fríggjadagur 6. mars 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sjónvarp Føroya
John Dobson
Fríggjadagin kl. 20.55:
” =
Rúmdin
Í hesi sendingini síggja vit, hvussu nakr-
ir stjørnufrødingar leita eftir »svørtum
holum«. Hetta er eitt lið í einum altjóða
»projekti«, og eitt ófatuliga stórt tele-
skop verður brúkt í hesum sambandi, tí
tað, teir hyggja at, er 200 mill. ljósár
burtur.
Fríggjadagin kl. 21.50:
am. filmur
Telefonin
Lee Remick og Charles Bronson
Ein gamal, stalinistiskur agentur er
staddur i USA. Hann oyðileggur eina
hernaðarsteð fyri og aðra eftir, og heims-
friðurin er hóttur. KGB sendir professio-
nella Borzov (Charles Bronson), sum
saman við starvsfelaga sínum, tí ameri-
konsku Barbaru (Lee Remick) skal royna
at steðga agentinum.
Don Siegel hevur leikstjórnað, og film-
urin er frá 1977.
Leygardagin kl. 20.55:
Upphav Føroya — 2:3
Fólk við áhuga fyri náttúruni fáa nú hevi
at síggja nýggju sendirødina um Føroya
jarðfreði, sum Sjónvarp Føroya sendir
komandi tríggjar leygardagarnar.
Greitt verður frá, hvussu Feroya land
er vorðið til og frá teimum fyribrigdum,
ein kann síggja í landslagnum, sum gjáir
og gil, dalar og firðir, hamrar, hjallar og
rekur, kol, steinar og grótfláir. Vit fylgja
Jóannesi Rasmussen, jarðfreðingi, sála,
runt í oyggjunum. Eisini eru myndir av
eldgosum og rennandi lava, skitsur og
tekningar, sum saman við heimligu
nåttåruupptøkunum geva eina heildar-
mynd av Feroya jarðfreði.
í aðru sending verður greitt frá fláa-
bygnaðinum, sum hann tekur seg út í
Feroyum í dag. Niðastu basaltfláirnar
eru í Suðuroy, Mykinesi, Gáshólmi, Tind-
hólmi og í Vágum. Kolalindin og
gosmyrjan síggjast bert í Suðuroy, Tind-
hólmi og í Vágum. Miðfláirnar fevna víða
um og eru at finna í ellum oyggjunum
uttan í Mykinesi fyri vestan og í Fugloy
og Svínoy fyri eystan. Oman á miðfláun-
um tekkjast ovastu basaltfláirnar — tær
kunnu eygleðast um alt midøkid og eyst-
antil i Føroyum.
Leygardagin kl. 21.20:
Sven Ingvars í 35 år
Hvør føroyingur kennir ikki sangin um
»Lilla, søta frøken Fra:ken«, »Kristina
från Wilhelmina« og aðrar svenskar slag-
arar.
Í 35 ár hava Sven Ingvars spælt til
dans í Svøriki, og i tí sambandi er gjørd
ein sending um bólkin. Sendingin fekk
góða umtalu í Sveríki, tá ið svenska sjón-
varpið sendi hana — umleið 1,5 mill. fólk
sóu sendingina.
Tað er filmsfelagið Zebra film, sum
SvF hevur samstarvað við um Sissel
Kirkjube-sendingarnar, sum hevur gjert
sendingina um Sven Ingvars.
Leygardagin kl. 22.20:
Cocktail — am. filmur
i
Tom Cruise og Elisabeth Shue
Hin ungi Brian Flanagan (Tom Cruise)
kemur heim úr krignum. Hann fer i
skúla, men tað gongst ikki so væl, og
verður so barrverður, og har gongst bet-
ur. Hann er vakur og fær samband við
nógvar ungar, vakrar gentur, men eisini
við Doug, sum lærir hann arbeiðið — og
um lívið...
Filmurin er frá 1988.
Leygardagin kl. 23.55:
Lóg og lógloysi
í Chicago
Luca sendir Holman til St. Louis eftir
einari bók. Torello fer til St. Louis eftir
einum drápsmanni. Men tað gongst báð-
um illa.
