Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mars 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

fri vøindebledN } Ábyrgdðarbiaðstjóri: Jan Møller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Verkafjøldin veit VÆL vistu vit, at føroyska fakte- lagsrørslan ongan góðan átti mill- um teir, sum í dag mynda sam- bandsflokkin, men at sjálvur for- maðurin í seinastu týsdagsdimmu fer so langt, sum til háðandi at spotta verkafjøld okkara við løgn- um påstandum um, at hon ikki veit sítt egna besta — at hon veruliga er taparin í stríðnum um arbeiðsloysis- tryggingina, kundi hann spart sær. Ti føroyska arbeidarafjøldin veit enntå frægari, enn tær i granna- londum okkara, hvør, id alt ov ofta er taparin. Veit eisini, at eitt stig framå, hóast lítið i sjálvum sær, er ein hålvur sigur, samanborið við teir niðurskurðir, eitt nú sambandið ætl- aði teimum undir seinastu fjáka- samgonguni. Lenarniðurskurð, í minsta lagi 20 prosent, gamaní við tilsvarandi skattalætta, ongum orði um tilsvarandi prís- lætta, sum í arbeiðaraheimum kring landið mundi vigað eins tungt. men við HELDUR ikki bjóðar orðalagið til mennandi kjak av nøkrum slag, so lat fara illsinnisglefsini um og or- søkirnar til allar landsins ólukkur, Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Útgevari: P/f Sosiaturin Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoge 76 Uppseting: P/f Sosialurin I Argir 110 Tórshavn Prent: Pit Pressan 1981 | Telefon: 11820 Telefax: 14720 sum bert sambandið og hann sjålv- ur ikki eiga minsta part i — kanska heldur ikki tollrokningini frå EEC, fyri bert at nevna onkra av teimum ólukkum, hann ikki hesuferð freist- ast at nevna. HVUSSU leingi bert sambands- menn hava búð í Føroyum er ilt at siga, hóast hann sigur, at so var frá aralds tíð. Men at teir, sum nú mynda flokkin gerast fornari í sinn og skinn fyri hvgnn dag, vita vit har- afturímóti. SOLEIÐIS var tó ikki altíð við hes- um flokki, sum, hóast av prinsippi tvíhaldandi um »det bestaaendex, kortini hevur verið við til at vika rætta vegin saman við gðrum góð- um flokkum, táverandi sambandin- um til sóma so stóran, at henda tíð av teimum sjálvum verður minst sum ein onnur sambands-gulløld. TAÐ skal vera langt frå okkum at 6- rógva teir í hesum sælu minnum, men eisini teir áttu at skilt, at vit í dag hava eitt heilt annað samfelag, heilt ødrvisi avbjóðingar og hartil nakað ødrvisi politikarar — men kanska ikki nóg ødrvisi, hver veit... SUM hann sigur, var nógv ødrvisi tá. Landskassin hevði ábyrgdina av, at einstøku medborgarar okkara ikki liðu neyð, men at hann ikki í dag er bundin við einari krónu út yv- ir tær 20 milj., sum fyribils eru játt- aðar arbeiðsloysistryggingini í inn- skoti. SJÁLVSAGT veit Edmund betri enn so, veit, at vit harumframt enn hava eitt toluligt heilsu- og almannaverk og at avgjørt ikki bert sambandið hevði ynski um at fáa bøtt tað mun- andi. MEN í samband við góðu gomlu dagarnar, tá samfelagið kendi sær ábyrgd av sínum smæstu, gloymir hann, at tað, ið tá nevndist vinna, stóð á egnum beinum, at tað sjálvt í ringastu armóðstíðunum ikki kundi falla sonnum vinnulivsmonnum inn, at latið landskassan goldið øll gild- ini. Mistu teir gomlu skipini, so vóru tey farin, mist av teimum sjálvum og teimum, sum hendingavís eisini fíggjaðu tey. SAMBANDSFORMAÐURIN veit, at tann tíðin upp á gott sum ónt er farin, at få vinnulig tiltøk seinastu mongu árini hava fingist upp at standa uttan almannahjálp, fyri ikki um at tala viðvarandi rakstrarhjálp, og størsta ólagið kom í, tá sam- bandið fylti grunnar okkara við yvir- figgjadum umbygdum ónyttuskip- um, sum ongantíð í verðini kundi sleppast av aftur við til nær í nám- ind av iløguprisinum, fyri ikki um at tala, rekast skilagott sambært gald- andi marknaðarprísum á tí råvøru- útflutningi, alt landið varð dømt at liva av. Og haðan og til denna dag hevur samfelagið við sambandsins vælsignilsi knógvað undir teimum privatkommunistisku og kapping- arreingjandi avleiðingunum, henda krúna av sambandskum initiativi tjóðraði allan skilagóðan framburð við. VARÐ skrædlid tikið í stórri mun tá, høvdu vit kanska tá havt nóg gðr- vísi fólk í landsstýrinum, hevði