Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mars 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 4. $ 5 % 5 +A - - Nr. 47— 7. mars 1992 Henda sjålvsmyndin er gjørd i 1941. Ruth Smith gjørdi nógvar sjålvsmyndir, sum lýsa væl hana sjálva Ruth Smith í nrentútgávu Donsk prentsmiðja hevur givið út fleiri myndir í prenti hjá Ruth Smith Størsti parturin av lista- verkunum hjá listakvinnuni Ruth Smith er ikki í Før- oyum Verkini eiga synir henn- ara, og hetta savnið er í Danmark. Savnið telur 76 málningar og skitsur og ein stór nøgd av tekningum Nógv av hesum er sera vak- urt, sigur Bárður Jákupsson, fyristødumadur Listaskål- anum. Hann var í fjør niðri og sá savnið, tí efurkomar- arnir hjá Ruth Smith søgdu Listaskálanum frá savnin- um fyri at vita um áhugi er fyri at keypa, skal savnið seljast. Listasavnið er áhug- að fyri savninum, men tað er eingin itøkiliga ætlan um keyp og sølu Um årsskiftid gav Lem- vig Bogtrykkeri ut eina mappu við prentaðum myndum í litum hjá Ruth Smith. Tilsamans 13 lit- fagrar myndir, tær flestu landslagsmyndir úr Føroy- um. Eisini eitt sjálvportrett. Fleiri av myndunum eru úr Vági, har Ruth Smith búði seinastu átta árini, til hon doyði. Tvær eru úr Keyp- mannahavn, har hon eisini í átta ár á yngri árum gekk á akademinum. Og tvær eru landslagsmyndir frá Lem- vig-leidini, har hon búði saman við manninum í nøkur ár, áðrenn tey fluttu ul Føroya Myndirnar eru prentaðar í avmarkaðum eintøkum og kunnu bara fáast til keyp frá sjålvari prentsmidjuni. 3 Um listakvinnuna Saman við myndunum er eisini eitt hefti um lista- kvinnuna, sum var so ar- beiðssom, men sum var lituillåtin og setti so stór krøv til sín sjålvs, at bara ein lítil partur av hennara verkum kom fyri almenna eyga. Tað er ein søga í sær sjálvu, hví Lemvig Bog- trykkeri hevur givið út myndirnar hjá Ruth Smith í ár. Kendi hana ikki Henda prentsmiðjan gevur å hvørjum ári út ársmappu. I 1989 var Terkel Arnbjørn, sum stendur fyri útgávuni, í Føroyum, og í Listaskåla- num så hann målningar hjå Ruth Smith, sum hann tå ikki hevði hoyrt um. Í Listaskálanumi fekk hann at vita, at fleiri verk hjá hesi listakvinnuni vóru í Dan- mark. Í ødrum sambandi varð hann vístur til Poul Morell, sum Terkel Arn- bjørn ikki kendi. Teir báðir hittust ongantíð, ti Poul Morell doyði stutt eftir. Men seinni fór hann ein dag at vitja einkjuna eftur Poul Morell, og í hesum húsum var stóra savnið av myndum hjá Ruth Smith. Poul Morell var maður Ruth Smith, og hann gifti seg uppaftur, eftir at Ruth Smith doyði í 1958. Hetta hevði við sær, at Listaskálin fekk skrásett privata listasavnid, og út kom ein mappa við vøkru myndunum hjá Ruth Smith. randi EN S 8 SØNNUN 5 Landslagsmyndirnar úr Føroyum eru frå árunum, tá hon búði í Vági i 50-árunum