mikudagur 11. mars 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 49 — 11. mars 1992
Alt talar fyri at byrja aftur sum skjótast:
Flakavirkið í Vági
lyrimyndarligt virki
-Tað gongur helst ikki long tíð, til flakavirkið í Vági aftur er eitt av teimum størstu
arbeiðsplássunum í landinum. Møguleikar v
londum
víðari framleiðslu og uttan tær stóru meirílógurnar.
Hetta er bjartskygda og positiva stóðan hjá Henrik Old, tingmanni og for-
manni í Fiskivinnunevndini um stóðuna í heimby
beiði er í løtuni. Nú skal gongd koma á aftur
Sosialurin hevur tosað við
Henrik Old, tingmann og
formann í Fiskivinnu-
nevndini um støduna i
Vågi, har flakavirkid er
stongt og skipini liggja.
Hann sigur, at tad er
ikki ringt at imynda sær,
hvussu ógvusligar avleið-
ingarnar verða, tá eitt virki
sum Polarfrost steðgar frá
degi til annan.
-Virkið er hjartað í
bygdini, og tá so onnur
smærri virki hava tað
tungt og nógvar trupul-
leikar at dragast við, her
verður serliga hugsað um
flestu alarararnar og so
eisini skipasmiðjuna, so er
greitt, at stødan er alt
annað enn góð.
Bakkøst koma
Og Henrik heldur fram:
-Tilik bakkøst koma
inn imillum, og tiverri eru
tað altíð fleiri bygdir og
oyggjar, ið verða rakt
samtíðis. Soleidis hevur
aftur verið nú, har fleiri
virki eru farin á húsagang,
og onnur flóta sera tungt í
sjónum. Onkur av
teimum, sum steðgað eru,
eru farin í gongd aftur og
onnur ikki.
Henrik Old vísir á, at
tað sama hendi í fimtiår-
inum, hvar Vágur kanska
var einamest rakt og har
so gott sum øll tey størri
virkini av Marknoyri vest-
ur á Løghamar stødgadu
og ongantíð byrjaðu aftur.
Nøkur ár frammanundan
vóru tað ikki mong fólk,
sum høvdu hugsað, at
hetta kundi henda, og at
fleiri av virkjunum ong-
antíð skuldu fara í gongd
aftur. So skjótt er hvønn
vegin.
Syrgilig sjón
-Skipini vórðu tá seld til
aðrar bygdir - í mongum
fórum sera góð skip eftir
tátíðar metum. Serliga
minnist eg tann eina
dagin, tá ið vit skúla-
dreingir sóu tað snotuliga:
farið Yvonnu fara av
bygdini med alla. Hon var
eitt av teimum størstu
skipunum í landinum.
Eisini fóru fleiri onnur
skip av bygdini tey árini.
Tá var ikki tann
trupulleikin, at ein skuldi
hugsa um fiskiloyvi fyri at
skaffa sær skip aftur, og
ikki gingu nógv ár, fyrr
enn menn aftur fóru at
byggja skip. Árini um
1960 komu aftur fleiri
nýggj skip til Vágs og
aðrar bygdir har um leiðir.
Hesi skip skaptu aftur
munandi betri lívsgrund-
arlag.
Fiskiloyvi
Við tíðunum vit liva í í
dag ræður um at varðveita
tey fiskiloyvi, sum eru og
kanska at fáa okkurt aftrat
til bygdina, men tað er ein
sera tung og torfør upp-
gåva, ti mong eru um
bodid. Men tibetur eru tad
menn, sum hava ætlanir
og royna av øllum alvi at
keypa skip til bygdina, og
har åhaldni og treiskni er
til steðar, kemst altíð á
mál. Tí eri eg ikki í iva
um, at tær ætlananir, sum
nú eru frammi um skipa-
keyp, fara at eydnast.
Um hvat er gjørt frå
politiskari síðu fyri at fáa
arbeiði í gongd aftur í
Vági sigur Henrik Old
m.a. at tað hava verið
nógvir fundir millum
landsstýrið og bankan og
millum aðrar partar í
málinum.
