hósdagur 10. apríl 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 70 - 10. apríl 2003
Nr. 70 - 10. apríl 2003
9
Løgtingið skal
standa sína roynd
Í dag, hósdagin 10. apríl, skal myndugleik-
in hjá løgtinginum standa sína roynd. Tá
kemur uppskotið hjá Javnaðarflokkinum
um avtøku av hernarðarligu revsi- og
rættargangslógunum til fyrstu viðgerð.
POLITIKKUR
Ingi Rasmussen
Javnaðarflokkurin fekk týsdagin tær neyðugu undir-
skriftirnar til vega, so uppskotið at avtaka hernaðar-
lógirnar, sum stjórnin av sínum eintingum hevur sett
í gildi fyri Føroyar, kundi vera lagt fram. 20 tingmenn
hava skrivað undir.
Allir flokkar uttan Sambandsflokkurin hava lagt
uppskotið fram, men limir úr Sambandsflokkinum
hava kortini skrivað undir, at víkt verður frá tíðar-
freistini, so uppskotið kann fáa viðgerð.
Uppskotið er lagt fram, tí danska stjórnin setti eina
røð av lógum og kunngerðum í gildi í Føroyum ímóti
vilja løgtingsins.
– Hetta er sera álvarsamt, sigur Kristian Magnussen
úr Javnaðarflokkinum, sum hevur tikið stig til upp-
skotið.
– Fyri at forða fyri, at hetta mál í 55 ára gomlu søgu
heimastýrisins skapar fordømi fyri, at hetta verður
vanlig mannagongd frameftir, verður mælt til, at hes-
ar lógir verða tiknar av í stundini. Hervið verður stað-
festa tað, sum higartil hevur verið galdandi siðvenja í
Føroyum, at eingin ríkislóg fær gildi, uttan at tingið
samtykkir tað, sigur Kristian Magnussen í viðmerk-
ing til uppskotið.
Roknasat kann við, at uppskotið fær breiða undir-
tøku, tí tað er sjálvur myndugleikin hjá løgtinginum,
sum stendur upp á spæl.
Rosalie farin
av landinum
Rosalie Thomsen, sum er víst úr Føroyum,
er nú farin av landinum. Hon hevur karan-
tenu ímóti at vísa seg í Føroyum tað næsta
árið, og tí er familjan Thomsen skild sund-
ur. Mamman og børnini eru í Danmark,
meðan pápin arbeiðir í Føroyum
ÚTVÍST
Ingi Rasmussen
Rosalie Thomsen og hennara tvey børn eru farin úr
Føroyum.
Tað upplýsir maður hennara, Heine Thomsen, sum
hon hevur verið gift við í átta ár.
Rosalie Thomsen hevur filipinskt pass, men hevur
fingið varandi uppihaldsloyvi í Danmar, tí hon er gift
Heina Thomsen, sum er danskur ríkisborgari.
Heine er føddur í Føroyum, og tey bæði ætlaðu í
fjør at seta seg niður í Føroyum við familjuni. Tey
ynsktu, at seks ára gamli sonur teirra, og barnið, sum
hon tá bar undir belti, skuldu vaksa uppi í Føroyum.
Men hóast útlendingastýrið í fyrstu atløgu gav
munnligt loyvi til, at Rosalie kundi fara til Føroya
uttan visum, so var hon seinni víst úr landinum, tí hon
ikki hevði arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Hóast hon átti eitt barn á landssjúkrahúsinum í
mars, fekk hon boð um at vera av landinum innan 10.
apríl, og hesi boðini hevur hon nú aktað. Saman við
útvísingini fekk Rosalie Thomsen eisini karantenu
ímóti at koma aftur til Føroya í eitt ár.
Nú er ov seint hjá Rosalie Thomsen at søkja um tað
uppihaldsloyvið, sum uttan iva hevði givið atgongd til
at búð í Føroyum. Sostatt er familjan Thomsen skild
sundur. Heine Thomsen er eftir í Føroyum, her hann
arbeiðir, men Rosalie og børnini eru í Danmark.
Familjan hevur kært málið um uppihaldsloyvi til
rættarhjálpina í Keypmannahavn, men tey vænta sær
onki, tí slíkt tekur tíð at viðgera.
Nógv bendir nú á, at
tann herviliga
lungnasjúkan SARS
er vorðin flutt frá
fugli til fólk.
