týsdagur 17. mars 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 53 — 17. mars 1992
Lesarabrøv
Síða 1 1
Fróðskaparsetrið á einum
vegamóti, — — — ella?
Leiðarin í Sosialinum 7.
mars eigur ikki at fara aft-
ur við borðinum uttan orð.
Tað, sum sagt verður,
kann tykjast so eyðsýnt
um ein ikki hugsar seg
betur um.
Tað er formaðurin í
Meginfelag Feroyskra
Studenta (MFS), sum hev-
ur víst á, at vit eiga at
geva Fróðskaparsetrinum
eitt meira føroyskt inni-
hald: Vit eiga í nógv sterri
mun at brúka henda stovn
til at geva føroyingum frå-
læru í føroyskum og til
gransking í feroyskum
viðurskiftum.
Í tíðum, tá sjógvar
bróta í bæði borð er al-
neyðugt, at vit hugsa okk-
um væl um undan hverj-
um leiki, tí hver leikur
kann vera at bana, er hann
ikki rættur.
Fyrst mega vit gera
okkum greitt, at tað kost-
ar feroyska samfelagnum
bert einar 13—15 mió. kr.
árliga at reka eitt foroyskt
fróðskaparsetur skilagott.
Tey tungu tekini eru tik-
in, og vit hava eitt setur
við eini skipan, við fólki
og við samskifti uttan-
lands. Sum árini ganga
verða eisini fleiri og fleir
uppgávur loystar í sam-
starvi við Fróðskaparsetr-
ið.
Tá vit hugsa um til-
feingi, er tí neyvan rætt at
hugsa um tað, sum tað
kostar í krónum at reka
eitt lært setur. heldur eiga
vit at hugsa um, hvussu
fáment tey eru, sum hava
hug og evnir at arbeiða á
setrinum.
Hvat vilja vit við einum
lærdum setri í Føroyum? Í
hesum sambandi hevur
tað eisini tydning at meta
um framtíðarútlitini fyri
foroyska samfelagnum.
At feroyskt mál hevur
ligið teimum á hjarta, sum
stovnaðu og myndaðu
Fróðskaparfelagið, er lítil
ivi um, nú vit síggja lívs-
verk teirra. At vit eiga at
halda fast í hesum, er eis-
Men ein má eisini hava í
huga, at tað lærda setrið í
sjálvum sær hevur alstór-
an týdning við ella uttan
beinleiðis úrslit. Í fyrsta
lagi er arbeiðslagið á ein-
um lærdum setri eitt ann-
að, enn tað, sum vit tekn-
ikarar (í víðum týdningi!)
arbeiða eftir. Vit nýta
kenda tekni og kenda
vitan at skapa og endur-
skapa tað, sum samfelagið
hevur fyri neyðini. Á tí
lærda setrinum skapa og
endurskapa tey sjálva vit-
anina.
Í ødrum lagi er setrið ein
náttúrligur miðdepil fyri
vísindaligari vitan í land-
inum. Setrið skal tryggja,
at tann vitan, sum hin ein-
staki nemur, uttanlands
ella í Feroyum, verður
goymd í landinum og fær
hevi at festa retur.
Í triðja lagi skal setrið
geva frálæru, soleiðis at
vit hava eitt lestrarum-
hvervi í landinum. Um tey
eru færri ella fleiri, sum
fáa hetta hevi, er í míni
verð ikki so týðandi. Tað
er heldur ikki so týðandi,
um hetta er frálæra um
fiberoptik, ella tað er før-
oyskt mål. Fyri lestrarum-
hvørvid man tað tó hava
alstóran tydning, at eitt
slag av heild er at siggja. I
tann mun munnu stødis-
útbúgvingarnar vera
hepnar.
Við hesum í huga er
skilligt, at tað hevur al-
stóran týdning, at setrið
er fjølbroytt. Eitt visinda-
ligt arbeiðslag, ein mið-
depil fyri vísindaligari vit-
an og eitt umhvervi við
lestri og gransking. Hetta
er tað, sum Fróðskapar-
setrið skal tryggja landin-
um.
Ein kundi nevnt, at tað
gjørdi ikki verri, um fleiri
enn higartil fingu hevi at
lesa í Milano ella aðra-
staðni, soleiðis at vitan og
hugsunarháttur = hadani
kann koma okkum til
góðar. - Og hver veit?
kanska kemur okkara
hugsunarháttur teimum
til góðar?
Gransking verður ofta
flokkað í grundleggjandi
gransking, tekniska
gransking og empiriska
gransking. Feroyar koma
neyvan at fostra ein ann-
an Newton, Einstein ella
Bohr. — Og um hesir
kørgu klettar einaferð
koma at fostra ein slíkan,
so verður tað helst við ella
uttan eitt lært setur. Tann
tekniska og empiriska
granskingin er oftast ein
spurningur um arbeiðslag,
útgerð og tekniska mann-
ing.
