Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 70 - 10. apríl 2003 LANGUR LEYGARDAGUR LANGUR LANGUR LEYGARDAGUR LEYGARDAGUR í miðbýnum 12. apr 12. apríl 2003 l 2003 C M Y K 26 Nr. 70 • hósdagur • 10. apríl 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Borgarstjórin í Vestmanna, Gunn Joensen: -Vit vinna GULLBRAKIÐ Páll Holm Johannesen So avgjørd var Gunn Joen- sen, borgarstjóri í Vest- manna kommunu, tá, vit spurdu hana, hvat hon væntaði úrslitið fer at vera leygardagin í Vestmanna. Sjálv fylgir hon væl við hondbóltinum í Vestmanna, og hon er sera spent til endabrakið leygardagin. - Tað verður nógv tosað um hondbólt í bygdini nú um dagarnar, og fólk eru sera spent til dystin, sigur Gunn Joensen. Sigur ein Vestmanna, so er eisini neyðugt at nevna VÍF, tí Vestmanna er hond- bóltsbygd burturav og tey seinnu árini hevur VÍF verið einaráðandi hjá bæði kvinnum og monnum. Hó- ast úrslitini hjá VÍF í ár ikki hava verið eins góð og í fjør, so eru fólk kortini sera spent, og prátið í vikuni hevur ikki verið um annað enn hondbólt. Borgarstjórin ásannar eisini, at hondbólturin hev- ur ótrúliga stóran týdning fyri trivnaðin í bygdini, bæði hjá teimum, ið íðka, og hjá teimum sum fylgja við. - Fyri at tryggja ítróttini so góðar karmar sum gjør- ligt í Vestmanna, royna vit at geva ítróttini, hvat hallar- leigu og viðlíkahaldi ann- ars, so góð kor sum gjør- ligt, tí ítróttarfeløgini í Vestmanna gera eitt stórt arbeiði, greiðir Gunn Joen- sen frá. Gunn vísur á, at Vest- manna ikki einans er ein hondbóltur, tí nógv íðka Badminton og rógva í Vest- manna, og tey gera eisini eitt megnar arbeiði Tá, ið vit spyrja hana um kommunan hevur fyrireika nakað, um so verður, at VÍF vinnur meistaraheitið, sigur Gunn, at tað hava tey ikki. Hon vísur á, at vanliga er tað nevndin í VÍF, sum stendur fyri slíkum tiltøk- um. Gunn leggur afturat, at vanliga verður ikki fyri- reika nakað, áðrenn dystur- in er leiktur, og tað verður tað heldur ikki í ár, sigur borgarstjórin í Vestmanna at enda. Sjálvur verður borg- arstjórin ikki í høllini í Vestmanna leygar- dagin, tí hann er á messu í Týsklandi. Kortini fer hann at lurta á internetinum. GULLBRAKIÐ Páll Holm Johannesen Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Eivind Jacob- sen, er sum verða man rættiliga spentur undan endabrestinum í landskapp- ingini hjá monnum. Leygardagin verður tann stóra finalan, tá oddaliðini VÍF og STÍF bresta saman í Vestmanna. Tíverri verður Eivind staddur í Týsklandi leygar- dagin, har hann í løtuni er á messu um máling – Henda messan er bert annað hvørt ár, og tí eri eg noyddur at luttaka. Tað er stórt spell, nú stóra finalan verður í hondbóltinum, og mínir bygdamenn hava møguleika at vinna FM, greiðir Eivind Jacobsen frá. Borgarstjórin fylgir ann- ars vanliga væl við í hond- bóltskappingini- bæði hjá kvinnum og monnum, og hann sigur seg vera sera spentan til dystin leygar- dagin. – Tá, eg ikki sjálvur kann vera til staðar, so farið eg at lurta á internetinum, sigur Eivind úr Týsklandi. Spurdur um, hvønn týdn- ing ítróttin hevur fyri Sjóv- ar kommunu, svarar Eivind, at hon hevur stóran týdn- ing. Hann vísur á, at flest øll varða av STÍF, og at felagið hevur nógv at siga fyri trivnaðin í kommununi. – Fyri tey ungu hevur tað nógv at siga at tað gongur væl hjá teimum eldru, tí tað eftir mínum tykki økir um áhugan hjá teimum ungu, fortelur Eivind Jacobsen. Tað hevur gingið væl hjá teimum eldru í STÍF í ár, menninir hava møguleika at vinna FM, og kvinnurnar hava longu ognað sær bronsu-heiðursmerkini. Bygdirnar á vestara armi á Eysturoynni kunnu tí sakt- ans vera væl nøgdar við hondbóltskappingarárið í ár. Tá vit at enda royna at fáa borgarstjóran í sjóvar kommunu at tippa um úr- slitið leygardagin, er Eivind Jacobsen eitt sindur í iva. – Spælið hjá okkara monnum hevur verið nakað svingandi í ár, og tí er næst- an ómøgulig at siga nakað um úrslitið. Spæla okkara menn optimalt, kann einki lið gera nakað við okkum, og heldur ikki royndu vestmenningarnir, og tað má verða mín vón, at vit hava ein góðan dag leygar- dagin, sigur Eivind Jacob- sen at enda. Borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Gunn Joensen, er sera spent undan dystinum ímótí STÍF leygardagin, og hon væntar, at VÍF, dregur longsta stráið, og vinnur meistaraheitið í ár. Eivind Jacobsen: Vóni, STÍF hevur ein góðan dag Eivind Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, er á messu í Týsklandi leygardag- in, og verður tí ikki í høllini í Vestmanna. Kortini fer hann at fylgja við á internetinum, hvussu leikur fer fram. HSF ivast HEIÐURSMERKJA- HANDAN Páll Holm Johannesen Undan seinasta umfarin- um í landskappingini hjá monnum leygardagin, kunnu vit bara siga við vissu, at gullmerkini enda í Vestmanna. Hvar silvur- og bronsukrónurnar enda, er enn ógreitt. Vinna strandingar, og Kyndil samstundis vinnur grannauppgerðina ímóti Neistanum, so yvirhála Kyndil vestmenningar í stigatalvuni, og fáa silvur- merkini. Fer VÍF haraftur- ímóti við sigrinum á STÍF, so vera bæði gull- og silvurheiðursmerkini í Vestmanna, meðan Kyndil fær bronsuna. - Vit vita ikki reiðiliga, hvussu vit gera leygar- dagin hjá monnunum, tí har eru fleiri møguleikar. Ein møguleiki er at spæla dystin í Havn áðrenn tann í Vestmanna, men vit hava einki avgjørt enn, sigur Jógvan Martin Mørk fyri kappingarnevndina hjá HSF. Hjá kvinnunum er alt longu avgreitt. VB fær gullkrónurnar í Runavík, meðan VÍF og STÍF fáa ávikavist silvur- og bronsuheiðursmerkini handaðið í Vestmanna. 27