SJÚKUR
Árni Joensen
Granskarar um allan heim
royna í hesum døgum at út-
vega sær allan hugsandi
kunnleika til ta nýggju her-
viligu lungnasjúkuna SARS,
sum longu hevur kravt
mong mannalív eftir stutt-
ari tíð.
Amerikanskir granskarar
siga, at teirra royndir benda
á, at SARS-virusið er eitt
sokallað coronavirus, og at
eginleikar tess líkjast nógv
coronavirus hjá fugli. Tí
halda amerikansku gransk-
ararnir, at tað er ikki óhugs-
andi, at SARS-virusið upp-
runaliga stavar frá fugli.
Men enn kenna granskar-
arnir ikki allar eginleikar-
nar hjá SARS-virusinum.
Vanliga elvir coronavirus
bert til vanligt krím hjá
fólki, men SARS-virusið
vísir seg at hava ein øðrvísi
arvaeginleika, siga gransk-
ararnir, og tí er í grundini
talan um eitt higartil ókent
virus, hóast læknavísindin
kennir nakrar av tess egin-
leikum.
Flestu granskararnir tykj-
ast á einum máli um, at
virusið stavar upprunaliga
frá djórum, og at tað er
mest sannlíkt, at tað er
komið frá fugli. Men
granskararnir
viðganga
samstundis, at tað kann
gerast torført at fáa tað
endaliga svarið upp á hend-
an spurningin. Eitt er, at tað
er trupult at finna tað fugla-
slagið, sum hevur virusið,
og so er tað heldur ikki
givið, at allir fuglarnir hava
virusið í sær. Tað kann væl
henda, at talan bert er um
nakrar fáar fuglar, og so
mikið truplari kann tað ger-
ast at loysa gátuna.
SARS kann stava frá fugli
Saman við fleiri stór-
um nøvnum skal
Guðrun Sólja Jacob-
sen nú taka lut í kon-
sert, hvørs endamál
er stuðla krígsofrum í
Irak
STJØRNA
Jákup Mørk
Sanne Salomonsen, Lars
H.U.G og Guðrun Sólja
Jacobsen eru milum teirra,
sum skulu draga fólk til, tá
TV2 og DR í næstum skipa
fyri stuðulskonsert fyri
krígsofrum í Irak.
Hetta er greiða útmeld-
ingin í donskum miðlum,
og tá hugt verður at, hvørji
onnur nøvn eru við á kon-
sertini, er greitt, at Guðrun
er høgt í metum í hesum
døgum. Í øllum førum
verður hon her roknað fram
um annars stór donsk nøvn
sum Brødrene Olsen og
Sort Sol.
Akkurát, hvussu stórt til-
takið hjá sjónvarpsrásunum
verður, er eitt sindur ilt at
meta um. Danska Ekstra
Blaðið skrivar á netinum, at
enn eru ikki serliga nógv
atgongumerki seld, og blað-
ið finst eisini at, at prísurin
fyri hesi er so høgur sum
375 kr.
Hetta tykist tó ikki at
nerva fyrireikararnar.
– Vit vóna sjávlandi, at
talan verður um nøkur tús-
und fólk. Tey flestu hava
ivaleyst skilt, at hetta
kvøldið ikki snýr seg um,
hvørja støðu tú hevur til
kríggið, men um at stuðla
teimum ofrum, sum altíð
vilja vera í slíkum støðum,
sigur Palle Steffensen, sum
er samskipari av tiltakinum.
Guðrun hjálpir krígsofrum
Føroyuska Guðrun
er í løtuni hottari
enn eitt nú Brødrene
Olsen og Sort Sol.
Tað tykjast í øllum
førum vera boðini
hjá Danmarks
Radio og TV2
Ein danir verður mill-
um teirra, sum skulu
stýra Irak ta fyrstu
tíðina aftan á kríggið.
KRÍGGJ Í IRAK
Árni Joensen
Danska stjórnin hevur til-
nevnt Henrik Olesen til tað
nýggja stýrið, sum skal
taka við leiðsluni í Irak, tá
kríggið er liðugt.
Henrik Olesen hevur
drúgvar royndir frá ymisk-
um altjóða arbeiði. Hann
var umboðsmaður fyri ST í
Pólandi, tá Berlinmúrurin
fall, og hann var millum
teirra, sum løgdu verk-
ætlanina »Mat fyri olju«
hjá Irak til rættis. Henrik
Olesen hevur fleiri ferðir
verið í Irak, har hann hevur
tingast við myndugleikar-
nar um ymsar hjálparætlan-
ir.
