leygardagur 7. mars 1992síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SU
Síða 15
Nr. 47 — 7. mars 1992
tage
LEE
»Gud er kvinna!
Av tí at feministurin Tore
Aas í hesum degum vitjar
i Føroyum, eigur at verða
kunnað um, hvat hendan
kvinna og hennara dag-
liga umhvervi í Noregi
stendur fyri.
Hetta er nakað av tí,
norska kvinnuuniversitet-
ið heldur fast við. Kvinnu-
universitetið varð stovn-
sett í 1983 av idealistisk-
um feministum, og hevur
líka síðani verið miðdepil
fyri feministiskari undir-
vísing, ið byggir á New
Age grundarlag. Kvinnu-
universitetið fær årligan
statsstuðu! 1,5 mill. krón-
ur, og hevur verið sjálv-
steðug konto á norsku
statsfíggjarlógini síðani
1987.
At hetta er nakað, ið
byggir á New Age, og
sleppur at gera sína ávirk-
an galdandi, má fáa trúgv-
andi í Feroyum og sjálv-
andi eisini í Noregi at gera
vart við seg, tí New Age
er av tí ónda, og tænir
ongum góðum. Í Føroyum
má New Age-læran fyri alt
í verðini ikki sleppa at
sníkja seg inn og oyði-
leggja alt tað góða, vit
hava at byggja á. Men tað
er sjálvandi kanska lætt-
ari sagt enn gjert, tá so fá
kenna veruleikan um New
Age og duga at síggja álv-
aran í hesi sníkjandi
vranglæru.
Kvinnuuniversitetið
hevur alternativa útbúgv-
ing at bjóða ellum slogum
av kvinnum, og er hetta
eisini treytin fyri stats
stuðlinum. Men einasta
filosofi, kvinnuuniversi-
tetið sigur seg góðtaka og
viðurkenna, skal vera
feminisma.
Men so er kortini ikki,
verður hugt nærri at hes-
um, tí grundarlagið er
heilt givið einki annað enn
New Age-filosofiin. Uni-
versitetið hevur m.a. skeið
í »Umsorgaretikki og
feministiskari gudfrødi«.
Ein av leidarunum å hes-
um universiteti hevur
sagt, at feministiska guð-
frødin vil koyra um koll
mytuna um, at Guð er
maður, og verður eisini
sagt, at tað heldur ikki
kann vera rætt, at kvinn-
urnar skulu vera monnun-
um undirgivnar.
Nakað, ið undirstrikar
sambandið millum New
Age og alt tað, kvinnuuni-
versitetið hevur at bjóða
og byggir á, er at tað bjóð-
ar til fleiri skeið í m.a.
healing og sjálvsáliti. Ein
av lokkandi lýsingunum
frá kvinnuuniversitetin-
um um eitt skeið í healing
ljóðar soleiðis: »Du kan se
frem til en spennende helg
— en indre rejse — som vil
bringe frem nye potensial-
er«,
Eitt annað evni, ið javn-
an verður tikið upp, er
heildarheilsa, har serligur
dentur verður lagdur á
samspælið millum likam,
sál (anda) og umhvervi. Á
hesum skeiði verða luttak-
ararnir serliga lærdir um
heilsukost og hvussu ein
kann dyrka medisinskar
plantur í sínum egna
hava.
Kvinnuuniversitetið
hevur í dag samband við
fleiri framstandandi
politikarar, so tað skal
bera lættari til at fáa
statsstuðul og aðra polit-
iska »hjålp«.
Enntå hevur kvinnuuni-
versitetið fingið so góða
rásarúmd, at tað er gjøgn-
um norska kirkju- og und-
irvísingarmálaráðið, at
bert innsatsurin frá einum
kvinnuligum politikara í
fyrstuni var nóg mikið til
at fáa hinar við á vognin,
so kvinnuuniversitetið í
dag livir tjúkt av stats-
pengum.
Trúgvandi
Hugleiðingar um gjøld
av almennum áhuga
Dag og dagliga fáa land-
sins borgarar boð um at
gjalda okkurt gjald. Tað
verið seg skatt, trygging,
telefon, sev, olja o.a.m. so
sum útvarps- og sjón-
varpsgjald.
