Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 51 — 13. mars 1992 Poul Johannes Johansen, nevndar- formaður í Føroya Banka: -Tann almenni | sektorururin má minkast í stundini Tíverri er tíðin runnin frá okkum til so líðandi at loysa tann trupulleikan, ið eftir er: at fáa javnvág á fíggjarlógina. Tí má tann almenni sektorurin minkast beinanvegin. Hetta segði neyndarformaðurin í Fóroya Banka, Poul Johannes Johansen á aðalfundi bankans í vikuni. Hann kom við rættiliga hórðum ábreiðslum móti politikarunum og landsstýrinum og visti á, at nógvar av iløgunum í samferðslumál er púra óneyðugar og kom við uppskoti um, at tað almenna setir stórt sæð allar pengar, ið eru játtaðir til almennar iløgur, í ein grunn. Hesin peningur skal so brúkast til iløgur í vinnulívið. Vit prenta ein part av frágreiðing hansara: Øll vita vit, at tvey fyribrigdi eru av alstórum týdningi hjá øllum fyritøkum: gjaldføri og rentabilitetur. Allar fyri- tøkur hava tørv å gjaldføri og rentabiliteti. Gjaldføri — likviditetur — krevst fyri at greiða daglig gjeld, og rertabilitetur krevst, skal fyritøkuni vera liv lagad. TO kann eitt virki haldast i gongd í eina tíð, hóast rentabiliteturin ikki er so góður. Men tað kann ikki haldast í gongd ein einasta dag uttan gjaldferi. Hevur eitt virki ongan tekan pen- ing, ongan likviditet, so steðgar tað upp. Feroya Landsstýri kann sammetast við eina stóra fyritøku — ja, tað sterstu í landinum. Vit vita, at renta- biliteturin hevur ikki verið góður hesi seinastu árini, men hetta hevur ikki darvað rakstrinum stórvegis. Landskassin hevur eisini havt ein stóran gjaldferis- terv hesi seinastu árini, og hann hevur verið nektaður við låntøku. Steðgar upp! Tað er greitt, at tað almenna hevur aftur í ár stóran gjald- føristørv. Eitt lán uppá 110 mió. DEM, svaråndi til uml. 420 mió. kr. er tikið, og har- umframt eru 50 mió. kr. læntar frá Tryggingarsam- bandinum. Henda låntøka var avgjert neyðug fyri at nøkta gjaldføristørvin hjá Landskassanum. Vórðu hesi lán ikki tikin, hevði tað al- menna steðgað upp. Tað er greitt, at gjaldfør- istørvur Landskassans kann bert verða fíggjaður við lán- tøku uttanlands. Gjaldføris- tørvin fær Landskassin ikki nøktadan i Føroya Banka og neyvan i nøkrum ødrum peningastovni i Føroyum heldur. Føroya Banki hevur javn- an samband vid utlendska bankaheimin. Frå hesum keldum hevur bankin fingið eina greida åbending um, at Føroya Landsstyri skal ikki rokna vid at kunna læna meira pening uttanlands. Kemur hetta yvirhevur uppá tal, verður rentan heg og aðrar treytir rættuliga harð- ar. Tey vánaligu útlitini fyri at fáa lán uttanlands koma tó ikki einans av tverrandi áliti á Feroya Landsstýri. Hetta kemst eisini av, at gjaldferið á alheims láni- marknaðinum er vánaligt í letuni. Eftir at rentan í Dan- mark er lækkað tey seinastu árini, hava mong virki lagt uttanlandslán um til krónu- lán. Eitt úrslit av hesum er, at gjaldferið er versnað í Danmark. Stórir innanhýsis trupulleikar eru í Noregi, Sveríki og Finnlandi, og haðani fæst ongin likviditet- ur. Týskland lænir til tað fyrrverandi Eysturtýskland. Nýggj solvenskrev seta strangari treytir í t.d. USA og Japan. Úrslitið av ellum hesum gerst, at gjaldførid er ikki serliga gott á alheims peningamarknaðinum í letuni. Stersta avbjóðingin Føroya Banki heldur tí, at spurningurin um gjaldførid verdur størsta avbj6dingin hjå Føroya Landsstyri fram- eftir. Við