Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 53 — 17. mars 1992 — Tórfinn Smith, býráðslimur, heitir á Maritu Petersen, landsstýriskvinnu: Takka fyri tilboðið - og sig nei takk Framtíðar skúlaskipan í Havn skal nú lagast eftir í hvónn mun, Maskinskúlin hevur brúk fyri plássi á Eysturskúlanum. Er ikki betri, at vit gera okkum greitt, hvønn skúlapolitikk vit skulu hava og laga skúlahóli eftir næmingsins tørvi, heldur enn øvugt, skrivar Tórfinn Smith, býráðslimur í sjónarmiði í dag, sum heldur, at skulu vit varðveita vallærugreinaskipanina, skal bert ein framheldsdeild vera í Havn Síðani útvarpið seinasta heyst bar tey tíðindi, at Eysturskúlin skuldi seljast, hevur av natúrligum or- søkum” ein ótryggleiki valdað millum øll tey, sum á ein ella annan hátt varða av skúlanum. Eigin hevur rættiliga vita nakað fyri vist. Landsstýr- ið hevur sagt sína søgu, og býráðsformaðurin sína. Haraftrat hevur lítið sam- svar verið millum tað, teir ymisku býráðslimirnir í meirilutanum hava sagt um hetta mál. Hinvegin hevur verið heilt greitt, at stovnar, nevndir og ráð, sum hava við skúlamál at gera, taka ikki undir við søluætlan- unum av Eysturskúlanum. Longu 3. desember í fjør, mælti Tórshavnar Skúla- ráð, sum er hægsti skúla- myndugleiki í Havn, frá at selja Eysturskúlan ella part av honum, tí hetta fór bert at vera ein løtuvinningur, sum ráðið málbar seg. Nú vita vit, at býráðsfor- maðurin í Havn hevur eitt sera avslappað forhold til alt, sum eitur lógir og reglur. Í hvussu er, eru ongantíð somu lógir gald- andi fyri hann, sum fyri onnur, og í hesum anda heldur býráðið fram í ætlan sína at selja Eystur- skúlan. Skúlin skal seljast Sum eina roynd at fáa at vita hvat býráðið veruliga ætlar, skeyt undirritaði upp á seinasta býráðsfundi, at býráðið slepti ætlanini at selja Eysturskúlan - heilt ella partvíst. Svarið er ikki at fara skeivur av. Býráðið heldur enn fast um sølu- ætlaninar, hóast málið á ongan hátt er farið gjøgn- um lógarásettu rásirnar. Ein nevnd skal setast, sum hevur til endamáls at byggja nýggjan skúla í vesturbýnum við útgangs- stødi í, at partur av Eystur- skúlanum skal handast landsstýrinum til Maskin- skúla. So er tað enn einaferð sligið fast, og so vita vit tað. Maskinskúlin skal á Eysturskúlan, um hann vil ella ikki,- og tað vil hann als íkki. Frá Maskin- skúlanum verður beinleiðis sagt, at við hesi loysn, fáa teir ein vánal:gan maskin- skúla og ein hálvan Eystur- skúla. Og hetta verður so bundna uppgåva nevndar- innar at arbeiði út frá. Ein panikkloysn frá býráðsins síðu, at rættvísgera stóra brølaran at byrja við - at loysa skúlaviðurskifti í Havn við eini meinings- leysari skúlasglu fyri eygað. Øvugtur vegur Nú skal framtíðar skúla- poiitikkur í Havn lagast eftir, í hvønn mun Maskin- skúlin hevur brúk fyri plássi á Eysturskúlanum. Hevði ikki verið betri at farið øvugta vegin og spurt: Hvussu vilja vit skipa framtíðarskúlan í Havn, og hava skúlainni- haldið sum utgangsstødi? Var ikki betur fyrst at gjørt okkum greitt, hvat vit vilja brúka fólkaskúlan til? Hvat skulu børnini læra? Skulu vit varðveita og útbyggja vallærugreina- skipanina? Og síðani farið og hugsa um hølisvidur- skiftini? Havnin sum skåladømi Havnin kundi verid eitt skúladgmi um, hvussu vallærugreinaskipanin kundi virkað, tá hon virkar best. Her er størsta fólkamiðsavningin, og hvussu fáa vit mest og best - burturúr, tá um skúla ræður. Í Havn hava vit tríggjar skúlar við framhaldsdeild. Hver framhaldsdeildin er so mikið lítil, at vallæru- greinirnar í mongum før- um bert eru eitt eiti. Hugsaðu vit okkum til, at vit í Havn høvdu bert eina framheldsdeild, er lítið at ivast í, at vit kundu fingið eina skipan, har grundarlag var fyri, at