Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mars 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ETS PISTER: 5 Nr. 52 — 14. mars 1992 - tíðindablaðið Lærararáð átalar hvassliga: Ikki eftirspurt Lærararáðið við Studenta- skúlan og HF-Skeiðið í Eysturoy hevur sent bæði Føroya Landsstyri og Før- oya Løgtingi bræv, har tað vid klårum og greiðum vendingum ger vart vid sina 6nøgd við ta viðgerð, Landsskúlaráðið hevur havt av skúlanum, uttan at lærararáðið — sum fyri- skrivað er — hevur rådført seg við lærararáðið. Reglugerðin fyri lærara- ráð sigur, at ráðið skal geva ummæli, áðrenn av- gerð verður tikinum tal av skúladeildum, og varð hetta ikki gjørt, áðrenn Landsskúlaráðið tók av- gerðir í tveimum málum, ið viðvíkja Studentaskúl- anum og HF-skeiðnum í Eysturoy 'å ein grund- leggjandi hátt", sum lær- araráðið málber seg í brævinum. >Vanlig siðvenja er, at partarnir í einum máli verða kunnaðir og hoyrdir, áðrenn grundleggjandi broytingar verða gjørdar,< stendur í brævinum, ið er mótmæli og hvasslig átala móti mannagongdini, ið er nýtt í hesum máli. Lærararáðið vísir eisini á, at tað er uppgáva lands- skúlastjórans at at tryggja, at stovnurin framyvir fylg- av tilikum ålvarsmålum” og eigur beinanvegin at almannakunngera øll skjøl ir reglunum í 'fyrisitingini , sum viðvíkja nevndu mál- um. »Alt annað er neyvan í samsvar við fólkaræði, sum vit kenna tað frá grannum okkara, ið vit ofta samanbera okkum við,< sigur lærararáðið, ið hervið mótmælir og átalar, at tann reglugerð fyri lær- araráð, ið Landsskúlafyri- sitingin hevur sent skúl- unum, ið ikki verður fylgd av júst sama stovni. hj. ———øiiee Stor kvøldseta I Runavik Fjølbroytt skrå, tá foreldrini at børnunum í Nes Sóknar Musikkskula mánakvoldið skipa fyri kvøldsetu í ítróttarhollini í Runavík Nes sóknar musikkskúli er í peninganeyð. Hetta ætla foreldrini at teimum umleið 40 næmingunum at gera nakað við, og tí verður skipað fyri kveld- setu við fjølbroyttari skrá í ítróttarhellini í Runavík nú mánakveldið kl. 20. Endamálið er at savna pening til skúlan, men sambært skránni, so fáa tey, sum koma, ikki so lítið fyri tað, tey gjalda. Tveir stórskemtarar, spurnarkapping, sangur og tónleikur og burturlut- ing er á skránni. Skemtararnir eru Hilm- ar Jan Hansen og Heri Simonsen. Báðir eru kend- ir fyri at undirhalda í brúdleypum og samkom- um av ødrum slag, men hetta er fyrsta ferðin, at teir báðir alment skemta í felag. Tó so — tað sigst, at tað var ikki lítið skemt- ingarsamt, tá teir báðir vóru saman í brúdleypi nakað her fyri. Ætlanin er eisini av av- dúka, hver bý- og bygdar- ráðslimur í okinum hevur sterst vitan um kommu- nal og lokal viðurskifti. Musikkskúlin fevnir um Á kvøldsetuni verður m.a. spurnarkapping á skránni, har finnast skal útav, um bygdaráðslimir í Nes Kommunu ella býráðslimir í Runavík Kommunu hava størst vitan um kommunal og lokal viðurskifti. (Tilvildarliga vald mynd) Nes og Runavíkar komm- unur, og tí eru ávikavist bygdaráðs- og býráðslim- irnir í kommununum báð- um bodnir at dystast inn- anhýsis. Allir kappast í senn, og tað verður mett, at eftir minni enn einum hálvum tíma er funnið fram til, hver av teim fólkavaldu til heystar kann bjóða seg fram at vera valdur aftur og samstundis vísa á, at hann er tann, sum í hesum valskeiðnum visti mest um