hósdagur 5. mars 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 45 — 5. mars 1992
tíðindablaðið
Mikkjal Sørensen, løgtingsmadur:
Kreppan í Vági
må loysast nú
„Fólkið í Vági og í sunnaru helvt av Suðuroynni kann
undir ongum umstødum góðtaka, at virki og skip ikki
skulu geva arbeiði fyrrenn kanska einaferð í juli,< sigur
javnaðartingmaðurin, ið saman við óðrum mælir til at
fáa eitt felag sett á stovn, ið kann reka virkið og skipini
Ikki er ilt at skilja, at eing-
in serligur hýrur er á vág-
bingum og yviurhgvur
fólki í sunnaru helvt av
Suðuroynni, nú einki arb-
eiði er í Vági, og útlitini
fyri nøkrum eru at kalla
versnandi dag frá degi.
Fyrst tíðindini um, at Pf.
Polarfrost fór á húsagang,
og at virki mátti latast aft-
ur og teir tríggir trolararnir
máttu leggjast.
Síðani tíðindini um, at
einki garanti — hvørki frå
landsstýri ella ødrum -
kundi verða givið fyri, at
skipini ella um ikki annað
fiskiloyvini kundu verða
verandi í Vági.
Og nú seinast tíðindini
um, at virki og skip møgu-
liga skulu liggja still til
einaferð í summar, uttan at
nakar møgulciki er fyri, at
nakar kann leiga ella gera
nakað sum helst fyri at fáa
hjólini so frægt at mala
aftur, at tað um ikki annað
kundi geva nøkrum fólk-
um arbeiði.
Niðurringdur
>Aftan á tíðindini í út-
varpinum tyskvøldid, har
sagt varð at einki kundi
henda fyrrenn einaferð í
juli, varð eg uppringdur av
einari rúgvu av fólki, ið
vildu hava okkurt at henda
í málinum,< sigur Mikkjal
Sørensen í Porkeri, ið situr
á tingi fyri javnaðarflokk-
in.
Hann sigur, at hann
heldur ikki kann sláa seg
til tols við, at einki verður
gjørt við hetta mál, ið ikki
er nakað smámál, men eitt
av teimum heilt ålvarsligu
stórmálunum.
>Vit mugu fáa sett eitt
felag á stovn, ið kann leiga
ella yvirtaka virkið og
skipini, so arbeiði kann
vera aftur at fáa hjá
fólkinum her,< sigur hann
í eini viðmerking við Sos-
talin. >Ég kann ikki góð-
taka, at skiftirætturin skal
kunna leggja ein heilan bý
lamnan í so langa tíð, sum
tað nú ljóðaði kundi fara
at ganga, áðrenn nakað
kundi fáast í gongd aftur.«
Tosað við landsstýri,
banka og verkafeløg
Mikkjal Sgrensen hevur
heldur ikki ligið á talu síð-
uni, men hevur tosað við
landsstýrismannin Thomas
Arabo, ið segði seg vera
positivt sinnaðan fyri ein-
ari loysn, so gong kundi
koma á aftur suðuri í Vági.
Mikkjal Sørensen, javn-
adartingmadur i Sudur-
0y: »Loysn må finnast å
kreppuni i Vågi beinan-
vegin. Her er einki at
bíða eftir.«
Somuleidis hevur
Mikkjal Sørensen i gjår
tosad vid Sjóvinnubankan
um målid.
>Tað varð einki lovad
mær har, men bankin vísti
seg at hava fatan fyri stød-
uni, og varð har hildið, at
tað mátti bera til at fáa
virkið og skipini í gongd
aftur. Sum eg skilti á Sjó-
vinnubankanum, var har
áhugi fyri at finna eina
góða loysn á hesum mál-
inum,< sigur Mikkjal Sør-
ensen.
Somuleiðis hevur hann
sett seg í samband við
Fólkið
fær
Ikki goldid
At so mong nú ganga
arbeiðsleys í Vági og yvir-
høvur í sunnaru helvt av
Suðuroynni, merkist ikki
minst hjá peningastovnun-
um, ið m.a. eiga nógvan
pening í sethúsum.
Síðani 1990 er råvøran
til virkið í Vági minkað,
og at virkið nú læt aftur og
teir tríggir ísfiskatrolararn-
ir vórðu lagdir, var bert
toppurin av tí heila, ið
hevur verið undir
uppsigling í eina tíð, hóast
tað tóktist koma sera dátt á
fólkið har suðuri, at virkið
skuldi lata aftur so
knappliga og uttan nakra
ávaring.
>At fólk ikki eiga nakað
av peningi, er ein vaksandi
trupulleiki,< verður sagt
frá Suðuroyar Sparikassa,
ið letur sethúsalán til at
kalla øll hús, ið verða
bygd í Suðuroynni. >Vit
merkja væl, at fólk íkki
hava ráð og ikki eru fór
fyri at gjalda rentur og
avdrøg, og stødan er sera
ålvarslig.«
Frå Suduroyar Spari-
kassa verður sagt, at um
talan er um fólk, ið annars
Irammanundan ikki hava
havt trupult við at svara
sínar skyldur, verður gjørd
avtala um, at fáa tað útsett,
ul kanska fólkini verða
betri gjaldfør.
Tað sama tykist eisini
gera seg galdandi hjá hin-
um peningastovnunum,
skilir Sosialurin. Alla-
arbeiðsmanna- og arbeiðs-
kvinnufelggini í Vági, so
tað skal verða gjørligt at
skipa fyri nøkrum, so tað
kann koma at ganga skjót-
ari at fáa liv í aftur upp-
steðgaða samfelagið í
Fáa vit eitt felag stovna
sum skjótast, ið kann taka
sær av at reka bæði virkið
'g skipini, kann bera til at
fyribyrgja ti stóra skaða,
ilt stórt arbeiðsloysi kann
fáa á samfelagið í sunnaru
helvt á Suðuroynni,< sigur
Mikkjal Sørensen. >Her er
ikki talan um at arbeiða
innan fyri eina ella aðra
tíðarrammu, men at fáa
gongd á aftur beinanvegin,
so kreppan kann verða
loyst nú!<
hj.
SP
staðni merkist, at fólk ikki
hava pening at gjalda við,
og allastaðni noyðast pen-
ingastovnar og fólk at
rætta seg eftir tí.
hj.