leygardagur 14. mars 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 52 — 14. mars 1992 |
Útbúgvingartilboð
til tey ungu
Í Fimmaranum seinasta
mikudag var evnið »tey
ungu og arbeiðsloysið<.
Hetta er ein álvarsspurn-
ingur, og tí er væl skilj-
andi, at útvarpið tekur
hann til viðgerðar.
Tey trý, sum sótu í út-
varpsstovuni, harmaðust
um steðuna, tey tosaðu
um tey tiltekini, sum
verða sett í verk, og eiga
at verða sett í verk. Tey
vístu á, at nú, tá tað er
trupult hjá teimum ungu
at fáa arbeiði, eru fleiri,
sum nærum av neyð fara á
miðnámsskúlar.
Rætt er, at fleiri og fleiri
ung sekja inn á miðnáms-
skúlarnar, og helst er ar-
beiðssteðan í samfelag-
num ein av orsekunum til,
at tey gera tað. Men
trupulleikin at fáa arbeiði
er ikki einasta orsek til, at
fleiri halda fram á mið-
námsskúlunum. Tann
sterra tilgongdin er helst
eitt tekin um, at ung fólk
nú á degum vilja hava
eina útbúgving. Tað er
gott fyri tey sjálvi, og tað
er gott fyri samfelagið.
Men ræti er tað, at
trýstið á teir verandi mið-
námsskúlarnar økist, og
soleiðis sum steðan er nú,
kunnu teir ikki nekta
tervin.
Í sambandi við mið-
námsútbúgvingarnar
varð sagt, at tilboðini til
tey ungu ikki eru nóg fjøl-
táttað. Tað eru tær so-
nevndu traditionellu mið-
námsútbúgvingarnar,
fyrst og fremst studenta-
skúli og handilsskúli og
nú eisini fiskivinnuskúli,
sum standa teimum ungu
í boðið, meðan tey, sum
kundu hugsað sær hand-
verkaraútbúgving ella
aðra yrkisútbúgving, ikki
hava nakrar meguleikar í
dag, tí at læruplássini eru
so fá, bæði í privatu vinn-
uni og á almennum ar-
beiðsplássum.
Jaspur Olsen, ein av lut-
takarunum í sendingini,
kom inn á umsóknarblaðið
á landsskúlafyrisitingini
til miðnámsútbúgvingar-
nar. Á hesum umsóknar-
blaði ber til at raðfesta
ynskini fyri miðnámsút-
búgvingunum, men hann
saknar ein valmeguleika,
sum fleiri ung fólk helst
hevdu valt, og tað er at
koma í læru. Hann vísti á,
at í hesum fíggjarliga
truplu tíðum átti tað at
borið til at givið ungum
lærlingum útbúgvingar-
stuðul á sama hátt sum
onnur fólk undir útbúgv-
ing soleiðis, at meistarar-
nir uttan fíggjarliga byrðu
kundu tikið lærlingar.
Fleiri uppskot komu
eisini um, hvat gerast
kann fyri at hjálpa teim-
um ungu. Lurtari við til-
knýti til reiðarí ringdi inn
og kom við uppskoti um,
at skipini kundu tikið ung
fólk sum assistentar um-
borð, um so var, at reiða-
ríið slapp undan at gjalda
len fyri hesi, og onkur
annar ringdi inn og vísti á,
at tað stóra almenna
reiðaríið, >Strandferðsl-
an«, saktans átti at kunna
taka ung fólk í slíka prak-
tikktænastu.
Hugskotið at geva lær-
lingum útbúgvingarstuð-
ul er gott, men tíverri er
hetta ikki øll loysnin, ti
nógv privat arbeidsplåss
hava heldur ikki arbeiði til
tey ungu, sjálvt um tey
sluppu undan at gjalda
teimum løn.
