Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 70 - 10. apríl 2003 Nr. 70 - 10. apríl 2003 21 - millum oyggja- samfeløgini í Norður- atlantshavi, Ísland, Føroyar og Hetland sínamillum og mill- um hesi lond og evro- peiska meginlandið NÝTT SKIP Jan Müller Umborð á Norrønu Hóast dagurin 7. apríl gjørdist ein sorgardagur fyri Flender Werft í Lübeck og øll tey nærum 1000 starvsfólkini har, nú sein- asta skipið skipasmiðjan bygdi, varð latið nýggju eigarunum, so trutu góð- ynskini og lovorðini til Norrønu og leiðsluna við Óla Hammer á odda ikki. Á samkomuni umborð á Norrønu stutt fyri yvir- tøkuna av skipinum mána- dagin takkaði Walter Pet- ers, avtøkustjóri Smyil Line fyri eitt sera gott samstarv. – Hóast vit sjálvir vóru komnir út í stórar fíggj-ar- ligar trupulleikar, so vistu vit, hvønn ómetaliga stóran týdning skipið hevur fyri Føroyar og fyri øll oyggja- samfeløgini í Norður- atlantshavi, sum hava sett pengar í hesa verkætlan. Hann vónaði tí, at tað fór at bera til at fylla skipið og takkaði í sama viðfangi Óla Hammer, stjóra fyri hans- ara eldhuga og avgerandi leiklut fyri at fáa hetta at rigga. Tað var ikki minst Óla´sa persónur og álitið millum hann og skipa- smiðjuna, sum var orsøkin til, at skipið loksins kundi fara undir sigling. Óli Hammer, stjóri takk- aði týsku skipasmiðjuni og fólkunum fyri eitt dygdar- gott arbeiði og segði, at tað eru mong, sum hava bíðað í spenningi eftir hesum degi. Ikki bara í Føroyum, men eisini í Íslandi og Hetlandi. – Eisini eg havi bíðað eftir hesum degi og er hesin dagur tann góði endin á meira enn 5 ára arbeiði. Øll vita, at hetta hevur ikki bara verið lætt, har vit hava verið noydd at skifta skipa- smiðju, sum so aftur hevur verið rakt av ringu tíðun- um. Nú eru vit so komin á mál og vil eg takka øllum, ikki minst arbeiðsfólkinum á Flender skipasmiðjuni fyri eitt vælútint arbeiði. Eri serstakliga fegin um, at tað nettupp varð Walter Peters, sum tók um endan og fekk ábyrgdina av at fáa hetta arbeiðið liðugt. Óli Hammer takkaði eisini øllum teimum, sum hava verið við til at gera hesa ætlan møguliga, eitt nú teimum, sum fíggjað hana skipið. Eisini Bjarni Djurholm landsstýrimaður í vinnumálum fegnaðist um søguligu hendingina, nú størsta skipið nakrantíð í føroyska flotanum - og størsta einstaka verkætlan nakrantíð - kundi fara undir sigling. Landsstýrismaðurin vísti á trupulleikarnar, sum hava verið men sum vunnið varð á. Hann helt ferðavinnuna vera eina góða roynd at fjøltátta okkara búskap og við nýggju Norrønu taka vit eitt risafet longur framá at menna okkara flutnings- net. Hann helt tað eisini vera gott at síggja, at út- lendingar síggja Føroyar sum eitt áhugavert land at gera íløgur í, nú tað hevur borið til at útvega fremm- andan kapital til verk- ætlanina. - Hetta er ein stórur dagur hjá Smyril Line og ein krúna á verkið. Óli Hammer og starvsfólkið alt hava gjørt eitt megnar arbeiði at útbyggja eina rutu í Norðuratlantshavi, sum bindur heili fimm lond saman, bæði tá tað snýr seg um fólka- og farmaflutn- ing. Hetlendingar ernir Morgan Goodlad, aðalstjóri í hetlendska landsstýrinum og nevndarlimur í Smyril Line sá eisini nýggju Norrønu sum eina nýggja