Sambært Politiken skal
hann í fyrsta umfari standa
fyri hjálpararbeiðinum í
Irak aftan á keíggið, sam-
stundis sum hann verður
bindilið millum donsku
stjórnina og amerikansku
leiðsluna í Irak.
Anders Fogh Rasmussen,
forsætisráðharri segði fyrra-
dagin, at danska stjórnin er
til reiðar at taka lut í fyri-
bilsstýrinum í Irak, sjálvt
um hetta stýrið verður skip-
að uttan góðkenning úr ST.
Danmark umboðað
í Irak-stýrinum
Rúsfríar konsertir á
Margarinfabrikkini
KONSERT
Ingi Rasmussen
Margarinfabrikkin í Havn skipar javnan fyri tónleika-
tiltøkum fyri ung. Tað sermerkta er, at øll tiltøk verða
hildin í rúsfríum umhvørvi, og tey verða væl vitjað.
Fríggjakvøldið 11. apríl verður konsert fyri ung í
aldrinum 12 til 16 ár. Konsertin verður frá klokkan 21
til 24.
Talan er um tveir bólkar og ein DJ. Bólkarnir, ið
spæla, eru Paradox og Speaker. Dj Switch er ein
nýggjur plátuvendari, ið roynir sínar veingir.
Paradox eru tríggir unglingar, sum spæla rokk í tí
harðara endanum, eitt nú Deep Purple og Black Sab-
bath.
Speaker er sera væl umtóktur bólkur, ið hevur gjørt
vart við seg í eitt nú Prix Føroyum. Teir spæla meiri
sveimandi rokk og hava spælt á Margarinfabrikkini
áður.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Elly og Eivind 60
ára brúdleypsdag
Í dag, hósdagin 10. apríl,
eru 60 ár liðin, síðani Elly
og
Eivind
Niclasen
í
Klaksvík giftust. Eftir so
langt lív saman sigur tað
seg sjálvt, at tey bæði, sum
framvegis eru virkin og løtt
upp á sporið, eru væl
kendur partur av býar-
myndini í Klaksvík. Tey
búgva framvegis í húsunum
á Gerðareiði, sum tey
høvdu latið byggjað og
fluttu í, tá ið tey giftust í
1943.
Elly er ættað úr Norður-
stovu í Gerðum. Hon er
fødd 4. august í 1922 og er
dóttur Karl, bónda, og
Karolinu, sum var úr
Trøllagili. Tey fingu átta
børn: Johnhild, Óli, Lena
(doyði sum smágenta),
Elly, Trinilena, Karl Mon-
rad, Hedvig og Mikkjal.
Trinilena býr niðri, og øll
hini búsettust í Klaksvík,
har eftirkomararnir hjá
teimum eru rættuliga nógv-
ir. Óli doyði fyri nøkrum
árum síðani.
Eivind er ættaður úr Sør-
vági. Hann er føddur 16.
juli í 1918. Foreldrini vóru
Elisabeth og Óli Niclasen .
Tey fingu níggju børn: Erik
búsettist í Klaksvík, Karl á
Tvøroyri, Nikolina í Vági,
Lena í Søldafirði, Hjalmar,
Jóhannus og Hans Dávid í
Sørvági og Ove og Eivind í
Klaksvík. Teir einastu, sum
eru eftir á lívi, eru Eivind
og Hans Dávid, sum á yngri
árum búði í Klaksvík.
Elly og Eivind eiga trý
børn: Karolina, Ólavur og
Ragnar. Karolina og Ólavur
búgva í Klaksvík, og Ragn-
ar er trúboðari á Filips-
oyggjunum.
Hann
og
familjan eru komin heim at
hátíðarhalda stóra dagin hjá
foreldrunum.
Eivind kom til Klaks-
víkar fyrst undir krígnum.
Hann helt til hjá beiggj-
anum Ova, sum hann trý ár
seinni gjørdist granni hjá.
Eivind tók motorpassara-
prógv og skiparaprógv, og
miðskeiðis í fimmti árun-
um tók hann longdina í
Klaksvík.
Í 1947 keypti Eivind
saman
við
beiggjanum
Hans Dávidi og Guðleivi
Thorsteinsson í Klaksvík
útróðrarbátin
Barðið.