Landsstýrið úttala seg
-Sjálvur havi eg íkki
úttalað meg nógv um hetta
málið alment. Hetta tí at
semja hevur verið um, at
tað skuldi vera lands-
stýrismaðurin, ið umsitur
málið, ið skuldi úuala seg.
Men sjálvur havi eg verið
á nógvum fundum við
landsstýrið, bankar og
aðrar partar í málinum og
roynt at gjørt mína ávirk-
: ++ ar: galdandi. Sum ting-
maður fyri Vág er tað
eisini náttúrligt, at mong
hava vent sær til mín.
Tíanverri hevur tað ikki
eydnast mær at tosa við
øll hesi. Eg meti annars
uppgávu mína í hesum
máli hana at vera vid á
týðandi fundum og fáa
allar = upplýsingar i
málinum og um somu tíð
at gera alt fyri at kunna
allar partar um ålvarsligu
støduna í bygdini út frá tí
eg eri vilandi um og hava
royndir av.
Fara ikki at bíða
Henrik Old er fegin um
allar royndir, sum verða
gjørdar fyri at fáa virkið í
gongd aftur og vísir á, at
tað komandi dagarnar fer
at vera nógv virksemi
millum landsstýrið og
bankarnar. Tað verður ti
ikki talan um at bíða til
31. mars, sum fyrr er
nevndur sum dagurin, tå
virkið í fyrsta lagið kann
byrja aftur.
Henrik Old sigur víð-
ari, at tað frá politiskari
síðu verður gjørt nógv fyri
at skapa møguleikar til
tess at fáa meiri burtur úr
ti fiski vit hava.
-Við góðum samarbeiði
til allar síður skal eisini
her skapast møguleiki fyri
meira støðugum arbeiði.
Einstøk virki eru komin so
mikið langt við meir-
framleiðlsu úr fiski, at fitt
av fólki hevur støðugt
arbeiði, næstan uttan mun
til veður og annað, sum
ávirkar ta vanligu flaka-
framleiðsluna. Eftir fleiri
metingum skuldi Polar-
gd síni Vági, har lítið og einki ar-
frost verið stak væl egnað
ul víðari framleidlsu og
uttan tær heilt stóru
meiriløgurnar.
Eingin umsókn
Vit hava í Fiskivinnu-
neyndini saman við lands-
stýrinum játtað ymsar
iløgustudlar til maskinur
og kilostudul til meiri
g6dsking, men higartil er
tíverri eingin umsókn
komin frá teimum trimum
virkjunum í Suðuroynni.
Kanska er orsøkin tann, at
tey trý virkini hava eina-
mest arbeitt kongafisk. Og
tað tykist truplari at
góðska kongafisk í mun til
onnur fiskasløg.
Henrik Old vísir á, at
stórar ætlanir eru fyri
keyp av fiski úr øðrum
londum og hetta fáa vit
helst meira at vita um
komandi dagarnar, og
eydnast hesar ætlanir, sum
nú verða kannaðar, so vil
tað skapa stórar broytingar
í fiskaarbeiðinum um alt
landið.
Virkið sera væl hildið
Eitt annað positivt er
eisini í mun til, tá onnur
virki byrja av nýggjum
aftur, er at tey hava verið
noydd at gera stórar iløgur
fyri at lúka krøv til
lóggylding. Hetta verður
ikki neyðugt á virkinum í
Vági, tí virkið hevur verið
sera væl hildið og er í
góðum standi. Sama
fólkið hevur arbeitt á
virkinum og hetta er ein
KANO
*
dagar aftrat eftir eini loysn
stórur fyrimunur. Virkið
er fyrimyndarliga væl við-
líkahildið.
Sterst aftur
Vit skulu nokk igjøgnum
nakrar truplar dagar aftrat,
áðrenn vend kemur í, men
við teimum møguleikum,
sum í dag finnast og verða
skaptir, skal ikki ganga
long tíð, til at flakavirkið í
Vági verður eitt av størstu
arbeiðsplássunum í landi-
num aftur. Og vónandi við
meira stødugum arbeiði,
enn tað hevur verið í
seinastuni.
