fríggjadagur 6. mars 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 11
tíðindablaðið
SOSIALURIN
Nr. 46 — 6. mars 1992
tíðindablaðið
Gg Tørknneme s Fierce er er”
NOkkurt må
RA Hersom kriog
x frei se
at er AS BASA RØR
KKK 08 Í Norhareynngr FØR
gf“ prentaður
18 Levgerdege 8 mere 1987
Læsið inni í blaðnum um
Sosialin fyrr og nú
Á EGNARI
PRENTSMIÐJU
ER A
Førom rr ox tengpinere Error ær
SA 7
Fog: Hede hev eros I a
Nite 5
6. mars 1982,- tvær ferðir um vikuna
At fara undir eina millum
tvær og hálvatriðju milli-
óna stóra iløgu fyri tiggju
árum síðani, var ivaleyst
av mongum hildið at vera
vágaverk. Milliónirnar
skuldu brúkast til nýtt
blaðhús og nýggja prent-
maskinu.
Husaumstødurnar í Sjúr-
dagøtu og á Heygsbreyt,
har Sosialurin hevði hildið
til í nøkur ár, gjørdust ov
trongligar, og eingin
møgulciki var at vidka
virksemi har. Haraftrat var
blaðið prentað á einastu
blaðpressu í landinum,
henni hjá Dimmalætting.
Hóast tekniska samstarvið
við Dimmu virkaði sera
væl, lá kortini ein ávís
binding í hesum, og skuldi
Sosialurin hava møguleika
at menna seg rættiliga, vid
millum ødrum fleiri útgáv-
um um vikuna, var hetta
ikki nøkur varandi loysn.
Fluttu á Argir
Eftir gjølligar kanningar
og útrokningar varð avrátt
at leita eftir hóskandi holi
ul blaðhús, og endin varð,
at keypt vóru húsini hjá
Jákupi hjá Carl á Lag á
Argjum, sum tá vóru inni-
lokað, men ikki innrættað.
Samstundis sum farið varð
undir at gera húsini liðug,
varð nýggj blaðpressa
biløgd heilt úr Chicago, av
sama slagi sum Dimma-
lætting hevdi havt góðar
royndir av.
Og friggjadagin 5. mars
var hin stóri dagurin tå
Jarleivur Hilduberg, sum
tå var komin at arbeida
sum prentari å Sosialinum,
fyri fyrstu ferð kundi trýsta
á knøttin á prentsmiðjuni,
og fyrstu blødini komu við
flúgvandi ødi sendandi úr
maskinuni.
Tríggjar ferðir um
vikuna
Nú ráddi um at fáa mest
møguligt burturúr hesi
miklu orku á prentsmiðj-
uni og góðu hølisumstød-
unum annars, og ikki vardi
tað leingi, ul blaðið økti
sína útgávu úr tveimum
bløðum um vikuni til trý.
Tey vóru tó mong, sum
ivadust í, at hetta var rætta
leiðin. Var ikki betur at
hava tvey hampulig blød
um vikuna heldur enn trý,
sum kanska fóru at vera
Síðani 1954 varð Sosialurin prentaður á Heygsbreyt.
Karbech Mouritsen átti prentsmiðjuni, men seldi hana
tiggju ár seinri til Javnaðarflokkin >"
ár á Argjum
Tá Tíðindablaðið Sosialurin
flutti út í síni egnu blaðhús á
Argjum fyri tíggju árum síðani,
kom blaðið út tvær ferðir um
vikuna. Stutt eftir øktu vit
útgávuna til tríggjar ferðir, og
nú fyri tveimum árum síðani,
gjórdu vit eina roynd at koma
út fimm ferðir um vikuna.
Hendan roynd eydnaðist so
mikið væl, at hetta gjórdist
varandi loysn. Sostatt kemur
Tíðindablaðið Sosialurin í dag,
sum einasta blað í Fóroyum, út
fimm ferðir um vikuna. Stórsta
framtakið fyri tíggju árum síð-
ani mundi tó vera, at blaðið
fekk egna blaðprentsmiðju
en í sjeytiárunum keypti Sosialurin hús í Sjúrðargotu,
har blaðfólk og ein partur av teknikkinum hildu til i.
Men har gjørdist ov trongligt…
or #04 #73 sem gid
DK ÞOL tar Kár
=
i
|
6. mars 1992, - fimm ferðir um vikuna
heldur tunnlig. Eitt við-
komandi sjónarmið, uttan
tó at fáa undirtøku.
Tað vísti seg, at avgerð-
in, at økja um útgávuna,
var røtt. Tað gjørdi upp-
lagid av bladnum vart vid.
Bæði haldaratalið og
leysasølan øktust sum árini
gingu.
Fimm ferðir um
vikuna
Fyri tveimum árum síð-
ani hendi tað, ið fólk, sum
hava staðið Sosialinum
nær, leingi høvdu vónað,
men ongantíð rættiliga tora
at roknað vid. At økja enn
meira um útgávuna.
Tað var eitt vágaverk at
spenna bogan so langt, at
royna fimmdaga útgávuna.
Men hetta varð kortini
gjørt. Fyrst sum ein roynd
á vári í 1990, men so
mikið væl eydnaðist
hendan royndin, at hildið
varð ráðiligt at halda fram.
Ikki minst sum tíðirnar í
Føroyum í løtuni eru skal
ein vera sera varin at taka
munnin ov fullan. Men
higartil bendir alt á, at
hetta var tað einasta at
gera, og tað í rættari lotu.
Høvudsinntøkurnar hjá
blaðnum eru leysasøla,
haldarar og lýsingar. Lýs-
ingarnar bæði fækkast og
tódna, sum ein nátúrlig av-
leiðing av, at fólk ikki
hava so nógvar pengar um
hendi, og tí mugu inn-
tøkurnar koma inn á annan
hátt. Hesar kunnu íkki
koma aðrastaðni enn frá
haldarum og leysasølu,
sum eru serliga øktir í tali,
efur at blaðið kemur út
fimm ferðir um vikuna.
Um hendan gongd heldur
fram, velst sjálvsagt fyrst
og fremst um blaðdygdina.
Tíðindablaðið Sosialurin
kemur í dag - á tíggju ára
degnum á Argjum - og í
sínum 65 ára aldri, út í
6.500 eintøkum, og er við
hesum avgjørt næststørsta
blad i Føroyum.
tór.-
..og í 1982 varð so flutt í nýggj blaðhús á Argjum.
Umstødurnak „við. nýggjum og framkomnum teknikki
gjørdu, at møguleikar vóru at betra blaðið