Seinni keypti Eivind part-
arnar hjá hinum báðum, og
hann dreiv sjálvur bátin
inntil
seinnapartin
av
fimmti árunum.
Í 1957 lótu Eivind og
brøðurnir
Hjalmar
og
Hannus línubátin Vestur-
vón byggja. Eivind var
skipari fyrstu árini. Í seksti
árunum var hann í fleiri ár
stýrimaður
á
einum
donskum sleipibáti, Sigyn,
sum sigldi í Grønlandi.
Í 1969 lótu Eivind,
Hjalmar og Hannus fyrsta
hekkutrolaran Vesturvón
byggja. Hann er síðani út-
skiftur við ein betri út-
gjørdan, og nú er reiðara-
virksemið økt uppaftur
meir
Eivind hevði ábyrgd í
reiðarínum, inntil fyri heilt
fáum árum síðani. Bæði
umborð á útróðrarbátinum,
línuskipinum og trolaran-
um var hann tiltikin røkin
og nýtti sítt góða hegni og
sínar góðu arbeiðsgávur.
Elly hevur, sum nógv tær
flestu føroysku konurnar og
mammurnar tá í tíðini, altíð
verið heima og ansa manni,
børnum og heiminum. Har
hevur skinið av hvørjum
spreki, gestablídni hevur
verið stórt, og tey bæði
hava verið tiltikin fyri góða
urtagarðsrøkt.
Diamantbrúdleypsdagur-
in verður hildin leygardag-
in klokkan 16 við væl-
komst veitslu í Betesda, har
tey bæði eiga teirra fasta
pláss.
Dagurin
10. apríl. Ezekiel. Ein av teimum fýra stóru profetunum í
Gamla testamenti. Navnið merkir: Gud er sterkur
Jóanes Nielsen
50 ár
Leygardagin 5. apríl, fylti
skaldið Jóanes Nielsen 50
ár. Jóanes Nielsen hevur
havt stóran týdning fyri
føroyskan skaldskap og
samfelagskjakið
tey
seinastu 24 árini. Hann hev-
ur ikki bara havt stóran
týdning fyri føroyskar bók-
mentir, eisini hevur hann,
eins og onnur stór skøld,
havt stóran týdning fyri
einstaklingar - eisini meg.
Meg minnist, tá ið eg fyrst
las
yrkingasavnið
"Trettanda mánaða". Eg var
júst
farin
um
fermingaraldur. Bókin við
fórsíðu úr gróti og tí ser-
merkta tittulinum, hevði
staðið á hillini heima hjá
mammu og pápa mínum í
nøkur ár. Eg tók hana av hylluni av og á, hugdi at henni og
setti hana upp á pláss aftur. Ein dagin, og tá hevði eg
hugsað um tittulin leingi, setti eg meg niður og las bókina.
Eg varð so bitin av hesum universinum, hesum ærligu og
rámandi orðunum, at eg fekk ikki lagt bókina frá mær
aftur. Tá var ikki so lætt at fáa fatur á bókum. Bókasavnið
á Sandoyar Meginskúla var ikki so bókaríkt, heldur ikki
vóru so nógv yrkingasøvn har. Tað, sum var at lesa á bygd
var "Varðin" og skaldsøgurnar, sum Bókagarðurin gav út.
Eftir at eg hevði lisið "Trettanda Mánaða" umaftur og
umaftur, skaffaði eg mær, so hvørt sum bøkurnar hjá
Jóanesi komu út, allar hinar.
Tað gingu eini 8 ár áðrenn eg møtti Jóanesi fyrstu ferð.
Tað var í 1992. Eg arbeiddi í barnagarðinum "Vípan", har
Katrin, dótturin hjá honum og Rannvá gekk. Vit bygdu
spæliplássið, sum har er. Síðani hava vit prátað og hitst
javnan. Maðurin var akkurát so sum bøkurnar, ið hann
skrivaði, søgdu hann skuldi vera - ærligur og rámandi í
orð og tal. Ein maður, sum altíð hevur virt tann arbeiðandi
mannin, men sum ongantíð hevur foraktað vitan á nakran
hátt. Einaferð segði hann mær, at hann fyrstu ferð hoyrdi
um týska heimsspekingin Nietzche í lastini á einum fiski-
skipi. Jóanes hevur altíð ferðast millum fólk, sum hava
havt eina holla vitan um lívsins gongd, og hevur altíð
drigið til sín søgur um fólk, sum onnur kanska ikki halda
eru fólk, í eftir samfelagsnormum eru "stovurein", men
sum Jóanes altíð hevur virðismett hægri enn, ja, bók-
mentir. Sum skald hava Jóanes og Magnus Dam Jacobsen
víst fólki, at tað kann lata seg gera at skriva talumál, at
bókmentir ikki eru innpakkað páskaregg, sum hava ligið
ov leingi í sólini. Hetta hevur altíð hugtikið meg, og eg
veit um ungdómar, sum kanska ikki hava lisið í nógv ár, tí
at onki er sum fangar teir, og tá ið teir so hava lisið eina
yrking hjá Jóanesi, so síggja teir, at tað er gjørligt at brúka
eitt mál og at skriva á ein hátt, at ongin kennir seg sum
eina fornleivd.