Sunnudagin kl. 16.50:
Danska Grand Prix
ið
Anne Herdorf og Anders Frandsen
Danska Grand Prixið verður í Álborg-
hallen. Teir báðir fyrru vinnararnir, Anne
Herdorf og Anders Frandsen, koma við
nógvum nýggjum nevnum, sum luttaka
og eisini nekrum av teimum gomlu.
Vinnaralagið skal umboða Danmark í
Malmø tann 9. mai.
Sunnudagin kl. 23.00:
Berit Ås
Kenda norska kvinnusakskvinnan og
politikarin Berit Ås, vitjar i Føroyum i
sambandi við altjóða kvinnudagin, sum
er nú 8. mars. Berit Ás, sum í heyst
gjørdist heidursdoktari við Universitetið
í Keypmannahavn, hevur verið virkin í
norskum flokspolitikki hesi seinastu 20
árini, men tað er serliga innanfyri
kvinnurersluna, vit hava hoyrt mest til
hana.
Henda sendingin er ein samreða við
Berit Ás um kvinnur, politikk og hvat er
komið burtur úr hesi seinastu 20 árini.
Tysdagin kl. 20.30:
Svangir lundar
Bergur Olsen, fuglafrødingur, byrjadi
fyrstu veruligu lundakanningina i Føroy-
um seinasta summar úti i Skúgvi. Hann
hevur við hjálp av heimagjerdari fellu,
fingið fødina frå sildberum. Av hesum
sæst, at lundin ber mangt annað enn
nebbasild.
Nakrar pisur fingu regluliga fødi 3 ferð-
ir um dagin frá fólki. Stórur munur er
millum tær pisurnar og har lundin sjálv-
ur ber feðina.
Vit fylgja Bergi ein dag úti í Skúgvi.
Fiskirannsóknarstovan stendur fyri
kanningini. Jákup Reinert, fiskifrøding-
ur, greiðir frá sambandinum millum
lundan og yngulstovnin við Feroyar.
Týsdagin kl. 21.30: |
Samrøda við
Salman Rushdie
Tann 14. februar vóru trý ár liðin, síðani
Khomeini lovaði tí, sum kundi beina fyri
Salman Rushdie, eina stóra peningaupp-
hædd. Síðani tá hevur Rushdi flýggjað
og krógvað seg fyri iranskum hermonn-
um. Lovaða peningaupphæddin er í dag
uppá 35 mill. kr. Í eini roynd at gera um-
heimin kunnugan um, hvat tað snýr seg
um, hitti Rushdie nýliga Niels Frede
Nielsen frá TVA í einari væl vardari íbúð
í London.
Týsdagin kl. 22.00:
Árhus By Night
Hetta er danskur filmur frá 1988.
Frederik er leikstjóri og ætlar at gera
ein film um síni barnaår í Århus. Men
filmslið hansara — fólk úr Keypmanna-
havn — vilja heldur brúka tíðina til at
ganga á vertshúsini.
Hósdagin kl. 21.10: |
Mynd av einum
hjúnabandi — 1:4
Janet McTeer sum Vita
BBC hevur gjert eina sendireð, sum
byggir á bók hjá Nigel Nicolsons, sum
snýr seg um hjúnalagið hjá foreldrum
hansara. Foreldrini, rithevundin Vita og
diplomaturin Harold Nicolson, elska
hvert annað, men eru bæði homoseksuel.
Tey hava tað tó gott, til vinkonan hjá
Vitu kemur
Hósdagin kl. 22.05:
Oyðandi vápn
Murtaugh og Riggs eru báðir Vietnam-
veteranar — men hava annars einki fe-
lags. Murtaugh er littur, fimti ára gamal
og ein hampuligur familjumaður, sum
ikki nakrantíð hevur skotið nakran.
Riggs er hvítur, ungur og serfreðingur í
at drepa. Síðani kona hansara er deyð,
ætlar hann í heilum at taka lívið av sær
sjálvum. Hesir báðir fylgjast — men ikki
við góðum vilja...