Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 70 - 10. apríl 2003 Nr. 70 - 10. apríl 2003 11 Dagurin í dag er ein søguligur dagur í føroyskar skipa- og siglingarsøgu, samstundis sum dagurin er eisini er ein stórur dagur fyri ferðavinnuna í Norðuratlantshavi. Gongur eftir ætlan, stevnir nýggja Norrøna inn á Havnar- vág seinrapartin í dag, eftir hava siglt jomfrútúrin úr Norðurtýsklandi, har skipið er smíðað. Eftir øllum frásagnunum í bløðum, útvarpi og sjónvarpi er talan um eitt glæsiligt skip. Eitt skip, sum er nógv meira marglætiskent enn gamla Norrøna, sum tey seinastu árini hevur verið heldur niðurslitin á at líta. Men hetta skipið kostar eini nógv, einar 700 mió.kr., so Norrøna er óivað størsta íløga, sum er gjørd her á landi. Vit skulu tó minnast til, at verkætlanin er so stór, at føroy- ingar, føroyskar fyritøkur, grunnar og íleggingarfeløg, megnaðu ikki at útvega tann nógva eginpeningin sum kravdist. Tíbetur vóru bæði íslendingar og hetlendingar so frægir, at grunnar í grannalondunum kundu fáa til vega tann pening, sum restaði í fyri at kunna seta ætlanina í verk. Hetta gjørdu teir, tí teir ásannaðu, at Norrøna hevur havt stóran týdning fyri ferðavinnuna í Íslandi og í Hetlandi. Harafturat hevur hon havt týdning fyri aðra vinnu, útjaðara og alt samskiftið í Norðurhøvum. Smyril var í síni tíð - fyri 28 árum síðani - eitt gott íkast fyri ferðavinn- una, men tað stóra framstigið kom við Norrønu - The North Atlantic Link. Eingin ivast í, at Norrøna hevur havt og fer at hava alstóran týdning fyri føroysku ferðavinuna, sum framvegis er í stórari menning, og sum alsamt gerst meira og meira professionell. Tí kundi tað tykjast eitt sindur hugstoytt, at landsmyndugleikar, grunnar og íleggingarfeløg sýntu verkætlanini so lítlan áhuga, tá hon tók seg upp fyri nøkrum árum síðani. Men sum fráleið, varð so mikið av váðafúsum peningi savnaður, at verkætlanin kundi gerast veruleiki. At summi - ella nógv - vóru og framvegis eru ivingarsom, og kanska minni bjartskygd, er ikki løgið, tí talan er um eina stóra íløgu, sum skal gjaldast aftur. Spurningurin er so, um inntøkan verður so góð, at nóg mikið verður til rakstur og til at gjalda lán aftur við. Tann stóra íløgan hevur so eisini tað við sær, at tað verður væl dýrari at ferðast við Norrønu, tá talan er um vanligar ferðaseðlar. Hetta, og tað at partaeigarar ikki longur fáa avsláttur, hevur gjørt, at summi eru setst aftur - fyribils í hvussu er. Men tilboðini, felagið hevur í løtuni, og hevur í umbúna at koma við, viga kanska upp ímóti. Men í flestu førum eru tey galdandi fyri fleiri ferðafólk og við bili, so aftur í hesum føri eru tey einsamallu við sviðusoð. Tað sama er galdandi fyri tilboðini hjá flog- feløgunum, sum óivað verður tann stóri kappingarneytin hjá Smyrl Line. Ferðaseðlar við flogførum gerast alt bíligari, eisini saman við bilaleigu, so kanska fleiri velja henda møguleikan og spara tveir dagar av feriu og í peningi. Á hesum stað ynskja við Smyril Line, sum hevur sýnt vilja og ágrýtni, tillukku við nýggju Norrønu við vón um, at tað fer at ganga henni og felagnum væl, og at hon verður tann virkisliður, sum ætlað, í ferðavinnu og aðrari vinnu í Norðurhøvum. Góða eydnu! DAGSINS MEINING Sosialurin Vælkomin Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. TÍÐINDASKRIV frá Bláa Krossi »At tæna Gudi og Menn- iskjum« er slagorðið fyri aðalfundin hjá Bláa Krossi Føroya í ár, sum verður hildin vikuskifti 5.