eru 26 bygdas- ráðslimir og seks borgar- stjórar í hesum kommun- unum. Leggja tær saman, verða 11 bygdaráðslimir og ein borgarstjóri í kommunustýrinum. Taka bygdirnar undir við samanleggingini, ver- ða tær ein kommuna frá 1. januar 2005 at rokna. Nýggja kommunan skal eita Sunda Kommuna, tí tað er eitt óheft navn, sum ikki er staðbundið at nakrari kommunu. Verða kommunurnar lagdar saman, verður um- sitingin hjá nýggju stór- kommununi á Oyrabakka. Tilsamans 1500 fólk búgva í teimum kommun- unum, sum arbeiða við at leggja saman. 11 bygdaráðslimir og ein borgarstjóri – Eg noyðist at at- kvøða fyri kommunu- samanlegging, sigur Jógvan Mørkøre, borgarstjóri í Hósvík, sum ætlar at taka seg úr kommunu- politikki, tá ið hetta skeiðið er runnið KOMMUNUSAMAN- LEGGING Áki Bertholdsen – Eg má bara viðurkenna, at eg havi tapt. Jógvan Mørkøre, borgar- stjóri í Hósvík, fer at at- kvøða fyri kommunusam- anlegging, tá ið fólkaat- kvøða verður í næstum í seks kommunum í Norð- streymoy og Norðureyst- uroy um at leggja saman. Jógvan Mørkøre hevur altíð verið ímóti kommunu- samanlegging. Men hann sigur, at sum tíðirnar eru broyttar er onki at gera, uttan at leggja saman. Men spurningurin er, um hósvíkingar eru samdir við honum. Týskvøldið var borgara- fundur í Hósvík, har borg- arstjórin legði ætlaninar fram, sum seks bygdaráð í Norðurstreymoy og Norð- ureysturoy hava gjørt um at leggja kommunurnar sam- an. Hesar seks kommunurnar settu nakað síðani ein ar- beiðsbólk at gera eina met- ing av fyrimunum og vans- um við kommunusaman- legging Helvt um helvt Jógvan Mørkøre sigur, at eini 80 vóru á fundi í Hósvík. Hann sigur, at sum hann dugdi at meta av fundinum er Hósvík at kalla farið í tvíningar, tí hann heldur at umleið helvtin av fundar- fólkinum, var fyri at leggja saman og hin helvtin var ímóti. Sjálvur heldur Jógvan Mørkøre at tað einasta rætta er at leggja saman. – Kommunuálitið hevur til endamáls at fáa komm- unur at leggja saman og tað sær út sum um landsstýrið fylgir tí álitinum nágreini- liga. – Eitt nú er ætlanin at leggja nógv øki undir kommunurnar at umsita, sum Landið nú umsitur. – Eg havi altíð verið ímóti at leggja saman. Eg havi altíð sæð fyri mær, at kommunurnar kundu sam- starvs um tey øki, sum skulu leggjast undir komm- unurnar, men at gamla mynstrið við smærri kommunum, við hvør sín- um bygdaráð, kundi varð- veitast. – Men tað ber ikki til. Tí havi eg broytt meining og sostatt fari eg at atkvøða fyri kommunusamanlegg- ing, sigur Jógvan Mørkøre. – Tað er ikki fýri megt sjálvan, at eg havi skift støðu. Tað er fyri framtíð- ina og tey, sum yngru eru. Tað nyttar ikki at siga nei, bara fyri at vera tvørur. Jógvan Mørkøre sigur annars, at í løtuni hevur hann gjørt upp við seg sjálvan, at hann gevst í kommunupolitikki, tá ið hetta skeiðið er runnið. – Eg havi sitið tríggjar setir. Skal eg stilla uppaft- ur, skal eg fáa rættiliga sterkar áheitanir um tað, leggur hann afturat. Eisini við Gjógv var lívligur fundur um samanlegging og eisini har draga tey í bæði borð KOMMUNUSAMAN- LEGGING Áki Bertholdsen Eisini við Gjógv dregur bygdarfólkið í bæði borð, nú tey hittust týskvøldið at tosa um kommunusaman- legging. Sofus Johannesen, borg- arstjóri, sigur, at tað var ein lívligur og drúgvur fundur, har fólk spurdi dúgliga. Sjálvur veit hann ikki, hvat niðurstøðan á fundin- um var, men summi vóru fyri og onnur vóru ímóti. Sjálvur sigur Sofus Joen- sen, at tað verður neyðugt at leggja saman, ikki minst hjá eini lítlari kommunu. – Við Gjógv eru 46% av fólkinum