fríggjadagur 6. mars 1992síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 46 — 6. mars 1992 Síða 19
FR
Neistin-H71, 1. deild menn,
20-18 (6-11)
Neistin: Kåri Mortensen 7,
Uni Wardum 5, Bjarki Ellef:
sen 5, Såmal Hansen 3 (4
åvaringar, 3 útvísingar)
H71: Arni Ellefsen 5, Gunnar
Djurhuus 4, Svend Poulsen 4,
Jákup Símun Simonsen 3,
Gutti Gullfoss 1, Heri Peter-
sen I (2 åvaringar, I
utvising, I burturvising)
Tey, ið hildu seg hava sæd
Neistan spælt sín vánalig-
asta hálvleik í dystinum
um vikuskiftið móti VÍF,
tá seinni hálvleikur var alt
annað en at reypa av,
fingu sum sjóa fyri søgn,
at tað bert var byrjanin, ti
Neistin tók so sanniliga
við, har slept varð í ti
dystinum, nú spælt varð
móu H71 mikukvøldid.
Soleiðis var fyrri hálv-
leikur hjá Neistanum ein
sonn katastrofa, meðan
H71 spældi væl. Einki bar
til hjá Neistanum í álop-
inum, og pláss er ikki á
hesi síðu fyri øllum teim-
um mistøkum, neistaspæl-
ararnir gjørdu í álopinum
fyrra hálvleiki. Men tað er
nú ikki bert teimum at
lasta fyri, at einki serligt
gekk við málskjótingini, tí
ikki er Ov nógv avgjørt at
siga, at H71-málverjin Eg-
in Høgnesen stóð sum ein
livandi veggur í málinum.
Hann fekk eina sera góða
byrjan, tá hann longu í all-
arfyrsta minuttinum tók
eitt brotskast frá Una War-
dum. Eitt sindur sigur tað
eisini, at Neistin tað fyrsta
korterið við neyð og deyð
fekk tvey mál.
Væl gekst hjá H71
Men meðan illa gekst
Neistanum at vísa sín
heimarætt í føroyska
hondbóltstoppinum, gjørði
H71 av við tær so manga-
staðni skrivaðu reglur um,
at hagani skuldi eingin
vænta sær nakra m6tstødu
aftrat í ár. Serliga gott var
tað avrik, menn sum Árni
Ellefsen, Jákup Símun Si-
monsen og Gunnar Djur-
huus løgdu eftir seg —
saman vid målverjanum,
sjålvsagt!
Kari fekk bjargað
Neistanum frá tapi
Teir fáu áskoðararnir á Hálsi mikukvøldid mundu fingið
eina sensation at sæð, tá H71 kroysti Neistan heilt út til
tað uttasta markið. Men so vendi Kári Mortensen øllum
Hetta, at H71 á ein sera
væl disiplineraðan máta
fekk tingini at ganga upp,
meðan alt fór í fisk hjá
Neistanum, førdi eisini við
sær, at H71 hevði øll
essini á hondini, tá farið
var til hálvleikssteðgin. Tá
var H71 fult uppiborið á
odda við fimm málum —
11-6.
Men hóast hesa ynski-
stóðu eydnaðist ikki H71
at halda fast við leiðsluna,
og allarhelst útskeldaðir
neistamenn vístu aðrar
taktir, nú teir komu á vøll-
in aftur til annan hálvleik.
Spælið hekk saman, og í at
kalla gllum gekk teimum
sera væl í seinna hálvleiki.
Kári vendi dystinum
Sum dómi um hetta
kann nevnast, at Neistin
longu eftir einum korterið
hevði vunnið sær leiðsluna
við sjey málum, meðan
H71 bert fekk tvey, og so-
statt misti fullkomuliga
rútmuna og takið á dyst-
inum, hoyvíkingar høvdu
havt í fyrra hálvleiki.