-6. apríl í Meinigheitshúsinum á Skála. Í sambandi við aðal- fundin verður skipað fyri nógvum áhugaverdum og spennandi tiltøkum, bæði fyri ung og eldri og Blái Krossur leggur dent á, at øll tiltøkini eru almenn, so øll eru hjartaliga vælkomin, bæði blákrosslimir og ikki blákrosslimir. Spennandi ungdómsmøti Tiltøkini í sambandi við aðalfundin byrja leygar- morgunin kl. 11 við bíbliu- tíma, har Thomina David- sen fer at tosa um evnið: At tæna Gudi, Tórhild Bjark- hamar fer at syngja. Eftir døgurða kl. 14 verður sjálv- ur aðalfundurin, har skráin verður samb. viðtøkum felagsins. Kl. 16 verður frá- greiðing um verkætlanina »Børn í vanda« við Tórhild Bjarkhamar. Kl. 20 leygar- kvøldið skipar BKU fyri ungdómsmøti v/ Hans Kristian Johannesen ung- dómsráðgeva. Á skránni verður millum annað sang- ur við ungdómi úr Gøtu, frágreiðing um BKU o.a. Sunnudagurin byrjar við altargangsgudstænastu í Skála kirkju við Sverra Steinhólmi, presti. Kl. 14.30 verður familjumøti v/ Jónu Thomsen barnaráðgeva og barnakórið av Strondum luttekur. Kl. 16.30 verður bíbliutími har Alfred Olsen fer at tala yvir evni: At tæna menniskjum. Tær 4 av Toftum luttaka við sangi. Hugnalig samvera Tiltøkini í sambandi við aðalfundin á Skála enda sunnukvøldið kl. 19 við hugnaligari samveru. Evni er: At tæna Gudi og menn- iskjum v/ Sverra Kass. Streingjakórið á Glyvrum syngur. Eisini verður stutt frágreiðing um arbeiðið hjá Bláa Krossi og landsnevnd- arformaðurin Sverri Stein- hólm endar aðalfundin. Mattíðir og barnaansing Neyðugt er at tekna seg á Blákrosskrivstovuni tlf. 449343 um ein ynskir døgurða ella nátturða. Um fólk ynskja tað, er eisini møguleiki at fáa innivist hjá privatfólki. Meðan til- tøk eru fyri vaksin, verður skipað fyri barnaansing við ymiskum virksemi. TÍÐINDASKRIV Túrurin er í samband við undan EM-landsdystin á L a u g a r d a l s v ø l l i n u m seinnapartin 7. juni, enda- liga tíðarfreistin fyri sjálv- an dystin er ikki endalig enn. Eftir at føroyingar hava spælt 3 dystir, men hava bara eitt stig, og hava í tveimum av dystunum spælt væl, og vónandi eru fleiri stig at fáa; vit hava ikki enn vunnið á Íslandi á teirra heimavølli, men eina- ferð skal tað verða. Sjálvir eru íslendingar av teirri áskoðan, at á Laugardals- vøllinum er einki at gera, men teir eru meira varnir viðvíkjandi dystinum í august mánaða, har teir leika á Tórsvølli, siga um tann dystin, at alt kann henda. Av tí at túrurin verður um hvítusunnuhalguna, farið verður úr Vágum fríggja- dagin 6. juni kl. 13.00 og komið verður aftur seint annað hvítusunnukvøld, skuldi hetta verið gott høvi til at síggja grannar okkara fyri vestan, leggjast skal afturat at klokkan verður gott 13, tá ið vit koma til Reykjavíkar, so her er ein møguleiki at vitja handlar og annað nevnda seinna- part, eisini er góður møgu- leiki at vitja onkran svimji- hyl og heitu pottar teirra, ein frálíkur møguleiki, í Laugardalinum er ein 50 metra svimjihylur uttan- dura við heitum pottum, tað er bæði ódýrt og gott fyri heilsuna. Ísland er eitt moderna samfelag og hevur nógv at bjoða, teir duga væl at skipa fyri og taka ímóti ferðafólki, og eru serstak- liga blíðir, tá talan er um føroyingar, vit ætla eisini at koma til fleiri av teimum kendastu støðunum kring Reykjavíkarleiðina, sjálv- andi við føroyskum ferða- leiðara, sum er kendur á teimum slóðum. Har eru listasøvn, svimjihylar, Bláa Lónið, Gullfoss, Gamli Geysir, Hekla, Tingvallir, so eingin nýtist at keða seg, so er eisini at fara til handils, bæði í Kringluni og ein