týsdagur 17. mars 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 53 — 17. mars 1992
sånu-
Myndir: J.K Vang
og smyrsihandil
Tad rykur av bommum og
altskyns góðgæti, tå tú fert
inn å gélvid i nyggja
handlinum The Body
Shop i SMS.
Selja bøkur fyrrrapart
- Smyrsl seinnapart
Tad eru tær triggjar
Paula og Asloy Winther,
saman vid Mary Gaard,
sum hava tikid seg saman
um at stovna handilin.
Paula og Mary hava t6
hålvdagsstarv i gamla
bókhandli, har tær
fyrrapartar selja býkur og
nú seinnapartar fara at
selja vørur til húð, hår og
Hóast nýggjan handil, so eru
kropsrøkt, smyrsl og
annað tilhoyri.
Undantikið er negla-
lakk, tí tað kann ikki
gerast uttan livfrødiligt
evni, og fæst ikki í
handlinum, sum bert nýtir
umhvørvisvinarligt tilfar
til vørurnar.
Gjalda bert
fyri innhaldið
Annars er at siga, at all-
ar sápur, kropssmyrsl,
dropar av ymsum slag at
koyra í baðivatnið, er vør-
urnar at fáa í eini fýra
ymsum støddum. Tær nýt-
ist ikki at keypa stórar
stovnarnir ikki óroyndir í hesum yrki. Vinstrumegin:
nøgdir enn hana, sum
peningapungurin loyvir.
Eisini er sermerkt í
nýggja handilinum, at
vørurnar fáast fyri
sámuligan prís.
Hóast útlendska heitið,
so er handilin føroyskur,
Tað er ein treyt fyri at
sleppa at selja hesar vørur.
Slíkir handlar eru kring
allan heim, og allir eita
tað sama. Tað er ikki
loyvt at selja onnur merki
í Body Shop, sum eisini er
einaumbod i Føroyum
Orsøkin til at tað rýkur
av bommum í Body Shop
kemst av, at vørurnar eru
Mary Gaard, sum hevur verið í gamla Bókahandli í 16 ár, Ásloy Winther og Paulina
Winiher, sum eisini hevur verið krambakvinna í mong ár
gjørdar av umhvørvisvin-
arligum tilfari, Lv.s. at
einki evnafrødiligt evni er
nytt, men bert náttúruúr-
dráttir, liting o.s.fr. Um
eitt barn ikki kann halda
sær, men fær hug at býta í
litfógru sápurnar, sum
standa soleiðis fyri, at
småbørn røkka, so stendst
ikki skaði av tí. Kramba-
kvinnurnar siga, at tær
hava eyguni við vørunum,
og serliga eftir børnum,
sum koma inn.
Råvøra úr 3. heiminun
Umhvørvisvinarliga
fyritøkan keypir råvøruna
úr 3. heiminum. Hetta
verður gjørt fyri at stuðla
teimum tilafturskomnu
løndunum. T.d. er ein
fótrulla at fáa í Body
Shop, sum børn í litlari
bygd i India hava gjørt.
Fyritøkan eigur eisini eitt
barnaheim og eitt
sjúkrahús í Rumenia, siga
Paula og Asloy Winther
og Mary Gaard, sum
samstundis skoyta uppí, at
Handilin skal síðani senda
tómu fløskurnar o.a. til
Danmarkar, har tað verður
burturbeint á rættan hátt.
Tað kann ikki gerast í Før-
Oyum, siga stovnarnir.
Dagny
Dagny Joensen
skrivar:
Vikan ið fór var fyri okkum í Føroyum einamest
lívgandi, tí veðrið var so vælsignað.