pensjónistar. Eini 40% eru ímillum 17 og 67 ár og av teimum eru fleiri upp ímóti teimum 67. – Sum tað sær út í løtuni, broytist aldursbýtið alsamt til tað verra. Tað verða fleiri og fleiri pensjónistar og tí verða færri og færri inntøkur at fíggja almenna virksemi við Gjógv. – Leggja vit saman við øðrum, fáa vit eitt natúrlig- ari aldursbýti í allari kommununi og tað er neyð- ugt, serliga nú landið setir størri og størri krøv til kommunurnar. Í sambandi við tey størri krøvini frá landinum til kommunurnar, er tað eisini neyðugt at styrkja komm- unalu umsitingarnar og tað klárar ein lítil kommuna ikki. Hann sigur, at hesar kommunurnar, sum arbeiða fyri at leggja saman, eru ikki so ólíkar í stødd við tað, at tað er ongin heilt stór kommuna. – Tað er ein fyrimunur, tí her verður tað ongin kommuna, sum heilt verður slúkt av eini stórari komm- unu. Við tað, at allar kommunurnar eru lutfals- iga líkar, fer tað uttan iva at skapa søtrri forstáilsi fyri trupulleikunum úti á smá- plássunum, sigur Sofus Johannesen. Eg havi tapt Eg hevði droymt um at tað skuldi bera til at varðveita gomlu kommunurnar, men tað ber ikki til og tí noyðist eg at atkvøða fyri kommunu- samanlegging, sigur Jógvan Mørkøre í Hósvík Summi eru fyri og onnur eru ímóti Um alt gongur, sum fyrireikararnir ynskja tað, so verður skjótt ein føroyskur barnabiograffilmur veruleiki. Niklas Heri Jákupson, Steintór Rasmussen og Jógvan Eliasen hava nú fingið avtalu í lag við donsku filmsfeløgini Zentropa og Nordisk Film um ein barna- film, og stuðla bæði feløgini verkætlanini fult og heilt BARNAFILMUR Ingrid Bjarnastein Nú vantar ikki nógv í. Føroyski barnafilmurin, sum hevur verið at hoyra um fyrr, er nú væl á veg, og manglar nú bara tann seinasta forðingin í at sleppa inn í stóra danska filmsheimin. Niklas Heri Jákupsson, Steintór Rasmussen og Jógvan Eliasen, sum eru menninir aftanfyri Trølla- pætur filmarnar, hava nú í eini tvey ár arbeitt við eini verkætlan um ein føroysk- an barnafilm. Og talan er ikki bara um ein og hvønn barnafilm. Hetta skal nevniliga vera ein barna- filmur, sum skal sýnast fram í biografum í øllum Norðanlondum. – Vit hava nú í langa tíð sent teldupostar og faks aftur og fram, og nú er okkara søga góðkend av Zentropa og Nordisk Film, sum eru tvey av teimum størstu filmsfeløgunum í Danmark, sigur Niklas heri Jákupsson, sum er ein av teimum trimum, sum standa aftanfyri føroyska barnafilmin. Tveir handritahøvundar eru nú settir av at arbeiða við søguni, og í mai mánaði koma teir upp til Føroya at skriva søguna um til eitt handrit, so ein filmur kann gerast burturúr tí. Talan er ikki bara um tveir heilt tilvildarligar handritahøv- undar. Ulrik Breuning frá Nordisk Film og Hans Hansen frá Zentropa koma til Føroya. Teir eru báðir bæði kendir og viðurkendir handritahøvundar í danska filmsheiminum. Milliónir Niklas Heri Jákupsson dylir ikki fyri, at nógvar forðingar hava verið á veg- num. Arbeitt hevur verið við verkætlanini leingi, og nú tykist endiliga eitt ljós at vera fyri framman. Men enn er tann størsta forðing- in eftir, og eitur hon Dansk Filminstitut. – Um Dansk Filminstitut trýr uppá søguna, so verður filmurin til veruleika, tí tað verða teir, sum koma at spýta mest av pengum í. Um teir ikki trúgva uppá tað, so verður tað av ong- um, sigur Niklas Heri, sum tó er rættiliga positivur. – Zentropa og Nordisk Film eru tvey av teimum størstu filmsfeløgunum í Danmark og Hans Hansen og Ulrik Breuning eru tveir tungir dreingir innan danska filmsheimin, og tað ger, at vit hava góðar