gongutúrur eftir laugarvegnum, har ein part- ur er gongugøta, og Dawn Town. Íslendingar eru góðir við søgu sína og duga væl at siga frá henni, eitt nú Tjóð- minnissavnið, har er møgu- leiki at síggja brævið, sum er undirskrivað fyri tjóð- fundin, sum hildin varð og sum legði lunnar undir at Ísland gjørdist fræls tjóð, jú tað angar alt av søgu og íslendingar eru ernir av at vísa sítt land fram fyri bestu frændum sínum før- oyingum. Bláa lónið er ein søga fyri seg, nýggja bláa lónið, sum varð tikið í brúk í 1999, har trygdar-viður- skifti og umstøður sum heild eru sera góðar, og er lónið eisini heilsufremjandi fyri fólk, sum hava ymiskar húðsjúkur, til tey, sum bara hava verið í gamla lóninum kunnu umstøðurnar ikki sammetast, bara hetta er eina vitjan verd og hetta er eitt av støðunum, sum vit koma at síggja. Eitt annað stað, sum vit koma at vitja, er vík-inga- garðurin í Hafnafirði, har tað hevur eydnast okkum at fáa nakað av atgongu- merkjum til víkingaveitsl- una leygarkvøldið, sama kvøld sum dysturin hevur verið, har borðreitt verður við øllum góðum, nevnda kvøld, okkum vitandi er fyri langari tíð síðan útselt til nevnda kvøld. Tað varð á Tingvøllum 17. juni 1944 har Ísland varð útrópt sum fræls tjóð nevnda dag, eisini har er ætlanin at fara og spáka niðan ella oman ígjøgnum Allmannagjógv. Kerið í Grímsnesi er eitt útgosið gos, sum vatn er á botninum og sum er flótt, her sæst tíðiliga hvussu eitt eldgos hevur verið. Um tíðin loyvir tí so er eisini møguleiki at fara ígjøgnum hvalgonguna og fara ein túr til Akranes, har stendur eitt føroyskt minni frá slupptíðini uppi á turr- um, nevniliga Sigurdfarið, sum eisini er eina vitjan verd. Tær nýtist ikki at verða fótbóltsáhugaður fyri at koma við, eisini onnur eru vælkomin fyri at fáa nakrar dagar í Reykjavík. Í Reykjavík eru nógvar kirkjur, millum annað Halgrimskirkjan, sum tekur umleið 2000 fólk, har er eisini møguleiki at fáa eina gudstænastu annan av hvítusunnudøgunum. Tað er møguleiki enn fyri at tekna seg til ferðina við at fara inná heimasíðu www.fjallatours.fo og har tekna seg at senda fax ella at ringja 314900 sigur Fjalla Tours í tíðindaskrivi. Áhugavert blákrossvikuskifti á Skála Fjalla Tours skipar fyri túri til Íslands frá 6. juni til 9. juni í ár VIÐMERKINGAR Poul Geert Hansen Sjúkrahússtjóri Løgtingsins fíggjarnevnd hevur í januar-februar mánaði verið á vitjan á øllum trimum sjúkrahúsum í Føroyum. Tað er stak positivt at fíggjarnevndin hevur givið sær stundir til at gera eina slíka ferð, fyri at seta seg inn í tey faktisku viðurskiftini innan hetta øki. Heilsuverkið fær uml. 15 % av fíggjarlógini og Landssjúkrahúsið, sum undirritaði hevur fíggjar- ligu ábyrgdina av, fær 8%. Tað er sjálvandi avmark- að, hvat verður rokkið upp á ein dag, tá fíggjarnevndin er á vitjan - ikki minst á Landssjúkrahúsinum, sum er ein stórur og fjøltáttaður stovnur við umleið 800 starvsfólkum (610 árs- verk), við nógvum ymsum serøkjum og funktiónum. Helst er hetta størsta ar- beiðspláss í Føroyum. Vit valdu nøkur ting út, sum vit varpaðu ljósið á henda dagin. Fíggjarnevndin hevur nú drigið samanum vitjanir- nar, og hevur givið lands- stýrismanninum í Heilsu- málum eina afturmelding um nevndarinnar uppfatan av støðuni innan sjúkrahús- verkið. Tað er í hesum sambandi at okkurt hevur verið frammi í fjølmiðlunum, sum eg kundi hugsað mær at gjørt nakrar viðmerking- ar til. Í útvarpinum nevndi fíggjarnevndarformaðurin, at hann metti at sambandi millum læknafrøðiligu