viðurskifti, ið roknast kann við, at lokalpolitikar- ar vita um. Kostnaðurin at koma inn verður 30 krónur fyri vaksin og 10 kr. fyri bern. Millum atgongumerkini verður lutur drigin um olju fyri 500 krónur, sum Shell Feroyar hevur latið. Harafturat verður møgu- leiki at vinna mat í ameri- kanskum lottarí. Tá tað er í sambandi við musikkskúlan, kveldset- an verður, fer sangur og tónleikur at hava sín sjálvsagda leiklut. Nes sóknar hornorkestur og sangbólkurin Suð fara at spæla og syngja. Foreldrabólkurin vønar, at fólk í økinum og eisini aðra staðni frá fara at taka dyggiliga undir við tiltakinum. 7 HM Si , 13,) Ítróttarhóllin á Kambsdali: Átta sperrur fingu skaða Álvarsligi stormskaðin á høllina er nú lappadur' so mikið, at hon varð tikin í nýtslu aftur hósdagin >Alt, sum bygt verður á Kambsdali, eigur at verða yvirdimensionerað, skal tað halda. Tað er at kalla ikki tann bygningur her á Kambsdali, ið ikki hevur fingið stormskaða.< Orðini eigur Haldgrím Gregersen, ið starvast sum umsjónarmaður í ítróttar- høllini á Kambsdali. Hann tosar heldur ikki bert sum úr tómari luft, men hetta er nakað, hann veit av royndum — ikki minst í síðstuni. >A Kambsdali er so mikið vind- og veðurhart, at tey, ið ikki eggja eitt sindur uppfyri fyri, at veðrið kann gera eitt sindur um seg, kunnu ikki annað enn rokna við. at húsini kunnu fáa skaða,< sigur hann Í ti nógva storminum. ið var herfyri, fekk hollin so mikið stóran skaða, at hon ikki hevur verið opin síð- ant. »Tryggingin kravdi. at åbøtur vórðu gjørdar, so hollin aftur kundi brúkast og hetta er nú gjørt. Og vit tóku høllina í brúk aftur hósdagin,< sigur Haldgrím Gregersen við Sosialin. Skaðin, ið hendi, var fyrst og fremst tann, at | | ikki færri enn átta av teim- um tíggju sperrunum í høllini fingu skaða. Tað vóru bara endasperrurnar, ið sluppu óskalaðar frá storminum. >Sum sagt er talan bara um eina "lapping” av ti, ið fekk skaða, men hvussu so víðari verður farið fram, tá hollin einaferð móti sumri ikki er so upptikin, vita vit ikki enn, men sum er, er hon fult brúkilig, og tað arbeiðið, ið er gjørt, er væl gjørt, so forsvarligt er aft- ur at hava hana opna nú,< sigur Haldgrím. >Talan er óivað um dýrar umvæl- ingar, ið skulu gerast, um alt skal verða, sum tað var áðrenn, men tað er ikki stóða ukin til enn.« At høllin er latin upp- aftur, kemur væl við hjá teimum mongu, ið hava bidid um innivist fyri ymsum tiltøkum har. Heilt fram ul hálvan mai mánað er hvørt vikuskiftid upp- tikid, og fevna aktivitetim- ir um alt hugsandi frå fim- leiki, poppkonsertum og sølustevnum til kristilig tiltøk og annad liknandi. hj. Fransar i Vågi Pí. Eurofisk hevur fram- virksemi i gongd i Vági. Tikið verður ímóti fiski frá fronskum trolar- um, 18 fyri tað mesta fiska á Hutton-bankanum og í EF-sjógvi millum Hetland vegis Fiskurin verdur landad- ur í Vági, og uttan serliga viðgerð verður hann send- ur av landinum í bingjum. Innanfyri síðstu tríggjar vikurnar hava fýra fransk- ar landingar verið — ein ÞG 5317 A ce!) trolari hevur landað tvær ferðir og tveir hava landað hvør sína ferð. Úr Vági verður sagt, at trolararnir vid at landa i Forgy um kunnu spara upp í einar fimm dagar, ið teir annars skuldi brúkt upp á sigling. "Franska virksemið" hjá Pf. Eurofisk gevur einum 10-12 monnum arbeiði, tá trolararnir eru og landa.