Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mars 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 49 — 11. mars 1992 at fáa álop við at keypa fisk úr øðrum londum at arbeiða i Før- oyum. Arebisðbólkur latið landsstýrinum sera áhugaverda frá- greiðing, sum vísir, at vit við vinningi kunnu keypa eini 30.000 tons av feskum og frystum fiski úr EF-londum, Alaska, Ruslandi og øðrum londum. -Eg eri sera fegin um úrslitið av kanningini sigur landsstýrismaðurin Tummas Arabo. Landsstýrið hevði mána- dagin fund við ein ar- beiðsbólk, sum hevur havt til uppgávu av kannað úrslitið av teimum royndum vit hava gjørt við innflutningi av råvøru úr ødrum londum, bæði frystari og feskari. Landsstýrið hjålpu í fjør nakað við at stuðla innflutningi av fiski úr Alaska, Noregi og Ruslandi. Og í ár hva ver- ið gjørdar royndir at keypa feskan fisk frá EF- skipum eisini. Fyri fjúrtan døgum síðani varð so ein bólkur settur at kanna umrøddu møguleikar. Styrid fyri Menningar- lovuna og ein rúgva av vinnulívsfólki hava roknad uppå hesi tingini fyri at vita, um tad ber til. Og tað ber til hjá føroyingum vid vinningi at arbeida råvøru keypt ur ødrum londum, tvs. bæði frysta og feskan råvøru. Sera fegin Tummas Arabo, lands- styrismadur er sera fegin um úrslitið av hesi kann- ingini og heldur fyri, at hetta er ein gongd leið burtur úr trupulleikunum. Talan verður um at ar- beiða fiskin til bæði salt- fisk og blokk og so eisini at gera uppaftur meira burtur úr. -Mær dámar sera væl, at henda kanningin er gjørd, tí ber tað til at gera sokallaðar primitivar vør- ur, so kemur meira burtur úr, um vil so fáa góðskað nakað av ti. Politikkurin hevur verið, at vit hav roynt at fingið råvøru úr ødrum londum at arbeiða í Føroyum og samstundis hevur verið roynt at stuðla virkjum í at keypa amboð til meirgóðsking, soleiðis at tey kunnu gera fleiri verur burtur úr hvørjari fiskarúgvu. 30.000 tons Tummas Arabo roknar við, at tað sum fer at henda er, at tann fiskurin vit fiska á egnum grunnum kemur í stóran mun at verða skorðin til flak og flutt feskt av landinum. Nakað verður gjørt ul meira primitiva vørur og meirviðgjørdar. Haraftrat kann ein so við einum minni skiftisavlopi innflyta verur úr ødrum londum í stórum nøgdum, lættliga 20-30.000 tons um árið. Hetta gevur nógv arbeiði og kunnu vit vinna nakað uppá hetta, soleiðis sum tað sær út, so er hetta bara gott. Tummas Arabo sigur, at tann áhugaverda frá- greiðing frá vinnulívsfólki vísir, at vit helst fara at keypa væl meira av fiski frá EF-skipum, úr Rus- andi, frá Alaska og aðra- staðni við. -Tað ber til, og tað ber til at fáa eitt avlop, tó ikki so Stórt sum at arbeiða føroyskan fisk sigur Tummas Arabo at cnda i sambandi vid innkeyp av fiski úr øðrum londum eitt nú londum í EF. Tær fyrstu nøgdirnar eru longu bílagdar. Tað frættist um, at umboð fyri okkara fiskavirki hava verið í Alaska og har gjørt eima góða avtalu. jan Norsk fiskiskip undir Føroyum Fleiri norsk fiskiskip hava toynt undir føroyum seinastu tíðina. Tað eru norskir línubátar, sum serliga royna eftir brosmu og longu og teir hava havt hampuligan fiskiskap. Mánadagin vóru níggju norsk fiskiskip undir Føroyum. Menn av Triton hava kannað fýra av hesum uttan at komið fram á nakað ólógligt. Mánadagin vóru umframt tey norsku fiskiskipini trý onnur útlendsk fiskiskip undir Føroyum. Japanska havrannsóknarskipið Shinkai Maru, sum roynir eftir svartkjafti, ein týskur og ein enskur trolari. Ongin russiskur trolari er undir Føroyum í løtuni. Hetta hevur verið sjáldsamt seinastu mongu árini. justinus Neyðrakett falskur alarmur Mánakvoldið fekk Førøernes Kommandio bod frå vaktartænastuni, at ein neyðrakett var sædd i Nólsoyarfirði. Olavur Halgi, Triton og Tjaldrið umframt sjóverjutyrlan fóru beinanvegin at leita. Klokkan tíggju varð givist við at leita, tí fram var komið, at rakettin var skotin av landi. jústinus Triton til USA Leygardagin fer danska sjóverjuskipið Tritin úr Føroyum til USA á almenna vitjan. Triton skal vitja í Norfolk og á teim Vestindisku ovggjunum. Men tyrlan hjå Triton verdur eftir. Hon hevur stød í Vågunum. 21 mars kemur Thetis til Føroyar og hann skal vera her næstu tveir månadarnar. Skipari er P.A. Andersen, sum fyrr hevur siglt i føroyskum sjógki. Í í jústinus