av- gerðina og fíggjarligu fyri- sitingina ikki var gott nokk og at okkurt var galið við leiðslubygnaðinum innan sjúkrahúsini. Tað er ikki heilt greitt hvat hann meinti við. Um tað var tað samlaða heilsu- verkið, serviðgerðin uttan- lands, samskipanin av sjúkrahúsunum í Føroyum ella Landssjúkrahúsið. Um viðmerkingin snúði seg um sambandi millum læknafrøðiligu avgerðina og fíggjarligu fyrisitingia á Landssjúkrahúsinunum, so kann upplýsast, at frá í ár er innanhýsis fíggjarstýringini á Landssjúkrahúsinum broytt soleiðis, at fíggjar- liga raðfestingin og ábyrgd- in er flutt til deplarnar. Tað eru leiðandi yvirlæknarnir, sum hava ta endaligu fíggj- arligu og fyrisitingarligu ábyrgdina av, at játtanin verður brúkt á mest skin- samiliga hátt. Tá tað kemur til leiðslu- bygnaðin, so kann nevnast, at Landssjúkrahúsið fekk ein nýggjan leiðslubygnað í 2000. Tað var orsaka av stórum trupulleikum við leiðslubygnaðinum framm- anundan, at tað var neyðugt at innføra ein nýggjan bygnað. Tað eru nógvir møguleikar fyri skipan av leiðuni á sjúkrahúsum, og nógvar royndir verða gjørd- ar á hesum øki í okkara grannalondum. Men fyri at einhvør skipan skal fáast til at virka, so er neyðugt, at hon fær loyvi til at royna seg í eina tíð. Tvey ár er ein sera stutt tíð og Lands- sjúkrahúsið er ikki liðugt við innkoyringsfasuna enn. L e i ð s l u by g n a ð u r i n frammanundan var ein sokallaður súlubygnaður, har tað vóru tríggjar at- skiltar súlur: Lækna-, røkt- ar- og tænastusúlan. Virk- semið var skipað innan fyri súlurnar og samskipanin var ofta trupul. Hetta við- førdi ofra stórt stríð innan- fyri og millum starvsbólk- arnar. Í tí nýggja leiðslubygn- aðinum eru súlurnar burtur og tað er samskipanin, sum er í sentrum. Ovast er ein eindarleiðsla við 3 persón- um: Sjúkrahússtjóri, sjúkrarøktarstjóri og læknastjóri. Sjúkrahús- stjórin hevur evstu ábyrgd- ina mótvegis Familju- og Heilsumálaráðnum. Sjúkrahúsið er skipað í 3 viðgerðar deplar: Medi- sinski-, Kirurgiski- og Psykiatriski depilin. Enda- málið við at skipa sjúkra- húsið í deplar er at betra um samanhangin innan økini, soleiðis at sjúklingurin/ borgarin fær eina so góða tænastu sum møguligt. Innanhýsis á stovninum hevur nýggi bygnaðurin við sær, at ein størri partur av avgerðarrættinum verður desentraliseraður. Hvør depil hevur millum 110 – 150 ársverk og eina lønarjáttan, ið liggur mill- um 40-50 mió.kr.. Deplar- nir verða leiddir av einum leiðandi yvirlækna og einum leiðandi sjúkra- røktarfrøðingi í felag. Tað er tann leiðandi yvirlæknin, sum mótvegis sjúkrahús- leiðsluni hevur endaligu rakstrarligu, fíggjarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina av deplinum. Harumframt er ein tæn- astudepil har allar tænastur so sum køkur, vask, rein- gerð, teknikkur, goymsla, sjúkraflutningur, sjúklinga- skrivstova og leiðbeining er skipað. Tænastudepilin hevur ein depilsleiðara. Tað verður ofta ført fram, at fyrisitingin er blivin alt ov stór og etir ein alsamt størri part av játtanini. Í til- farinum sum fíggjarnevnd- in fekk á vitjanini á Lands- sjúkrahúsinum var tað týðuligt, at hetta var ikki galdandi fyri Landssjúkra- húsið. Í fyrisitingini á sjúkrahúsinum, sum hevur 800 starvsfólk arbeiða 15 fólk. Hetta er til bókhald, fíggjarstýring, lønarstova, starvsfólkamál, KT og skrivarar. Sum dømi um lágu manningina kann nevnast, at Landssjúkra- húsið hevur einans ein teldumann til umleið 220 teldur, eitt stórt KT-netverk og nógv ymisk telduforrit. Tað er alt ov lítið. Ein