Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 70 - 10. apríl 2003 Nr. 70 - 10. apríl 2003 17 UTTAN ÚR HEIMI Bardagin um Bagdad verður ikki tann seinasti Hvønn dag koma fleiri hundrað særdir irakar á sjúkrahúsini í Bagdad. Støðan er stutt sagt ræðulig, sigur heimsheilsu- stovnurin WHO. KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen Umboð hjá Reyða Krossi, sum eru í Bagdad, hætta sær ikki at vitja øll sjúkra- húsini í býnum, tí tað er alt ov vandamikið orsakað av áhaldandi skotbardøgum millum amerikanskar og irakskar hermenn. Fyrradagin eydnaðist um- boðunum kortini at sleppa til sjúkrahúsið Al-Kindi, hóast bardagarnir leikaðu á allastaðni við sjúkrahúsið. Tað vísti seg, at viðurskift- ini inni á sjúkrahúsinum vóru verri, enn nakað av umboðunum hevði torað at ímynda sær. – Støðan er snøgt sagt ræðulig. Skurðlæknarnir arbeiða dag og nátt, og flestu teirra eru deyða- troyttir, segði ein talsmaður hjá Reyða Krossi aftan á vitjanina. Hann dugdi ikki at siga, hvussu nógv særd fólk vóru á sjúkrahúsinum, men segði, at leiðslan hevði langt síðani mist tamar- haldið á støðuni. Frá leiðsluni fekk Reyði Krossur at vita, at teir sein- astu 24 tímarnar vóru 176 særd fólk komin hagar um- framt fýra, sum longu vóru deyð. Samstundis visti Reuters tíðindastovan at siga, at á einum øðrum sjúkrahúsi, sum er har norðuri í Bagdad, høvdu tey tikið ímóti 141 særdum og 18 deyðum irakum tað sama samdøgrið. Sambært Reyða Krossi er trot á næstan øllum. Sjúkra- húsini hava alt ov lítið doyvingarevni, útgerðin til skurðviðgerðir er gomul og slitin, stórt trot er á at kalla øllum heilivági. Ein tíðindamaður hjá Reuters, sum var uttan fyri eitt av líkhúsunum í Bag- dad mánadagin, segði, at nógv lík lógu og sløgdust uttanfyri í plastikkposum. Sjúkrahúsini eru á tremur Her liggur ein særdur maður og bíðar eftir viðgerð. Skurðlæknarnir á sjúkrahúsunum í Bagdad noyðast at arbeiða alt samdøgrið. Hópmorð skal kannast Trygdarráðið hjá ST krevur nú, at tað verður kannað, hvør hevði ábyrgdina av einum hópmorði í Lýðveldi- num Kongo í síðstu viku. Um vikuskiftið boðaðu ST-umboð í Lýðveldinum Kongo frá, at minst 1.000 fólk vóru deyð í saman- brestum millum tveir ættarbólkar í landnyrðingsparti- num av landinum. Sambært ST-umboðunum eru einar 20 hópgravir funnar síðani, og fleiri særd fólk liggja eisini á sjúkrahúsi. Hópmorðið vardi tríggjar dagar. ST hevur sett ugandiskar hermenn at tryggja lóg og landaskil í landnyrðingspartinum av Lýðveldinum Kongo, men hermenninir megnaðu ikki at forða hóp- morðinum. Nú krevur ST, at tað verður kannað, hvør hevði ábyrgdina av hópmorðinum. Til Russlands á fund ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, fer um vikuskiftið til Russlands. Har skal hann hitta Vladimir Putin, for- seta, Jacques Chirac, forseta í Fraklandi og Gerhard Schrøder, kanslara í Týsklandi. Evnið á fundinum er støðan í Irak og serliga, hvat skal henda, tá kríggið har er liðugt. Tað vóru júst Russland, Frakland og Týskland, sum forðaðu fyri, at USA og Bretland fingu stuðul frá ST til at leypa á Irak. Franski forsetin hevur sagt, at ST eigur at standa á odda fyri endurreisingararbeiðinum í Irak aftan á kríggið. Á fundinum í Belfast fyrradagin samdust George W. Bush, forseti og Tony Blair, forsætisráð- harri um, at ST skal hava ein leiðandi lut í endurreis- ingararbeiðinum. Ikki mannað enn Mahmoud Abbas, sum herfyri varð tilnevndur pale- stinskur forsætisráðharri, hevur framvegis ikki mann- að stjórnina. Ætlanin var, at hann skuldi almannakunngera ráð- harralistan í hesari vikuni, men í gjár søgdu palestin- skar keldur, at tað fer at taka einar fjúrtan dagar aftur- at at manna stjórnina. Aðrar keldur siga, at arbeiðið at manna stjórnina hevur tikið longri tíð enn væntað, tí Mahmoud Abbas og palestinski forsetin, Yasser Ara- fat, eru ósamdir um, hvør skal sita í nýggju stjórnini. ST, ES, USA og Russland hava boðað frá, at tey fara at leggja eina friðarætlan fyri Miðeystur fram, so skjótt tann nýggja palestinska stjórnin er skipað. USA flytir Amerikanska herleiðslan hevur gjørt av at flyta ame- rikansku høvuðsstøðina í Suðurkora úr høvuðsstað- num Seoul til eitt annað stað í landinum, og hetta skal gerast sum skjótast. Hetta varð avgjørt á einum fundi fyrradagin millum varaverjumálaráðharrarnar hjá teimum báðum lond- unum. USA hevði eisini skotið upp at flyta tær amerikan- sku herdeildirnar, sum hava støð við norðurkoreanska markið, burtur frá markinum, men hetta uppskotið samdust ráðharrarnir