låninum, sum Lands- kassin hevur tikið, verður tann almenni gjaldsferis- tervurin nektaður í eina tíð, kanska hetta árið út. Hetta gevur politikkarum eitt skotbrá at loysa teir struktu- rellu trupulleikarnar á figgj- arlógini. Allir politikkarar úr øllum flokkum mugu tí standa saman og gloyma flokspolitisk og lokalpolit- isk áhugamál og nýta tað, ið eftir er av 1992 til at tillaga tann almenna sektorin, so javnvág fæst á fíggjarlógina í 1993. Hví ger formaðurin so nógv burturúr steðuni hjá Landskassanum í sínari frá- greiðing? tað er sjálvandi tí, at Feroya Landsstýri er størsta fyritøka í landinum, og steðgar tann almenni sek- torurin upp, so ávirkar tað alt samfelagið. Tað ávirkar vinnuna, bankarnar og ikki minst tey privatu húsarhald- ini. Kortini skulu vit ikki gloyma tað, at javnvág er í samlaða búskapinum í letu- ni. Fyribilstøl vísa javnvág i gjaldsjavnanum, og tað er eisini positivt, at tann saml- aða uttanlandsskuldin ikki økist. Men tíverri er tíðin runnin frá okkum til so líðandi at loysa tann trupul- leika, ið eftir er: at fáa javn- vág á fíggjarlógina. Tí má tann almenni sektorurin minkast beinanvegin. Ílegurnar Poul Johannes Johansen kom eisini inná ílegurnar tað almenna ætlar at gera. Hann segði: — Tá útlitini fyri gjald- ferinum eru so álvarsom, sum greitt er frá framman- fyri, hevur tað ómetaliga stóran týdning, at tað gjald- førid, sum er í landinum, verður nýtt á skilabesta hátt. Gjaldferi kann nýtast til rakstur ella iløgur. fløgurnar vóru rættuliga stórar tey fyrstu árini i 80 unum. Sammettar við brut- totjóðarúrtekuna vóru iløg- urnar 40 til 50%. Tey sein- astu árini eru ílegurnar minkaðar so nógv, at tær skuldu helst íkki minkað meira. Færri iløgur eru ein høv- uðsorsek til, at innflutning- Síða 3 Poul Johannes Johansen, nevndarformaður í Føroya Banka: -Vit hava fingið greiða ábending um, at Føroya landsstyri skal ikki rokna vid at kunna læna meira pening utanlands. urin er minkaður tey sein- astu árini. Ansast má eftir, at ílegurnar ikki minka nógv meira, tí vinnutólini mugu endurnýggjast, og her hugsi eg serliga um fiski- vinnuna. Ráð mugu vera til viðlíkahald og endurílegur. Tað hevur samstundis al- stóran týdning, at gjalds- javnin ikki aftur fer at geva undirskot. Tvær avmark- ingar gera seg tí galdandi, tá talan er um tær samlaðu ílegurnar í landinum. Onn- ur avmarkingin er gjaldfer- ið, hin er gjaldsjavnin. Hes- ar avmarkingar gera, at tær samlaðu ílegurnar í Feroy- um neyvan kunnu økjast, uttan nytslan minkar. Ti hevur tað stóran týdning, at tað verða tær rettu ílegur- nar, sum verða gjørdar. Al- mennar iløgur i vegir, havn- ir, berghol, skular og likn- andi mugu toyggjast ella út- setast, og vinnuligar ílegur mugu takast framum. Í dag er tað kortini soleið- is, at tær flestu ílegurnar eru almennar. Sera fáar pri- vatar ílegur verða gjerdar, bæði tí at vinningsmegu- leikarnir eru smáir og eisini ti, at gjaldførid hjá bankun- um er sera trongt. Púra óneyðugar ílegur Nevndarformaðurin í Fer- oya Banka vísir á, at tað á fíggjarlóg legtingsins eru 290 mió. kr. settar av til ílegur og iløgustudningar. Mangar. av hesum iløgum mugu sigast at vera púra óneyðugar, serliga tá vit hugsa um, at tann stersti parturin — 180 mió. kr. — fer til samferðslumál. Vit hava ikki brúk fyri fleiri bergholum, vegum, havnum og líknandi í letuni. Serstak- liga ikki, tá valið stendur ímillum hesar ílegurnar og produktivar