Eg havi tí eitt sindur ilt
við at skilja tað ítekiliga í
hugtakinum »føroysk
gransking«. Sjålvandi er
tað Jardfrødisavnid, sum
ger jardfrødikanningar og
Fiskirannsóknarstovan,
sum ger fiskirannsóknir
o.s.fr. Fróðskaparsetrið er
ein miðdepil, sum mennir
arbeiðslagið. Tí er Fróð-
skaparsetrið eisini við í
flestellum nýggjum rann-
sóknarprosjektum og veit
um at kalla alla gransk-
ing, sum fer fram í landin-
um — so ella so.
Tí kann eg ikki koma til
aðra niðursteðu enn, at
foroysk gransking er tað
sama, sum gransking í
Feroyum, tað vera seg
gransking um serferoysk
evni ella almenn evni.
So nekur orð um fram-
tíðina. Lítið er at ivast í,
at mong sita í dag við hug-
skotum um gongdar leiðir
úr teim truplu tíðunum.
Mong skapa rásir í huga-
heimi. Men tungt er at fáa
nakað at bera til í praksis.
So mong, sum sita soleið-
is, so mong munnu eisini
hugskotini vera — helst
fleir. — — Men eg ivist
sera lítið um, at tey flestu,
sum hugsa um gongdar
leiðir, hugsa um vitan,
hugsa um information. .
Ti er tad sera umråd-
andi, at vit ikki sleppa ur
hondunum tað, sum okk-
um er litið til frá teimum,
sum gingu undan. Vit
minnast i dag tey, sum
toku tøk. Tad skuldi helst
ikki verið so, at tey um 40
år minnast okkum, sum
brutu niður uttan at seta
við aftur.
Menn legdu lunnar und-
ir Fróðskaparsetrinum í
tíðum, sum vóru verri enn
hesar. Teir skoðaðu fram-
yvir. Nú brýtur aftur í
bæði borð; men lat okkum
ikki stara okkum blind í
tað sjórokið, sum fjalir
bógvin. Lat okkum heldur
skoða fram, halda fast um
tað, sum vit hava og
Vanlukkutrygging
Fyri ikki at verða fyri ov stórum fíggjarligum
missi,
um vanlukkutilburður berst á er
neyðugt at hava tryggingarviðurskiftini í lagi.
Tryggingarslegini eru:
Vanlukkutrygging av hjálparfólki
á sjógvi og landi — løgskipad.
Tey, ið hava fólk í arbeiði á sjógvi ella landi,
hava skyldu til at halda arbeiðsfólkið van-
lukkutryggjað.
Eigarar av skipum og bátum yvir 4 tons
hava skyldu til at vanlukkutryggja mann-
skapið.
Heimatrygging av sjófólki
logskipað.
Tey, ið vinna meir enn 1/5 av årsinnløguni av
sjónum, hava persónliga tryggingarskyldu.
Sjálvboðin arbeiðsvanlukkutrygging
sjálvkravd
Arbeiðsvanlukkutrygging fevnir
um van-
lukkutilburðir, ið henda í persónligum arbeiði
hjá tryggjaða
Hartil fevnir henda arbeiðsvaniukkutrygg-
ing eisini um vanlukkutilburðir,
ið henda
beinleiðis á veg til og frá arbeiðsplássi
Sjálvboðin frítíðarvanlukkutrygging
sjálvkravd.
Frítíðarvanlukkutryggingin
verður teknad
sum uppískoyti til arbeiðsvanlukkutrygging-
ina, so tryggjaði eisini er vanlukkutryggjaður
í frítíðini.
Vanlukkutryggingin gevur nærri upplýsingar
og leiðbeiningar. Ringið, skrivið ella stokkið
inn á gólvið.
Tað er lívsneyðugt...
Foroya Vanlukkutrygging S/F
Telefon 11466 & 15952
Yviri vid Strond 23
Postboks 59 + 110 Tórshavn
Frítíðaravloysarar
Ellis- & Avlamisheimið
i Vågum
sekir eftir: sjukrasystrum, sjúkrahjálpar-
um,
umsjónarmanni
og ymiskum
hjálparfólki at avloysa í summarfrítíðini.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og
fråsøgn um fyrrverandi arbeiðspláss
verður at senda heiminum áðrenn 1.
apríl.
menna tað.
Í mær er slættis ongin
ivi: Um vit bera okkum
rætt at, so ganga bert fá
ár, til vitan og vísindaligt
arbeiðslag hevur líka so
stóran týdning fyri fer-
oyskan útflutning, sum
fiskurin á grunninum.
Eitt ment, miðsavnandi
og fjølbroytt Fróðskapar-
setur er fortreytin fyri
hesum.
Signar P. Heinesen