týsdagur 17. mars 1992síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Sosialt skeivt
at taka grund-
skeiðini burtur
-og prógvast kann, at nógv teir flestu næmingar
,
sum velja at fylgja grundskeiðsfrálæruni í 10.
flokki, fáa meira burtur úr frálæruni hetta sein-
asta árið í fólkaskúlanum og kunnu tískil betra
Egholm í "Sjónarmið" í dag.
Landsstýriskonan í skúla-
málum skrivaði herfyri um
tær broytingar í skúlalóg-
ini, sum Landsstýrið ætlar
at fremja. Nógvar av hes-
um broytingum eru í lagi,
men eg haldi avgjert vera
skeivt at strika skeiðbýti i
framhaldsdeildini.
Landsstýriskonan skriv-
ar soleiðis:
Skeiðbýtt undirvis-
ing
Sambært gr. 7. og gr. 10 í
undirvisingini í ávísum
lærugreinum givin á
tveimum skeiðum við
ymsum innihaldi og
skeiðini = verða neund
grundskeið og víðkað
skeið.
Skipanin við skeiðbýtt-
ari undirvising er ein
leivd frá tí fólkaskúlalóg,
sum vit heudu undan hes-
ari, har næmingarnir vóru
býttir upp í tey, sum
sluppu og tey, sum ikki
sluppu í realskúlan.
Landsstýrið heldur tað
vera rætt at taka hesa
skipan burtur, tí hon er
sosialt óheppin, og heldur
ikki hevur hon undirvis-
ingarligar fyrimunir.
Tað er ein pástandur, at
henda skipan er sosialt
óheppin, og at hon ikki
hevur undirvísingarligar
fyrimunir.
Hava tit spurt brúkaran,
næmingarnar og foreldr-
ini?
Tit skulu vita, at tað eru
nógvir næmingar, sum eru
fegnir um, at meguleiki er
próvtólini munandi skrivar Elsa Birgitta P.
fyri at velja grundskeið í
matematikk og í enskum.
Eg veit væl, at tað eru
nógvir skúlar, sum, hóast
lógin ásetur tað, ikki hava
latið næmingarnar velja.
Grundin er, at nakrir skúl-
ar eru so smáir, at tað hev-
ur ikki latið seg gjert, og
aðrir skúlar hava bert vilj-
að spart pengar.
Víðkaðu skeiðini eru
ætlaði teimum bókligu
næmingunum, teimum,
sum lesa nógv og hava lætt
við tað.
Grundskeiðini eru til
tey, sum av onkrari grund
ikki duga so væl, skulu
hava longri tíð at læra ella
bara hava valt ikki at pres-
sa so nógv.
Næmingarnir velja sjálv-
ir. Hetta er ikki ein spurn-
ingur um at sleppa ella
ikki. Ikki ein spurningur
um at vera vigaður og
funnin ov lættur.
Tað kann prógvast, at
nógvir næmingar hava
fingið betur skil fyri t.d.
matematikk við at luttaka
á grundskeiðinum, tí har
hava teir meguleika fyri at
fara meira hóvliga fram. Á
víðkaðum skeiðum eru tað
bert teir bestu næmingar-
nir, sum fáa nóg nógv
burturúr. Við 24 næming-
um verður tað so púra vón-
leyst hjá teimum veikaru.
Tá tey, sum hava trivist á
grundskeiðunum, verða
noydd at fáa somu frá-
læru, sum tey á víðkaðum
skeiði, fara tey at smokka
burtur ímillum.
Hví eru tað altíð tey,
sum skulu vera við sviðið
soð?
Øll vit, sum hava við
fólkaskúlan at gera, skulu
syrgja fyri menning, vøkst-
ri og trivnaði innan skúlans
gátt. Tað er satt. Men við
bert at hugsa um sparingar,
gera vit tað ikki, og eg fari
at pástanda, at tað, at
grundskeiðini nú verða
strikað, er bert tí, at teir
jåttandi myndugleikarnir
vilja spara.