vónir. Um filmurin gerst til veruleika, so kemur hetta ikki at vera heilt bíligt. Talan er jú um ein biograf- film, sum tó er ein barna- filmur, og sigur Niklas Heri, at øll tala og allur filmurin fer at ganga fyri seg í Føroyum og á før- oyskum. Og verður filmur- in til veruleika skal hann vísast í biografum í øllum Norðanlondum. Neyvu upphæddina er ilt at koma við beint nú, men talan verður uttan iva um nógvar milliónir krónur. – Vit hava arbeitt leingi við hesi verkætlanini, og nú bíða vit bara eftir svari frá Dansk Filminstitut. Út- meldingarnar frá Zentropa og Nordisk Film eru eisini greiðar, teir eru við allan vegin, og vit eru so at siga lidnir við okkara part her í Føroyum, greiðir Niklas Heri frá. Hvussu er og ikki verður helst ikki greitt fyrr enn einaferð í juli mánaði, men bíða stigtakararnir í spenn- ingi eftir svari frá Dansk Filminstitut. Og verður filmurin til nakað, so verður hetta eitt megnartak fyri allan tann føroyska filmsheimin. Ósemjan sum kom millum fyrireikar- arnar av Prix Før- oyum og luttakandi finalu bólkarnar er meira ella minni endað. Bólkarnir hava sent fyrireik- arunum skriv, har teir mótmæla fram- ferðarháttinum, men teir fara ikki at boykotta final- una, sum talan hevur verið um PRIX FØROYAR Ingrid Bjarnastein Fyri stuttum kom ó- semja í millum fyrireik- ararnar av Føroya størsta tónleikatiltakið, Prix Føroyar, og luttakandi finalubólkarnar. Fyrireikararnir gjørdu herfyri greitt, at hyggj- ararnir eisini sleppa at siga sína meining, og hetta dámdu finalistun- um lítið og einki. Men herfyri var semja gjørd millum partarnar báðar, sum allir finalu- bólkar og fyrireikarar hava góðtikið. Hetta vil tó ikki siga, at bólkarnir halda, at framferðar- hátturin hevur verið tann rætti. Herfyri varð skriv sent til fyrireikararnar av Prix Føroyum, sum ljóðaði soleiðis: »Teir bólkarnir, ið skulu spæla á finaluni, vera sum ætlað á pallin- um í Norðurlandahúsin- um tann 26. apríl. Ósemjan, ið fyri stutt- ari viku síðan kom í millum fyrireikarar og tónleikarar, er ikki av. Vit taka undir ongum umstøðum undir við tí framferðarhátti, ið fyri- reikararnir sýndu okk- um, tá ið broytt reglu- gerð, viðv. dømingini í finaluni, varð kunngjørd fyri okkum leygardagin tann 29. mars. Tað er sera harmiligt, at tónleikararnir ikki vórðu kunnaðir og tiknir við uppá ráð, áðrenn samráðingarnar millum fyrireikararnar vórðu tiknar upp, og avgerðin varð tikin um at broyta nevndu reglugerð. Hetta meta vit vera bæði niðrandi fyri tón- leikararnar og tað, teir standa fyri. Og tískil eigur henda ábreiðsla at verða fyrireikarunum eitt fyridømi frameftir, soleiðis at allar reglur viðv. kappingini verða alment kunngjørdar, áðrenn bólkarnir melda seg til kappingina. So forðað verður fyri, at ávísar reglugerðir kunnu verða broyttar, uttan so at luttakandi partar eru samdir um tað. Niðan- fyri nevndu bólkar hava avgjørt, at ósemjan tó ikki eigur at forða fyri einum framhaldandi og mennandi tónleikatil- taki, eins og Prix Føroy- ar er fyri føroyskt tón- leikalív. Bólkarnir, ið eru við í Prix Føroyar finaluni 2003, eru hesir: Hatespeech, Deja Vu, MC Hár, Gestir, Braquet og Makrel. Við vón um eina góða og spennandi finalu tann 26. apríl.« Føroyski barnafilmurin: Ein forðing eftir Prix bólkar sent skriv Menninir handan Trøllapætur-filmarnar hava nú bert eina forðing eftir til at ein føroyskur barnabiograffilmur gerst veruleiki. Vónirnar eru góðar, og samstarvað verður við viðurkend filmsfeløg í Danmark, sum eru Zentropa og Nordisk Film Tilgjørd mynd C M Y K 7 6