Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vestmennin Eru yvirspentir Sida 11 Mynd: Brandur i Dali gar Neistin-VIF 14-17 (10-9) Neistin: Jón Hansen 3, Hel Michelsen 3, Bjarki Ellefsen Mortensen 2, Uni Wardum í VÍF: Ingi Olsen 8, Hjalmar Klein Olsen 4, Joan Pauli 'B | 2 r - Olsen 2, Harald Bjørgvinl Jógvan E. Nielsen 1 Egin mistøk kostaðu Neistamonnum sigurin og stórt sæð eisini meginpart in av gullvónini leygar- dagin, tá vestmenningar vunnu spennandi topp dystin millum hesi bæði lið vid tnimum málum I fyrra hálvleiki var spælið meira javnt, og hóast Neistin ta einu løt- una móti endanum førdi við trimum málum — 19-6 - kundi dysturin fara báðar vegir. Og tað gjørdi hann eis- ini! Vestmenningar kundu mót endanum takka frá- líka málverjanum Kristini Johansen og mistøkum frå Neistanum fyri, at dysturin vendist til teirra fyrimun Febrilskt spæl Í síðstu minuttunum gjørdust Neista-menninir febrilskir, og har teir áttu at havt givið sær góðar stundir, skundaðu teir sær og Øvugt. Neistin brendi ikki færri enn trý brotskøst, og med- an vantandi eydnan gjørdi um seg hjá Neistanum, ítróttur gjørdi Ingi Olsen sær dælt av hesum og skjevt VIF frå at vera aftanfyri 11-13 til at koma framum 14-13, og tá so Hjalmar Klein Ol- sen tók yvir frå 15-13 ul 16-13, áðrenn Jógvan E Nielsen avsluttad:, var einki meira at heinta hjá Neistanum Neistin royndi at taka sær av Inga Olsen sum gast, men tað gekk ikki efur vild. Ta einu løtuna royndu Neista-menninir eitt millumung millum at mansuppdekka hann og ikki, og tað førdi bert við sær, at hann fekk lættari við at fáa sær ferð, og so lå ikki illa fyri at skjóta bólun í neud útfrá Svoleiðis gjørdist endin tann, at vestmenningar her vunnu ein javnan og góð- an dyst, og ikki er ov nógv sagt, at meinigi hondbólts- áskoðarin í Vestmanna er yvirspentur, nú VÍF er so nær FM-heitinum, at bert ein ósigur mót Kyndli kann vika tað. Tann dysturin verður so við garanti ársins hond- bóltsdystur í ár tann heilt stóra moralska hond- bóltsfinalan. hj. Neistin-VB 24-16 (12-9) Neistin: Svanna Hanusar I J, Ki ga fildrid I: í Rit rK 2 | LE uTNICVO Tann hóttanin, væntast kundi frá VB, nú Neistin var so nær FM-heitinum, kom ongantíð. VB slapp at fylgja væl við fyrsta korterið, men so var eisini yvir og farið, og Neistin kundi taka sigurin heim, tryggari og tryggari, sum dystur leið. VB fylgdi við upp tl 5- 5, men so fór Neistin framum og helt leiðsluna restina av dystinum, uttan at nøkur verulig hóttan var móti spælinum hjá Neist- anum, ið slapp at flóta — ikki minst tí VB gjørdi ov lítið av at skerja Svannu Hanusardóttir. Svanna fekk leysar teymar og kundi gera, sum henni lysti — og tað gjørdi hon eisini! Hon fekk ikki minni enn tiggju mål, og var suverent besti spælari hjå Neistanum. Súna Mørk verður tik r 1 ? … ag in i VB-verjuni. Mynd: Brandur í Dali I seinna hálvleiki øktist munurin bara á Iðinum, og umframt at sifrini talaðu fyri seg, so hvert sum Neistin gjørdi mál, varð eisini alsamt stórri munur á spældygd, og í seinna hálvleiki kundi Neistin í uppvísningsstíli prógvað, at FM-heitið, ið hesin sig- urin gav, av sonnur er fult uppiborið. I undankappingini var Neistin langt framman fyri hini liðini, og kundi tað næstan tykjast órættvíst, at liðið mátti byrja endaspæl- ið bert við einum stigið meira enn nummar tvey. Men í endaspælinum hev- ur Neistin ruddiliga prógvað dygdirnar, og víst, at tað ikki bert ræður um at hava nógvar streingir at spæla uppá, men eisini at duga at brúka teir skilagott. Sosialurin ynskir kvinnuliði Neistan til- lukku við FM-heitinum. hj. Neistin FM-vinnari