Hesi bæði seinastu
gjøldini eru tey, eg fari at
siga mína hugsan um.
Tveir stovnar, sum eru
fíggjaðir alment út í odd
og egg. Útvarp Feroya og
Sjónvarp Feroya eru báðir
á løgtingsins figgjarlog —
og hvi kunnu teir figgjast
har? Einfalt ti, at tu, sum
lesur og eg sum skrivi
hesar reglur, hava goldið
okkara stóra part av leg-
tingsins fíggjarlóg við
skatti okkara. Vit hava
goldið Útvarp Feroya eins
og Sjónvarp Ferya upp til
fleiri ferðir.
Men ikki nóg mikið við
tí, tú skalt gjalda útvarps-
og sjónvarpsgjald av
hverjum móttakara, men
her er tað, vit mugu siga
stopp. Vit gjalda eitt út-
varps- og sjónvarpsgjald
fyri hvert húski.
Tí eina inniliga áheitan
á Feroya Legting og Fer-
oya Landsstýri. Tit eru jú
so óferir at broyta lógir,
sum ikki verða hildnar.
Broytið hesa lóg til eitt
gjald fyri hvert húski.
Hetta kundi Marita Pet-
ersen hóskandi tikið sær
av.
Ikki eitt ilt orð um Út-
varp Feroya ella Sjónvarp
Feroya. Tit gera góðar
sendingar, men ongantíð
so góðar, at okkum nýtist
fleiri móttakarar fyri at
fáa tær inn í hevdið.
Vit eru kunnað um, at
bil-útvarpsgjald okkara er
farið til pantingar, tí eina
heilsan til fútan. Tá tit
koma at panta, havið so
skrúvublað við og takið
lurtið úr bilinum.
Pengar fáa tit ongar,
teir eru ikki til. Bilurin
stendur í túninum hjá
Olantu Hansen, Gerðum,
Klaksvík.
Olanta Hansen
Norlax-málið og bankin
Vinarliga setið mær hesa
rættleiðing í blaðið.
Við tað at eg havi ar-
beitt hjá Norlaks, og
havi mist arbeiðið har,
skal eg gera vart við, at
Til leigu
Íbúð, 3 komur, lítil stova, køkur og baði-
verilsi, til leigu fyri kr. 4.000 um mør. v/
ljós og hita.
TIf. 13961 eftir kl. 17.00
tað ikki eri eg, sum havi
skrivað greinina í Sosial-
inum 4/3, undirskrivað
Klaksvíkingur.
Páll K. Rasmussen
Pensionistar,
avlamin og
avvarðandi
á Argjum
Leygardagin 7 mars, kl. 15
bjóðar
Argja Róðrarfelag
pensionistum, avlamnum
og avvarðandi á Argjum
til ein drekkamunn í »Neystinum«.
Umframt at fåa eina hugnaliga løtu
saman er ætlanin at kanna åhuga og
tørv fyri at nyta okkara fråliku hølir til
hugnaliga samveru hjå okkara pension-
istum og avlamnu i dagtimunum.
Nevndin
Grundskeið
SJÓÐING
Treytad av m.ø. nóg stórari undirtøku
verður í døgunum
23. mars til 3. apríl 1992
(víkurnar 13 & 14/ 1992)
skeið í sjóðing á byrjunarstødi fyri hand-
verkarar.
Undirvíst verður í:
Elektrodu-, gass-, CO,-, aluminiums-,
TIG-sjóðing, lodding og flammuskering
— við størsta denti løgdum á elektrodu-
og gass-sjóðing.
Um onkur ynskir at størri dentur verdur
lagdur å hættir, nevndir ådrenn elek-
trodu- & gass-sjóðing, kann hetta eisini
lata seg gera.
Luttakaratal: Hægst 10.
Luttøkugjald: 3.600,- kr.
Fråbodan um luttøku og nærri frågreid-
ing (eisini innivist hjá uttanbiggja fólki)
v.m. fæst vid at venda sær til skålan å
telefon 11957 mánadag — friggjadag kl.
8—12 og 14—16.
Tekniski Skúlin i Tórshavn
Térsgøta 21 — P.O.B. 239
FR-110 Tórshavn