leygardagur 14. mars 1992síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í summar verða tveir graslikisvøllir í Gundadali. Býráðið avgjørdi hóskvóldið, hvørjum tilboðum býráðið skuldi taka av
Nr. 52 — 14. mars 1992
Graslikisvøllurin
fær sínar nengar
Tað leikaði hart á í Tórshavnar býráð á fundinum
høskvøldid, tá tosað varð um tilboðini upp á nýggjan
graslikisvøll í Gundadali. Býráðið játtaði tó við stórum
meirluta at játta fígging til at finplanera undir vøllinum og at
gera vøllin
Katrin Dahl legði ikki
fingrarnar ímillum, tå hon
sum fyrsti byrådslimur
tók orðið á almenna by-
ráðsfundinum í Havn hós-
kveldið. Katrin Dahl
smæðist sjáldan við at
siga sína hugsan og sigur
hana eisini hart, sjálvt um
hon stríðir ímóti parta-
monnum hennara í býráð-
num.
Beint frammanundan
hevði fundur verið fyri
læstum hurðum, tá bý-
ráðið tók støðu ul inn-
komnu tilboðini í sam-
bandi við at gera nýggjan
graslikisvøll í Gundadali.
Tað skiltist á lagnum, at
harður orðadráttur hevði
verið á fundinum, áðrenn
hurðarnar vórðu latnar
upp. Og tað orðaskiftið
slapp at halda fram.
Katrin Dahl helt, at
áðrenn stóða varð ukin til
nøkur tilboð, átti býráðið
fyrst at viðgera, um tað
var rætt at brúka fleiri
pengar nú upp á fótbóltin.
Hon var fyri ngkrum
mánaðum síðan treyðugt
gingin við til at játta sjey
mió. krónur til graslíkis-
vøllin yvir trý ár. Tá
hevði hon eisini lagt aftr-
at, at so kundi vera nóg
mikið, og at rukku peng-
arnir ikki, noyddist fót-
bóltsvollurin at bíða, til
tey trý árini vóru farin.
Men nú Skulu fleiri
pengar til.
Katrin Dahl helt ikki,
at býráðið kundi loyva
sær at fara til Havnar
borgarum eftir fleiri
pengum til fótbóltin. Tað
skal sparast allastaðni,
vegirnir verða ikki gjørdir
vegna sparing, og
kloakkir trongja til
åbøtur.
Hon segdi seg bera
ótta fyri, at tað var nakað,
ið nevndist bóltvirus. Ein
virus, ið mest leypir á
mannfólkið, sum missir
skilið og bara sær bóltin
fyri sær. Katrin Dahl vildi
við hesum eisini siga, at
býráðið noyddist at priori-
tera, at brúka pengarnar til
tað mest neyðuga.
Ila dámd orð
Hesi orð fullu ikki í góða
jørd hjá Poul Michelsen,
býráðsformanni. Hann
helt Katrin Dahl vera
snævurskygda og fýra-
kantaða, tí hetta var ikki
fyrsta ferðin hon mót-
mælti at játta pengar til
ítrótt. Poul Michelsen
helt tað vera lítið at tosa
um at skula játta triggjar
mió. krónur eyka til
vøllin, tí tað eru so nógv
í kommununi, sum hava
gleði av vellinum.
Poul Michelsen minti
Katrin Dahl á, at fótbólt-
urin ikki bara er fyri
mannfólk. Gentur spæla
eisini, men ráddi Katrin
Dahl, skuldu tær kanska
umskúlast, helt Poul
Michelsen.
Katrin Dahl góðtók
ikki hetta svarið. Hon
hevði fleiri ferðir verið til
at játtað pengar til fótbólt
og annan ítrótt, og hon
royndi einaferð enn at
siga, at hon vildi hava
býráðið at hugsa seg betur
um, hvussu pengarnir hjá
kommununi verða nýttir,
nú yvirflóð ikki er. Men
tað segði tað sama.
Tórfinn Smith helt
Katrin Dahl vera djarva, at
hon tordi at koma við
hesum og ganga ímóti
sínum egnu. Han minti
hana tó á, at hon hevði
verið vid ul at samtykt
heildarætlanina fyri stadi-
ongkið og ti ikki kundi
renna frá síni ábyrgd.
