Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mars 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 44 — 4. mars 1992 — Hon bukaði brotsmannin Ein fóroysk kvinna var sterk, tá hon sunnumorg- unin í Keypmannahavn bardist við ein mann sum ætlaði at neyðtaka hana. Hann heyði knív , , men hon tordi kortini at slåa aftur og slapp til rymingar Tann 29 åra gamla Ansy Poulsen úr Hvannasundi vísti seg sunnumorgunin sum eina sterka kvinnu í Keypmannahavn. Hon skuldi til arbeiðis, og fór fyrst við bussi nummar 37 av Amager, til høvuds- jarnbreytastødina, og hað- ani við tokinum til Ellebjerg stødina. - Klokkan var 6.54 sunnu- morgunin, tå eg fór úr tok- inum í Ellebjerg. Eg var einasta ferðafólkið. Tá eg kom oman gjøgnum trapp- urnar, stóð ein maður fyri mær við knívi. Hann vildi hava meg at koma út á perrongina, meneg noktadi, tieg var bangin fyri, at hann ætlaði at gera av vid meg, greidir Ansy frå. Hann royndi eisini at fåa hana inn i eina lyftu, men hon gjørdi måtstødu. Tey bardust eina góða løtu, og einaferð tveitti hann hana oman gjøgnum trappurnar. Eisini sparkaði hann hana fleiri ferðir. So vildi hann hava hana inn í eina telefonboks, og hann tosaði eisini um at læsa jambreytarstødina. Aftaná dugir Ansy væl at síggja, at tað hevði hann ikki kunnað gjørt, men tað var ikki so lætt at hugsaheilt klárt ta løtuna. Hon hevði turriklædi um hálsin, og hon ivadist ikki í, at hann fór at binda turriklædid um munnin, so hon ikki fekk rópt, men tað gjørdi hann so ikki. Bardist fyri lívinum Ansy helt fram at berjast ímóti, sjálvt um maðurin ala tíðina hevði knívin ímóti henni. Hon spurdi mannin fleiri ferðir, hvat hann vildi henni, men hann vildi ikki svara. Maðurin tosaði danskt, men hann var út- lendingur. Tá hann einki vildi siga um ætlan sína, bjóðaði hon honum at taka pengarnar, hon hevði uppiå sær, men pengarnar legði hann einki í. - Sjálvandi var eg kløkk, tá eg sá knívin, men eg hugsaði alla tíðina um, at eg noyddist at berjast ímóti, tí hann mundi ætla at stinga meg niður, sigur hon. Síða 3 % 5 Seinni kom hon so eftir, at ætlan hansara hevur verid at neyðtaka. Tílíkt hendir nógvum kvinnum í einum stórbýi sum Keypmanna- havn. Fór til arbeiðis Einaferð fekk hon so slitið seg leysa og rann yvir á røktarheimid. - Eg såikki eitt menniskja nakrastaðni, sum eg kundi biðjahjálpa mær. Tað var so tíðliga og sunnumorgin. Tá hon so kom á røktar- heimið, sóu starvsfelagar- nir beinanvegin, at nakað var hent. Tey meldaðu fyri hana, og politiið kom eftir Ansy at fáa hana at greiða frá, hvat var hent. Kennir ikki mannin aftur Politiið hevur gjørt kann- ingar fyri kanska at finna onkur av hansara fingra- merkjum, og hon hevur hjá politinum sæð myndir av brotsmonnum. Tað var Ansy ógjórligt at kenna mannin aftur, tí maðurin hevði fjalt sítt andlit. Tað einasta, hon kann siga, er, at maðurin var myrkleiddur, ikki dani, og í 20-årunum. Hon kundi eisini greiða politinum frá, hvussu mað- urin var klæddur. Ansy heldur ikki, hon hevur fingið nakað álvars- ligt mein av yvirfallinum. Eina nátt lá hon á sjúkra- húsi, tí hon hevði fingið heilaskjálvta. Hon hevur { Refshaleøen i > FE Fá } 5 CR STIANSØAVN sd SJ) »å ig Prøv Henda vegin før Ansy Poulsen SUNnumorg- unin. A Ellebjerg stødini varð hon yvifrallin av manni vid knivi fingið bláu eyga, og í gjár hevði hon nokkso ilt undir síðuni. Hon er nokkso skelkað, og tað gongur illa at sovna, men annars hevur hon tað gott, og hevur góð fólk at vera hjá. Ansy arbeiðir sum heilsu- røktari og skal til próvtóku seinni í mánaðinum. Ætlan hennara er at halda fram við útbúgvingini, tá henda próvtgkan er av. randi 45 ár í sama arheiði - Her man vera gott at vera, tí teir flestu eru her, til teir fara frá fyri aldur, sigur Pauli Næs, sum síðan 1947 hevur arbeit á maskinverkstaðnum hjá Wenzel Petersen í Havn Sunnudagin vórðu liðin 45 ár, síðan Pauli Næs í Havn byrjaði at arbeiða hjá Wen- zel Petersen. Frammanund- an hevdi hann lært til mask- insmið á Tórshavnar Skipa- smiðju. - Pápi mín og gamli Wen- zel vóru sysktinabørn, og soleiðis kom eg inn higar at arbeiða, sigur Pauli Næs. Nú hevur tridja ættarliðið tikid við. Tá í 1947 helt maskin- verkstaðurin til í gomlum barakkunum, ið stóð har, brandstødin nú er við Varð- agøtu. Haðani flutti hann út í pakkhúsið hjá Jens í Dali. síðan í Bakka, og seinastu Pauli Næs á sínum arbeiðsplássi í 45 ár árini hevur verkstaðurin verið uppi við Oyggjarveg- in. Tað hevur mest verið skipum og motorum, Pauli hevur arbeitt við hesi árini. Tá fiskiskapurin var upp á tað vesta, kundi vera so nógv at gera, at hann ong- antíð var heima upp i try samdøgur. Arbeidi hansara hevur alla tidina verid bædi um- bord å skipum og inni å verkstadnum. Frå 1950 til 1952 var hann i Føringa- havnini og arbeiddi fyri Wenzel Petersen. Har var so nógv at gera, at teir arbeiddu nátt og dag. Pauli Næs sigur, at hann hevur havt áhuga fyri skipum, líka síðan hann var ingur drongur og var til skips. - Alt, sum hevur vid skip at gera, skal vera åliitandi, og eg havi altíð lagt dent á at, at teir, sum vit arbeiða fyri, skulu vera nøgdir. Tað hava teir mærvitandi eisini verið við okkara arbeiði, sigur hann. Nógv er sjálvandi broytt hesi 45 árini. tað hevur verið meir at gjørt enn nú, men teir eru framvegis átta á verkstaðnum. Pauli Næs sigur, at hon- um altíð hevur dámt væl hjá Wenzel Petersen, og at hann ongantíð hevur roynt at funnið annað arbeiði. Tað man vera gott arbeiðspláss, tá teir flestu eru her, til teira fara frá fyri aldur, sigur Pauli Næs randi