byrjan. Hann duldi ikki fyri, at eisini hetlendingar, sum hava sett 50 mill. kr. í skipið, eru sera ernir at kunna vera við í slíkum projekti, sum heilt givið fer at knýta londini í Norður- atlantshavi meira saman og samtíðis byggja brýr mill- um hesi oyggjasamfeløg og evropeiska meginlandið. Fyri Hetland letur Norrøna upp dyrnar til ein nýggja heim ella marknað tvs. beinleiðis atgongd til evropeiska meginlandið og hinvegin gevur tað nú ferðafólki úr øllum Europa og aðrstaðni møguleika at ferðast til Hetlands við einum skipi, sum lýkur øll krøv til bæði trygd og hent- leikar. Hann rósti eisini Óla Hammer, stjóra fyri ágrýtni og vissiónir. – Hetta hevur alt verið hansara hugskot frá byrjan av. Hann hevur í mong ár ført skip, og vit hava ikki gloymt, tá hann kom til Scalloway við Smyrli fyrstu ferð ella tá hann kom á Lervick við Norrønu fyrstu ferð. Hann trúði uppá hetta og gavst ikki á hondum. Í dag síggja vit so úrsliti av hesum áhaldni. Stórur dagur Jónas Hallgrimson, nevnd- arlimur í Smyril Line og ein av undangongumonnunum aftanfyri Norrønu helt fyri, at hetta mundi vera ein hin størsti dagurin í hansara lívi. Hann helt, at hesi 20 árinini, sum eru gingin síð- ani Smyril Line sá dagsins ljós, hava verið sera góð fyri ferðavinnu og londini í Norðuratlantshavi og fegn- aðist hann eisini um, at hetlendingar nú eisini eru partur av hesi felags søk, sum er at skapa betri sam- bond millum londini í Norðuratlantshavi og so meginlandið. - Hetta eru somu lond, sum víkingarnir í forðum vitjaðu og løgdu upp á sínum mongum ferð- um. Jónas slepti ikki tí søguliga sýninum, tá hann nevndi tann týdning hansa- keypmennininir úr júst Lübeck høvdu fyri Ísland. - Tað vóru teir, sum lærdu okkum í Íslandi at velja frælsi í handilsvinnuni eis- ini, so vit hava eisini nógv at takka Lübeck á hesum degi umframt hetta vala skip. Nýggja Norröna byggir brýr Ikki minst stolta bygningsverk dana, Stórabeltsbrúgvgin, hugtók føroyingarnar umborð á stolta bygningsverki føroyinga, nýggju Norrønu Óli Hammer, stjóri, Ólavur Hovsgarð, skipari og Henrik Hammer, yvirstýrimaður Á samkomu á sól- dekkinum á Norrønu mánadagin handaði nevndarformaðurin Tórmóður Djurhuus, gylta lykilin og Norr- ønu til Ólav Hovsgarð at hava í varðveitslu. Samtíðis rósti hann týsku skipasmiðjuni og fólkinum har fyri eitt vala handverk. NÝTT SKIP Jan Müller, umborð á Norrønu Einki bagdi symbolikki- num, tá umleið 100 fólk vóru savnað á sóldekki- nunum umborð á Norrønu í sambandi við yvirtøkuna av skipinnum. Har var sól og bláur himmal men samtíðis býtandi kuldi. Har vóru fegnir føroyingar, íslend- ingar og hetlendingar, sum hesa løtuna skuldu yvirtaka skipið. Og har vóru týskir stjórar og smiðjuarbeiðarar, sum við hesum megnar handverki samtíðis søgdu eitt seinasta farvæl við sítt egna arbeiðspláss Flender Werft. Um somu tíð sum nevnd- arformaðurin í Smyril Line, Tórmóður Djurhuus í røðu síni takkaði fyri gott sam- starv og ynskti Norrønu góðan byrð um høv langt inn í framtíðina stóu ar- beiðsmenn á bryggjuni og bóru fløgg við áskrift um, at hetta var seinasta skipið teir høvdu smíðað. Hetta um sama mundið sum týska flaggið var tikið niður og Merkið vundið í