Eisini verður frá hand-
verkarasíðu víst á, at fara
vit undir slíka skipan, so
er vandi fyri, at vit fáa alt
ov nógvar handverkarar,
nógv fleiri, enn okkara
samfelag kann bera.
Henda spurning kunnu
helst vera fleiri meiningar
um, men so leingi meistar-
arnir hava rættin yvir lær-
lingaplássunum, er trup-
ult frá almennari síðu at
gera nakað við hetta.
Tað, sum til ber at gera
frá almennari síðu, er at
fyriskipa so, at øll almenn
arbeiðspláss hava skyldu
til at taka lærlingar,
praktikantar og assistent-
ar. Við hesum kunnu tey
ungu fáa eitt tilboð um
eina útbúgving, ella tey
fáa meguleikar at halda á-
fram í framhaldandi út-
búgvingum. Sjálvt um tey
ikki kunnu halda fram á
arbeiðsplássunum, har
tey hava fingið útbúgv-
ingina ella praktikkin, so
eru tey betur fyri at fara
út og leita sær eftir arbeiði
við eini útbúgving, heldur
enn at hava gingið fyri
einki og livað í vónloysin-
um í fleiri ár.
Í sendingini mikudagin
varð eisini komið inn á, at
tað eiga at vera meiri til-
boð frá teimum teknisku
skúlunum, og víst varð á,
at í hesum tíðum eigur
betri nýtsla at verða gjerd
av meguleikum á hesum
skúlum.
Tað er av stórum týdn-
ingi at fáa teir teknisku
skúlarnar við inn í skipan-
ina við miðnámsútbúgv-
ingum. her skal verða sagt
frá, at landsstýrið arbeiðir
við hesum spurninginum,
og um alt gongur eftir ætl-
an, verður uppskot lagt
fyri tingið nú um útbúgv-
ingar á teknisku skúl-
unum. Hetta vil geva eina
meira fjeltáttaða útbúgv-
ingarskipan, og eitt javn-
ari býti millum allar mið-
námsskúlarnar
Samstundis fáa flest øll
ung fólk meguleika at
velja ta útbúgvingina ella
ta skúlagongdina, tey
kundu hugsa sær. Eitt er
vist: útbúgving er eitt
gott alternativ til at
ganga fyri einki
Marita Petersen
vid tykkum, sum eru
kirkjufólk i Norðstreymoy
og í Vágum: latið prest
hava sínar meiningar í
friði, men lurtið eftir og
spyrjið um talu hansara
um Krist. Prestar okkara
hava eina góða útbúgv-
ing, ikki fyri teirra egnu
skyld, men fyri eisini við
henni at vera kirkjuféikin-
um til hjálpar.
Og við teg Una vil eg
siga: ger tær ómak við
prædiku tíni, lurta altíð
væl eftir tær sjálvum og
spyr teg sjálvan: er tað
Kristus, eg prædiki? Og er
tað, sum eg annars geri
sum prestur, ein avleiðing
av hesum? Ella er tað utt-
anumtos?
Prestaarbeiðið er fjøl-
broytt. Ikki minst týðandi
er tað at vera millum fólk,
minst ein túr gjøgnum
bygdina um dag, oman å
flakavirki ella hvar fólk nú
samlast.
Tú fært tríggjar dugna-
ligar prestar at samstarv-
ast við. Ver tú sjálvur
sum tú ert, men lær av
teimum. Tú ert ungur og
hevur nógv at læra. Vit
gomlu eru heldur ikki út-
lærðir.
At vera prestur er
kanska heimsins merkilig-
asta arbeið, og tú situr al-
tíð einsamallur við tí, men
tað forðar tær ikki í at tala
við starvsfelagar tínar, og
er tað nakað, eg kann
hjálpa tær við, ver so ikki
sparin at ringja ella koma
inn á gólvið. Eg eri til fyri
tað sama.