næmingarnir høvdu møguleika at valt júst ta lærugreinina teim- um hóvaði best. Við ødr- um orðum, eina fram- haldsdeild i råd við góða andan í fólkaskúlalógini. Væl at merkja, um vit ynskja eina vallærugreina- Tórfinn Smith, býráðslimur, spyr hví menn eru so altráðir eftir at selja Eysturskúlan skipan, sum virkar og hevur tey tilboð, sum ynskilig eru. Tá hetta var greitt, kundi verið farið undir at hugsa um hølisvidurskifti - og ikki øvugt. Landsstýrið passivt!? Landsstýriskvinnan í skúlamálum hevur mangan sagt, at landsstýrið er, sum møguligur keypari av Eystrurskúlan, hin passivi parturin. Tad er møguligt. Men so passiv eigur lands- stýriskvinnan i skúlamál- um heldur ikki at vera. Hon má hava onkrar tank- ar um, hvussu fólka- skúlalógin best kemur til sín rætt hvat næmingsins tórvi viðvíkur. Hesi sjónarmið eiga at koma fram um møguliga sparing av byggjan av ein- um nýggjum maskinskúla. Hesa sparing hevur ein annars alla orsøk at ivast í, og haraftrat ivist eg eisini í nyttuni av hægru skúlun- um, um grundarlagið - t.v.s. fólkaskúlin, ikki verður settur í hásæti. Eg sum helt, at fólkaskúlin er grundarlagið undir gllum samfelagnum. Krónur og oyru Hóast alt ikki skal metast í krónum og oyrum verður neyvan gjørligt heilt at síggja burtur frá hesum hugtakinum. Frá skilafólki innan Maskinskúlan hevur al- menningurin fingið at vita, at umbyggingin og ný- byggingin í samband við at flyta Maskinskúlan í ein part av Eysturskúlanum kostar einar 35 milliónir. Um hetta er beint, er lítið spart í mun til at byggja nýggjan Maskinskúla. Haraftart skulu ofrast nakrar milliónir at gera Eysturskúlan nýtiligan til skúla aftur. Sagt verður, at hann skal vera tvísporaður við framhaldsdeild, og tá er lítið hugsandi, at hann ikki hevur tørv á serhølum. Síðani skal nýggjur skúli byggjast í vesturbýnum. Hvat kostar hann, og hvaðani skulu pengarnir koma? Vil landsstýrið rinda sín part til hesa bygging? Og hvat sigur vanligi skattaborgarin til, at vit júst í hesum døgum, við ongantíð so nógvum ar- beiðsloysi, við ongantíð so mongum húsum á tvang, við ongantíð so mongum, sum flýggja av landinum, fara at offra milliónir til eina fjákuta broyting av skúlahólum í Havn. Uttan mið og mál. Hevur landið ráð? Hevur Kommunan ráð? Og er hetta neyðugt júst nú? Hvat býr undir? Ein kann hava allar or- søkir at spyrja, hvat veru- liga býr undir søluni av Eysturskúlanum. Sakligar orsøkir - NEI. Tí, vóru or- sýkirnar sakligar, var eing- in orsøk at fara uttan um lógarásetta mannagongd. Ein samd Løgtingsins Menta- og Skúlanevnd mælir frá sølu. Sjálvur hevur formaðurin í nevnd- ini, Bjarni Djurholm, sagt, at ráðið heldur ikki, at sølan av skúlanum er i tråd við innihaldið i álitinum frá 1988. Hann hevur eisi- ni sagt, at verandi Eystur- skúli forðar ikki fyri víðari útbygging av fólkaskúlan- um í Havn, sum býráðsfor- maðurin annars vil vera við. Tað er eisini komið fram - og hetta fyri at lýsa, hvussu altráir menn eru fyri at sleppa at selja Eyst- urskúlan, at Tekniski Skúli eisini hevur verið spurdur um teirra áhuga fyri Eyst- urskúlanum. Men Tekniski Skúli svaraði, at hann ongan áhuga hevði. Eg má spyrja: Hvat er galið á Eysturskúlanum, tá hann skal seljast fyri ein og hvønn pris og til hvønn tað skal vera. Hver skal revsast og hví? Tað er alla æru vert, at landsstýriskvinnan í skúla- málum kennir ábyrgd fyri Maskinskúlanum, men er hon ikki eisini landsstýris- kvinna fyri fólkaskúlan? Eisini fólkaskúlan í Havn! At geva ødrum góð ráð skal ein sjálvandi altíð vera sera varin við, men hóast tað skal eg loyva mær at geva landsstýris- kvinnuni eini góð ráð. Takka býráðnum fyri til- boðið, og sig nei takk. Hetta hongur rætt og slætt ikki saman. Tórfinn Smith