Býráðslimir hildu ikki,
at býráðið kundi lata vera
við at játta fleiri pengar,
tí vøllurin kann ikki
liggja hålvgjørdur.
Samtykt varð at lata
Guttesen & Staksberg ar-
beiðið at fínplanera undir
nýggja graslikisvøllinum
í Gundadali. Tilboð teirra
var góða mió. krónur.
Ikki lægst
Og so kom málið um til-
boðini uppá sjálvan gras-
likisvøllin.
Heldur ikki i hesum
målinum råddi lydni i
samgonguni. Her snúði
tað sum um, hvor skuldi
hava arbeiðið
Á fundi fyri afturlatn-
um hurðum hevði býráðið
samtykt at taka av tilboð-
num frå Målingahandli-
num, sjålvt um teira
tilboð ikki var tað lægsta.
Nú var tað ikki Katrin
Dahl men Jan Christian-
sen, sum mótmælti. Tað
skiltist á honum, at hann
heldur vildi tíkið av
tilboði frá tí við lægsta
tilbodnum.
Hann fanst at manna-
gongdini, tí málið var
Fyra kvinnur
nú í býráðnum
Tað gongur framá við
kvinnuumboðanini í
Tórshavnar býráð. Nú sita
fýra kvinnur í býráðnum.
Á fundinum hoskvøld-
ið kom Erla Berghamar
inn í býráðið fyri Páll
Petersen, sum vegna
sjúku ikki kann meta
fyribils. Fólkaflokkurin
hevur fimm umboð í bý-
ráðnum, og Erla Berg-
hamar er næst á listanum
Bridge í Norðurlanda-
húsinum
Steypakappingin í bridge
— Fossbankacup — verð-
ur avgjørd í Norðurlanda-
húsinum í dag. Tey fýra
liðini, sum skulu spæla
semifinalurnar eru: liðið
hjá Per Kallsberg móti
Birgir Mortensen og liðið
hjá Inga Helmsdal móti
Carl Mikkelsen.
Semifinalurnar = byrja
klokkan 13.30, og finalan
verður um kveldið. Áskoð-
Amnesty International
Skrivstovan í Vágsbotni er opin mánadag, miku-
dag og fríggjadag kl. 11—16. Tif, 15816.
skrumblað igjøgnum á
fundinum fyri læstum
hurðum.
Tað hildu onnur ikki,
ti bæði figgjarnevndin og
mentanarnevndin høvdu
vidgjørt tilbodini gjølla,
og tær nevndirnar taldu
tilsamans 10 av 13 by-
rådslimum.
Leivur Hansen tók
samanum og kom við
grundgevingunum fyri at
taka av tilboðnum frá
Málingahandlinum. Hesin
vøllurin var góðkendur av
norska byggigranskingar-
stovninum og norska fót-
bóltssambandinum, ráð-
gevi býráðsins í Føroyum
hevði viðmælt, og har-
aftrat fór tað at geva fimm
monnum arbeiði í nakrar
mánaðir, eftirlitið var í
Føroyum, og Málinga-
handilin er fyritøka, sum
ofta hevur stuðlað ítrótt-
inum í Havn.
Nýggi bras-
likisvøllurin skal vera
lidugur i juni månad.
randi
aftanå tey fimm, sum
hava fast sæti i bý-
ráðnum.
Tær triggjar kvinnurn-
ar, sum komu inn í bý-
ráðið við seinasta býráðs-
val, eru Lisbeth L.
Petersen fyri Sambands-
flokkin, Kristianna Rein
fyri Tjóðveldisflokkin og
Katrin Dahl fyri Fólka-
flokkin.
|
|
randi
arar eru vælkomnir at
fylgja við leikinum.
Samstundis verður
skipað fyri eini para-
kapping fyri veteran-per.
Nógv tilkomin fólk spæla
bridge, og tey fáa leygar-
dagin hevi bert at kappast
móti hverjum eðrum.
Kravið er at spælararnir
skulu vera yvir 60 ár. 16
per eru tilmeldað.
11 Storno
--tín trygd fyri góðsku!
H..J. Michelsen
Handan å 6, Torshavn
tlf. 1.4414 — fax 1.8045
— um ongin kennir vøru
ella tænastu tygara, hvør
skal so njóta hana?
FT LÝSING
Bøgøta 14, Tórshavn
Tlf. 18220