Uni, tú 39. prestur í
Norðstreymoy og 35.
prestur Vágum síðani
trúbótina. Hvussu nógvir
hava verið fyri ta tíð, vita
vit ikki. Tú ert sostatt
settur inn í eitt langt lið
av Harrans tænarum. Nú
skalt nú at taka upp sama
tátt og gera sama gerning,
sum teir hava gjørt gjøgn-
um geldir.
So vil eg ynskja kirkju-
fólkinum í báðum presta-
gjøldunum til lukku við
tykkara nýggja presti.
Styðjið hann og stuðlið
hann.
Somuleiðis vil eg ynska
tær Una til lukku við em-
bæti tínum, Gud vælsigni
teg í prestayrki tínum og
gevi tær vísdóm til at
halda miðið greitt fyri
eygum: Hin livandi Krist.
Føroya Arbeidarafelag:
Avtakið einkarrætt-
-soleiðis at tann einstaki tryggingartakarin sjálvur fær høvi at
velja, hvar og undir hvørjum treytum hann ynskir at tekna
tryggingar sínar sigur Føroya Arbeiðarafelag í brævi til
løgting og landsstýri. Brævið er soljóðandi:
Viðv. tryggingarviður-
skiftunum í Feroyum.
Alsamt fleiri limir okkara
hava yvirfyri okkum gjert
vart við ónegd sína við
verandi lóggávu okkara
innan tryggingarvirk-
semi.
Víst verður í hesum
sambandi a, at Trygging-
arsambandið Feroyar við
einkarrætti sínum als ikki
veitir tryggingartakarun-
um ta tænastu, sum hesir
hava rætt til, meðan
tryggingargjeldini = hin-
vegin bert tykjast at
hækka.
Feroya Arbeiðarafelag
loyvir sær tí við hesum at
heita á Feroya Landsstýri
og Feroya Legting um
skjótast til ber at taka av
einkarrættin hjá Trygg-
ingarsambandinum Fer-
oyar, soleiðis at tann ein-
staki tryggingartakarin
sjálvur fær hevi at velja,
hvar og undir hverjum
treytum hann ynskir at
tekna tryggingar sínar.
Sum demi um sera
vánaligu tænastuna, sum
Tryggingarsambandið
Feroyar og deildir teirra
FOOL L BOLÓD—|—| A-I ——M—.
veita viðskiftafólkum
sínum kunnu vit vísa á, at
nógvir húsaeigarar eru
komnir illa fyri, av tí at
hús teirra hava fingið
skaða bæði av vatni og
stormi, men vísti tað seg
aftan á, at húsini, tá ið av-
tornaði als ikki vóru
tryggjað móti tí skaða-
orsek, sum elvdi til skað-
an.
Hetta vísir skilliga, at
upplýsandi virksemi hjá
eitt nú Feroya Bruna-
trygging hevur verið alt
ov vánaligt, av tí at tað
má vera teirra uppgáva,
serliga við tí einkarrætti
teir hava at kunna við-
skiftafólk síni sera gjella
um móti hverjum skaðaor-
sekum húsini eru tryggjað
og samstundis vísa á
meguleikar fyri at tryggja
móti eðrum skaðaorsek-
um.
Slík upplýsing hevur í
ólukkumát manglað undir
verandi einkarrættarskip-
an.
Eitt annað demi um
sera óhepnu gongdina
undir verandi skipan, er
tann hækking av biltrygg-
ingum, sum nú er sett í
gildi og sum serliga kemur
at raka tey, sum ikki hava
ráð at skifta út bil sín eftir
fáum árum, men har fíggj-
arliga orkan ikki rekkur
meira enn til at keypa ein
hampiligan brúktan bil.
Enn meira ørkymlandi
verður steðan, tá ið so
spurnartekin verður sett
við? heimildina til yvir-
hevur at fremja hesar
broytingar, sum Trygg-
ingarsambandið Feroyar
nú hevur framt.
Samanumtikið kunnu
vit bert staðfesta, at mis-
Framhald á síðu 15