-Eg eri ikki í iva um, at
tá tað helst um fáar dagar
verður byrjað aftur á
flakavirkinum, at tað tá
kann blíva eitt støðugt og
gott arbeiðspláss, og har
tað í samarbeiði verður
gjørt brúk av teimum
møguleikum, ið skaptir
eru og verða. Hetta er
eisini galdandi fyri smærri
virkini í Vági, sum hava
havt tað sera tungt í sein-
astuni.
Avskipan aftur i Vågi
Vågstingmadurin heldur
eisini, at geografiska stød-
an hjå virkjunum i Sud-
uroynni er ein fyrimunur,
erða skjótt at keypa meiri fisk úr óðrum !enrik Old, tingmadur:
. og eftir fleiri metingum skuldi flakavirkið í Vági verið stak væl egnað til
-Nú má ikki bíðast nógvar
tá talan er um at tlyta
fiskin skjótt av landinum.
Her hevur tað verið so, at
farmaskipini fyrsta taka
vøru inn Nordanfjørds og
síðani fara til Suðriar.
Men í seinastuni hevur
ikki verið lagt at Vági,
men tað hevur verið eitt
krav, at virkini og Vági
skuldu flyta sínar vørur til
Drelnesar.
Her vónar Henrik Old,
at gamla skipanin kann
koma í gildi aftur, har
skipini leggja inn í Vági
sum seinastu havnina á
veg til marknaðin. Hetta
krevur so eitt gott sam-
arbeiði millum virki og
fyritøkur í bygdini og
farmaskipini. Kom hetta í
rætt lag aftur hevdi tad
bótt um avskipanarmøg-
uleikarnar hjå vinnu-
virkjunum i bygdini, og
tað hevði so eisini kunnað
givið nakað av havnapen-
ingi til bygdina.
Henrik Old sigur at
enda, at nú má ikki bíðast
nógvar dagar aftrat eftir
eini loysn í nógv umrødda
málinum um flakavirkið
og skipini í Vági. Her
mugu allir partar draga
eina og somu línu og tað í
skundi.
Jan
————————"in———————"——/
Framhald av síðu 2
lenareigarar hevur sent
donsku skattamyndug-
leikunum til avgreiðslu,
eru um at vera avgreidd.
Aheitan til eftir-
lønareigarar
Likningarrådid vil ti vid
hesum skrivi heita å teir
eftirlønareigarar, sum 1.
januar 1990 ella seinni
HAVA SAGT danskar
eftirlønarskipanir upp i
úrtið, ella hava fingið út-
goldið kapitaleftirlenir
sambært sáttmálanum,
um at senda inn til líkn-
ingarráðið:
tey skriv frá donskum
tryggingarfelegum, pen-
sjónskassum v.m. sum
vísa uppgerðina av eftir-
lønini, skjølini P 10, P 20,
P 21 v.m.
Líkningarráðið vil so
vegna teir eftirlønareigar-
ar, sum senda hesi skriv
inn, seta seg í samband
við donsku skattamynd-
ugleikarnar við umben um
at flyta danska avgjaldið
— í mun til tað ella tey
tíðarskeið, sum tann av-
gjaldsskyldugi hevur havt
fulla skattskyldu til Fer-
oya — til landskassan.
Endaliga avgjaldið til
Feroyar verður 40% av
afturkeypsvirðinum av
eftirlønarskipanum, sum
eru sagdar upp i urtid, og
35% av kapitaleftirlønar-
skipanum, útgoldnar sam-
bært såttmålanum, og
verður tann parturin, sum
er omanfyri hesi 40/35%-
ini åtgoldin avgjalds-
skylduga.
Líkningaráðið vil tó
gera vart við, at tað kann
taka nakað av tíð at fáa
avgjaldið sambært
donsku lógini um eftirlen-
ir flutt til Feroya.
Líkningarráð Feroya