Ikki bert klárt og sólin sá oman og niðan, men
eisini at Havn í vikuskiftinum var sum eitt postkort
á at líta, ein litmynd, sum í myndabókum, har luftin
altíð er bjartari blá enn í veruleikanum, kavin fon-
hvítur og blika logn - stutt sagt, sum ein glæstri-
mynd
Tú verður takksom fyri so lítið, og tað gevur styrki
at slíkir dagar eru av og á, hóast seinasta Gdnin helst
ikki enn er farin afturum, áðrenn várið kemur
Børnini hava havt góðar løtur, sleturnar vóru
uiknar fram úr goymslunum, og nógvir "sparkarar”
Eg veit um ein lítian
drong, sum á fyrsta sinni royndi seg, og endaði í eini
kavafonn. Tað sakaði tó ikki, tí foreldrini ansaðu
efur soninum. Hann var væl ílatin, men hóast eit
sindur skakkur, so var hann ikki bangin fyri at royna
Soleiðis er lívið, og tú kanst bert av
royndum mennast og taka avbjóðingarnar, so hvert
sum tær koma ul tín.
Ikki allir samfelagsborgarar sleppa at nema sær út-
búgving, tíans heldur at mennast við náttúrligum
avbjóðingum - ti ongar avbjóðingar standa teimum i
boði. Her hugsi eg um ungdómin, sum nú er vorðin
tapari í nærum uppsteðgaða samfelagnum. Tað er
kortini ikki ungdómurin, sum er atvoldin til henda
sorgarleik, men kortini er hann kanska harðast rakt-
ur
Mest týðandi kjakevni í vikuni var "Fimmarin” í
útvarpinum, sum hesa vikuna snúði seg um arbeiðs-
loysi millum ungfólk, og hvørji ultøk eru neyðug, til
tess at samfelagið ikki skal “*útbúgva" tey ungu til
framhaldandi arbeiðsloysi, og harav eisini vónloysi.
Nógv varð tosað aftur og fram, um tiltók sum ung-
fólk fáa í boði - eitt nú at fara við Norðlýsinum og
arbeiða innan Skógarrgkt landsins. Ivaleyst góð hug-
skot í eini trongstødu, men hví seta “góðgerð-
ararbeiði" ella samfelagsgagnlig uligk í verk, fyri at
tey ungu skulu kenna seg hava ávíst virði? Hvat
skulu somu ungólk gera, tá tey hava havt henda
“kjansin"? Gevur tað teimum starvsstig lærupláss
ella útbúgving aftaná?
Mest tigandi og kanska eisini sigandi var tað, at
ikki eitt ungfólk ringdi til "fimmaran” - heldur ikki
foreldur og avvarandi at teimum ungu. Kann tað
hugsast, at tey ungu ongan góðan eiga, og at tiltøk,
sum sigling við Norðlýsinum og arbeiði í Skógarrgkt
landsins eru molar vit káva av samfelagsliga
borðinum?
Ein maður tók einaferð soleiðis til, at vit høvdu
ballað børn okkara inn í vatt, men at vit høvdu
gloymt at ballað tey út aftur. Er tað innballingin,
sum heldur fram við hesum nevndu ungdómstil-
tókum?
Uuaneftir var myndin í farnu viku ikki bert góð-
veður og “smávegis"trupulleikar.
I Johannesburg blakaðu tey svørt fólk úr tokinum,
tí hviti minnilutin vil hava apartheit skipanina herda,
og at avtaka vunnin stig, sum hóast alt eru roynd. Í
SvF sóu vit vaksnir menn ligga eftirá. Munnu teir
ikki eiga småbørn, sum teir heldur vildu uppalt í eini
betri verð, enn at gerast verjuleysir offur í einum
avskepaldum bardaga?
I Aserbadjan skutu hermenn eftir sivilfólkunum.
Munnu børnini har sleppa at spæla sær í kavanum,
ella verða tey eisini nytt sum kålufødi? Hver ansar
eftir børnunum har?
I Fraklandi hevur Tjóðskaparfylkingin Le Pen
fingið góða undirtøku. Teirra sjónarmið er at savna
gl! fremmand fólk í legur, fyri síðani at senda tey
heim aftur, har tey eru ættað. Eitt sjónvarpsfólk
spurdi fólk á gøtuni um teirra hugsan, men eingin
vildi kennast við Le Pen. Er tað - sum við so
mongum ødrum, at fólk ikki vilja viðurkenna, at tey
hava ein fanahvølp í sær? Hver ansar eftir teimum
verjuleysu?
vóru at síggja í gølunum
seg aftur