Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 70 - 10. apríl 2003 Nr. 70 - 10. apríl 2003 19 Á fjórða sinni er hann á veg heim til Føroya við einum skipi til føroyska ferðafólkasigling NÝGGJA NORRØNA Eirikur Lindenskov Norrøna í Stóra Belti: Tað er ein ikki sørt stoltur reið- ari, sum er við nýggju Norrønu á veg heim til Før- oya. Óli Hammer kann av røttum kallast veteranurin í føroyskari ferðafólkasigl- ing: Hann var við sum fyr- sti stýrimaður, tá Smyril kom til Føroya á fyrsta sinni í 1975. Teir høvdu tá danskan skipara við í keypinum, sum fyrsta mán- aðin skuldi læra manning- ina at handfara nýggja, stóra og stásiliga farið, sum Smyril tá var eftir føroysk- um mátistokki. Óli Hammer gjørdist síð- ani skipari á Smyrili saman við Alfred Jacobsen. Hann var eisini við, at Strandferðslan keypti systur- skipið hjá Smyrli, sum fekk navnið Teistin. Hetta var í 1979, eftir at mikil orða- dráttur hevur verið millum føroyskar politikarar um at keypa donsku ferjuna, Lasse II til uttanlandssigl- ingina. Teistin gjørdist eitt neyð- semjuuppskot, sum Javnað- arflokkurin og Tjóðveldis- flokkurin á aðrari síðuni og Fólkaflokkurin á hinari síðuni kundu liva við. Hesir flokkar mannaðu landsstýr- ið, sum tá sat, og teir vóru rættuliga ójavnir á máli um, hvørt tað almenna skuldi vera við í uttanlandssigling. Men politiska orrustan um uttanlandssiglingina hjá Strandferðsluni steðgaði ikki fyri tað, um landsstýrið gjørdi av at keypa Teistan. Á heysti í 1980 slitnaði landsstýrissamgongan or- sakað av uttanlandssigling- ini. Í 1981 tók landsstýrið hjá Paula Ellefsen við, og nú var ikki longur politiskur vilji til, at landið skuldi reka uttanlandssiglingina. Á heysti 1982 varð greitt, at siglingin vil Smyrli ikki fór at halda fram. Tí tóku Óli Hammer, Jógvan í Dáva- stovu og Andreas Joensen stig til at stovna partafelag- ið Smyril Line – hetta var í november. – Vit hoyrdu tá, at íslend- arar eisini ætlaðu sær undir sigling millum Ísland, Ong- land og meginlandið, og førdi hetta so eisini til, at vit skundaðu okkum enn meira, sigur Óli Hammer. Tað vóru íslendsku reið- aríini, Eimskip og Havskip, sum stovnaðu hetta felagið, og tey leigaðu eitt polskt skip, sum fekk navnið Edda. Hetta skipið sigldi millum Reykjavík, New- castle og Bremerhaven. Men hendan verkætlanin riggaði ikki so væl, so hendan sigling steðgaði aftur sama árið, og annað reiðaríið, Havskip, fór av knóranum av tí sama. Partapeningurin í Smyril Line var 12 milliónir krón- ur, tá felagið varð stovnað. Umframt stovnararnar – og landsstýrið, sum setti 20% av partapeningi í – settu túsundtals føroyinar pengar í felagið. Tað var kortini ikki púra greitt nú, hvat skip felagið skuldi útvegað sær til sigl- ingina. – Vit høvdu sjálvandi fleiri skip í kikaranum, teirra millum Gustav Vasa, sum bleiv til Norrønu, sigur Óli Hammer. Hann sigur, at teir gjørdu avtalu við landsstýrið um, at nýggja felagið skuldi taka yvir alt tað, sum varð bygt upp við Strandferðslu- ni, og hetta varð gjørt uttan kostnað. Tá Norrøna varð keypt og sett í stand, stóð hon Smyril Line í 140 mió krónum. – Hetta var sjálvandi nógvur peningur, men hetta var eisini eitt stórt framstig í mun til Smyril, sigur Óli Hammer. Byrjanin var tung. Ringar tíðir vóru í Føroyum fyrst í áttatiárunum, og rentan var sera høg, og oljuprísurin var eisini høgur. Óli Hamm- er vísir á, at lítil munur er á rentubyruni, felagið tá hev- ði, og teirri rentubyrðu, felagið nú hevur. – Tá var rentan 15% av 140 mió krónur. Í dag er rentan 4,5% av 520 mió krónur, og tá hava vit fast- fryst rentuna í fleiri ár framyvir. Eisini er fyrsta ár- ið hjá okkum avdráttarfrítt, sigur Óli Hammer. Eins og nú vóru pengar- nir