Fyrst og fremst var tað
við Kára Mortensen á
odda, at Neistin kom upp-
aftur í dystinum. Hann
vísti seg frá síni bestu
dygdarsíðu, og við fýra
málum í byrjanini av
seinna hálvleiki gekk hann
undan hinum og vísti veg-
in, samstundis sum han
Kári Mortensen í einari
av sínum skotroyndum
mikukvoldið. H71-
verjan roynir at forða
Mynd: Brandur í Dali
undirstrikaði, at hann er á
veg at koma >frygteligt
tilbage«, sum tann
skjútti hann er.
Eisini Uni Wardum, ið
ikki var at síggja í fyrra
hálvleiki, fekk gjørt nøkur
sprell móti endanum, tá
han skiftist við Kára um at
vera inni. Endin varð so,
at Neisun fekk bjargað sær
sigurin og stigini í hús,
hóast hoyvíkingar aftur
móti endanum á seinna
hálvleiki raknadu við og
góvu verduga mótstøðu,
so alt ikki gjørdist so lætt
hjå Neistanum, sum
kanska varð væntandi vid
teirri byrjan, liðið hevði
upp á seinna hálvleik.
Fram til 17-17 fingu
hoyvíkingar hildið tørn,
men so syrgdu Uni, Bjarki
og Sámal við trimum
fylgjandi málum fyri, at
sigurin varð tryggjaður og
Neistin kundi andað út.
Endin í toppinum
Rættiliga sjónskt var, at
tað ikki hóvar Neistanum
at hava riðið oman á ald-
uni fyrri í kappingini, og
nú bert at skula stríða eitt
helst sera hart stríð fyri at
vera við í silvurdystinum.
Hoyvíkingar vóru sera
nær við at fáa síni fyrstu
stig í endaspælinum, og
hóast væl gekst — serliga í
fyrra hálvleiki — er ilt at
trúgva, at hoyvíkingar
koma nærri hesum stigun-
um nú. Tað stutta av tí
langa er, at meistaraheitið
verður avgjørt í Vest-
manna leygardagin millum
VIF og Kyndil, og so er
bert silvurspurningurin eft-
ir, og neyvan kann hugsast
at H71 nú kann taka nakað
frá nøkrum, ið kann åvirka
endaligu støðuna í topp-
inum.
stór-
hj.
r
Utsettar FM-
kappingar
pi
Vegna illvedur i februar,
hevur tíverri verið neyð-
ugt at útseta fleiri FM-
kappingar í ein- og tví-
mansleiki í borðtennis.
Kappingarnevndin hev-
ur nú saman við starvs-
nevndini avgjert, hvussu
tær útsettu kappingarnar
skulu leikast.
Leikt verður hesar dag-
ar — á hesum steðum:
Í Nólsoy, 6. og 7. mars —
piltar og smádreingir.
Í Hvalvík, 7. mars — pink-
ur og smágentur.
Í Getu, 8. mars — dreingir
og unglingar.
Á Tvøroyri, 8. mars —
meðaldeild.
A Argjum, 14. mars —
meistaradeild og mix-
double.
A Toftum, 15. mars —
gentur og smágentur.
Tilmelding fer fram hjá
umboðsmonnunum í fe-
løgunum í seinasta lagi
hósdagin kl. 20.00 fyri
hverja kapping.
Tey, sum ikki hava boð-
að frá lutteku áðrenn til-
meldingarfreistin er úti,
kunnu ikki luttaka í
nevndu kappingum.
Allar kappingarnar
byrja kl. 9.00 stundisliga
— uttan kappingin í
meðaldeildini, sum verður
á Tveroyri; hon byrjar í-
staðin kl. 13.00.
BTSF vil minna á, at vit
í seinasta brævi sendu fe-
legunum nevnini á um-
boðsmonnunum.
Til leigu
Íhúð, 3 komur, lítil stova, køkur og baði-
verilsi, til leigu fyri kr. 4.000 um mår. v/
ljós og hita.
Tlf. 13961 eftir kl. 17.00