At vimerkja nútíðarsamfelagið, hevur altíð verið eitt av
eyðkennum Jóanesar. Greinarnar hann hevur skrivað eru
savnaðar í fleiri bókum. Skaldsøgurnar og yrkingarnar eru
lagdar sum tokskinnarar inn í tann føroyska heilan. Sein-
ast, men ikki minst, sjónleikurin "Eitur nakað land week-
end", sum Jóanes vann norðurlenska dramatikkaravirðis-
lønina fyri. Ein leikur, sum lýsir eina uppgerð við tjóð-
skaparromantikkin og persónligar marrur, ið leikararnir
hava.
Nú Jóanes er 50 ár, er hann vorðin ein havnarmynd.
Helst hevur hann verið tað í longri tíð. Vit síggja hann øll
fyri okkum: Boygdur framyvir, við hondum aftan bak,
eygleiðir alt, sum gongur fyri seg í nánd. Fyrsta mei, tá ið
hann veiftrar við reyðum flaggi út gjøgnum vindeygað í
arbeiðskamari sínum. Nú hevur hann fingið sær ein
appelsinlittan skutara við hvítum kassa á viðførisberaran-
um, og myndin er vorðin eitt sindur fjølbroyttari. Jóanes
er ein fjølbroyttur maður. Hann hevur fingist við alt
handaligt arbeiði, og sum skald hevur hann eisini roynt
seg innan nærum allar sjangrur. Hann er ein eygleiðari,
ein heimseygleiðari. Listamálarin Barnett Newman segði
einaferð: at fuglar duga ikki sum ornitologar.
Tað verður altíð ynskt fólki eitt langt og gott lív. Jú, jú,
gaman í, men frægari er um ein fær eitt langt og breitt lív.
Við hesum fáu orðum vil eg ynskja tær Jóanesi, hjartaliga
tillukku við teimum 50 árunum, og somuleiðis ynskja tær
og familju tíni eitt framhaldandi langt og breitt lív.
Oddfríður Marni Rasmussen
Jógvan Sofus
Ferjá 90 ár
Tá eg í farna mánaði kom
framvið einum manni, ið
stóð og loysti flag, ella
velti, sum eisini verður
sagt, var eg varugur við, at
tað var Ferjá, sum vit van-
liga nevna Jógvan Sofus.
Eg fór yvir til hansara, og
vit fingu eitt gott prát.
Millum annað spurdi eg
hann, hvussu mong árini
vóru blivin, og fekk eg at
vita, at hann var føddur 10.
apríl 1913, t.v.s. at hann
fyllir 90 ár í dag. Jógvan
Sofus sigldi í mong ár og
róði út. Hann arbeiddi m.a.
á Nordafar í Føroyinga-
havnini í Grønlandi. Hann
giftist við Kristinu Sofía, f.
Christiansen, eisini frá
Gjógv,
vanliga
nevnd
Dinnefía. Tey eiga 5 børn,
ein son og 4 døtur. Dinnefía
og Jógvan Sofus kundu
halda krúndiamantbrúdleyp
3. desember í fjør. Eydnu
við degnum Jógvan Sofus
og tær verður ynskt eitt gott
lívskvøld.
Heilsan ein kenningur
Jógvan Sofus Ferjá.
Myndin er tikin 20.
mars í ár
Brúdleyp!
Leygardagin 12. apríl giftast Nanna Joensen og David
Lukama í Chililabombwe í Sambia. 21. apríl er opið hús
á Ryggsvegi 5 í Klaksvík frá kl. 17.00.
C
M
Y
K
9
8