stovnar av hesi støddini hevur tørv á minst 5 teldu- fólkum. TÍÐINDASKRIV Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag eru komin ásamt um at stovnað eitt arbeiðsgev- arafelag kallað “Kommunala Arbeiðs- gevarafelag Føroya” stytt til KAF. Fremsta uppgáva fe- lagsins at taka sær av lønar-, sáttmála- og starvsfólkaviðurskiftum hjá teimum kommunum, sum gerast limir í felagnum. Í nevndini sita: Jan Christiansen, Tórshavn formaður Mia Pedersen, Vestmanna næstformaður Rodmund Nielsen, Runavík Eivind Jacobsen, Sørvágur Steinbjørn Jacobsen, Klaksvík Árni Joensen, Oyndarfjørður TÍÐINDASKRIV Eyðun Klakkstein er settur sum samskipari hjá tú fyrsta yrkisbólkinum, ið hevur til uppgávu at lýsa støðuna hjá Norpyggjum á ítróttar-, mentanar- og frí- tíðarøkinum. Fleiri slíkir bólkar verða ta komandi tíðina setir at lýsa onnur yrkisøki í Norðoyggjum. Stutt undan ársskiftinum setti Steinbjørn O. Jacob- sen borgarstjóri niður ein stýrisbólk, sum skal ar- beiða við at fyrireika Norð- oyggjar til ta kollveltandi broyting, sum fasta vega- sambandið um Leirvíks- fjørð verður. Umframt borgarstjóran, ið er formað- ur, sita hesir persónar í stýrisbólkinum: Rúni Heinesen, skúlastjóri, Eyð- bjørn Poulsen, vinnulívs- maður, Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóri og Heri Ellingsgaard, umsjónar- maður. John Færø, býráðs- skrivari og Heri M. Hamm- er, býarverkfrøðingur hjá Klaksvíkar kommunu virka sum skrivarar og ráðgev- arar í stýrisbólkinum. Ætlanin er m.a. at seta arbeiðsbólkar innan ymisk yrki í Norðoyggum, sum skulu kanna og lýsa støð- una á teirra øki og koma við tilmælum um møgulig tiltøk. Eftir nakrar fyrireikandi fundir hevur stýrisbólkurin nú sett tann fyrsta yrkis- fólkin. Eyðun Klakkstein verður samskipari Fyrsta økið, sum nú skal lýsast og kannast, er innan ítrótt, mentan og frítíð, har stýrisbólkurin hevur gjørt avtalu við Eyðun Klakk- stein, journalist, at hann verður samskipari hjá hes- um fyrsta yrkisbólkinum, sum vænantandi verður mannaður við íalt trimum persónum. Eyðun man vera einamest kendur í Norpyggjum sum fótbóltsleikari hjá KÍ, har hann framvegis er virkin. Hann hevur tí eitt náttúr- ligt innlit í viðurskiftini á ítróttarøkinum í Norð- oyggjum. Eftir fleiri ár sum virkin tíðindamaður fyri ymsar føroyskar fjølmiðlar, hevur Eyðun fyri stuttum lokið prógv sum journalistur. Hesar royndir hava givið honum holla vita um eitt nú mentan og frítíðarlívið. Eitt nú hevur hann seinnu árini gjørt nógv við at skriva um tónleikalívið í Føroyum. Byrja við einum kunningarfundi Fyrsta tiltakið hjá arbeiðs- bólkinuim verður ein al- mennur kunningar- og kjakfundur, har øll áhugaði fáa møguleikan at bera framt eirra hugsanir um hetta viðkomandi evni. Hesin fundur verður stutt eftir páskir. Fleiri yrkisbólkar verða skjótt settir Í løtuni fyrireikar stýris- bólkurin seg til aðrar arbeiðsbólkar, sum skulu lýsa onnur viðkomandi øki og evni í Norðoyggjum. Nýtt arbeiðsgevarafelag Landssjúkrahúsið og fíggjarnevndin Fyrireikingarnar av Norðoyggjum til Norðoyatunnilin eru farnar í gongd: Arbeiðsbólkur lýsa støðuna í Norðoyggjum innan útrótt og mentan Halgerð Jacobina Hansen f. 31. mars 1948 – d. 20. mars 2003 So steðgaði aftur eitt hjartaslag frá stríði og strevi á foldum, ein sessur er tómur, ein muður ei mælir, ein sál fann sær frið undir moldum. Vit drýpa várt høvur for deyðans makt og lova av hjarta og sinni, at vit skulu altíð minnast títt navn og altíð æra títt minni. Systur tín Jórun C M Y K 11 10