týsdagur 17. mars 1992síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
nn
Lítið gott at siga
Næstan hundrað fólk vóru á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðara-
felag fríggjadagin og leygardagin
Sjálvt um veðrið var ringt,
og koyrilikindi vánalig,
møttu líka nógv fólk á aðal-
fundinum hjá Føroya Ar-
beiðarafelag fríggjadagin
og leygardagin. Næstan 100
fólk vóru á fundinum.
Lagið á fólkinum var
einki serligt, tí tað stendur
so illa til allastaðni, og eingi
útlit eru fyri nakrari broyt-
ing.
Ingeborg Vinther, for-
kvinna i Føroya Arbeidara-
felag, sigur, ar nógv orða-
skifuið var um arbeiðs-
loysið, arbeidsmøguleikar
og arbeiðsloysistrygging-
ina. Tað orðaskiftið endaði
við, at fundurin gjørdi eina
yvirlýsing til landsstýri og
løgung.
Fólk eru fegin um ar-
beiðsloysistryggingina, ið
nú kemur. Men misnggdin
er stór við, at tryggingin
ikki kann geva 70% av
vanligari vikuløn heldur
enn samlaðu lónin 12 teir
seinastu mánaðirnar. Tað
eru so nógv, sum bara hava
arbeiði minni enn hálvan
dag á fiskavirkjunum, og
tey vita ikki, hvussu verður,
tå arbeidsloysistryggingin
kemur, sigur Ingeborg
Vinther.
Annað enn fisk
Fundarfólkið hevði einki
boð uppá, hvat kann gerast
fyri at fáa arbeiði aftur til
allar hendurnar í Føroyum.
men heitt varð á Ingeborg
Vinther og Óla Jacobsen í
Fiskimannafelagnum um at
bid; um fund við lands-
stýrismanin í ídnaðarmál-
um.
- Øll eru greid yvir, at ikki
ber til at fáa nóg mikið av
fiski aftur til øll at arbeiða
við. So mugu vit finna upp á
okkurt annað. Og tað er so
púra greitt, at einki kann
gerast, verður tað ikki gjørt í
samráð við fakfelggini,
sigur Ingeborg Vinther.
Hon var nokkso svart-
skygd í ársfrágreiðing síni.
A fundinum varð løgd
fram ein kanning av keypi-
orkuni hjá arbeiðsfólk frá
1980 ul 1992. Hend
kanning visir, at reallønin, -
te. pengarnir, sum fólk
hava eftir, tá tað fasta er
golið - er lækkað meira enn
10% síðan 1980. Prísirnir
eru hækkaðir, skatturin er
farin upp, men lgnirnar
hava ikki fylgt við. Føroya
Arbeiðarafelag hevur kravt
skattalætta fyri låginntøk-
urnar, men hevur einki fræt
aftur. !
Ingeborg Vinther kom i
årsfrågreiding sini inn å, at
einki hoyrist frå politik-
arunum um, hvussu samfel-
agið kann koma úr figgjar-
ligu trongstøduni aftur, og
heldur ikki hvussu arbeid-
sleys kunnu fáa arbeiði.
- Vit fáa ikki arbeiðspláss
við at lata alt fara á
húsagang; tað ber als ikki til
í longdini, segði Ingeborg
Vinther.
Hon helt vánaliga polit-
iska stýring vera orsøkina
til búskaparligu kreppuna í
landinum
Bróta sáttmálan
Nú illa stendur til hjá nóg v-
um virkjum, hoyrir Føroya
Arbeiðarafelag dagliga um
evarar, sum roynd
> 15 Y
arberðsg
Myndir:
Jens Kr. Vang
Símun Abrahamsen
savnaði atkvoðuseðlarnar
saman, tá atkvótt var til
nevndarvalid
Nr. 53 — 17. mars 1992
Fundarsamtykt
Aðalfundurin åtalar harð-
liga, at politikarar okkara
i Føroyum, Landsstýri og
Feroya Legtingi ikki tykj-
ast vilja síggja álvarsemi í
støduni hjá tí steðugt
vaksandi fjøld, sum er utt-
an arbeiði og, at somu po-
litikarar ikki vilja seta til-
tek í verk, sum kunnu
skapa arbeiði aftur til all-
ar arbeiðsferar hendur.
