fríggjadagur 11. apríl 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 71 - 11. apríl 2003
Nr. 71 - 11. apríl 2003
3
All That Rain og Terji
Rasmussen spæla til
stóru páskakonsert-
ina í Mentanarhúsin-
um í Fuglafirði, men
Guðrun Jacobsen
hevur verið noydd at
avlýsa sína luttøku
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Leygarkvøldið
verður
páskakonsert í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði. Trý
nøvn standa á plakatini,
men eitt teirra hevur nú av-
lýst.
Tað er Guðrun Sólja Ja-
cobsen, sum ikki hevur
stundir at vera í Fuglafirði
leygarkvøldið. Orsøkin er
ikki, at hon ikki hevur hug,
men hinvegin at hon er
bundin at nøkrum sáttmál-
um, nú hon vann Stjørna í
eitt kvøld.
Guðrun royndi til tað
seinasta at finna ein møgu-
leika fyri at vera við, tí hon
vil ikki svíkja sínar før-
oysku áhoyrarar, men tað
bar ikki til.
Føroyingar verða tó ikki
snýtti fyri Guðrun, tí í
næstum kemur hon til Før-
oya at syngja á einum
Stjørna í eitt kvøld-tiltaki,
og tá verða konsertir bæði í
Mentanarhúsinum
og
í
Norðurlandahúsinum.
Annað á skránni
Tað verður tó góður tón-
leikur at hoyra á páskakon-
sertini í Fuglafirði leygar-
kvøldið.
All That Rain og Terji
Rasmussen fara at spæla,
og hesi bæði nøvn eru kend
fyri at spæla væl og lívliga.
Terji Rasmussen hevur
tónleikarar sum Rógva á
Rógvu, Hjalta Joensen og
Paula Magnussen afturat
sær, og í All That Rain er
tað nú Pól Arni Holm, sum
er frontmaður.
Konsertin byrjar leygar-
kvøldið kl. 23.00.
Páskakonsert
uttan Guðrun
Terji Rasmussen og All That
Rain spæla á páskakonsertini
í Fuglafirði leygarkvøldið
Í sambandi við at
nýggja Norröna kom
til landið hósdagin,
lat Ferðaráð Føroya
Smyril Line eina køku
við mynd av Norrönu á
NORRÖNA
Solby A.Eliasen
Tað er bakaríið hjá Símuni í
Klaksvík, sum hevði bakað
køkuna. Talan er um eina
vanliga lagkøku, umleið
60cm x 40cm, við marsi-
pani útyvir. Heilt vanlig er
hon tó ikki, tí ístaðin fyri
rómapynt ella annað, er tað
ein mynd av nýggju Norr-
önu, sum prýðir flatan á
køkuni. Og tað sum er so
serligt við tílíkum myndum
er, at tær verða prentaðar á
sokallað sukurpappír, sum
er etandi.
Blekkið í prentaranum er
sukur blandað við frukt-
farvu, kann ein í stuttum
siga. Og tá so myndin er
komin á køkuna, sær tað
serstakliga flott út, tí mynd-
in sær út sum ein ordilig
mynd.
Símun Akursmørk hevur
sum sagt bakað køkuna, og
hann sigur, at tað sjálvandi
veldst um góðskuna á
myndini.
– Betur myndin sær út,
betur verður hon á køkuni.
Tað sigur seg sjálvt, greiðir
hann frá.
Spurdur um, hví tað man
vera, at Ferðaráð Føroya bí-
leggur eina køku úr Klaks-
vík til nýggju Norrönu, sig-
ur Símun, at hann ikki
heldur, at tílíkar myndakøk-
ur fáast longur í høvuðs-
staðnum.
– Tey høvdu hoyrt, at vit
vóru byrjað at gera tær
aftur, og so bíløgdu tey,
sigur hann og leggur aftur-
at, at tá fólk bíleggja aðra-
staðni frá, so er bara at
senda eina mynd umvegis
teldupost til Bakaríið hjá
Símun. So verður køkan
gjørd, og um ein til dømis
býr í Havn, so hevur Símun
møguleika til at senda
køkur til Havnar tríggjar
ferðir um vikuna.
Tað, sum er so gott við
eini tílíkari køku við marsi-
pani, er, at hon uttan trupul-
leikar kann halda sær í ein
ella tveir dagar.
– Tað ger onki fyri køk-
una, um hon stendur í ein
dag ella tveir, so tí tað er
tað gott, at vit kunnu senda
suður til Havnar, sigur Sím-
un, sum leggur afturat, at tá
fólk bíleggja tílíkar køkur,
kunnu tey fáa tað, sum tey
vilja hava.
Símun hevur fyri stutt
síðani tikið uppaftur bak-
ingina av myndakøkum.
Einu tíðina var tað sera
nógv, men orsakað av ym-
iskum tekniskum trupul-
leikum, valdi hann at
steðga. Men nú eru so
trupulleikarnir loystir, og
hann bakar aftur mynda-
køkur til fólk allastaðni í
landinum.
Kakuskipið Norröna
Køkan, sum Bakaríið hjá Símun í Klaksvík, lat senda suður til
Smyril Line hósdagin. Ferðaráð Føroya hevði bílagt. Køkan
var umleið 60cm x 40cm til støddar
Mynd: SáH
Símun hevur fyri stutt síðani
tikið uppaftur bakingina av
myndakøkum. Einu tíðina
var tað sera nógv, men
orsakað av ymiskum
tekniskum trupulleikum,
valdi hann at steðga. Men nú
eru so trupulleikarnir loystir,
og hann bakar aftur mynda-
køkur til fólk allastaðni í
landinum.
Mynd: SáH
C
M
Y
K
3
2
RAGNAR MAGNUSSEN
Timbur- &
snikkaraarbeiði
t.d.
Umvælingar
Skifting av tøkum
Húsavørðsarbeiði
tel. 51 89 02
SMAKKIÐ
PÁSKABRÚSIÐ
SMAKKIÐ
PÁSKABRÚSIÐ
Frá
Frá
bjóðar
Nýggjar TELDUKOYRIKORT-
røðir á KVASIR
Byrja í mai.
Kom á skeið eina ferð um vikuna.
Vel ímillum mánamorgun ella mikudag
seinnapart í hugnaliga umhvørvinum á
KVASIR
Kostnaður 9.900,00
- uttan provtøkur
- um tú teknar teg til allar sjey partarnar
Nærri lýsing um ymisku partarnar
(modulini) er á heimasíðu okkara
www.kvasir.fo
ella ring og fá meira at vita á
tlf. 320 204