húnar- hátt. Teir fegnaðust saman við Smyril Line og tess eig- arum um hetta vala skip, men samtíðis var hetta eis- ini endin á einum eisini vala arbeiðsplássi teirra, Flender Werft, sum nú fer í søguna. Norrøna varð sein- asta uppgávan. Soleiðis sum umstøður- nar vóru hesa løtuna var tað heldur ikki nøkur einføld uppgáva hjá nevdarfor- manninum í Smyril Line at halda eina gleðisrøðu. Tórmóður Djurhuus hev- ði nógv gott at bera arbeiðs- fólkinum á týsku skipa- smiðjuni. – Tað var 1. oktober í 2001, at fyrsta stálið til nýggju Norrønu varð skor- ið og nú standa vit so her á dekkinum á hesum lidna og frálíka skipinum bara 18 mánaðir seinni. Tað er altíð sera umráðandi í slíkum ar- beiði at verða liðugur til tíðinda. Tá vit sóu, hvussu arbeiðið gjørdist størri og størri má eg viðganga, at eg hevði mín iva ikki minst tá eg fyri ikki langari tíð síðani vitjaði umborð og sá at her lógu kilometrar av rørum og veirum spjaddir út yvir alt skipið. Tó havi eg einki at hava mín ótta í, nú skipið varð latið okkum bara 18 dagar eftir uppruna- ligu ætlanini. Hann segði, at Smyril Line er sera ovfarin av tí ar- beiði, sum er gjørt serliga tá man hevur vitað, hvussu nógvir trupulleikar stungu seg upp. Men takka verið góðum og kompetentum fólki og samstarvi var vunnið á trupulleikunum og kunnu vit nú taka yvir hetta vakra skip sum flaggskip føroyinga og sum skal tæna okkum og okkara partnar- um í Norðuratlantshavi. Hann takkaði øllum og ikki minst íleggjarunum, sum trúðu uppá verkætlan- ina eisini í løtum, tá tað sá sera svárt út fyri Smyril Line. Serliga takka hann Flender Werft og fólkinum har fyri eitt framúr gott avrik. – Okkara tankar eru nú hjá tykkum, nú skipið fer avstað og vit ynskja hvørj- um einstøkum av tykkum eina eydnuríka framtíð, tí tit hava tað uppiborið. Eftir hetta handaði hann so Norrønu og gylta lykilin til skipið til Ólav Hovsgarð, skipara og bað hann taka sær væl av henni. NÝTT SKIP Jan Muller, umborð á Norrønu Fyrstu ferðafólkini, sum keyptu ferðaseðil við nýggju Norrønu eru av Tvøroyri og tey bíløgdu sær ferðaseðilin tíðliga í mars mánað og fóru umborð mána- dagin, tá Norrøna fór úr Lü- beck. Tey eru Óli og Hildur Johansen. Tey eru sera fegin um nýggja skipið og umstøðurnar umborð. Fyri tey er jomfrúferðin hjá Norrønu eisini nakað heilt ser- ligt. Í dag (mikudag) fyllur Hildur 50 ár. – Eg valdi at halda føðingar- dagin umborð á nýggju Norr- ønu, og tað irði eg meg ikki um. Her er frálíkt umborð, hetta er eitt skip, sum føroyingar kunnu vera stoltir av sigur Hildur, sum nú fer at halda sín fimti ára dag umborð. Hon letur heilsa øllum heima. Hildur og Óli Johansen av Tvøroyri, tey fyrstu ferðafólkini við nýggju Norrønu her saman við Óla Hammer á dekkinum mikudagin. Mynd Eirikur Lindenskov Fyrstu ferðafólkini: Hildu 50 ára føðingardag umborð Týska skipasmiðjan gjørt vala arbeiði – Takka verið góðum og kompetentum fólki og samstarvi var vunnið á ymiskum trupulleikum, sum stungu seg upp, og kunnu vit nú yvirtaka hetta vakra skip sum flaggskip føroyinga og sum skal tæna okkum og okkara partnarum í Norðuratlantshavi, segði Tórmóður Djurhuus, nevndarformaður í Smyril Line, millum annað í røðuni. C M Y K 21 20