Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 50 — 12. mars 1992 Eygað fyri eygað og tonn fyri tonn...ella? | Valdsgerðirnar verða neyvan færri hóast harðari revsing -Sjálvandi skal ein valdsgerð ongantíð loysa seg, men at trúgva, at tess harðari vit revsa, tess færri valdsgerðir verða, er ein stór mis- skiljing, heldur Jóannes Dalsgaard, formaður í Rættarneyndini Løgtingid vidgjørdi tys- dagin eitt uppskot, sum snyr seg um at broyta revsingina fyri millum annað valdsgerðir. Allir tingmenn, sum høvdu orðið, vóru samdir um, at tað skal ongantíð loysa seg at fremja eina valdsgerð, men hvussu hon skal revsast, vóru menn sera Ojavnar á máli um Uppskotið miðjar millum annað ímóti at grovaru valdsgerðir skulu revsast harðari enn tær verða í dag. Hetta helt Tordur Niclasen vera í lagi. Hann helt, at mangan tykir tað sum tað loysir seg at fremja valdsgerðir, tí rev- singin er alt ov lin. Hann helt, at mangan verður persónurin, sum er offur fyri valdsgerðini, gloymd- ur. Jóannes Dalsgaard, for- maður í Rættarnevdnini ávarðaði ímóti, at ting- menn fóru heldur lættliga um hendan spurning. Hann segði seg ivast stórliga í fækkast, bert við at revsa harðari. Jóannes Dalsgaard vísti á, at talið á valds- gerðum í vesturheiminum er økt sera nógv seinastu um valdsgerðirnar fóru at árini, og hóast grannalond okkara revsa bæði skjótt og hart, økjast bert valds- gerðirnar. Tí er einki sum bendir á, at valdsgerðir í Føroyum fara at fækkast bert vit sláa harðari til, helt hann fyri. Eygað fyri eygað... Jóannes Daldgaard vísu eisini á hvussu samfelag- sins syn á tað sum er -Fyrr varð deyðadómur hildin at vera hin rætti fyri stuldur, men ikki fyri at hava framt manndráp. Aðrar tíðir hevur verið Síða 3 Jóannes Daldgaard: Tað er skeivt at hugsa sær færri valdsgerðir bert við at revsa harðari sagt: Eygað fyri eygað, og tonn fyri tonn, men so komu nýggjar hugsanir sum talaðu um eisini at geva brotsmonnum ein møguleika at gerast góðir samfelagsborgarar, og somuleiðis at fyribyrgja brotsgerðir. -Tað kann eisini meira enn so koma fyri, at samfelagið ikki kann siga seg vera heilt uttan skyld, segði Jóannes Daldgaard og vísu á tey mongu hundraðtúsund arbeiðs- leysu í grannalondum okkara. Hesi kenna seg ikki sum partur av sam- felagnum. Tey eru sett uttanfyri, uttan sjálvi at vilja tað, og hvat eitt tílíkt hóparbeiðsloysi kann føra ul, kann ein hugsa sær. Abyrgdin er eins egna, men ikki bert. Hon er eisini samfelagsins, segði formaðurin í Rættarnevnd- ini. Eftir drúgva viðgerð varð málið beint í Rættar- nevndina ul framhaldandi viðgerð. tór.- Hetta er ov galið, sigur Lasse Klein: Tingmannaløn upp i 816.000 Við vanligari løn, bidiløn, formansløn, fundar- pengum, skattafrium avstadargjaldi og ødrum almennum starvi, kann tingmannalønin koma upp í 816.000 krónur um árið, sigur Lasse Klein, sum mælir til at bíðilónin verður tikin av Nú tymir Lasse Klein ikki at bíða longur eftir Fígg- jarnevndini, sum fyri tveimum árum síðani segði seg vilja gera nakað við bíðipengarnar hjá eitt nú løgtingsmonnum. Hann er nå komin vid uppskoti á ting um at løg- tingsfólk fråsiga sær alla bidiløn i framtidini. Hetta sama skulu landsstyris- menninir eisini gera, sigur Lasse Klein. Hann skytur eisini upp, at spardi pen- ingurin, í samband við bíðipening, fer í grunn til arbeiðsskapandi tiltók. Somuleiðis heitir ting- maðurin á formansskapin í linginum, um at koma við einum yvirliti yvir allar formanslønir, samsyning- ar, fundarpening v.m. hjå Øllum løgtingsnevndum. Nú triðja ólavsskan I viðmerkingunum til uppskotid sigur Lasse Klein millum annad, at målid um bidipengarnar varð lagt fyri tingid fyri tveimum árum síðani. Tá segði figgjarnevndin seg vera samda í, at bíði- pengar til tingmenn og landsstýrismenn í ávísan mun eru órímiligir, og at figgjarnevnd og landsstýri- ð arbeiddu saman um at finna eina hóskandi loysn. Uppskotið um nýggja skipan skuldi verið lagt fyri næstseinastu ólavsgku- tingsetu, men enn er einki hent, og nú byrjar skjótt triðja Ólavsgkutingsetan, sigur Lasse Klein. Tingmaður sjálvstýris- floksins sigur, at tað er órímiligt, at tingmenn og landsstýrismenn fáa tílíkar samsýningar, sum onnur í samfelagnum ongan møguleika hava at fáa. tór.- Utisetar fáa nú valrætt , Treytin er, at ein skal i minsta lagi hava verið búsit- andi í Føroyum í fimm ár. Utiseti hevur valrætt í átta ár Eitt stórt ynski hjá Meginfelag Føroyskra Studenta gerst nú veruleiki. Á tingfundinum týsdagin legði Atli Dam, løgmadur vegna landsstýrið, uppskot á ting um at geva føroyskum útisetum valrætt til løgungsval. Treytin fyri at hava valrætt er, at viðkomandi skal hava búð í minsta lagi fimm år í Føroyum. Hann stendur tá á vallista í tí komunu, hann seinast búði i. Men útisetar hava ikki valrætt i óavmarkaða tíð. Hava fólk verið burturi í meira enn átta ár missa tey valrættin. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur landsstýrið, at tær longstu útbúgvingarnar vara í mesta lagi átta ár, og annars heldur landsstýrið, at tá ein hevur verið burtur úr Føroyum so leingi, hevur hann ikki tað neyðuga ulknýui ul Føroya fyri framhaldandi at hava valrætt ul løgungið. Í sjálvari lógargreinini stendur, at persónar, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, hava valræu ul løgtingi6… Greinin fevnir um allar útbúgvingar, bæði langar og Stuttar, og eisini um útbíugvingar, sum gjørligt er at fáa i Føroyum. Uppihald uttanlands fyri at læra mál, verður eisini at meta sum útbúgving, td. uppihaid uttanlands sum "au-pair"-genta. Hinvegin er uppihald uttan fyri Føroyar aftaná lokna útbúgving, til tess at læra fremmand viður- skifti at kenna, ikki at rokna sum tilhald uttanlands í útbúgving. tór.-