utt- an iva fingist meira burtur úr tí, vit øll skulu liva av. EISINI hetta veit verkafjøld okkara. Harav stendst eisini álit hennara á, at tað hóast trupulleikar skal bera til. Grannin fyri vestan Í góðum grannalag er sið- ur at halda grannastevn- ur, har umredd verða mál, sum eru frammi, og frá- greitt verður væl og virði- liga um ætlanir, sum hver limur í grannalagnum hevur, soleiðis at ell hava kunnleika til heildarætl- anirnar, ið eru, og kunnu hjálpa til. Hildnar verða eisini grannaveitslur, har fólk tosa saman eitt sind- ur meira óforpliktað, koma at kennast, halda reður o.sfr. Viðvíkjandi viðurskift- unum til Íslands er tað okkurt, sum bendir á, at her hava verið ov nógvar grannaveitslur hildnar, og ov fáar grannastevnur. Hví eg sigi hetta eru tvær hendingar, ið eru farnar fram ta seinastu vikuna. Tann eina hendingin var samreðan við fiskaselu- stjóran, har hann vísir til trupulleikar við selu av kongafiskafløkum á týska marknaðinum. Í somu sending varð víst mynd av grein í týskum tíðar- riti. Upphavið til greinina tóktist vera íslendski um- boðsmaðurin í Cuxhaven. Tað sum er á vási er, at greinin ákærir feroyingar fyri at selja kongafiska- flok til dumpingprís, og undirforstaðið er, at vit gera fortreð fyri íslending- ar á týska marknaðinum. Tað, sum veruliga er hent er, at føroyskar selufyri- tekur í dag arbeiða tann føroyska kongafiskin her heima og selja hann sum flak, t.v.s. teir selja hann tættari brúkaranum enn gjørt hevur verið fyrr, og flakavirkini niðri á megin- landinum missa arbeiði. Við eðrum orðum, vit flyta arbeiðið upp úr Europa í okkara egna øki. Selan av kongafiska- flaki fer fram á tann hátt, at selt verður fyri ein fast- an prís, og hesin fasti prísur verður í onkrum forum lægri enn tað, tey týsku flakavirkini kunnu selja fyri, og í nógvum forum er hann hægri, t.v.s. at vit fáa eina javn- ari príslegu, og vit hcva arbeiðið í okkara egna eki av tí fiskinum, sum verður fiskaður á okkara leiðum. Íslendingar haraftur- ímóti eru stórleveranderar av heilum fiski niður á marknaðin, og eru sostatt við til at halda lív í flaka- virkjum í eðrum londum. Tað er teirra val. Bert synd, at tað eru teir, sum royna at steðga okkara royndum at fáa flutt so nógv arbeiðspláss av meg- inlandinum upp í norður- atlantina sum gjerligt. Hesin illvilji tykist eis- ini at vera sjónskur aðrar vegir. Vit royna í letuni at fáa útlendingar at landa her, og í Føroyum landa í letuni = enskir, týskir, frapskir og russiskir trol- arar. Her er einki í vegin, teir eru negd við ta við- ferð, teir fáa, og teir eru negdir við tann prís, teir fáa, og tað sær út til, at feroyska vinnan kann vera kappingarfor við hana á meginlandinum. Einastu fer, sum ikki landa í Føroyum í dag, eru íslendsk fer, og tað kemur stutt og greitt av tí, at teir ikki hava loyvi at landa her. Vit hava reist spurn- ingin yvirfyri íslending- um, og sær tað út til at verða ógvuliga strilitið at fáa greitt hesi viðurskifti. Sostatt mugu vit siga, at hvat hasum viðvíkur, so sær tað út til, at okkara grannar fyri vestan flyta fisk forbí okkum og harvið arbeiði fyri milliónir til týskt og enskt flakafólk at vinna burturúr, meðan vit í Feroyum leggja doyin á at fáa virkað tann fisk, sum kemur úr Norðuratlantshavi, so tætt at brúkaranum sum gjørligt. Heta er hugstoytt, og her krevst nokk ein hampulig grannastevna at greiða hesi viðurskifti, tí eg eri púra vissur í, at vanligi íslendingurin vil heldur enn gjarna draga okkara línu og fáa so nógv arbeiðspláss at liggja í Ís- landi og í Norðuratlants- havi, heldur enn at lata týsk og ensk flakavirki virka ta ráveru, vit fáa upp úr hesum velduga havi. Hin hendingin, sum var í vikuni, var okkara fiski- veiðiavtala við Ísland. Hetta var hugstoytt, at ís- lendingar skóru okkum so nógv nettup í eini steðu, har vit eru í veldugum trupulleikum aðrar vegir, og royna at umstruktur- era fiskivinnuna og sam- felagið soleiðis, at vit fíggjarliga kunnu koma inn á slætt aftur. Íslandskvotan hevur verið mett av nógvum sum ein gáva, íslendingar hava givið okkum, og sum vit einki hava latið aftur- fyri. Hetta sjónarmiðið hevur ofta verið at hoyrt. Framhald á síðu 9