hósdagur 10. apríl 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 10. apríl 2003
15
Tvær framsýningar
eru í Norðoya Kunn-
ingarstovu hesar
dagarnar
FRAMSÝNING
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Onnur framsýn-
ingin er í býráðshøllini. Tað
er tann sokallaða oljufram-
sýningin, har høvi er at
síggja alla gongdina í olju-
vinnuni. Henda framsýn-
ingin hevur ferðast kring
landið, og nú fáa norðoy-
ingar so høvi til at síggja
hana.
Hin framsýningin er ein
málningaframsýning, sum
Livar Nysted úr Hvanna-
sundi hevur. Livar hevur
fyri stuttum verið í smiðj-
uni í Lítluvík við sínum
málningum, og har vitjaðu
nógv fólk.
Norðoya Kunningarstova
hevur ætlanir um at hava
framsýningar av ymsum
slagi gjøgnum alt summ-
arið.
Málningarnir hjá Livari
Nysted kunnu síggjast í
Kunningarstovuni
allan
hendan mánaðin.
Nú p/f Norðoyatunn-
ilin hevur kunngjørt,
at tað verður klárt at
fara undir sjálva
tunnilsgerðina í
november, fegnast
borgarstjórin í
Klaksvík, Steinbjørn
Jacobsen um, at
óvissan viðvíkjandi
byrjanini av arbeið-
inum er burtur
NORÐOYATUNNILIN
Solby A. Eliasen
Klaksvík: – Nú er ein dag-
festing, um ein kann siga
tað so, sett á, nær tunnils-
arbeiðið byrjar, og tað ger
stóran mun fyri allar norð-
oyingar. Nú er tað av sonn-
um vorðið spennandi, sigur
ein avbera fegin borgar-
stjóri, tá Sosialurin hittir
hann á máli dagin eftir, at
p/f Norðoyatunnilin hevur
kunngjørt, at arbeiðið upp á
sjálvan tunnilin eftir ætlan
fer í gongd í novembur.
Steinbjørn heldur, at tað at
tað hava verið fleiri ymisk-
ar ásetingar fyri, nær ar-
beiðið fer í gongd, hevur
skapt eina ávísa óvissu
millum fólk viðvíkjandi
byrjanini av arbeiðinum.
Men hann fegnast um, at
tað nú er fyriliggur ein ná-
greinilig arbeiðsætlan.
Hóast røddir hava verið
frammi um, at arbeiðið
møguliga fór at fara í
gongd longu í mai, so er tað
ikki eitt vónbrot fyri Stein-
bjørn, at tað nú verður hálvt
ár seinni.
– Arbeiðið hevði uttan
iva byrjað tað fyrr, um
nevndin ikki hevði gjørt av
at bjóða arbeiðið út, heldur
Steinbjørn, sum somuleiðis
fegnast um, at vegagerðin
byrjar longu í august. Men
hann heldur eisini, at tað er
rætt at bjóða arbeiðið út.
Steinbjørn Jacobsen á-
sannar, at tað helst fer at
órógva býin nakað, tá
boringin er byrjað, tí alt
grótið frá tunnilsgerðini í
fyrsta umfari skal nýtast til
at fylla út niðri við Sandin.
Hann metir, at umleið
80.000 rúmmetrar skulu
nýtast til at fylla út, og tað
fer at merkja eina stóra
broyting fyri býin. Sum er
liggur kappróðrarneystið
beint við sjógvin á Sandin-
um, men tá ífyllingin er av,
verður hetta økið eftir ætlan
nýtt til ein handilsmiðdepil.
– Tað er givið, at kapp-
róðrarneystið til ta tíð ikki
longur kemur at vera har,
tað veit róðrarfelagið eisini
av, sigur Steinbjørn, sum
heldur fram, at kommunan
hevur havt ein fund við
felagið, har tað varð greitt
teimum frá framtíðarætlan-
unum við miðbýnum. Róð-
rarfelagið setti tá fram
ynski um at kunna verða
verandi inni á vánni, sum
tað verður kallað, og borg-
arstjórin sigur, at kommun-
an fer at arbeiða miðvíst
móti eini loysn, sum fer at
loyva tí.
Fyrireikingar byrjaðar
Klaksvík er so spakuliga
farin í gongd við at fyri-
reika seg til eitt komandi
fast samband við megin-
landið. Ein rundkoyring á
posthúshorninum,
sum
hevur verið ávegis í mong
ár nú, verður veruleiki í
summar, og tað fer at
merkja ein stóran lætta í
gongdini av ferðsluni, sum
er økt nógv seinnu árini.
Henda rundkoyrin verður
sostatt liðug, áðrenn tunn-
ilsgerðin byrjar, og væntar
borgarstjórin, at hon fer at
gera sítt til, at ferðslan
verður minni órógvað, tá
arbeiðið er byrjað. Arbeiðið
upp á sjálva rundkoyringina
er tó ikki byrjað enn, men
borgarstjórin væntar, at tað
byrjar í komandi viku.
Harafturat er kommunan
farin í gongd við at seta
arbeiðsbólkar, sum skulu
lýsa ávís øki í Norðoyggj-
um. Fyrsti bólkurin, sum er
settur, skal lýsa ítróttar-
mentanar- og frítíðarmøgu-
leikarnar í Norðoyggjum,
og bólkurin skal somuleiðis
koma við tilmælum um
møgulig tiltøk á hesum økj-
unum. Eyðun Klakkstein er
settur sum samskipari hjá
hesum bólkinum.
Og nú hóskvøldið skipar
fyrireikingarbólkurin
til
fasta sambandið fyri kunn-
ingarfundi í skúlanum við
Ósánna, har Bergur í Garði,
nevndarformaður, og Dáv-
ur Reinert Hansen, stjóri í
p/f Norðoyatunlinum, fara
at greiða frá arbeiðinum
við tunlinum.
Hesin kunningarfundurin
er ein liður í arbeiðinum hjá
stýrisbólkinum, sum ar-
beiðir við at fyrireika Norð-
oyggjar til fasta vegasam-
bandið undir Leirvíksfjørð.
Steinbjørn Jacobsen sig-
ur, at kunningarfundurin er
almennur, og høvi verður
eisini hjá fólki at seta
spurningar og kjakast um
hetta týdningarmikla evni.
– Eg vóni, at norðoyingar
møta fjølmentir til henda
fundin, sigur borgarstjórin í
Klaksvík at enda.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri:
Nú er óvissan burtur
Framsýningar í Norðoya Kunningarstovu
Framsýningar av
ymsum slagi verða
frá nú av og gjøgnum
alt summarið á
Norðoya Kunningar-
stovu. Henda
mánaðin er tað Livar
Nysted, sum hevur
framsýningina
Steinbjørn Jacobsen er sera fegin um, at ein nágreinlig arbeiðs-
ætlan nú er løgd út í kortið viðvíkjandi arbeiðinum við Norð-
oyatunlinum. Somuleiðis fegnast hann um, at tunnilsgerðin
eftir ætlan fer í gongd í ár
15
14
Nr. 70 - 10. apríl 2003
C
M
Y
K
14