Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 46 — 6. mars 1992 Frances Reid og Robert Young Fríggjadagin kl. 18.30: Mercy or Murder? Am. filmur frå 1987. Fráfarni verkfrød- ingurin Roswell Gilbert hevur seinastu árini verið um konu sína, Emily, sum hevur Alzheimers sjúku og nógva pínu. Roswell aftrar lata dóttrina, Skipper, vita, hvussu sjúk mamman veruliga er. Við kærleika og umsorgan ever hann einsamallur verið um konu sína, men hon verður bara verri og verri. Og at enda orkar hann ikki at síggja hana líða longur. Hann ætlar at hjálpa henni at doyggja. 4. mars 1985 skjýtur hann Emi- ly Gilbert, so hon doyr. Hann sigur seg sekan og verður ákærdur fyri morð. Um- heimurin veit ikki, hvat hann skal halda um hetta, tí maðurin tykist ikki at angra gerð sína. Er Gilbert ein kaldur dráps- maður ella hevur hann dripið í góðari meining? Hann aftrar seg eisini at siga rættinum frá, hvussu ring konan var, hann vil, at øll skulu minnast hana, sum tann raska konan, hon einaferð var. seg at Leygardagin kl. 19.30: Ipcress File Enskur filmur frá 1965 bygdur á bók hjá Len Deightons. Hevuðspersónurin er anti-hetjan Harry Palmer, fyrrverandi herovasti, sum gjerdist agentur í ensku trygdartænastuni. Leikarar eru m.o. Michael Kane, Nigel Green, Guy Doleman. Sunnudagin kl. 18.00: Who framed Roger Rabbit? Am. filmur frá 1988 við Bob Hoskins, Christopher Lloyd, Joanna Cassidy o.ø. í leiklutunum. Filmurin hevur fingið fýra Oscar. Privatdetektivurin Eddie Valiant arbeiðir í Los Angeles, har hann í Toon- town, har kendar filmstjernur búgva, skal taka myndir av konu Roger Rabbit, sangarinnuni Jessica, og hann kemur upp í eitt morð. Eddie roynir at kanna morðið, men hann hevur Roger Rabbit aftan á sær, og legreglan er eftir teimum, tí kaninin er illtonkt fyri morðið. Lagt til rættis Ella Smith Clementsen Hittist á tif. 156 16 Nicolas Cage Mánadagin kl. 18.35: Raising Arizona Am. filmur frá 1987 við Nicolas Cage og Holly Hunter í hevuðsleiklutunum. Handan múrarnar metir tann fongslaði, H. I. McDunnough, sum ikki stendur til bata, kærleikanum: Legreglukvinnuni Edwinu. Tey giftast, og McDunnough ætlar sær nú at halda seg rettu megin lógina. Og eydnan tykist at vera við teimum, men tað er ein trupulleiki, tey fáa eingi bern. Men munnu ráð ikki vera fyri tí, eftirsum snikkarin Nathan Ari- zona júst hevur fingið fimmburðar? Mánadagin kl. 21.30: Murphy Brown Murphy skal taka ímóti eini heidursløn, og veit ikki, hverjum hon skal bjóða við. Foreldrini eru skild, so tað riggar ikki so væl, at tey koma bæði. Hon bjóðar pápa sínum, og hann kemur við nýggjari konu og einum barni, men sama dag kemur mamma hennara, tí hon hevur lisið um heiðurslenina í bleðunum Mánadagin kl. 22. 2.10: Married with Children Marcy bidur Peggy læna sær bilin, ti Steve vil ikki læna henni nyggja Merced- esin. Men istadin fyri at læna henni bilin, sannførir Peggy Marcy um, at hon eigur líka nógv í bilinum sum Steve. Tær stilla forarasetrið inn osfr. og so fer Marcy við bilinum. Men tað fyrsta, hon ger, er at renna á ein stólpa Týsdagin kl. 19.30: The Wonderful Country Robert Mitchum Am. filmur frá 1959 við Robert Mitch- um, Gary Merrill og Julie London í hevuðsleiklutunum. Martin Brady er ikki góður við heimland sítt, og hann hevur ongar ætlanir um at venda aftur. Sum smádrongur noyddist hann at flýggja eftir at hava skotið manni in, sum myrdi pápa hansara gin fór hann til Mexico aks upp. Nú arbeiðir hann sum b r fyri Don Cipriano Castro. Tá ið Castro skal keypa nógv vápn, verður Brady noyddur at fara heim aftur. Eftir at handilin er í lagi, verður Brady fyri vanlukku og noyðist at verða í einum lítlum býi við markið til Texas. Og tá ið Colton majorur biður hann hjálpa til við at vinna á apach- unum, hevur hann ongan hug. Men hann noyðsit at verða verandi leingi, og kennir so við og við íbúgvarnar — m.a. vekru konu Coltons, Ellen. Týsdagin kl. 22.00: Married with Children Al og Peggy fáa av misgáum postin hjá Steve og Marcy, og tey uppdaga, at tey eru boðin til eina sjónvarpssending, har tey kunnu vinna stórar vinningar. Áðr- enn tey hava fingið tíð at geva teimum postin, koma Steve og Marcy, og tey fara at deilast. At hevna seg, gera Al og Peggy av at fara í teirra stað í sjónv arpið og vónandi vinna nógv Mikudagin kl. 21.00: Miami Vice Crockett og Tubbs eru eftir Amato, sum er kendur fyri vápnahandil og illtonktur fyri smugling. Kona Amato er ein vekur kvinna, og tað tykist legið, at hon er gift við Amato, hon er still og heldur seg fyri seg sjálva. Skjótt kemur fram, at hon verður illa viðfarin og hon hevur fleiri ferðir roynt at fara frá manninum. Man hon vera fer fyri at hjálpa Crockett og Tubbs? Hósdagin kl. 19.00: 21 Jump Street Tá ið ein Porsche verður stolin úr eini handilsmidstød í Westside High, verða nakrir unglingar, komnir úr South Centra-skúlanum í Westside High, ill- tonktir. Hanson og Penhall kanna annan skúlan og Hoffs hin. Hoffs roynir at ger- ast væl við tveir næmingar, ein rík- mannason og ein fátækan drong. Hósdagin kl. 22.35: Rockford Files Clair, ein gomul vinkona, kemur til Rock- ford og biður hann hjálpa sær. Hon er komin i trupulleikar av einum lånihåvi og biður hann fara til ein åvisan persón. Men hesin er ein, sum hann minst hevði væntad. Og so verður pápi Rockford rændur, og Rockford fær tað sera trupult — hann stendur mitt í millum løgregluna og undirverðina. Morgunlestrar í Útvarp Føroya 9.—14. mars. Hesa vikuna lesur Hanus A. Samuelsen í Hoyvík Sálmar og bíbliuorð: Mánadagur 9. mars nr. 30 Guð, allur heimur í høgum eins og lágum Týsdagur 10. mars nr. 48 Lítla Guðs barn, hvat sakar teg Mikudagur 11. mars nr. 13 Guðs kirkjulið, gitnan ger skapara tín nr. 22 Harrin signi oss og ráði Hósdagur 12. mars nr. 403 Guð, títt er valdið nr. 404 Himmalski faðir! Tín er allur heiður Fríggjadagur 13. mars nr. 25 Upp alt, ið Harrin hevur gjørt Leygardagur 14. mars nr. 27 Ævigi Guð vár, títt veldi, tín æra