læntir úr Hollandi og Týsklandi, og er tað bankin KFW í Frankfurt, sum aftur hesaferð hevur samskipað lánini. Óli Hammer hevur góðar vónir um, at skipið skal fara at bera seg. – Tað nyttar einki at vera bangin. Onkur má vera ør- ur, annars henda eingi fram- stig, sigur Óli Hammer. Hann sigur, at tað sama var, tá Smyril á sinni var keyptur. Atli Dam, løg- maður, Finnbogi Ísakson, landsstýrismaður og Thom- as Arabo, stjóri á Strand- ferðsluni vóru hugsjónar- menn, heldur Óli Hammer. Teir vildu veruliga nakað við hesum og sóu perspek- tiv í hesum sambandi, sum seinni hevur víst seg at bera sera góða frukt. Óli Hammer heldur, at neyðugt var við framburði, tá Norrøna varð keypt í 1983. – Hendi einki, og uttan- landssiglingin hjá Strand- ferðsluni helt uppat, so er ikki gott at vita, hvussu endin hevði verið. Hóast stigið er sera stórt fyrst frá Smyrli, síðani gomlu Norrønu og so til hesa stásiligu nýggju Norr- ønu, so merkist tað ikki so ógvusligt, sum tað er, tí tal- an er um eina javna gongd, sigur Óli Hammer. Hann vísir eisini á at Smyril í sínari tíð var ein kompromisloysn, tí lands- stýrið mátti útvega nýtt skip til suðuroyarsigling- ina. DFDS hevði bara repað seglini, og íslendarar vóru givnir við ferðafólkarutuni, teir høvdu havt millum Danmark, Føroyar og Ís- land. Biløldin hevðí tikið seg upp, og tí var neyðugt við størri, og við Smyrli kundu tvær flugur fáast við eitt smekk: Landsstýrið slapp at keypa eitt størt skip, sum bæði kundi røkja suðuroyarsigling og uttan- landssigling um summarið. – Vit hava nú tryggjað okkum rættuliga væl, so vit ikki koma í ta støðu aftur, at vit ikki hava pláss fyri bilunum, sigur Óli Hamm- er. Hann vísir á, at við gom- lu Norrønu var tað mangan so, at skipið sigldi til Ís- lands við 500 ferðafólkum og fullum bildekki. – Ta støðuna mugu vit ikki koma aftur í, sigur Óli Hammer. – Vit hava nú ovmikið at plássi á bildekkinum, bæði til bilar og til farm. Um farmurin fer at órógva bila- flutningin, so mugu vit taka støðu til, um vit skulu loysa farmaspurningin á annan hátt, eitt nú við at leiga farmaskip til siglingina, sigur Óli Hammer, sum leggur afturat, at nevndin á nevndarfundi umborð í dag fer at gera av, um leigumál- ið um Clare skal halda fram hetta summarið. Norrøna er bæði farma- skip og eitt luksusferða- mannaskip. Ella sum Óli Hammer sigur, at talan er um ein skrokk, sum bæði er lastaskip og eitt hotell. – Skipið er fult út gjørt til okkara endamál. Tað lýkur øll hugsandi trygdarkrøv. Uppihaldsrúmini eru gjørd miðskips og aftaliga í skipi- num, og tað er jú har, sum minst merkist til veður, sig- ur Óli Hammer. Hann sig- ur, at sera stórur dentur er lagdur á, at skipið er friðar- ligt, og at ristingar ikki skulu merkjast. Norrøna væntast á Havn- ini í dag kl 15. Almenning- urin sleppur tó ikki umborð at síggja skipið fyrr enn seinni, tí skipið skal avstað- aftur í kvøld – fullsett á páskatúri til Danmarkar. Veteranurin í føroyskari ferðafólkasigling Óli Hammer, stjóri í Smyril Line setir navn sítt undir endaligu skjølini í sambandi við keypið av nýggju Norrønu Mynd: Eirikur Lindenskov Í fitnessentrinum í kjallaranum á Norrønu er eisini svimjuhylur Tey gera klárt at taka ímóti fyrstu kundunum í handlinum Ikki kann sigast annað enn, at tað er rúmsátt á nýggja flaggskipinum í føroyska flotanum Í matstovuni … Reseptiónin er á fimta dekki Benny Ejdesgaard er Shop Manager á nýggju Norrønu. Hann hevur ábyrgdina av handlunum umborð Dansurin gongur í Viking Club Og til teirra, ið vilja gjalda eitt sindur meira, eru luksus- kømur til taks Orkestrið umborð á nýggju Norrønu er mannað við Jens Marna Hansen, Kim Hansen, Jóhannus á Rógvu Joensen og James Olsen C M Y K 19 18