Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 1992síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síð 20 Jógvan Sundstein, varal - - rmavdur á MFS-hátíðarhaldi: Utisetar skulu hava valrætt! ry al -1 að er mær ein gleði at boða frá, at landsstýrið hevur samtykt leggja uppskot fyri tingið, soleiðis at persónar, sum vegna út úgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, hava valrætt ti: lógtingið eftir ávísum treytum segði Jógvan Sundstein, vara- lo smaður, tá hann í farnu viku setti 30-ára haldið hjá MFS í Keypmannanavn. Góðu studentafelagslimir. Tað hevur verið væl kent millum feroyingar, at teir okkara millum, sum skuldu nema sær hægri útbúgving, máttu fara av landinum. Longu fyri meira enn hundrað árum síðani rerdi seg eitt ríkt føroyskt studentalív í Keypmannahavn. Teir vóru ikki so ógvuliga nógvir í tali, men burtur- vera teirra hevði stóran týdning fyri teir persón- liga og fekk eisini stóran týdning fyri menningina av landi okkara. Sum frá leið gjørdist tað meira vanligt at fara utt- anlands í útbúgvingar- erindum og ikki bara til Keypmannahavnar, men eisini aðrastaðni í Dan- merkini og til onnur lond. Útbúgvingarmeguleikar- nir gjørdust eisini fleiri og fjølbroyttari — tað vóru ikki longur bara prestar, læknar og juristar — men mong onnur virkiseki, sum ungfólkið valdi. Í fimtiárunum tóku les- andi seg saman at stovna eitt Meginfelag fyri føroy- ingar undir útbúgving. Hetta felag sovnaði burt- ur aftur, men í 1962 varð tað endurstovnað, og síð- ani tá hevur tað verið virkið. Navnið Meginfelag Fer- oyskra Studenta borgar fyri, at felagið er fyri allar føroyingar undir hægri út- búgving, líkamikið hvar teir nema sær hesa. Nakrir límir eru nú heima á landi, hóast fram- vegis teir flestu eru uttan- lands og harav framvegis aftur teir flestu í Dan- mark. Felagið hevur sjálvsagt sum sítt fremsta endamál at virka til frama fyri limir Seinasta vikuskiftið skipaði MFS, Meg- infelag Føroyska Studenta, fyri 30 ára hátíðarhaldi í Keypmannnahavn við eini sera fjølbroyttari skrå. Har vóru róður hildnar, har var konsert og framsýning, har var kabarett, EF-hoyring og ein stór veitsla, har ikki færri enn 500 fólk vóru við. Hátíðarhaldið var sera væleydnað. Sosialurin hevur fingið hendur á teimnum báðum setanarróðunum, sum Jógvan Sund- stein, varalogmaður og Ráðsformaðurin Bogi Kirke, hildu í Føroya Húsinum, tá haldið varð sett. sínar, tað vil siga fyri teirra útbúgving og prak- tiska tervi annars. Men júst fyri eitt felag sum MFS, hevur tað alstóran týdning, at tað megnar at sýna seg sum felagið hjá teim feroysku studentun- um. Felagið hevur ta ser- steðu at umboða lesandi frá emum lítlum landi og samstundis tað serliga, at flestu limirnir lesa í fremmandum landi og londum. Í ellum feri vil tað tjóðskaparliga fáa ein lutfallsliga stóran lut av tí arbeiði, sum gjert verður. Og serliga, tá ið ofta má verða strítt fyri at fáa viðurkenning. Umframt at virka bein- leiðis fyri limirnar tekur felagið eisini lut í altjóða og serliga norrenum sam- starvi. Eisini verður ofta arbeitt við einstøkum ser- ligum málum, sum hvert til sína tíð hava serligan týdning. Í hesum sam- bandi kann nevnast, at MFS í fleiri ár hevur virk- að fyri at útisetar kunnu hava valrætt til løgtings- val heima å landi. Í hesum sambandi er tað mær ein gleði at boða frá, at landsstýrið í hesi vikuni hevur samtykt at leggja uppskot fyri løg- tingið um broyting í løg- tingsvallógini, soleiðis at persónar, sum vegna út- búgving fyribils hava til- hald uttan fyri Feroyar, hava valrætt til logtingið eftir ávísum treytum. Føroyskir útisetar yvir- hevur fylgja væl við í tí, sum hendir heima, ikki minst á samfelagsliga øk- inum. Lættari er eisini at gera hetta nú enn áður. Fercysku bleðini eru at fáa hvenn dag, telefon- sambandið er gott, før- oyskt útvarp av einum- hverjum slagi sendir til útietar og ikki minst ferðasambandið er gott. Fólk kunnu fara heim at ferðast fleiri ferðir um árið. Samanlíkningur er ikki við okkum, sum livdu uppá bræv aðru hverja viku við Tjaldrinum og í mesta lagi kundu fara heim eina ferð um árið at ferðast. At MFS fylgir væl við og roynir at meðvirka til upplýsing og orðaskifti um viðkomandi evni er skráin á hesi stevnu eitt gott demi. Skráir mfatar bæði H týðandi « Nr. 46 — 6. mars 1992 evni og grundleggjandi fortreytir fyri okkum sum tjóð. Bæði fortid, nútíð og framtíð eru væl umboðað á skránni. Føroyar i føroyskum samanhangi og Føroyar i europeiskum og altjóða samanhangi, eru mál, sum hava alstóran týdning. Vit skulu viðgera og taka steðu til tjóðskap og til internationalismu, vit hava higartil klárað bæði væl og koma væntandi eisini at gera tað í fram- tíðini. Vónandi endar tað ongantíð í egoismu. Tríati ár er ikki langt tíðarskeið, men hesi árini er almikið hent, bæði burt- ur og heima. Avbjóðingar- nar hava verið nógvar og tær verða nógv fleiri. Spurt verður ofta, um allir landsmenn kunnu nýta út- búgvingina til frama fyri land okkara. Stutt sagt hevur føroyska samfelag- ið brúk fyri teim resourc- um, sum verða útvegaðar á hendan hátt. Svarið er sjálvandi ja. Men nakrar fortreytir eru kortini. Fyrsta fortreytin er, at vit ikki lata okkum sláa út av mótgongd og búskaparligari aftur- gongd. Einki stendur í stað — heldur ikki vána- ligar tíðir — tær batna altíð aftur. Hin fortreytin er sjálvandi tann, at ávís spjaðing er í teim valdu utbugvingarøkjunum, so- leiðis at hetta verður við til at menna eitt fjølbroytt komandi føroyskt samfe- lag. Landsstýrisins vegna vil eg ynskja Meginfelag Feroyska Studenta hjartaliga tillukku við teim tríatiárunum. Vit ynskja felagnum og øllum limum tess góða eydnu við arbeiði tykkara og útbúgving tykkara, tykk- um sjálvum og landi til frama. Ferova