Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

søde - rise Utlendskar íløgur FØROYA Ídnaðarfelag hevði aðal- fund leygardagin. Í sambandi við fundin varð framløgd frágreiðing fyri farna árið. Í frágreiðingini, sum formaðurin Bergur Olsen, legði fram, verður nomið við nógvar yms- ar spurningar, ið mugu sigast at hava stóran týdning og áhuga fyri okkum øll. NIDURSTØDAN í frågreidingini er ein innilig åheitan å landsins mynd- ugleikar at geva vinnulivinum størri ans — og virding. Hjarta i einum og hverjum samfelag er nevniliga vinnulívið, og vit eiga tí at brúka alla okkara orku til at skapa vinnulívin- um teir bestu karmarnar at virka undir. Formaðurin í ídnaðarfelag- num helt fyri, at politikararnir skulu ikki vera bangnir fyri, at hesir karm- ar gerast ov góðir. Teir skulu tvørt- urímoti gera sítt til, at karmarnir verða so góðir, at teir eisini verða á- hugaverdir hjá útlendskum fyritøk- um, soleiðis at tær kanska fáa á- huga í at koma hendanvegin at gera íløgur í fyri okkum ótraditionellar framleiðslur. HETTA er áhugaverd tala og heldur nýggj eisini. Tí er tað nakað, sum føroyingar hava borið ótta fyri, so hevur tað verið at síggja stórar út lendskar fyritøkur koma til Føroya, Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Krisjan Dahí Kalmar Lindenskov Jústinus Eidesgaard Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Ólavur W. Høgnasen - Hilmar Jan Hansen Utgevari: P/f Sosialurin | Bústaður Uppseting: P/f Sosialurin Prant P/f Pressan 1981 Telefon Argjavegur 26 Postadressa: Pøstsmage 76 Argir 110 Tórshavn 11820 Telefax: 14720 gera iløgur her og »yvirtaka« tann partin av idnadinum, sum ber seg. Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt, ser- liga politikararnar úttalað seg, at vit skulu ikki yvirfloymast av útlendsk- um kapitali. NÚ tykist pípan at hava fingið ann- að ljóð. Nakað herfyri hoyrdu vit forkvinnuna í Føroya Ídnaðarfelag úttala seg um hetta sama. Hon bað til, at útlendingar fóru at gera iløgur í Føroyum. Og nú tekur Føroya Ídn- aðarfelag hetta eisini upp og kemur við eini áheitan á politisku myndug- leikarnar at gera tað attraktivt fyri útlendingar at gera iløgur i Føroy- um. NEYVAN sær nakar, at alt vinnulív- ið verður yvirtikið av útlendingum, men at tørvurin er á kapitali til effektivisering og rationalisering av vinnuni og somuleiðis til at fara undir nýggjar og alternativar fram- leiðslur, er eingini ivi um longur. Vit mugu so bara konstatera, at her á klettunum er ikki nóg mikið til av kapitali til at fara undir umrøddu umleggingar í vinnuni. Tí tykist ein- asti møguleikin vera útlendskur kapitalur. MEN eitt er at konstatera nakað, annað er at gera nakað itøkiligt fyri at fremja hesi ynski. Spurningurin er so, hvat vit kunnu gera fyri at »lokka« útlendskan kapital — iløgur — henda vegin — men mest umråd- andi er sjålvandi, um utlendingar i heila tikid eru sinnadir at koma henda vegin, ti hvat er her at heinta! TAÐ hevur onkuntíð verið tosað um at fáa útlendskar fyritøkur at gera iløgur í alivinnuna, sum nærum øll er um at fara av knóranum. Tað hevur verið tosað um at lata teir gera iløgur í framleiðslu av surimi úr svartkjafti osfr. Ikki eru dømini mong, men so leingi tað ikki eru vit sjálvir, sum miðvíst fara út og royna at fáa útlendingar áhugaaðar at koma henda vegin við kapitali, so hendir neyvan tað stóra. Tí eigur áheitanin frá Føroya Ídnaðarfelag at verða vidgjørd av landsins hægstu myndugleikum. Um hon verður tik- in til eftirtektar ella ikki, so eigur hon í hvussu er at verða vidgjørd seriøst — við fyrimunum og vans- um. EITT ítgkiligt projekt er avtalan við japanarar um at loyva teimum at fiska svartkjaft. Hetta ynski hava japanara; havt áður, men tá vendu myndugleikarnir teimum bakið. Nú vit ikki sjálvir megnaðu at fáa nóg væl burtur úr svartkjaftinum, eru vit meira móttakiligir fyri fremmand- um. Og spurningurin er um ikki hetta byrjandi samstarvið við japan- arar eigur at vera katalysatorurin til eitt nógv størri og víðari samar- beiði, sum m.a. hevur tað fyri eygað: at fáa teir at gera iløgur í Før- oyum, bæði á sjógvi og á landi. Hugskotið við hesum skuldi verið at koma við eini innspræning av bæði kapitali og nýggjum hugskot- um í okkara vinnulív, sum í so mangar mátar er á gravarbakkan- um í dag. TAÐ skal tí vera okkara vón, at landsstýrið og aðrir myndugleikar í hesum landi taka uppskotið frá Før- oya Ídnaðarfelag til eftirtektar og royna at seta út í kortið. Hvat kann gerast og hvat krevst. Hvussu skal ábyrgdin og avgerðarrætturin být- ast millum okkum og »teir fremm- andu« osfr. Hetta eru spurningar, sum mugu viðgerast neyvt. Møgu- liga var tað rætt at byrja her og nú við eini kortlegging av verandi vinnulíus- og komandi vinnulívs- møguleikum. Og í hesum sambandi eigur komandi oljuvinna sjálvandi eisini at verða vidgjørd sum ein møguleiki. Spurningurin er haraftur- ímóti at viðgera og meta um realist- iskar meguleikar, sum í seinasta enda kunnu gagna okkara samfelag og somuleiðis vera gevandi fyri teir útlendingar, sum møguliga skulu til at gera iløgur her á landi. EITT stendur púra greitt: okkum tørvar kapital til umlegging av vinn- uni, soleiðis at hon verður at standa seg betur i framtidini. Spurningurin er so eisini, um okkum ikki eisini tørvar adra utlendska »innspræn- ing« enn bara kapital — royndir og hugskot frå ødrum, sum betur eru før fyri at siggja, hvat er galid — og hvat kundi verid gjørt ødrvisi og betri.