Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Rein útk H71-Kyndil 13-23 (5-11) H71: Arni Ellefsen 6, Gutti Gullfoss 4, Jákup Símun Si monsen 1, Gunnar Djurhuus Í, Heri Petersen I Kyndil: Andreas F. Hansen 8, Jónleif Sålsker 7, Michael Viderø 3, Birgir Hansen 2 Kåri Nielsen 2, Sophus D Christiansen Í Tann reina útklassing kann so sanniliga sigast um dystin sunnudagin á Hálsi millum H71 og Kyndil Í fyrra dystinum í enda- spælinum var ikki so stór- ur munur, men møguleikan fyri enn eimum yvirraskilsi frá hoyvikingum, risti Kyndil skjótt av sær Hóast H71 fekk eina dreymabyrjan og førdi 2-0 og 3-1, varð gleðin stokk- ut, tí tá fyrst Kyndil fekk Nr. 43 — 3. mars 1992 kanónirnar upp á pláss, var einki eftir at heinta hjá hoyvikingum, sum longu í hálvleikinum vóru so eftir- trykkiliga yvirhálaðir, at har var einki at gera. Andreas sera væl fyri Hjá Kyndli kundi serliga leggjast merki til Andreas F. Hansen, ið hevur havt eina eitt sindur trilvandi byrjan, síðani hann aftur kom á Kyndla- liðið. Hendan byrjan er nú bæði væl og virðiliga farin afturum, og ikki skal undra, um hann er maðurin, ið kann koma at stjala meistaraheitið frá vestmenningum, tá moralska finalan verður í Vestmanna komandi leyg- Gunnar Djurhuus & Co. fingu ikki steðg: Andreasi F. Hansen, og kann henda, at VIF fær sama trupulleika, tá moralska finalan um FM-heitið verður í Vestmanna leygardag- in. Mynd: Jens Kriostian ardag — sum vanligt... Hesaferð skjeyt Andreas F. Hansen átta av teimum 23 Kyndla-málunum, og sær ikki út til, at hann er lættur at stedga, sleppur hann fyrst i gongd. | Eisini Jónleif Sólsker vísti seg at vera komnan av álvara úr aldudalinum, og kom hann Andreasi á baki á málskjúttalistanum við sjey málum, harav fleiri teirra vóru í týdning- armiklu fyrstu minuttunum í dystinum. Á liðnum hjá H71 var ikki nógv at bjóða uppá. Jákup Símun Simonsen royndi at stríðast — langt frå við ú úrsliti, innsatsur- in legði upp til — men sum heild kom lítið burturúr. Ei er at ivast í, at okkurt av hinum liðunum, ið nú eru í niðara bólki hevði riggað betri sum *jokari' enn H71. hj. Fóroyameistararnir útraderaðir Medaljur í vanda Skála-Kyndil 15-17 (7-7) Skála: Sóley Mikkelsen 10, Eyðleyg Mikkelsen 2, Anna Maria Berthelsen 2, Súsanna Kallsoy 1 Kyndil: Andrea Arge 6, Ann Mari Wang 2, Annsy Høg hamar 2, Ann Hansen 2, Connie Poulsen 2, Súsanna Olsen 2, Margit Frisdahl | Tað vóru sundurknústir føroyameistarar, ið eftir dystin á Skála leygardagin millum Skála og Kyndil sóust sita ymsastaðni í høllini við hondunum um høvdid og starandi eygum. Fyrstu reakuónirnar hjá teimum tóktust vera, at nú var alt farið og einki eftir, og at eingin grund var fyri at halda fram. Møguleikin fyri gulli hvarv við ósigr- inum, og bæði silvur og bronsa hanga nú í einum tunnum tráði. Góður verjuinnsatsur At Skála tapti dystin leygardagin, var fyrst og fremst einum góðum verjuinnsatsi á Kyndia- liðnum fyri at takka. Roynt varð sum frægast at byrgja upp iyri, at Sóley Sóley — fremst á mynd- ini — skjevt tiggju må! og tvíburðasystirin Eyðleyg — sæst aftan- fyri — skjeyt tvey. fekk ov triar teymar, og hetta eydnadist eisini til eitt vist. Sóley fekk tíggju av teimum fimtan málunum, men av teimum vóru trý brotskøst og try triggjarmeturkøst, so heiit til einkis var verjutaktikkurin, ið Kyndil royndi seg við, ikki. At tær so alla tíðina ans- aðu efur Sóley, kundi hugsast at givið hinum stórri møguleikar fyri at gjørt eftir egnari vild og fingið meira burturúr, men so varð bara ikki. 120 var ikki serliga trupult at basa restini av liðnum, tá fyrst krummtappurin varð av- markaður. Aftrat tí má so sjálvsagt eisini nevnast, at Hanna Rubeksen stóð seg sera væl í Kyndla-málinum, so hóast lutfalsliga opnir møguleikar vístu seg, vórðu eisini teir opnu kjansirnir avmarkaðir við fleiri frálíkum bjargingum frá hennara síðu. Skála hevði ov lítlar variatiónir í spælinum, og hóast mangan stór hol kundu vera at síggja í høgru verjusíðu Kyndils, var tað sjáldan, at heima- liðið royndi at sleppa í hesi. Kyndi! spældi allan dystin klókari, og kann ii einki setast niður á sigurin, 10 var uppiborin. Tað sær út til, at liðið er rímiliga sterkt, hóast Randi Kúrberg er burturi við brotnari hond, og hóast Elsa Sanna á Krákusteini heldur ikki er við. Medaljur í vanda Meðan hini trý liðini í meistarabólkinum hava ein dyst eftir í part, hevur Skála tveir, men tað nýtist nú als ikki at merkja, at eitt av ovastu plåssunum er ein sjálvfylgja. Skála skal komandi sunnudag spæla móti VB í Vági, og so leygardagin eftir móti Neistanum, ið nú longu er føroyameistari í ár. Kyndil skal eisini meta Neistanum, men uttan so, at Neistin ikki leggur lag í síðsta dystin, spåa hagtølini ikki annað, enn at Kyndil hevur ein Ósigur eftir. VB skal vinna á Skála fyri at hava vissu fyri at fáa silvur, meðan Skála skal vinna bæði á VB og Neistanum, skal silvurið vera í nánd. Kyndil hevur ikki so stórar møguleikar at avgera egna endastødu sum hini bæði, men best man vera ikki at siga ov nógv, tí eisini í einum lokalderby í kvinnuhond- bólti i Havn kann alt henda. hej.