Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mars 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Atli Dam, løgmaður heimaftur av Norðurlanda Ráðsfundi: Tydning fyri .. føroyingar at luttaka -Skal tú luttaka í ti norð- urlendska samarbeiði, so er tú eisini novddur at móta á fundum. Men tað er greitt, at tå kanst leggja tær hetta so mikið væl til rættis, at tú avmarkar hesa luttaku. Og hetta verður eisini gjørt Hetta sigur Atli Dam løgmadur, sum just er heimafturkomin av Norð- urlanda Ráðsfundi í Fin- landi. Vit spurdu løgmann, um tað er rímuligt at fleiri landsstýrismenn fara av landinum til slíkan fund, tá stødan heima er so ál- varslig. -Antin er tú við í Norð- urlendska samarbeiðinum ella ikki. Er tú við, so er tú eisini noyddur at vera við á fundunum. Ein partur av hesum samarbeiði eru fundir millum teir ymsu ráðharrarnar, og teir møt- ast m.a. á teimum báðum setunum hjá Norðurlanda Ráðnum, á vári og um hey Sti. Avmarka Atli Dam sigur, at lands- stýrið annars hevur roynt at avmarka luttøkuna á fundinum í Finlandi, so- leiðis, at roynt hevur verið at tíkið fundir fyri hvønn annan og hesaferð hava bert triggir landsstyris- menn verid vid og ikki allir i senn. Æltanin var at Tummas Arabo skuldi vera vid eisini, men løg- maður fór í hansara stad, nú fleiri mál undir málsgki løgmans vóru fyri, eitt nú spurningurin um framtíðar virki hjá Norðurlanda Ráðnum, nú samarbeiði í Europa broytist. Norðurlond og Europa -Eg sigi ikki vit føroyingar skulu vera við á øllum fundum, men tað eru nakrir vit eru noyddir at vera við til eitt nú henda í Finlandi sigur løgmaður, sum vísir á, at spurn- ingurin um Norðurlond og EF var nógv frammi, og hetta er eitt mál, sum føroyingar eiga at fylgja við í. Eisini spurningurin um framtíðina hjá Eyst- ursjónum hevur ávísan á- huga fyri okkum føroy- , ingar. Løgmadur sigur víðari, at spurningarnir, sum við- víkja samarbeiðinum við EF eru sera aktuellir og týðandi fyri okkum eisini. Hann sigur, at møguleiki er fyri, at londini í Utnorði einsamøll koma at standa uttanfyri EF, tá avtornar Feroyar uttanfyri -Sjålv EØS-avtalan, sum m.a. Noreg og Island hava gjørt vid EF er sera plikt- andi fyri hesi londini. I nógvum fórum eins pliktandi var talan um veruligan limaskap, tó eru øki sum fiskivinna og landbúnaður undantikin. Møguleiki er fyri, at Noreg fylgir bæði Finlandi og Svøriki sum limur í EF, og so koma Føroyar, Island og Grønland at standa uttanfyri. Men kortini kemur Island gjøgnum EØS-avtaluna at hava rættiliga neyvt og pliktandi samarbeidi vid EF. -Men fer Noreg uppí og Ísland haraftrat fer at havt sera pliktandi við EF, Føroyar tá ikki tvingaðar at fylgja við? samstar verða -Nei, tverturímóti kanska. Sjálvstýrislóg Í rødu síni á fundinum í Finlandi vísti Atli Dam m.a. á ynski hjá føroy- ingum at fáa fullan lima- skap í Ráðnum og vísti við hesum til komandi broyttu stóðu okkara i Ríkisfelagsskapinum, har landsstýrið hevur sett fram ynski um eina sjálvstýrislóg. Donsk blød gera rættiliga nógv burtur úr hesum. Atli Dam sigur: -Tað er einki nýtt í hesum. Hetta við broytingum - tillag- ingum í heimastýrislógini, soleiðis at vit í veru- leikanum fáa eina sjálv- stýrislóg er einki nýtt. Hetta varð longu niðurfelt í samgonguskjalið og danska stjórnin hevur fingið boð um hetta fyri einum ári síðani. -Tað eru tey, sum halda tað vera burturvið at tosa um eina sjálv- stýrislóg I hesum tíðum vit kanska meira enn nakr- antíð hava brúk fyri donskum studuli! -Eg havi hoyrt hatta sjónarmiðið. Til tað er at siga, at vit fara at fáa somu hjálp úr Danmark uttan mun til um vit fáa eina sjálvstýrislóg. Talan er harafturímóti um at fáa stórri avgerðarætt. Men hetta er so hvørki nakað sum forútdiskonterar nakr- a yvirtøkur ella loysing. jan Norðmenn klárir at samráðast Á Norðurlanda Ráðsfund- inum í Helsingfors hitti Atli Dam, løgmadur eisini norksa fiskimálaráðharran og gjørdi hann vart við trupulleikarnar hjá før- oysku rækjuskipunum við Svalbard. Løgmaður fekk at vita, at norðmenn longu hava latið fleiri øki upp- aftur og minkað onnur, soleiðis at eitt nú føroyski rækjutrolarin Arctic Vik- ing nú fiskar í Hinlopen Víkini á Svalbard. Teir hava havt sera góðan fiskiskap, tann eina dagin fingu teir 45 tons við ong- ari hjáveiðu. Atli Dam sigur, at ynski um at fáa samráð- ingar við norðmenn fram- vegis stendur við, og at norðmenn eru sinnaðir at tosa við okkum um rækj- Nr. 47 — 7. mars 1992 | urnar vid Svalbard. -Men nú fara vit so fyrst at kanna, hvørji øki norðmenn hava latið upp- aftur og hvørji teir hava minkað. Og tástaðni vita vit, um vit skulu fasthalda ynskið um nýggjar sam- ráðingar leggur løgmadur aftrat. jan 90 pør spæla somu spøl 90 bridge-pør seta seg leygardagin kl. 14.00 við spæliborð í fimm stødum í Føroyum at spæla Før- oya Bjór Simultan. Á ellum fimm steðunum verða somu kort spæld, og úrslitini hjá ellum 90 perunum verða samanborin aftaná. Hetta er fyrstu ferð, at roynt verður at gera eina samtíðakapping bert fyri foroyingar. Kortini verða blandað og legd við teldu-blandi- maskinuni hjá Bridgesambandinum. Jón Asgrimsson byrjaði at blanda síðsta vikuskifti. Í alt skulu 243 spel verða klár til leygardagin. Í Klaksvík, Fuglafirði og Miðvági verður spælt í einum fimm-borðs raði. Í Vági verða tvey fimm- borðs rød, og í Havn verða fýra fimm-borð rød. Arni Dam og Marner Joensen hava lært teldur- nar á Handilsskúlanum á Kambsdali at rokna úr- slitini. Tá tey ymsu steðini eru liðug at spæla, verða úrslitini send við telefaxi til Handilsskúlan. Einar tveir tímar eftir, at úrslitini eru komin til Kambsdal, skulu endaligu vinnararnir verða funnir. Hægsta úrslit fyri hvert spæl er 88 og lægsta 0. Meðal fyri tey 27 spelini er 1188. Tað er sera um- ráðandi, at ell perini fylgja væl við, at tað eru tey rettu spelini, tey spæla. Verður skeivt spæl spælt, er vandi fyri at neyðugt er at strika spælið heilt úr kappingini, og tað hevði jú verið spell. Umframt virðislenir til trý tey bestu perini í Feroyum, verða vinningar til tey bestu perini í hverjum raði. Føroya Bjór letur virdislønirnar.