At tað eru nøkur fólk á
Landsskúlafyrisitingini,
sum taka undir ivð hesum,
prógvar onki, tí tey flestu
av teimum kenna bert
Vandar við innpakkaðum hoyggi
Nú nýtslan av innpakk-
aðum hoyggi er vaksandi
og feroyskir bóndir hava
meguleika at keypa hetta
hoyggj, og uttan iva er
ikki langt til at bendir fáa
hevi til at hoyggja á
henda hátt.
Til tess vil undirritaði
skriva eitt sindur um
vandamál við at brúka
innpakkað hoyggj sum
fóður. Gott innpakkað
hoyggj er hverki verri ella
betri enn annað gott
hoyggj, men nær er tað
gott og nær er tað ringt,
tað er ofta torfert at
síggja, og ilt er at meta
um vandan við at geva
spilt innpakkad hoyggj.
Nú nytslan av innpakk-
adum hoyggi er vaksandi i
eðrum londum, hava verið
skrásettir mun meiri sjúk-
dómar í soðningarlegun-
um hjá dýrum, sum fáa
hetta fóður, eisini eru
meira álvarsligar sjúkur
vaksandi, so sum hevuð-
sótt og fósturlát. Tað er
serliga seyður og ross,
sum verða sjúk av hesum
hoyggi. Heilt fitt av seyði
og nekur ross eru deyð av
at hava etið spilt innpakk-
að hoyggj.
Ein tann álvarsligasti
sjúkdómurin, sum er stað-
festur í innpakkaðum
hoyggi, er mateitran
(botulisma). Hjá einum
bónda á vesturlandinum í
Íslandi doyðu 20 ross av
mateitran í innpakkaðum
hoyggi og nú í februar
doyði ein kúgv á sama
hátt. Mateitran kann
koma í innpakkað hoyggj,
um til demis ein mús ella
fuglur er í tí, av tí at
bakterian livir bara har
sum súrevni ikki sleppur
til.
1
Sn
Elsa Birgitta
Egholm: -Vit mugu
ikki taka grund-
skeiðini burtur
næmingarnar á pappíri-
num. Nær hava teir seinast
verið í samband við næm-
ingar og foreldur?
Nei, Marita. Sosialt er
tað skeivt at taka grund-
skeiðini burtur og prógvast
kann, at nógv teir flestu
næmingar, sum velja at
fylgja grundskeiðsfrálæru-
ni í 10 fl., fáa meira burtur-
úr frálæruni hetta seinasta
árið í fólkaskúlanum og
kunnu tiskil betra próvtel-
ini munandi.
Hví skal hesin meguleik-
in takast frá teimum?
Elsa Birgitta P. Egholm
Ein klaga
vidvikjandi
navnaléggåvuni
Tad kann ikki vera rætt,
at 3—4 fólk skulu avgera
hvat Feroya fólks bern
skulu eita. Um eg ella tú
hava eitt navn, sum vit
halda at okkara barn skal
eita, so haldi eg ikki, at
lógin ella kirkjan kann
nekta okkum hetta.
Tað sum eg vil siga við
hesum lesarabrævi er tað,
at vit skulu so at siga
snara navnakósini, og
leggja meira dent á at
navngeva okkara bern eft-
ir náttúruni, og teimum
skapningum, sum liva á
henni. Kanska eisini fáa
vit meiri virðing fyri
náttúruni, tí hóast alt, so
liva vit ell av henni. Nøvn
sum Alda, Hjórtur, Úlvur,
Brim, Bjern, Vár, Kelda,
Lív og Rósa skuldu verið
meira nýtt í tí dagligu til-
veru.
Heilsan eitt deytt
navn sum Johan
Hetta er skrivað fyri at
hesi vandamál ikki koma
óvart á bøndur, sum ætla
at nýta sær henda hoygg-
ingarmáta.
Hvanneyri 6.3.92
Tórður Patursson
Amnesty International
Skrivstovan í Vágsbotni er ópin ménadag, miku-
dag og fríggjadag kl. 11—16. Tlf, 15816.