iløgur, sigur Poul Johannes Johansen, og hann heldur fram: — Lat meg taka eitt demi: Um valið stendur ímillum at brúka 10 mió. kr. til vegagerð ella at brúka henda pening til eitthvert framleiðsluskapandi, t.d. eina góðskingardeild á ein- um flakavirki — er tað so nakar, sum ivast í, hver av hesum iløgum eigur at verða gjørd? Spurningurin er so, hvussu hesin peningur, ið er settur av til óneyðugar al- mennar ílegur, á bestan hátt kann veitast yvir í produk- tivar ílegur? Feroya Banki skjýtur upp, at tað almenna setir stórt sæð allar teir pengar, ið eru játtaðir til al- mennar iløgur, í ein grunn. Hesin grunnur skal so seta kapital í framleiðsluílegur javnsíðis við bankapening. Á henda hátt verður pening- ur, ið er settur av til almen- nar ílegur, fluttur yvir til ílegur í vinnutólini. Sam- stundis verður tryggjað, at peningurin verður invester- aður til marknaðartreytir. Hesum skulu bankarnir syrgja fyri. Tankin, eg havi nevnt, er ikki nýggjur, men sera aktuellur í letuni, tí um vend ikki kemur í, kann tað henda, at einans almennar iløgur verða gjørdar. Virksemið Um virksemið í landinum sigur nevndarformaðurin m.a.: — Virksemið er minkað hesi seinastu árini. Fólk spyrja í dag, nær vit eru komin á botn. Rættari er helst at siga, at samfelagið er nú á einum eðrum bú- skaparligum stigi, enn tað hevur verið, og talan um tindar og botnar eigur tí heldur at skiftast út við talu um náttúrligar broytingar av tí samfelagsstigi, vit eru á nú. Eitt er greitt, og tað er, at búskapurin í Feroyum verður hereftir tengdur meira at framleiðsluvirði- num. Skal virksemið økjast, må framleiðsluvirðið økjast. Tað, sum feroyingar duga best, er at sigla, fiska og virka fisk til. Hetta er nå- túrligt og ein avleiðing av okkara geografisku viður- skiftum. Okkara egnu grunnar fara neyvan at geva nógv meira enn tað, teir geva í letuni — ið hvussu so er ikki tey fyrstu árini, um meting- arnar hjá fiskifrødingunum eru eftirfarandi. Heldur ikki er lætt at finna aðrar fiski- leiðir. Tískil kunnu vit neyv- an rokna við, at okkara samlaða veiða fer at økjast stórvegis tey fyrstu árini. Farmaskipini Feroya Banki heldur, at farmaskipasigling er eitt dygdargott ískoyti. Men skulu vit aftur í gongd við hesa vinnu krevst umhugsni, fyrilit, fyrireiking og kapi- talur. Helst noyðast vit at ásanna, at henda vinna skal byggjast spakuliga upp, so tey somu mistekini sum vórðu gjerd í 80 unum, ikki verða gjerd aftur. Hetta merkir so eisini, at tað stóra búskaparliga avkastið kem- ur ikki beinanvegin. Umframt ráveru krevst eisini hollur kunnleiki, tá fiskur skal virkast. Vit sígg- ja, at fleiri og fleiri fáa sær útbúgving í at virka fisk til. Eisini síggja vit, at tað er ikki altíð neyðugt, at vit før- oyingar sjálvir veiða allan tann fisk, sum vit virka til. Vit eiga at nýta tann fisk, vit sjálvir veiða, optimalt, og haraftrat eiga royndirnar við at keypa fisk til virking- ar at halda fram. Keyptur fiskur — feskur ella frystur — kann skapa meguleikar fyri, at framleiðslutólini verða nýtt mest meguligt. So leingi, vit hava ágrýt- ni, útbúgving og fyrilit í fiskivinnu okkara á landi og sjógvi, kunnu vit aftur økja tað búskaparliga avkastið og tryggja, at tann javnvág, ið er fingin í okkara samlaða búskap, verður varðveitt. 1992 Síðani kemur Pól Johansen inn á útlitini fyri 1992: — Hvussu árið 1992 fer at hildnast, er sjálvandi torfert Framhald á síðu 18 .. #.. … em