ikki um. USA hevur 37.000 her- menn í Suðurkorea. Saddam Hussein tyk- ist vera ringur at raka. Eftir øllum at døma slapp hann undan teirri fjórðu amerikansku roynd- ini at beina fyri hon- um. KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen Alt bendir á, at tær fýra 900 kilo tungu bumburnar, sum eitt amerikanskt flogfar tveitti eftir Saddam Hus- sein mánadagin, raktu ikki tað ætlaða málið. Bumbur- nar vóru ætlaðar einum húsum, sum CIA hevði sagt, at Saddam Hussein og synir hansara vóru í. Húsini vórðu javnað við jørðina, men bretskar fregnartæn- astukeldur søgdu í gjár, at irakski forsetin var eftir øll- um at døma farin haðani, áðrenn amerikansku bumb- urnar dalaðu niður úr luft- ini. Vesturlendskir hernaðar- serfrøðingar siga, at ame- rikanararnir fara at halda fram við leitingini eftir Saddam Hussein, og finna teir hann ikki í Bagdad, fara teir helst at leita aðrastaðni. Tað eru eisini fleiri, sum halda, at irakski forsetin fer úr Bagdad í somu løtu, sum hann ikki kennir seg trygg- an har longur. Hildið verð- ur, at hann fer at flýggja til býin Tikrit, haðani hann er ættaður. Tikrit er 160 kilo- metrar norðan fyri Bagdad, og sum er hevur irakski for- setin ongar trupulleikar við at sleppa tann vegin, tí har eru eingir amerikanskir her- menn. USA hevur bert nakrar fáar túsund hermenn í Norð- urirak, men ein deild við 30.000 hermonnum er farin úr Kuwait og hevur sett kós ímóti júst Tikrit. Tí er tað væl hugsandi, at tann sein- asti bardagin í Irak-kríg- num verður ikki um Bag- dad, men um Tikrit. Vága Ríðingarfelag er virkið felag. Nú er felagið farið undir at gera ríðibreyt við flúgvarabedingina Niðri við Vatn RÍÐING Edvard Joensen Vágar: Nýggj ríðibreyt verður gjørd í Vágum. Talan er um ringbreyt, sum í fyrsta lagi er ætlað til gongulagskappingar, siga tey í Vága Ríðingarfelag. Vága Ríðingarfelg er virkið felag, sum regluliga hevur bæði kappríðing og nú eisini ætlandi gongu- lagskappingar á skránni. Vanliga plagar stevna at verða hildin Niðri við Vatn, har bæði kappríðing og eisini felagshugni eru á skránni. Nú farið er undir at gera nýggja ringbreyt til gongu- lagskappingar, rokna tey eisini við í Ríðingarfelag- num, at hon verður liðug til stevnuna i summar. Nýggja breytin er løgd við flúgvarabedingina, tey nevna í Vágum. Tað er norðarlaga við Sørvágsvatn stutt frá vegnum til flog- vøllin og Sørvágs. Sum skilst á teimum i Vága Ríðingarfelag, er fe- lagið rímiliga væl fyri, og ein slík breyt, sum tann, ið nú verður gjørd, verður ikki nøkur tyngjandi íløga fyri felagið. Hvør endaligi kostnaðurin verður, ber ikki til at fáa upplýst, men sum skilst verður arbeitt rími- liga biliga. Tó skulu bilar og maskinur sjálvandi hava sítt, verður sagt. Tað er stórur áhugi fyri ríðing í Vágum. Eini 50-60 ross munnu vera í oynni, halda tey í Ríðingarfelag- num. Nógv eru íslandsross, sum serliga eru vælegnað til gongulagsríðing. Vágar eru væl egnaðar at ríða í, siga rossafólkini. Tað vísir eisini áhugin aðra- staðni frá at koma vestur í Vágar at ríða. Tað er rímilig vanligt, at havnarross eru at síggja í Vágum, har riðið verður á fjøllunum. Eisini saman við vágafólki, ið sum vera man gera nógv av at ríða kring oynna. Serliga um summarið. Fjallavatn verður dúgliga vitjað, og eins og Seyðamaðurin á Sondum reið á sinni, verður eisini onkur túrur gjørdur Norðuri á Fjøllum. Nú undirsjóvartunnilin er komin, vænta tey enn fleiri vitjanir har vesturi, siga reiðfólkini. Nú er einki fyri at ferðast imillum. Men tað merkir sjálvandi eisini, a t vágafólkini hava betri møguleikar fyri at sleppa av oynni, og tí møguleikanum vænta tey eisini, at tey fara at taka av. Rennur og rennur foli mín Teir gera nýggju ríðibreytina við flúgvarabedingina Niðri við Vatn Mynd: Edvard Joensen C M Y K 17 16 PÁSKA ÚTSØLAN hjá Berg Motors er byrjað BERG MOTORS Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35 Nøkur dømi MAZDA 323 fyrr 162.700 142.700,- AVSLÁTTUR 20.000 Prísur nú MAZDA 626 Diesel fyrr 235.700 215.700,- AVSLÁTTUR 20.000 Prísur nú MAZDA 323 GLX 1,6 v/ aircon. fyrr 201.700 176.700,- AVSLÁTTUR 25.000 Prísur nú MAZDA MPV 7 persónar fyrr 254.700 229.700,- AVSLÁTTUR 25.000 Prísur nú MAZDA B2500 4x4 Diesel v/ baksetur fyrr 281.700 251.700,- AVSLÁTTUR 30.000 Prísur nú MAZDA PREMACY LX Diesel fyrr 218.700 183.700,- AVSLÁTTUR 35.000 Prísur nú Annars verða allir nýggir Mazda bilar seldir við kr. 10.000 í avsláttri til páskar Páska- útsølan hjá Berg Motors fevnir eisini um brúktar bilar Avsláttur upp til 30.000,-