Eisini verður harðliga
átalað, at politikarar okk-
ara lata fisk, sum eins væl
kundi verið tilvirkaður á
føroyskum flakavirkjum,
fara ótilvirkaðan av land-
inum, soleiðis at arbeiðs-
loysið framhaldandi økist
í samfelag okkara.
Fundurin mótmælir eis-
ini, at Landsstýrið fram-
haldandi skuldarbindur
landskassan og harvið all-
ar skattaborgarar land-
sins við almennum veð-
haldum.
Fundurin skjýtur upp,
at allur bíðipeningur verð-
ur avtikin, somuleiðis
stuðulin til politiska upp-
lýsing. Ístaðin verður
hesin peningur nýttur til
arbeiðsskapandi tiltøk. Í
eini tíð har ongin peningur
er til, og arbeiðsloysið er
stórt, má hver króna nýt-
ast rætt.
Fundurin ásannar eis-
ini, at nú so nógv fólk
ganga arbeiðsleys, hevði
tað verið ynskiligt, at tey,
sum eru komin til pen-
siónsaldur, góvu pláss fyri
teimum ungu úti á ar-
beiðsmarknaðunum.
Hetta kann gerast við at
lækka pensiónsaldurin.
Samfelagsliga sæð er tor-
førari at vera ungur og ar-
beiðsleysur, enn t.d. tey,
sum eru komin til
pensiónsaldur.
Soleiðis samtykt á fundi
14. mars 1992
Eingin broytint hendi í
nevndini í Føroya Arbeið-
arafelag á aðalfundinum.
Uppskot vóru til nýggjar
nevndarlimir, men tey fýra,
sum stóð fyri vali, vórðu øll
afturvald. Tey vóru Hildi-
bjórg Brattalíð, Símun
Abrahamsen, Georg Han-
sen og Andreas Poulsen.
ØIl afturvald
I
Tað er drúgt at sita á fundi í
tveir dagar. Summar duga
at stytta sær stundir
Elías Hansen stóð fyri
vali sum næstformaður.
Hann varð eisini aftur-
valdur.
randi
at trýsta lønina niður og
harvið bróta sáttmálan.
Fólk tiga av ótta fyri at
missa arbeiði. Í onkrum føri
eru fólk kravd at fara 25%
niður í løn, segði Ingeborg
Vinther, sum ávaraði ímóti
at gera stór frávik í sátt-
málanum, tí tungt verður at
byggja uppaftur.
Hvert einasta lokalfelag
má saman við meginfelag-
num ansa eftir, at sáttmál-
rnir verða hildnir, og gera
vart við seg, um sáttmálin
ikki verður fylgdur. Eg veit
væl, at tað ikki er lætt. Fólk
eru illa fyri fíggjarliga og
hava tí lætt við at geva eftir,
tåtcy verða hóttvið at missa
arbeiðið, um tey ikki lata
sær lynda við minni løn.
Men vit mugu gera alt, vit
kunu, ul at varðveita tey
rættindi, vit eiga. Her má
ikki slakast, ti tað kemur
fakfeløgunum aftur um
brekku, segði Ingeborg
Vinther
Spjadingin
Hon tosaði eisini um
spjaðingina í fakfelags-
rørsluni. Tað bleiv ikki betri
av arbeiðsloysistrygging-
ini. Teimum fastløntu dám-
ar ikki arbeiðsloysistrygg-
ingina, men Ingeborg
Vinther helt, atnú ræður um
at fáa tryggingina at virka,
og so kann hon broytast
aftur um eitt ár.
Heimahjálparafelagið
fekk eisini ngkur orð.
Nevndin í heimahjálpara-
felagnum hevur sagt upp
limaskap sín í Føroya Ar-
beiðarafelag, og tað heldur
Ingeborg Vintheri kki, at
neyndin hevur heimild til.
Ingeborg Vinther ásann-
aði, at hennara ársfrágreið-
ing var døpur,men tað sær
ikki so bjart út. Eingin torir
at fara undir nakað virk-
semi. Einaferð man tað tó
fara at venda., sjálvt um tað
tekur tíð, segði Ingeborg
Vinthr, sum endaði við at
heita á fólk um standa
saman í hesum sváru tíðum.
randi